Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. juni 1997Nr. 87
Løgtingslóg um heilsusjúkrasystratænastuna, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 17. mai 2000
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Henda lóg um heilsusystrar er givin út sambært § 1 í ,,lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne“.
§ 2. Heilsusystrarnar eru sum starvsbólkur ein partur av heimarøktini.
§ 3. Heilsusystrar geva ókeypis heilsufremjandi vegleiðing og stuðul viðvíkjandi heilsustøðuni hjá børnum, sum eru undir undirvísingarásetta aldrinum og sum ikki ganga í skúla ella forskúla.
Stk. 2. Ókeypis vegleiðing og stuðul, sum nevnd er í stk. 1, kann eisini veitast øðrum persónum, sum hava tørv á tí.
Stk. 3. Tænastustøðið skal verða eins kring alt landið.
§ 4. Landsstýrismaðurin í almannamálum ásetir nærri reglur fyri heilsusystraskipanina.
Stk. 2. Leiðbeinandi reglur fyri, hvussu heilsusystraskipanin verður løgd til rættis og útint, verða ásettar av danska heilsustýrinum. Kunngerðir, sum settar eru í gildi við heimild í lógini, sum fer úr gildi, hava framvegis gildi, til tær verða avtiknar við nýggjari kunngerð.
§ 5. Danska heilsustýrið kann áseta reglur viðvíkjandi frágreiðingarskyldu um virksemið sambært hesi lóg.
§ 6. 1) Útreiðslur í sambandi við skipanina í hesi løgtingslóg verða goldnar av landskassanum.
§ 7. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kongilig fyriskipan nr. 15 frá 16. januar 1981 “om ikrafttræden på Færøerne af lov om sundhedsplejerskeordninger” við seinni broytingum. Kunngerðir, sum settar eru í gildi við heimild í lógini, sum fer úr gildi, hava framvegis gildi, til tær verða avtiknar við nýggjari kunngerð. Kunngerðir sum settar eru í gildi við heimild í lógini sum fer úr gildi, hava framvegis gildi, til tær verða avtiknar við nýggjari kunngerð.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 17. mai 2000, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2000.”