22. mai 2015Nr. 86
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m.
(Broytt gildiskoma)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 58 frá frá 26. mai 2010 um matvørur v.m. verður gjørd henda broyting:
Í § 60, stk. 2 verður “1. juni 2015” broytt til: “1. januar 2017”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 22. mai 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 144/2014