Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. september 1983Nr. 87
Løgtingslóg um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 153 frá 19. desember 2023 1)
(Ásetingarlógin) 2)
1. KAPITTUL.
§ 1. 1) 3) 4) 5) 6) 7) 8) 9) 10) 11) 12) 13) 14) 15) 16) 17) 18) 19) Vísandi til § 54 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt verður skattur teirra, ið eru nevnd í § 1, stk. 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d-f, sbr. tó § 8, stk. 2 og § 8 a, stk. 1 í somu løgtingslóg, ásettur soleiðis:
1) Er inntøkan lægri enn kr. 65.000 verða 0% latin.
2) Er inntøkan kr. 65.000 ella hægri, men lægri enn kr. 180.000, verða kr. 0 latnar av kr. 65.000 og 14% av restini.
3) Er inntøkan kr. 180.000 ella hægri, men lægri enn kr. 280.000, verða kr. 16.100 latnar av kr. 180.000 og 15% av restini.
4) Er inntøkan kr. 280.000 ella hægri men lægri enn kr. 380.000, verða kr. 31.100 latnar av kr. 280.000 og 20% av restini.
5) Er inntøkan kr. 380.000 ella hægri, men lægri enn kr. 700.000, verða kr. 51.100 latnar av kr. 380.000 og 25% av restini.
6) Er inntøkan kr. 700.000 ella hægri, verða kr. 131.100 latnar av kr. 700.000 og 30% av restini.
Stk. 2. 20) 21) Vísandi til § 54 í samtíðarskattalógini verður skattur teirra, ið umrødd eru í § 25b, stk. 1, smb. § 33, nr. 13) í somu lóg ásettur til 35%. Í tann mun, tey í 1. pkt. nevndu hava skyldu til at rinda inngjald sbrt. løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum, verður skattur teirra ásettur eftir frádrátt fyri hetta inngjald. Skatturin verður býttur við 50% sum kommunuskattur og 50% sum landsskattur.
§ 2. 22) 23) 24) 25) 4) 26) 27) 28) 29) 2) 30) Persónur, ið er undir fullari skattskyldu sambært reglunum í § 1, stk. 1, nr. 1-5 í skattalógini, og hevur fast tilhald í Føroyum ella hevur tilhald uttanlands sum sendifólk, kann fyri hvørt barnið, ið hann hevur foreldramyndugleikan yvir, draga frá í útroknaða landsskattinum ein barnafrádrátt á kr. 9.200, um barnið er undir 7 ár 1. januar í tí álmanakkaári, sum skattsetingin viðvíkur, og ein barnafrádrátt á kr. 6.500, um barnið er millum 7 og 17 ár 1. januar í tí álmanakkaári, sum skattsetingin viðvíkur. Tá børnini ikki búgva hjá tí persóni, sum hevur foreldramyndugleikan yvir teimum, kann áðurnevndi barnafrádráttur í staðin veitast tí persóni, sum hevur børnini búgvandi. Tó fellur barnafrádrátturin burtur, tá barnaverdarnevnd hevur yvirtikið umsorgan av børnunum. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, m.a. mannagongdir og treytir fyri tey, sum søkja um barnafrádrátt, og hvussu fráboðanarskyldan skal verða millum almennar myndugleikar, serliga í mun til flytan av barnafrádrátti frá einum persóni til annan. Um skattskyldan ikki fevnir um heilt álmanakkaár, verður frádrátturin minkaður lutfalsliga. Barnafrádráttur verður bert veittur, um barnið antin býr í Føroyum ella í sambandi við útbúgving uttanlands hevur varðveitt fulla skattskyldu til Føroyar.
2. stk. 23) 31) 32) 33) Í hjúnalag verður frádrátturin í skattinum hjá manninum. Sambúgvandi hjún kunnu tó sjálvi gera av, hvør teirra skal hava frádráttin. Hjá hjúnum, sum ikki eru sambúgvandi, fær tann hjúnafelagin, sum hevur børnini búgvandi, frádráttin frá fráflytingardegnum.
3. stk. 4) Er barnafrádrátturin hægri enn skatturin uttan barnafrádrátt, verður munurin útgoldin avvarðandi skattgjaldara. Útgjaldingin fer fram, tá ið skattauppgerðin fyri avvarðandi ár er gjørd og avlopsskattur annars verður útgoldin sambært skattalógini.
§ 3. 6) 34) 35) 36) 37) Persónur, sum fær fyritíðarpensjón ella framskundaða pensjón, fær í útroknaða landsskattinum ein landsskattafrádrátt.
Stk. 2. 4) 6) 34) 36) 38) 39) 37) Frádrátturin fyri giftar persónar er 10.500 kr.
Stk. 3. 4) 6) 38) 34) 39) 36) 37) Frádrátturin fyri stakar persónar er 16.200 kr.
Stk. 4. 23) 40) 37) 30) Hvør persónur, sum fær fólkapensjón sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., fær í útroknaða landsskattinum ein frádrátt á upp til 6.000 kr. um árið.
§ 4. 3) 35) 5) 7) 41) 42) (Strikað).
§ 4 a. 3) 35) 7) 42) (Strikað).
2. KAPITTUL.
§ 5. 43) 44) 16) Vísandi til § 54 í samtíðarskattalógini verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 8 til 16 í somu lóg, og teirra í § 2 nevndu feløgum v.m., sum eru undir avmarkaðari skattskyldu, ásettur til 49% av inntøkunum til landskassa og kommunur. Skatturin verður býttur við 30% sum kommunuskattur og 70% sum landsskattur.
2. stk. 35) 6) 45) 44) 33) 46) 2) Hjá partafeløgum, smápartafeløgum, kommanditfeløgum, sparikassum og lutafeløgum, sum nevnd eru í stk. 1, og sum hava partapening, inngoldnan innskotspening, ábyrgdarpening ella lutapening, sum er 50.000 kr. ella meira, umframt hjá íverksetarafeløgum, sbr. kapittul 19 a í vinnufelagalógini, verður skatturin ásettur til 18% av inntøkunum til landskassa og kommunur.
Stk. 3. 45) 47) 48) 46) 49) Fyri vinnurekandi og tryggingarfeløg, ið fevnd eru av stk. 1 og fyri Føroya Realkreditstovn, Íleggingargrunnin fyri Føroyar, Húsalánsgrunnin og Búnaðargrunnin, verður skatturin ásettur til 18% av inntøkunum til landskassan og kommunur.
Stk. 4. 45) Skatturin av skattskyldugari inntøku, sum verður gjørd upp sambært § 4 í kolvetnisskattalógini, verður ásettur til 27%. Skatturin fellur til landskassan.
3. KAPITTUL.
§ 6. Vísandi til § 54 í samtíðarskattalógini verður skatturin til landskassan hjá deyðsbúgvum við óavmarkaðari skattskyldu eftir § 1, nr. 7 í somu lóg og hjá deyðsbúgvum við avmarkaðari skattskyldu eftir § 2 40% av samlaðu inntøkuni. Búgv, sum lúka treytirnar í §15, 2. stk. í samtíðarskattalógini fáa tó ein frádrátt í skattskyldugu inntøkuni upp á 25.000 kr.
4. KAPITTUL.
§ 7. 23) 38) Av nýtslugjaldi (royalty) sambært § 2, 1. stk. c) í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður ásett eitt fast gjald uppá 25%. Tann, ið rindar ella góðskrivar nýtslugjaldið skal halda aftur hetta avgjald og rinda peningin til Toll- og Skattstovu Føroya við tilskilan av navni og bústaði móttakarans. Rindan av avgjaldinum verður roknað at vera rættstundis, tá goldið verður í seinasta lagi við endan av mánaðinum, sum kemur aftaná tann mánaðin, sum avgjaldið er gjaldkomið. Avgjaldið verður býtt við 40% til avvarðandi kommunu og 60% til landskassan.
2. stk. Um avgjaldið ikki er goldið rættstundis sambært stk. 1 skal renta rindast av avgjaldinum við 1% um mánaðin frá gjaldkomudegi at rokna til goldið verður.
3. stk. Renta sambært stk. 2 kann ikki verða frádrigin skattaskyldugu inntøkuni. Reglurnar í § 135, 3. stk. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum um rættin til at panta avgjaldið við afturatkomnum rentum, er galdandi í hesum førum.
5. KAPITTUL.
§ 8. 23) 6) 38) 31) 20) 48) 50) 51) Vísandi til § 54 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 2, stk. 1, a), b), h), i), j) og l), sum eru undir avmarkaðari skattskyldu, og sum í inntøkuárinum bert hava A-inntøku, ásettur til 42% av bruttoinntøkuni. Tó verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 2, stk. 1, litra j, sum eru undir avmarkaðari skattskyldu viðvíkjandi A-inntøku, sum stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS, ella skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt., verður javnmett við skip, ið er skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tað var føroyskt, lýkur treytirnar í løgtingslógini um FAS, ásettur til 35% av bruttoinntøkuni. Skatturin hjá teimum, ið pkt. 2 nevndu persónum, fer 100% í landskassan.
Stk. 2. 14) 52) 21) Skattur teirra, sum nevnd eru í § 1 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, er 35% av inntøkuni eftir frádrátt fyri inngjøld sbrt. løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum, um A-inntøkan stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS, ella skipi, sum eftir stk. 1, 2. pkt. verður javnmett við skip, ið er skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum annars lýkur treytirnar í løgtingslógini um FAS. Inntøka eftir 1. pkt. verður tikin við í skattagrundarlagið, men í inntøkuskattinum skal loyvast ein frádráttur, sum samsvarar við tann partin av inntøkuskattinum, sum kann verða førdur til ta A-inntøku, sum stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS. Skatturin eftir 1. pkt. fer 100% í landskassan.
Stk. 3. 14) Skatturin hjá persónum, sum eru búsitandi uttanlands, og sum fáa pensjónsútgjaldingar úr Føroyum sambært millumlanda sáttmálar um sosiala trygd, er ásettur til 10% av bruttoinntøkuni.
§ 8 a. 15) 53) 54) 55) Inntøka, ið stavar frá útleigan av húsum o.tíl. til bústað, sbr. § 1 í leigulógini, verður bruttoskattað við 25%. Bert tann parturin av inntøkuni, sum fer upp um kr. 100.000, verður skattaður. Eiga persónar í felag hús o.tíl., er samlaði frádrátturin eftir hesum stykki kr. 100.000. Avgerðin um at brúka hetta stykki ávikavist stk. 2 er bindandi fyri trý ár í senn. Leiguinntøka, skattað eftir hesum stykki, verður ikki tikin við í skattagrundarlagið í § 1. Skatturin verður býttur við 45% til avvarðandi kommunu og 55% til landskassan.
Stk. 2. 15) Leiguinntøka kann í staðin fyri at verða skattað eftir stk. 1 verða skattað eins og onnur inntøka. Inntøkan verður tá tikin við í skattagrundarlagið í § 1 uttan botnfrádrátt.
§ 9. 1) Toll- og Skattaráð Føroya kann loyva, at partafeløg og/ella lutafeløg verða samskattaði, tó treytað av, at feløgini hava sama roknskaparár og eru heimahoyrandi í Føroyum. Loyvi verður bert givið, um talan er um móður- og dótturfeløg, og er hartil treytað av, at móðurfelagið, antin einsamalt ella saman við einum ella fleiri av dótturfeløgum, ið koma undir samskattingina, eigur allar kapitalpartar í teimum dótturfeløgum samskattingin viðvíkir.
Stk. 2. Hall, sum er frá tíðini áðrenn feløgini vórðu samskattaði, kann einans dragast frá eftir § 33, nr. 5 í samtíðarskattalógini í felagsins egna yvirskoti.
Stk. 3. Fyri samskattaði feløg ábyrgist móðurfelagið fyri tí samlaða inntøkuskattinum viðvíkjandi inntøkuárinum. Móðurfelagið ábyrgist eisini fyri hækkingum í inntøkuskattinum fyri árini undan samskattingini. Lækkingar í inntøkuskattinum hjá samskattaðu feløgunum skulu gjaldast móðurfelagnum, eisini tá tað snýr seg um skattaár undan samskattingini. Tey samskattaðu feløgini bera samábyrgd fyri inntøkuskatti viðvíkjandi inntøkuárinum.
Stk. 4. Landsstýrismanninum í skattamálum verður heimilað at áseta nærri treytir fyri samskatting.
§ 10. 1) 56) Nær henda lóg fær gildi, verður ásett við kunngerð frá Føroya landsstýri.
1) Við løgtingslóg nr. 173 frá 30. desember 1997 er lógarheitið broytt til: Løgtingslóg um áseting av skatti. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1998, og er galdandi fyri samanleggingar frá hesum degi.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 130 frá 20. desember 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 149 frá 30. desember 1996. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1997. Stk. 2. Skiftisreglur viðvíkjandi §§ 4 og 4 a: Tann rentufrádráttur, sum ikki er mótroknaður í kommunu-/landsskattinum í 1996, verður eftir umsókn útgoldin eftir skipanini í rentustuðulslógini, tá sjálvuppgávan fyri 1996 er innlatin.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 169 frá 22. desember 1995. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Hendan lóg kemur í gildi 1. januar 1996, og fer samstundis higartil galdandi danski lógarteksturin í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan úr gildi.”
5) Broytt við løgtingslóg nr. 196 frá 10. desember 1993. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi 1. januar 1994.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 178 frá 18. desember 1992. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg fær gildi 1. januar 1993. Stk. 2. Broyting nr. 4 fær gildi fyri skattir, sum verða líknaður á inntøkur frá roknskaparárinum, sum endar í álmanakkaárinum 1992 ella seinni. Tá álíkning verður gjørd fyri tey roknskaparskeið, ið enda í ella fella saman við álmanakkaárinum 1992, verða krøvini til parta- og lutapening sett í mun til støddina av parta- ella lutapeningi pr. 31.12.1992. Stk. 3. Broyting nr. 5 fær gildi fyri skattskylduga inntøku frá og við 1. januar 1993.”
7) Broytt við løgtingslóg nr. 22 frá 24. apríl 1991. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 18. januar 1991. Stk. 2. Renta av innistandandi á bók í føroyskum peningastovni og postgiro, sum er latin sum handveð áðrenn 18. januar 1991 fyri lán ella ábyrgd sambært § 33, nr. 2 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinri broytingum skal ikki roknast upp í tær rentuinntøkur, sum nevndar eru í § 4 og § 4a í hesi løgtingslóg.”
8) Broytt við løgtingslóg nr. 129 frá 22. desember 2000, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2001.”
9) Broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 6. mai 2003, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2003.”
10) Broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 20. desember 2004, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2005.”
11) Broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 15. desember 2005, har § 3 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.”
12) Broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 28. desember 2006, har § 3 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.”
13) Broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 19. mai 2008.
14) Broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 10. juni 2008, har § 3 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009.”
15) Broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 25. mai 2009. Broytingin hevur virknað frá 1. januar 2009.
16) Broytt við løgtingslóg nr. 169 frá 22. desember 2009, har § 2 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1 og 2 hava virknað frá 1. januar 2010”.
17) Broytt við løgtingslóg nr. 176 frá 29. desember 2011, har § 3 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012.”
18) Broytt við løgtingslóg nr. 158 frá 24. desember 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.”
19) Broytt við løgtingslóg nr. 153 frá 19. desember 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi 1. januar 2024. Stk. 2. § 1, nr. 2 kemur í gildi 1. januar 2025.”
20) Broytt við løgtingslóg nr. 170 frá 30. desember 1997. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1998.”
21) Broytt við løgtingslóg nr. 156 frá 20. desember 2013, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014.”
22) Broytt við løgtingslóg nr. 17 frá 14. februar 2000. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fær virknað frá 1. januar 2000.”
23) Broytt við løgtingslóg nr. 103 frá 29. desember 1998. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gidli 1. januar 1999. Broytingar nr. 2, 3 og 4 eru tó galdandi frá og við inntøkuárinum 1998.”
24) Broytt við løgtingslóg nr. 4 frá 16. januar 1990. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1990. Stk. 2. Fyri 1990 verður frádrátturin sambært § 1 tó 1.100 kr.”
25) Broytt við løgtingslóg nr.107 frá 21.mai 1993.
26) Broytt við løgtingslóg nr. 37 frá 26. mars 2002. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda lóg er galdandi frá og við inntøkuárinum 2002.”
27) Broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 17. mai 2005.
28) Broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 7. juni 2012.
29) Broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 7. september 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017.”
30) Broytt við løgtingslóg nr. 127 frá 1. desember 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024.”
31) Broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 4. apríl 2000. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1, hevur virknað frá 1. januar 2000.”
32) Broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 15. apríl 1992.
33) Broytt við løgtingslóg nr. 130 frá 22. desember 2000, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá og við inntøkuárinum 2001.”
34) Broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 24. mars 2000. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000.”
35) Broytt við løgtingslóg nr. 2 frá 3. januar 1995. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1995, tó koma fylgjandi broytingar í gildi soleiðis: 11) (§ 4 a, stk. 1) fær gildi frá og við 3. desember 1994 fyri lán, ið eru tikin til gjalding av ábyrgd, sum er avtalað 3. desember 1994 og framyvir. 13) (§ 5, stk. 2) fær gildi frá roknskaparskeiðinum, sum fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum 1995. Reglurnar umfata tey nevndu feløg, sum í roknskaparskeiði teirra, ið fellur saman við ella endar í almanakkaárinum 1995, hava ein partapening, ábyrgdarpening ella lutapening upp á 80.000 kr. ella minni.”
36) Broytt við løgtingslóg nr. 16 frá 6. mars 2002. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2002.”
37) Broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 10. desember 2020, har §§ 2 og 3 ljóða soleiðis: “§ 2, Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2020. Stk. 2. § 1, nr. 2 kemur í gildi 1. januar 2021. § 3 Broytingin í § 1, nr. 2 er ikki galdandi fyri persónar, sum eru 67 ár ella eldri, sum ikki fáa fólkapensjón, og sum áður hava fingið ein landsskattafrádrátt eftir teimum reglum, sum vóru galdandi fyri persónar, sum vóru 67 ár ella eldri, fram til 31. desember 2020. Hesir persónar hava framhaldandi rætt til henda frádrátt undir somu treytum, sum vóru galdandi fram til 31. desember 2020.”
38) Broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 28. juni 1988. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi 1. juli 1988.”
39) Broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 21. mai 1993.
40) Broytt við løgtingslóg nr. 144 frá 13. desember 2019, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020.”
41) Broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 5. juni 1992. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi 1. juli 1992.”
42) Broytt við løgtingslóg nr.100 frá 20. mai 1995. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 1995.”
43) Broytt við løgtingslóg nr. 115 frá 3. oktober 1988. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi fyri skattir, sum verða líknaðir á inntøkur í tí roknskaparárinum, sum endar í álmanakkaárinum 1988 ella seinni.”
44) Broytt við løgtingslóg 195 frá 10. desember 1993. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Hendan lóg fær gildi 1. januar 1994. Stk. 2. Broyting nr. 2 hevur gildi fyri tey nevndu feløg, sum við endan av roknskaparskeiði teirra, ið fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum 1993 ella seinni, hava ein partapening, ábyrgdarpening ella lutapening uppá 300.000 kr. ella meira.”
45) Broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 4. apríl 2000. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi frá roknskaparskeiðnum, sum fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum 2000.”
46) Broytt við løgtingslóg nr. 141 frá 15. desember 2005, har § 3 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri inntøkuárið 2006 og frameftir.”
47) Broytt við løgtingslóg nr. 85 frá 28. mai 1996. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 1995.”
48) Broytt við løgtingslóg nr. 17 frá 20. februar 2003, har § 2 er ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1 nr. 1 er galdandi frá 16. november 2001, meðan § 1 nr. 2 og 3 eru galdandi frá 1. januar 2003.”
49) Broytt við løgtingslóg nr. 119 frá 7. desember 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá inntøkuárinum 2013.”
50) Broytt við løgtingslóg nr. 136 frá 12. desember 2005, har § 3 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.”
51) Broytt við løgtingslóg nr. 107 frá 13. desember 2006, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.”
52) Broytt við løgtingslóg nr. 156 frá 14. desember 2009, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2009.”
53) Broytt við løgtingslóg nr. 170 frá 22. desember 2009, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2010.”
54) Broytt við løgtingslóg nr. 155 frá 13. desember 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2018.”
55) Broytt við løgtingslóg nr. 181 frá 21. desember 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019 og fer úr gildi 31. desember 2021.”
56) Sett í gildi við kunngerð nr. 19 frá 12. mars 1984 við gildi frá 1. apríl 1984. (Sí 3. bind, bls. 2765)