18. november 2002Nr. 86
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 25. februar 2002, verður henda broyting gjørd:
Í § 12, stk. 1 verður sett sum litra o: “Gjald fyri ferðing og flutning gjøgnum tunlar, eftir brúgvum og vegum, sum hava samband við almenna vegakervið”
§ 2
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá framløgudegnum.
Tórshavn, 18. november 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður