Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. mai 2025Nr. 87
Løgtingslóg um afturrindan av heilsutrygdargjaldi
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Persónar, sum frá 1. november 2014 til og við 2023 hava goldið heilsutrygdargjald sambært § 24, stk. 1 í heilsutrygdarlógini, og sum sama ár hava rindað heilsutrygdargjald í øðrum Norðurlandi og tí kunnu fáa frítøku í Føroyum, vísandi til Nordisk konvention om social sikring, kunnu eftir umsókn fáa afturgoldið heilsutrygdargjald sambært hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Frádráttur í skatti, sum umsøkjari hevur fingið umrøddu árini sambært § 154 b í skattalógini, verður drigin frá heilsutrygdargjaldi, sum sambært stk. 1 kann rindast aftur.
§ 2. Umsókn um at fáa afturgoldið heilsutrygdargjald, skal sendast TAKS.
Stk. 2. Umsøkjarin skal, saman við umsóknini, senda skjalprógv fyri, at viðkomandi hevur rindað sosialtrygdargjald í øðrum Norðurlandi, sambært Nordisk konvention om social sikring, samstundis sum, at viðkomandi hevur rindað heilsutrygdargjald í Føroyum. Umsøkjarin skal eisini skjalprógva, um og nær hann hevur gjørt vart við, at hann hevur rætt til rentu sambært lov om renter ved forsinket betaling, m.v.
Stk. 3. Umsókn, saman við skjalprógvum, skal sendast umvegis talgildu sjálvgreiðslurnar hjá TAKS.
Stk. 4. TAKS kann krevja aðrar neyðugar upplýsingar til málið frá umsøkjara.
§ 3. Mett verður um, hvørt umsøkjari kann fáa afturgoldið heilsutrygdargjald sambært Nordisk konvention om social sikring og tilhoyrandi EØF-fyriskipanum.
Stk. 2. TAKS kannar, um umsøkjari hevur fingið frádrátt í skattinum, sambært §154 b í skattalógini. Um so er, verður upphæddin drigin frá, áðrenn afturrindað verður.
Stk. 3. TAKS roknar út, hvørja upphædd umsøkjari skal fáa afturgoldna og afturrindar umsøkjara heilsutrygdargjald.
§ 4. Afturgoldið verður aftur til tann 1. november 2014, tá ið Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum heimvísti einum kærumáli til nýggja støðutakan hjá Heilsutrygd.
Stk. 2. Er ikki greitt, hvør inntøka hoyrir til tíðarskeiðið við frítøku, verður heilsutrygdargjald, sum er goldið av skattskyldugu inntøkuni, afturrindað lutfalsliga í mun til mánaðir við frítøku, og út frá samlaðu skattskyldugu inntøkuni fyri árið.
§ 5. Til nýtslu í sambandi við umsókn um afturgjald av heilsutrygdargjaldi, kann TAKS útvega sær upplýsingar frá øðrum viðkomandi myndugleikum.
§ 6. Hevur persónur givið TAKS skeivar upplýsingar ella tagt um umstøður, sum hava týdning fyri afturgjald sambært hesi løgtingslóg, kann TAKS eftirfylgjandi krevja inn gjaldið, ið umsøkjari av órøttum hevur fingið útgoldið frá TAKS.
§ 7. Avgerðir tiknar sambært hesi løgtingslóg, eru endaligar innan fyrisitingina.
§ 8. Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. januar 2026.
Stk. 2. Umsóknir móttiknar innan 1. januar 2026 verða avgreiddar sambært hesi løgtingslóg.
Í Tinganesi, 7. mai 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 57/2024