Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mai 2022Nr. 87
Løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru
(Foreldramyndugleikalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Foreldramyndugleiki
Alment
§ 1. Børn yngri enn 18 ár eru undir foreldramyndugleika, uttan so, at tey eru gift.
§ 2. Barnið hevur rætt til umsorgan og tryggleika. Barnið skal farast við við virðing fyri samleika sínum og skal ikki vera fyri likamligum ella sálarligum ágangi ella øðrum vanvirðandi gerðum.
Stk. 2. Avgerð sbrt. hesi løgtingslóg skal takast við atliti at barnsins besta. Myndugleikar skulu tryggja, at avgerðir viðvirka til at tryggja trivnað og at verja barnið móti harðskapi ella øðrum, sum setir barnið í vanda, so sum at vera vitni til harðskap.
Stk. 3. Í øllum viðurskiftum um barnið skal fyrilit takast fyri sjónarmiðunum hjá barninum alt eftir aldri og búnaskapi.
§ 3. Tann, sum hevur foreldramyndugleikan, skal hava umsorgan fyri barninum og kann taka avgerðir um persónligu viðurskiftini hjá barninum í samsvari við áhugamál og tørvin hjá barninum.
Stk. 2. Hava foreldur felags foreldramyndugleika, skulu tey vera samd um týðandi avgerðir viðvíkjandi barninum. Tað av foreldrunum, sum barnið býr hjá, avger sjálvt yvirskipaði viðurskifti í gerandisdegnum hjá barninum, so sum hvar í landinum barnið skal búgva.
Stk. 3. Hava foreldur felags foreldramyndugleika, og eru tey ósamd um, hvør teirra skal hava foreldramyndugleikan einsamalt, skulu bæði geva samtykki til, at barnið fer av landinum, sbr. tó § 28.
§ 4. Tann, sum hevur foreldramyndugleikan, kann í hóskandi mun nýta inntøkur hjá barninum til at uppihalda barninum við atliti at egnari og barnsins støðu.
§ 5. Er eitt foreldur dømt treytaleysa fongsulsrevsing ella aðra rættarfylgju sbrt. §§ 68-70 í revsilógini fyri yvirgang ella fyri at taka undir við brotsverki, sbrt. § 114-114 h, sbrt. § 136, stk. 2 í revsilógini, blóðskemd, sbrt. § 210 í revsilógini, kynslig brotsverk, sbrt. kapittul 24 í revsilógini, tó undantikið brot á § 228 í revsilógini, manndráp, sbrt. § 237 í revsilógini, grovan harðskap, sbrt. §§ 245 og 246 í revsilógini, umskering av kvinnum, sbrt. § 245 a í revsilógini ella menniskjahandil, sbrt. § 262 a í revsilógini, kann tað ikki, uttan so at tað er best fyri barnið, verða tikin avgerð um:
1) At foreldrið fær foreldramyndugleikan ella lut í foreldramyndugleikanum yvir barninum sbrt. § 11, stk. 2, § 13, stk. 2, § 14, § 15, stk. 2-4, ella §§ 32-34.
2) At barnið býr hjá foreldrinum, sbrt. § 18, stk. 1, ella § 32.
3) At barnið hevur samveru ella annað samband við foreldrið, sbrt. §§ 21, 25 ella 35.
Stk. 2. Stk. 1 er eisini galdandi fyri onnur, sum kunnu fáa foreldramyndugleika, sbrt. § 13, stk. 2, § 15, stk. 2-4, og onnur, sum kunnu hava samveru við barnið, sbrt. §§ 22 og 23.
Foreldramyndugleikahavi
§ 6. Eru foreldur gift, tá ið barnið verður føtt, ella giftast tey seinni, hava tey foreldramyndugleikan í felag.
Stk. 2. Foreldur, sum eru sundurlisin ella skild, tá barnið verður føtt, men sum hava verið gift innan fyri seinastu 10 mánaðirnar, áðrenn barnið varð føtt, hava foreldramyndugleika í felag.
§ 7. Eru foreldur ikki gift, hevur mamman foreldramyndugleikan einsamøll uttan so, at foreldrini hava gjørt avtalu um felags foreldramyndugleika sbrt. § 9.
Stk. 2. Hava foreldrini havt felags bústað sbrt. Landsfólkayvirlitinum ella kunnu tey á annan hátt prógva samlív ella tilknýti til hvønn annan samanhangandi seinastu 10 mánaðirnar, áðrenn barnið varð føtt, hava tey felags foreldramyndugleika.
§ 8. Foreldur, ið saman hava ættleitt eitt barn, hava felags foreldramyndugleika.
Stk. 2. Ein stakur ættleiðari hevur foreldramyndugleikan einsamallur, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Foreldur hava felags foreldramyndugleika, tá ið annað av foreldrunum hevur ættleitt barnið hjá hinum sbrt. § 6, stk. 1 í ættleiðingarlógini.
Avtala um felags foreldramyndugleika
§ 9. Foreldur kunnu avtala felags foreldramyndugleika. Avtalan fær virknað, tá hon er fráboðað Familjufyrisitingini. Er eitt mál um foreldramyndugleika lagt fyri rættin, kann fráboðanin latast rættinum.
Stk. 2. Ein avtala sbrt. stk. 1 er ikki galdandi, um hon er gjørd, áðrenn barnið er føtt, ella um avtalan er treytað ella tíðaravmarkað.
Samlívsslit
§ 10. Felags foreldramyndugleiki heldur fram, hóast foreldrini slíta samlívið, verða sundurlisin ella skild, ella hjúnabandið verður ógildað.
Stk. 2. Liva foreldrini ikki saman, ella ætlar ein teirra at slíta samlívið, kann hvør teirra krevja, at felags foreldramyndugleikin skal setast úr gildi.
Úrgildissetan av felags foreldramyndugleika
§ 11. Skal felags foreldramyndugleiki setast úr gildi, kunnu foreldrini avtala, hvør teirra skal hava foreldramyndugleikan einsamallur. Avtalan fær virknað, tá hon er fráboðað Familjufyrisitingini. Er eitt mál um foreldramyndugleika lagt fyri rættin, kann fráboðanin latast rættinum.
Stk. 2. Eru foreldrini ósamd, tekur rætturin avgerð um, hvørt felags foreldramyndugleiki skal halda fram, ella hvør teirra skal hava foreldramyndugleikan einsamallur.
Stk. 3. Rætturin kann ikki taka avgerð um felags foreldramyndugleika, um bæði foreldrini eru ímóti hesum.
Uppafturtøka av samlívi
§ 12. Eru foreldrini gift ella sundurlisin, fáa tey aftur felags foreldramyndugleika, um tey taka upp aftur ella halda fram við samlívinum, hóast avtala er gjørd, ella avgerð er tikin um, at annað av foreldrunum skal hava foreldramyndugleika einsamalt. Eru foreldrini ógift ella fráskild, fáa tey ikki felags foreldramyndugleika, uttan so, at tey verður uppafturgift, sbrt. § 6, stk. 1, ella avtala tað, sbrt. § 9.
Flyting av foreldramyndugleika
§ 13. Foreldramyndugleikin kann sbrt. avtalu, ið er fráboðað Familjufyrisitingini, flytast frá einum av foreldrunum til hitt. Er eitt mál um foreldramyndugleika lagt fyri rættin, kann fráboðanin latast rættinum.
Stk. 2. Foreldramyndugleikin kann sbrt. avtalu, ið er góðkend av Familjufyrisitingini, flytast til onnur enn annað av foreldrunum. Foreldramyndugleikin kann flytast til eini hjún ella eitt samlivandi par, íroknað annað av foreldrunum og hjúnafelagan ella samlivan hjá viðkomandi. Avtalan verður góðkend, uttan so, at hon er í ósamsvari við, hvat tænir barninum best. Er eitt mál um foreldramyndugleika lagt fyri rættin, kann avtalan góðkennast av rættinum.
Stk. 3. Ein avtala sbrt. stk. 1 og 2 er ikki galdandi, um hon er gjørd, áðrenn barnið er føtt, ella um avtalan er treytað ella tíðaravmarkað. Harafturat er ein avtala sbrt. stk. 2 ikki galdandi, um foreldramyndugleikahavin fær gjald ella annað slag av mótveiting, íroknað gjald fyri mista arbeiðsinntøku, fyri at lata foreldramyndugleikan frá sær.
§ 14. Eftir umbøn frá einum av foreldrunum, sum ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum, kann rætturin taka avgerð um, at foreldrini skulu hava felags foreldramyndugleika, at foreldramyndugleikin verður fluttur til viðkomandi, ella at tann, sum hevur foreldramyndugleikan, varðveitir hann.
Andlát
§ 15. Hava foreldrini felags foreldramyndugleika, og annað teirra doyr, hevur hitt foreldrið einsamalt foreldramyndugleikan, um barnið býr hjá eftirsitandi foreldrinum.
Stk. 2. Familjufyrisitingin tekur eftir umbøn avgerð um, hvør skal hava foreldramyndugleikan, um foreldrini hava felags foreldramyndugleika, og tann, ið barnið býr hjá, doyr.
Stk. 3. Doyr tað av foreldrunum, sum einsamalt hevur foreldramyndugleikan, tekur Familjufyrisitingin eftir umbøn avgerð um, hvør skal hava foreldramyndugleikan. Hitt foreldrið og onnur, sum barnið er knýtt at, kunnu søkja um at fáa foreldramyndugleikan.
Stk. 4. Er annað av foreldrunum atvoldin til, at hin doyr, tekur Familjufyrisitingin avgerð um, hvør skal hava foreldramyndugleikan. Onnur, sum barnið er knýtt at, kunnu søkja um at fáa foreldramyndugleikan. Umsóknin kann bara verða gingin á møti, um tað er av avgerandi týdningi við fyriliti fyri barnið, at foreldramyndugleikin ikki verður verandi hjá foreldrinum, ið er á lívi.
§ 16. Foreldramyndugleiki sbrt. § 15 kann flytast til eini hjún ella eitt samlivandi par, íroknað annað av foreldrunum og hjúnafelagan ella samlivan hjá viðkomandi.
§ 17. Tann, sum hevur foreldramyndugleikan, kann boða frá, hvør skal hava foreldramyndugleikan eftir deyða.
Kapittul 2
Bústaður og fráboðan
§ 18. Hava foreldur felags foreldramyndugleika, og eru tey ósamd um hjá hvørjum teirra, barnið skal búgva, tekur Familjufyrisitingin avgerð um tað. Familjufyrisitingin kann taka avgerð um, at barnið skal búgva hjá einum av foreldrunum, sum býr ella fer at búgva uttanlands.
§ 19. Eitt foreldur, sum ætlar at flyta ella at flyta við barninum, tað veri seg bæði innanlands og uttanlands, skal boða hinum foreldrinum frá hesum í seinasta lagi 6 vikur áðrenn flytingina.
Kapittul 3
Samvera
§ 20. Barnsins samband við bæði foreldur skal í størst møguligan mun varðveitast, soleiðis at barnið hevur rætt til samveru við tað av foreldrunum, sum ikki hevur barnið búgvandi.
Stk. 2. Foreldrini skulu í felag tryggja, at barnið hevur samveru við tað av foreldrunum, ið barnið ikki býr hjá.
Stk. 3. Tað av foreldrunum, sum barnið ikki býr hjá, kann søkja um samveru.
Stk. 4. Er eingin ella avmarkað samvera, kann tað av foreldrunum, sum barnið býr hjá, biðja Familjufyrisitingina um at áseta samveru. Familjufyrisitingin kann bara áseta samveru um samveruforeldrið vil hava samveru.
§ 21. Familjufyrisitingin kann eftir umbøn taka avgerð um vavið og útinnan av samveru og kann áseta neyðugar treytir í tí sambandi.
Stk. 2. Familjufyrisitingin kann nokta at áseta samveru ella seta eina avtalu ella avgerð um samveru úr gildi.
Samvera við onnur enn foreldur
§ 22. Um annað ella bæði foreldur eru deyð, ella annað av foreldrunum er ókent, kann Familjufyrisitingin eftir umbøn áseta samveru við onnur enn foreldur, sum barnið er knýtt at.
Stk. 2. Hevur barnið avmarkað samband við foreldrið, ið tað ikki býr hjá, kann Familjufyrisitingin, í serligum førum og eftir umbøn, áseta samveru við onnur, sum barnið er knýtt at.
§ 23. Er barnið ættleitt, kann Familjufyrisitingin eftir umbøn áseta samveru ella annað samband við uppruna skyldfólk.
Viðbótarsamvera
§ 24. Um avtalað ella ásett samvera ikki verður hildin, verður viðbótarsamvera í vikuni eftir undir somu treytum, sum samvera annars varð avtalað ella ásett, sbr. tó stk. 2 og 3. Viðbótarsamvera sbrt. 1. pkt. er treytað av:
1) at tað ikki er orsakað av viðurskiftum hjá samveruforeldrinum, at avtalaða ella ásetta samveran ikki verður hildin, og
2) at samveruforeldrið beinanvegin eftir, at samveran ikki verður hildin, gevur bústaðarforeldrinum boð um, at viðkomandi vil hava viðbótarsamveru.
Stk. 2. Stk. 1 fevnir ikki um samveru í feriu ella halgidøgum, samveru undir eftirliti og samveru, sum sbrt. avtalu ella avgerð skal vera hildin ávísa tíð, sum ikki fylgir av einari nærri fastlagdari ætlan.
Stk. 3. Viðbótarsamvera verður ikki ásett tá:
1) samveran fellur heilt ella partvíst saman við ásettari ella avtalaðari samveru, ella
2) samveran fellur heilt ella partvíst saman við feriu ella halgidøgum, har barnið sbrt. avgerð ella avtalu skal vera hjá bústaðarforeldrinum.
Stk. 4. Stk. 1-3 er somuleiðis galdandi, tá ið viðbótarsamvera sbrt. stk. 1 ikki verður framd.
Stk. 5. Avgerðir um samveru skulu hava eina áseting um viðbótarsamveru. Familjufyrisitingin skal vegleiða foreldrum, sum gera avtalu um samveru, um viðbótarsamveru.
Annað samband
§ 25. Familjufyrisitingin kann í serligum førum taka avgerð um, at tað av foreldrunum, sum ikki hevur barnið búgvandi, kann hava samband við barnið umvegis telefon, bræv ella aðrar samskiftismiðlar.
Stk. 2. Umbøn um annað samband kann berast fram av:
1) tí av foreldrunum, sum ikki hevur barnið búgvandi, og
2) barnsins næstum, um ásetingarnar um samveru sbrt. §§ 22 ella 23 eru loknar.
Stk. 3. Familjufyrisitingin kann í serligum føri eftir umbøn taka avgerð um, at bústaðarforeldrið kann hava samband við barnið umvegis telefon, bræv ella aðrar samskiftismiðlar.
Kunning um barnið
§ 26. Tað av foreldrunum, ið ikki hevur foreldramyndugleika, hevur rætt til kunning um viðurskifti um barnið frá stovnum, myndugleikum og heilsustarvsfólkum. Viðkomandi hevur eisini rætt til at fáa handað skjøl um viðurskifti um barnið, um hesi eru til skjals.
Stk. 2. Stovnar, myndugleikar og heilsustarvsfólk kunnu nokta at útflýggja upplýsingar, um hetta verður mett at vera barninum til bága. Upplýsingar um tað av foreldrunum, sum hevur foreldramyndugleikan, umframt tess samband við barnið, skulu ikki útflýggjast.
Stk. 3. Familjufyrisitingin kann í serligum førum, og eftir umbøn frá tí, sum hevur foreldramyndugleika, ella einum av teimum í stk. 1 nevndu myndugleikum, stovnum ella heilsustarvsfólkum, nokta rætt til kunning eftir stk. 1 og 2. Avgerðin hevur virknað frá tí, at myndugleikin fær fráboðan um avgerðina.
Umsorganaryvirtikin børn
§ 27. Ásetingarnar í hesi løgtingslóg viðvíkjandi samveru og øðrum sambandi eru ikki galdandi, um barnið er umsorganaryvirtikið sbrt. kapitli 4 í barnaverndarlógini.
Avgerðir í sambandi við ferðing uttanlands
§ 28. Hava foreldrini felags foreldramyndugleika og eru ósamd um foreldramyndugleikan, kann Familjufyrisitingin taka avgerð um, at annað av foreldrunum kann ferðast við barninum uttanlands í eitt stutt tíðarskeið.
Ferðing og ferðaútreiðslur
§ 29. Ferðing og ferðaútreiðslur í sambandi við samveru innanlands og uttanlands skulu sum meginregla býtast millum foreldrini.
Stk. 2. Eru foreldur ósamd um ferðing og ferðaútreiðslurnar í sambandi við samveru uttanlands, kann Familjufyrisitingin í heilt serligum føri taka avgerð um býtið av ferðaútreiðslunum, sbr. § 43.
Stk. 3. Verður samvera ásett við onnur enn foreldur, ber viðkomandi ferðaútreiðslurnar í hesum sambandi.
Kapittul 4
Arbeiðsavtalur
§ 30. Hevur eitt barn við loyvi frá tí, ið hevur foreldramyndugleika, átikið sær arbeiði, har barnið fær møguleika at uppihalda sær sjálvum, kann barn, ið er fylt 15 ár, slíta avtaluna og átaka sær arbeiði av líknandi slagi, uttan so, at tann, ið hevur foreldramyndugleika, tekur aðra avgerð.
§ 31. Hevur barnið av sínum eintingum átikið sær arbeiði, kann tann, sum hevur foreldramyndugleika, slíta avtaluna, um atlit at uppaling og vælferð tala fyri tí.
Kapittul 5
Fyribils avgerðir
Foreldramyndugleiki og bústaður
§ 32. Í einum máli um foreldramyndugleika kann rætturin eftir umbøn taka avgerð um, hvør av foreldrunum fyribils skal hava foreldramyndugleikan. Er málið lagt fyri rættin, kann rætturin eisini taka avgerð um, hjá hvørjum av foreldrunum barnið fyribils skal búgva.
Stk. 2. Í einum máli um bústaðin hjá barninum kann Familjufyrisitingin taka avgerð um, hjá hvørjum av foreldrunum barnið fyribils skal búgva.
Stk. 3. Ein avgerð sbrt. stk. 1 og 2 er galdandi, til ein endalig avgerð, sum kann fullgerast, er tikin.
Stk. 4. Ein avgerð sbrt. stk. 1 og 2 fellur burtur, um umbønin um, at ein avgerð verður tikin um foreldramyndugleika ella bústaðin hjá barninum, verður tikin aftur ella avvíst, ella um foreldrini taka upp aftur samlívið.
§ 33. Hava foreldur felags foreldramyndugleika, og vandi er fyri, at annað av foreldrunum tekur barnið við sær av landinum undan eini avgerð um foreldramyndugleika, kann landsstýrismaðurin, Familjufyrisitingin, ella tann, sum verður heimilaður til tað, fyribils leggja foreldramyndugleikan til hin av foreldrunum einsamallan.
Stk. 2. Ein avgerð sbrt. stk. 1 er galdandi, til ein endalig avtala ella avgerð um foreldramyndugleika, sum kann fullgerast, er tikin, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Ein avgerð sbr. stk. 1, har annað av foreldrunum einsamalt fær foreldramyndugleikan, fellur burtur:
1) 4 vikur eftir, at avgerðin er tikin, uttan so at umbøn um avgerð um foreldramyndugleika longu er latin rættinum,
2) um eitt mál fevnt av stk. 1 verður tikið aftur ella verður avvíst, ella
3) um foreldrini taka upp aftur samlívið.
Forðing
§ 34. Familjufyrisitingin kann eftir umbøn taka avgerð um, hvør skal hava foreldramyndugleikan, um ein forðing elvir til, at tann ella tey, sum hava foreldramyndugleika, ikki kunnu taka avgerð um persónlig viðurskifti hjá barninum.
Samvera
§ 35. Undir viðgerð av einum máli um foreldramyndugleika, bústaðin hjá barninum, samveru ella um annað samband kann Familjufyrisitingin eftir umbøn taka avgerð um fyribils samveru.
Stk. 2. Ein avgerð sbrt. stk. 1 er galdandi, til ein endalig avgerð um samveru, sum kann fullgerast, ella ein avgerð ella avtala um annað samband, er tikin.
Stk. 3. Ein avgerð sbrt. stk. 1 fellur burtur, um umbøn um, at tað skal takast ein avgerð um foreldramyndugleika, bústaðin hjá barninum, samveru ella annað samband verður afturkallað ella avvíst, ella um foreldrini taka upp aftur samlívið.
Broyting
§ 36. Rætturin kann eftir umbøn broyta eina fyribils avgerð sbrt. § 32, stk. 1 og Familjufyrisitingin kann eftir umbøn broyta eina fyribils avgerð sbrt. § 32, stk. 2 og §§ 33-35, um tað verður mett best fyri barnið. Er mál lagt fyri rættin, tekur rætturin avgerð um foreldramyndugleikan.
Kapittul 6
Barnaserkøn ráðgeving og mekling
§ 37. Familjufyrisitingin skal bjóða foreldrum, ið ikki liva saman, og børnum teirra barnaserkøna ráðgeving og mekling, um ósemja er um foreldramyndugleika, bústaðin hjá barninum ella samveru.
Stk. 2. Familjufyrisitingin kann í øðrum førum bjóða foreldrum, børnum og øðrum, sum barnið er knýtt at, barnaserkøna ráðgeving og mekling, um mett verður, at serligur tøvur er á tí.
Stk. 3. Familjufyrisitingin kann lata vera við at bjóða barnaserkøna ráðgeving og mekling sbrt. stk. 1 og 2, um mett verður, at tað er óneyðugt ella óskynsamt.
Kapittul 7
Málsviðgerðarreglur
§ 38. Umbøn um avgerð um foreldramyndugleika sbrt. § 15, bústað hjá barninum sbrt. § 18, um samveru sbrt. §§ 20-23, um annað samband sbrt. § 25 og um fyribils avgerðir sbrt. §§ 33-35, verður latin Familjufyrisitingini.
Stk. 2. Hava somu partar fleiri mál um ymisk viðurskifti til viðgerðar samstundis, kann Familjufyrisitingin viðgera hesi undir einum.
Stk. 3. Í sambandi við eina umbøn um avgerð sbrt. stk. 1, kallar Familjufyrisitingin foreldrini á fund, uttan so, at umbønin bara snýr seg um avgerð um annað samband sbrt. § 25. Familjufyrisitingin nýtist ikki at kalla foreldrini á fund, um mett verður, at tað er óneyðugt ella óskynsamt.
Stk. 4. Foreldrini hava skyldu at luttaka á fundi, uttan so, at serligar umstøður gera seg galdandi.
§ 39. Barnið skal takast við í viðgerðini av einum máli um foreldramyndugleika, bústaðin hjá barninum, samveru, ella annað samband, soleiðis at sjónarmiðini hjá barninum koma til sjóndar. Hetta kann verða gjørt við samrøðum við barnið, barnaserkønari kanning ella á annan hátt, sum lýsir sjónarmiðini hjá barninum.
Stk. 2. Í sambandi við, at barnið verður tikið við í viðgerðina av einum máli sambært stk. 1, skal barnið fáa møguleika at hava hjásita.
Stk. 3. Skyldan til at taka barnið beinleiðis við upp í málið er ikki galdandi, um mett verður, at hon er barninum til bága ella uttan týdning fyri málið.
§ 40. Eitt barn, sum er fylt 10 ár, kann heita á Familjufyrisitingina um at kalla foreldrini á fund um foreldramyndugleikan, bústaðin hjá barninum ella samveru.
Barnaserkøn kanning og ummæli frá serkønum
§ 41. Familjufyrisitingin kann seta í verk barnaserkøna kanning og biðja um ummæli frá serkønum um foreldrini í málum um foreldramyndugleika sbrt. § 13, stk. 2 og § 15, um bústaðin hjá barninum sbrt. § 18 og um samveru sbrt. §§ 20-23.
§ 42. Familjufyrisitingin skal biðja um eina váttan frá tí av foreldrunum, sum ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum, áðrenn ein avtala sbrt. § 13, stk. 2 verður góðkend, ella ein avgerð sbrt. § 15, stk. 3 og 4 verður tikin, uttan so at hetta má metast at vera barninum til bága ella seinka málinum óneyðuga nógv.
§ 43. Familjufyrisitingin kann í sambandi við viðgerð av málum sbrt. § 29 fáa til vegar upplýsingar um fíggjarstøðu hjá foreldrunum og upplýsingar annars, sum eru neyðugar fyri viðgerðina av málinum.
§ 44. Familjufyrisitingini kann eftir umbøn broyta eina avtalu ella eina avgerð um foreldramyndugleika sbrt. § 13, stk. 2 og § 15, um bústaðin hjá barninum sbrt. § 18, um samveru sbrt. §§ 20-23 ella um annað samband sbrt. § 25.
Stk. 2. Ein umbøn sbrt. stk. 1 kann verða avvíst, um viðurskiftini ikki eru broytt munandi. Hetta er tó ikki galdandi fyri umsókn um at broyta foreldramyndugleikan sbrt. § 13, stk. 2 og § 15.
Rætt til ókeypis umboðan
§ 45. Foreldur, ið eru partar í málinum um bústaðin hjá barninum sbrt. § 18 og um samveru sbrt. §§ 20 og 21, hava rætt til ókeypis umboðan í málum til viðgerðar í Familjufyrisitingini. Hava hesi foreldur ikki fingið umboðan, kann ein advokatur verða tilnevndur til at taka sær av málinum.
Stk. 2. Advokaturin skal beinanvegin kunnast um skjøl frá Familjufyrisitingini, og fáa eina freist fyri skrivligari framløgu, umframt framløgu av skjølum.
Stk. 3. Viðvíkjandi samsýning og endurgjaldi fyri útreiðslur til advokat, er sama markið í inntøku grundarlagnum galdandi sum í førum, har frí rættarførsla er játtað, sbr. kapittul 41 í retsplejelov for Færøerne. Útreiðslurnar sbrt. hesi grein verða hildnar av landskassanum.
Kæra
§ 46. Avgerðir hjá Familjufyrisitingini sbrt. hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi.
§ 47. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvussu mál skulu viðgerast sbrt. hesari løgtingslóg, íroknað:
1) viðgerð av málum um foreldramyndugleika,
2) viðgerð av málum um bústaðin hjá barninum,
3) viðgerð av málum um samveru,
4) viðgerð av málum um annað samband,
5) viðgerð av málum um ferðaútreiðslur í sambandi við samveru,
6) barnaserkøna ráðgeving, mekling, barnaserkøna kanning og um innheintan av ummæli frá serkønum, og
7) viðgerð av kærum.
Kapittul 8
Altjóða sáttmálar
§ 48. Landsstýrismaðurin kann gera sáttmálar við onnur lond um viðurskiftini millum føroyskar og fremmandar rættarreglur um foreldramyndugleika, bústaðin hjá barninum, samveru og annað samband. Sáttmálin er galdandi í Føroyum eftir at vera kunngjørdur í Kunngerðarblaðnum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um viðurskiftini millum føroyskar og aðrar norðurlendskar rættarreglur um foreldramyndugleika, bústaðin hjá barninum, samveru og annað samband.
Kapittul 9
Gildiskoma, skiftisreglur o.a.
§ 49. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2023, og samstundis fer úr gildi anordning nr. 228 af 15. marts 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær.
Stk. 2. § 6, stk. 2 og § 7, stk. 2 eru bara galdandi fyri børn, sum verða fødd 1. januar 2023 ella seinni.
Stk. 3. Mál, ið eru byrjað áðrenn gildiskomu løgtingslógarinnar, verða viðgjørd sbrt. higartil galdandi reglum.
Í Tinganesi, 16. mai 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 102/2021