Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. mai 2000Nr. 87
Løgtingslóg um kommunustýri, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 22. mai 2023
(Kommunustýrislógin)
Kapittul 1
Lógarøki og allýsingar
§ 1. Ásetingarnar í lógini verða nýttar í øllum viðurskiftum í kommunala stýrinum, uttan so, at serlig undantøk eru heimilað í aðrari lóggávu.
§ 2. Við meirilutavali í hesi lóg verður sipað til ein valhátt, har tað valevni, ið fær meir enn helmingin av atkvøðunum frá teimum, ið eru á fundi, er valt.
Stk. 2. Fæst tílíkur meiriluti ikki við fyrstu atkvøðugreiðslu, verður atkvøtt umaftur. Fær heldur eingin meiriluta hesa ferð, verður bundið val ímillum tvey teirra, ið fingu flestar atkvøður. Stendur á jøvnum hjá fleiri enn tveimum valevnum, verður lutakast um, hvørji tey tvey skulu verða, sum endalig atkvøðugreiðsla tá verður um.
Stk. 3. Fær hvørgin teirra meiriluta hesa ferð, verður lutakast, sum borgarstjórin skipar fyri. Er borgarstjóri ikki valdur, skipar fyrst valdi limurin fyri hesum lutakasti.
§ 3. Við lutfalsvali í hesi lóg verður sipað til ein valhátt, har kommunustýrislimir frammanundan boða borgarstjóranum frá, at teir ganga saman í valbólk, og at teir vilja atkvøða saman.
Stk. 2. Limatalið í hvørjum bólki sær verður skift sundur við 1, 2, 3 o.s.fr. Býtingartalið, sum tá kemur fram, ásetir ta raðfylgju, ið hvør bólkur kann velja sítt umboð.
Stk. 3. Eru tvey ella fleiri býtingartøl líka stór, verður raðfylgjan funnin við lutakasti, sum borgarstjórin skipar fyri.
Stk. 4. Tá ið avgjørt er, hvussu mong umboð hvør bólkur skal hava, eiga bólkarnir sum skjótast at boða borgarstjóranum frá, hvør umboðar hvønn bólkin.
Stk. 5. Sigur ein bólkur frá sær rættin at seta eitt ella fleiri umboð, verða teir leysu sessirnir býttir ímillum hinar bólkarnar eftir stk.1-3.
Kapittul 2
Kommunustýrið
§ 4. Kommunuviðurskifti verða stýrd av einum kommunustýri. Formaðurin í kommunustýrinum nevnist borgarstjóri. Kommunustýri verður nevnt bygda(r)ráð, tó kunna kommunustýri í kommunum við 1500 íbúgvum ella fleiri nevna seg býráð.
Stk. 2. Kommunustýrið verður valt eftir reglunum í kommunalu vallógini.
§ 5. Kommunustýrið skal áseta nærri reglur um síni stýrisviðurskifti í eini kommunustýrisskipan. Uppskot og broytingaruppskot til kommunustýrisskipan skulu hava tvær viðgerðir við í minsta lagi 14 daga millumbili.
Stk. 2. Talið á kommunustýrislimum, sum í minsta lagi skal vera 7 og í mesta lagi 17, verður ásett í kommunustýrisskipanini. Limatalið skal vera stakt.
Stk. 3. Kommunustýrið skal áseta nærri reglur um sína málsmannagongd í eini fundarskipan.
Stk. 4. Kommunustýrið skipar kommunalu umsitingina og skal áseta nærri reglur um starvsfólkaviðurskiftini í eini starvsfólkaskipan.
Stk. 5. Ásetingarnar í sáttmálum og avtalum um lønar- og setanarviðurskifti fyri kommunal starvsfólk (íroknað kommunalar felagsskapir) og flokkingar og stig fyri størv, sum ikki frammanundan greitt eru ásett í sáttmála ella avtalu, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
§ 6. Kommunustýrislimur hevur skyldu at lata seg velja til borgarstjóra, varaborgarstjóra, nevndarlim ella umboð, umframt at gera aðrar kommunalar uppgávur, sum kommunustýrið áleggur honum.
Stk. 2. Val av borgarstjóra hevur gildi alt valskeiðið. Borgarstjórin verður valdur millum kommunustýrislimirnar eftir meirilutavalháttinum sambært § 2. Setanarbrøkur borgarstjórans verður ásettur í kommunustýrisskipanini til antin ½ ella 1/1. Um setanarbrøkurin er 1/1, skal borgarstjórin, tá ið hann er valdur, leggja borgarliga starvið frá sær umframt øll almenn álitisstørv, sum ikki beinleiðis hava samband við starvið sum borgarstjóri. Kommunustýrið kann loyva frávik frá regluni í 4. pkt, tá ið umræður størv sum eru beinleiðis fólkavald.
Stk. 3. Val av varaborgarstjóra hevur gildi alt valskeiðið. Varaborgarstjórin verður valdur millum kommunustýrislimirnar eftir meirilutavalháttinum sambært § 2. Varaborgarstjórin er í borgarstjórans stað, tá hesum berst frá, sí tó § 24, stk. 2. Ásetir kommunustýrisskipanin, at 1. og 2. varaborgarstjóri skulu verða valdir, fer valið fram undir einum eftir lutfalsvalháttinum sambært § 3.
Stk. 4. Kommunustýrislimur kann av persónligum ávum bera seg undan at vera borgarstjóravalevni.
Stk. 5. Um so er, at allir kommunustýrislimir bera seg undan at vera borgarstjóravalevni, sbr. stk. 4, og kommunustýrið sostatt ikki kann skipa seg innan ta í § 12, stk. 1, ásettu freist, kann landsstýrismaðurin taka avgerð um, at nýval skal útskrivast í viðkomandi kommunu.
§ 7. Kommunustýrislimur, sum er løntakari, hevur rætt til fríloyvi í tann mun, hann skal luttaka á fundum o.ø., sum nevnt er í § 9, stk. 1, 1-4, um ikki avgerandi fyrilit til arbeiði hansara tala ímóti hesum.
Stk. 2. Borgarstjóri, sum er í starvi hjá landinum, eini kommunu, kommunalum felagsskapi, landsfyritøku ella hjá einum konsessioneraðum felag, hevur rætt til farloyvi úr starvi sínum.
§ 8. Stendur løntakari á valevnislista til kommunuval, ella er løntakari valdur til kommunustýrislim, má arbeiðsgevari hansara ikki siga hann úr starvi av hesi orsøk.
Stk. 2. Verður løntakari, ið stendur á valevnislista til kommunuval, ella løntakari, ið er valdur til kommunustýrislim, sagdur úr starvi, liggur tað á arbeiðsgevaranum at prógva, at uppsøgnin ikki skyldast nevndu viðurskiftum.
Stk. 3. Um arbeiðsgevari brýtur stk. 1 við at siga løntakara úr starvi, skal arbeiðsgevarin rinda honum eina samsýning orsakað av hesum. Samsýningin, sum í mesta lagi kann svara til løn í 50 vikur, verður at áseta alt eftir starvsaldri og umstøðunum annars.
Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1-3 eru somuleiðis galdandi fyri borgarstjóra, ið hevur rætt til farloyvi eftir § 7, stk. 2.
§ 9. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um samsýning til kommunustýrislimir. Samsýning kann m.a. verða veitt fyri:
1) luttøku á kommunustýrisfundum og nevndarfundum,
2) luttøku á øðrum fundum í sambandi við útinning av starvinum sum kommunalt valdur limur,
3) skeiðsluttøku, sum kommunustýrið hevur góðkent,
4) annað virksemi, eftir umbøn frá kommunustýrinum ella eini fastari nevnd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um samsýning til onnur enn kommunustýrislimir fyri arbeiði í nevndum o.l., sum kommunustýrið setir ella skal velja lim ella umboð í.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um løn og eftirløn til borgarstjóra og varaborgarstjóra, tá hesin virkar í borgarstjórans stað.
§ 10. Kommunustýrislimur hevur skyldu at boða frá, um hann heldur iva vera um sítt gegni.
Stk. 2. Kommunustýrið ger av, um ein kommunustýrislimur er ógegnigur.
Stk. 3. Er líkt til, at kommunustýrið tekur avgerð um, at kommunustýrislimur er ógegnigur, kunnu limir, ið eru valdir á viðkomandi valevnislista, krevja, at tiltakslimur fær fundarboð.
Stk. 4. Hevur tiltakslimur ikki fingið fundarboð í tí føri, kommunustýrið ger av, at kommunustýrislimur er ógegnigur, kunnu teir limir, ið valdir eru á viðkomandi valevnislista, krevja, at málið verður flutt til næsta fund.
Stk. 5. Málið kann tó ikki verða flutt, um 2/3 av teimum hjástøddu kommunustýrislimunum eru ímóti, ella um málið ikki tolir at bíða.
§ 11. Eingin, sum situr í starvi hjá kommununi, má vera limur í einari nevnd, sum hevur við hansara starvsviðurskifti at gera.
Stk. 2. Ein nevndarlimur má ikki fyri viðurlag gera nakað arbeiði fyri tann partin av kommunalu fyrisitingini, ið verður stjórnað av avvarandi nevnd, uttan so at arbeiðið er boðið út alment, ella umstøðurnar serstakliga ráða til slíkt, og í seinra føri skal kommunustýrið hava samtykt hetta frammanundan.
Kapittul 3
Kommunustýrisfundir
§ 12. Nývalda kommunustýrið skal skipa seg í seinasta lagi innan árslok í valárinum.
Stk. 2. Kommunustýrið skal vera fullmannað á fyrsta fundi. Fyrst valdi kommunustýrislimur gevur fundarboð og leiðir fundin, til borgarstjóri er valdur. Um tveir ella fleiri kommunustýrislimir eru valdir við líka nógvum atkvøðum, ger valnevndin av við lutakasti, hvør skal geva fundarboð og leiða fundin, til borgarstjóri er valdur.
Stk. 3. Berst kommunustýrislimi frá at møta á fyrsta fundi, skal tiltakslimur innkallast.
§ 13. Kommunustýrið hevur vanliga fund eina ferð um mánaðin. Nærri reglur um vanligar fundir skulu vera ásettar í fundarskipanini. Almannakunngjørt skal verða við ársbyrjan, nær og hvar vanligir kommunustýrisfundir verða hildnir.
Stk. 2. Kommunustýrið hevur eykafund, tá ið borgarstjórin heldur tað vera neyðugt, ella um 1/3 av kommunustýrislimunum krevja tað. Borgarstjórin ger av, nær og hvar eykafundir verða hildnir. Avgerð um eykafund skal verða almannakunngjørd, um høvi er til tess.
§ 14. Kommunustýrið er viðtøkuført, um í minsta lagi helmingurin av kommunustýrislimunum er á fundi.
Stk. 2. 1) Er einki annað ásett, er uppskot samtykt, tá ið fleiri atkvøður eru fyri enn ímóti. Stendur á jøvnum, er uppskotið fallið.
Stk. 3. Tá persónur verður settur í starv hjá kommununi, fer val millum fleiri umsøkjarar fram eftir meirilutavalháttinum sambært § 2.
§ 15. Kommunustýrislimur kann seta fram uppskot og spyrja um øll kommunal viðurskifti. Nevndir og borgarstjóri skulu geva kommunustýrinum allar kravdar upplýsingar, og skulu annars - við teimum avmarkingum, ið fylgja av lóggávuni – fylgja avgerðum kommunustýrisins.
Stk. 2. Ein og hvør kommunustýrislimur, ið ikki er nevndarlimur, kann krevja at fáa sent dagsskráir, úrrit úr gerðabókum, málstilfar o.a., sum sent verður nevndarlimunum.
§ 16. Kommunustýrið skal áseta í kommunustýrisskipanina, hvussu kommunustýrislimur skal kunna fáa upplýsingar ella tekniska hjálp frá fyrisitingini í sambandi við málsviðgerðir.
Stk. 2. Kommunustýrislimur hevur rætt at kanna framlagt tilfar saman við serkønum stuðli, sum ikki er kommunustýrislimur, í tí vavi, tað er í samsvari við reglurnar um tagnarskyldu.
§ 17. Kommunustýrislimur hevur rætt at fáa skjalainnlit í málum, har tilfarið í endaligum skapi er til skjals í kommunalu fyrisitingini.
Stk. 2. Kommunustýrislimur skal stíla umsókn sína um skjalainnlit til borgarstjóran við tilskilan um, hvørji skjøl ella mál talan er um.
Stk. 3. Borgarstjórin kann avmarka rættin til skjalainnlit í tí vavi, tað er neyðugt við atliti at málsavgreiðsluni, ella har skjalainnlit í avgerandi mun ber ampa við sær.
§ 18. Berst kommunustýrislimi frá at møta á kommunustýrisfundi vegna heilsustøðu, kunnu teir limir, ið eru valdir á viðkomandi valevnislista, krevja, at tiltakslimur fær fundarboð. Á fyrsta fundinum ella við aðru viðgerð av fíggjarætlanini, sbr. § 12 og § 39, kann verða kravt, at tiltakslimur fær fundarboð, eisini um kommunustýrislimi berst frá at møta av aðrari orsøk. Er eingin kommunustýrislimur, sum kann seta fram krav um at geva tiltakslimi fundarboð, kann tiltakslimurin sjálvur krevja at fáa fundarboð.
Stk. 2. Berst kommunustýrislimi væntandi frá at røkja starv sítt í meira enn 14 samfullar dagar vegna annað alment starv, heilsustøðu ella aðra lógliga orsøk, skal viðkomandi boða borgarstjóranum frá, og borgarstjórin skal síðani geva tiltakslimi fundarboð.
Stk. 3. Kommunustýrið ger av, um treytirnar fyri innkallan av tiltakslimi eru loknar.
§ 19. Tá ið kommunustýrislimur aftur er førur fyri at luttaka, fer innkomin tiltakslimur út.
Stk. 2. Í teimum førum, har fleiri tiltakslimir eru komnir inn á sama valevnislista, men har starvstíðin ikki endar samstundis, skal tann tiltakslimur, ið fyrstur er valdur, verða seinastur út.
Kapittul 4
Borgarstjórin
§ 20. Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini. Hann býtir málini sundur til tær ymisku nevndirnar og tekur sær av teimum málum, sum ikki eru latin nakrari nevnd.
Stk. 2. Borgarstjórin gevur fundarboð og fyrireikar kommunustýrisfundirnar. Undan hvørjum fundi skal borgarstjórin kunna kommunustýrislimirnar um, hvørji mál koma fyri.
Stk. 3. Eitt hóskandi tíðarskeið fyri fundin skal borgarstjórin leggja mál og málsupplýsingar fram, so at kommunustýrislimirnir kunnu gera sær eina sjálvsmeting um hesi málini.
§ 21. Á hvørjum vanligum kommunustýrisfundi boðar borgarstjórin frá, hvørji mál eru beind í nevnd síðan síðsta fund.
Stk. 2. Borgarstjórin ansar eftir, at tey mál, ið krevja kommunustýrisviðgerð, fáa tílíka viðgerð, og at neyðug ummæli verða fingin. Borgarstjórin skal síggja til, at málini verða avgreidd, og um neyðugt ger hann fyriskipan um hetta.
Stk. 3. Borgarstjórin kann taka avgerð í málum, ið ikki tola at bíða ella har ongin orsøk er til iva.
Stk. 4. Borgarstjórin ansar eftir, at farið verður fram eftir samtyktum kommunustýrisins. Hann ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan.
§ 22. Nærri reglur um virksemi borgarstjórans verða ásettar í kommunustýrisskipanini.
Stk. 2. Ber borgarstjórin seg undan at fremja tær uppgávur, ið annaðhvørt eftir hesi lóg ella kommunustýrisskipanini eru latnar honum at umsita, kann kommunustýrið tilnevna ein annan kommunustýrislim at røkja hansara uppgávur. Kommunustýrið kann í álvarsomum føri, ella tá borgarstjórin ferð eftir ferð ber seg undan at fremja uppgávur sínar, fyribils velja ein annan kommunustýrislim sum virkandi borgarstjóra.
Stk. 3. Avgerðin sambært stk. 2, 2. pkt., skal alt fyri eitt verða latin landsstýrismanninum til staðfestingar.
Stk. 4. Staðfestir landsstýrismaðurin eina avgerð hjá kommunustýrinum sambært stk. 3, er borgarstjórin undantikin starvi sínum frá hesum mundi.
Stk. 5. Hevur landsstýrismaðurin staðfest eina avgerð sambært stk. 4, skal kommunustýrið alt fyri eitt leggja málið inn fyri dómsvaldið til rættarroynd fyri at royna, um treytin í stk. 2, 2. pkt., er til staðar. Kemur dómsvaldið til ta niðurstøðu, at treytin í stk. 2, 2. pkt., er til staðar, skal borgarstjórin víkja sæti.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í stk. 2 nevnda føri, eftir áheitan frá kommunustýrinum, gera av, at lønin hjá borgarstjóranum skal verða skerd við einum fjórðingi, eini helvt, ella at hon í versta føri fellur burtur.
§ 23. Setir borgarstjóri ella varaborgarstjóri fram umbøn um at verða loystur úr starvi, kann kommunustýrið loysa hann úr starvinum.
Stk. 2. Fer borgarstjóri ella varaborgarstjóri úr kommunustýrinum, doyr, ella verður loystur úr starvi, skal nýval av borgarstjóra ella varaborgarstjóra fara fram eftir reglunum í § 6, stk. 2 og stk. 3.
Stk. 3. Tá ið nýggjur borgarstjóri verður valdur eftir stk. 2, kann tað, við góðkenning frá landsstýrismanninum, eftir umstøðunum verða vikið frá ásetingini í § 6, stk. 2, 4.pkt. um so er, at stutt tíð er eftir av valskeiðnum.
§ 24. Kemur tiltakslimur í staðin fyri borgarstjóran, tekur varaborgarstjórin við uttan so, at kommunustýrið skal velja nýggjan borgarstjóra, sbr. stk 2.
Stk. 2. Er tiltakslimur komin inn fyri borgarstjóra ella varaborgarstjóra eftir reglunum í § 18, stk. 2, men sannlíkt er, at fráveran varir longri enn 2 mánaðir, skal kommunustýrið fyribils velja borgarstjóra ella varaborgarstjóra í teirra stað eftir reglunum í ávíkavist § 6, stk. 2 og stk. 3. Ásetingin í § 23, stk. 3 er somuleiðis galdandi.
§ 25. Borgarstjórin ansar eftir, at allar samtyktir á kommunustýrisfundi verða førdar í gerðabók, sum við fundarlok skal verða lisin upp og undirskrivað av øllum teimum luttakandi kommunustýrislimunum.
Stk. 2. Hevur kommunustýrislimur serstøðu, kann hann krevja, at serstøða hansara í stuttum verður viðmerkt í gerðabókina. Tá mál, har kommunustýrislimur hevur serstøðu sambært gerðabókini, verður sent øðrum myndugleikum, kann kommunustýrislimur krevja, at myndugleikin verður kunnaður um tað, ið stendur í gerðabókini.
Kapittul 5
Almenni
§ 26. Kommunustýrisfundir eru almennir. Um neyðugt, kann kommunustýrið gera av, at mál, sum t.d. persónsmál, skulu verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum. Henda viðgerð kann fara fram fyri afturlatnum hurðum, um borgarstjórin ger tað av, ella um 1/3 av kommunustýrislimunum krevur tað.
Stk. 2. Kommunustýrið kann loyva starvsfólki hjá kommununi at fylgja við eini málsviðgerð fyri afturlatnum hurðum.
Stk. 3. Kommunustýrið kann loyva øðrum fólki at fylgja eini málsviðgerð fyri afturlatnum hurðum til tess at fáa upplýsingar í málinum við fyriliti fyri reglunum um tagnarskyldu.
§ 27. Kommunustýrið skal kunna borgararnar um ta endaligu samtyktu fíggjarætlanina eins og um roknskapin saman við møguligum viðmerkingum.
Stk. 2. Yvirlit yvir tey mál, ið koma fyri á fundi, eins og úrrit úr gerðabókini fyri síðsta fund, skulu verða almannakunngjørd við fyriliti fyri reglunum um tagnarskyldu.
Kapittul 6
Nevndir
§ 28. Settar skulu verða ein fíggjarnevnd og ein ella fleiri aðrar fastar nevndir til beinleiðis fyrisiting av kommunalum viðurskiftum. Nevndirnar skipa seg sjálvar, sbr. tó § 38, stk. 1, 2. pkt.
Stk. 2. Val av limum og tiltakslimum til fastar nevndir fer fram beint eftir, at borgarstjóri og varaborgarstjóri eru valdir. Valið fer fram eftir lutfalsvalháttinum sambært § 3.
Stk. 3. Hevur borgarstjórin ella annar nevndarformaður fastan sess í eini nevnd, verður hesin sessur taldur við upp í sessatalið, sum bólkur teirra hevur rætt at ogna sær.
Stk. 4. Verður avgjørt at velja nevnd av nýggjum, stendur øll nevndin fyri vali.
§ 29. Allir limir í føstu nevndunum skulu vera kommunustýrislimir.
Stk. 2. Kommunustýrisskipanin skal áseta nærri reglur bæði um manning og málsøki hjá teimum føstu nevndunum. Talið á nevndarlimum skal vera stakt, og tað skal vera minni enn helmingurin av øllum kommunustýrislimunum.
Stk. 3. Nærri reglur um nevndararbeiðið kunnu verða ásettar í eina fundarskipan.
§ 30. Nevndarformaður gevur fundarboð og fyrireikar nevndarfund.
Stk. 2. Borgarstjórin kann kalla nevndarlimirnar í einari ella fleiri nevndum saman fyri at tosa um felags áhugamál.
Stk. 3. Borgarstjórin hevur atgongd til allar nevndarfundir, tó uttan atkvøðurætt. Borgarstjórin skal hava fundarskrá og fráboðan um, nær og hvar nevndarfundur verður hildin.
Stk. 4. Nevndin kann geva øðrum persóni atgongd, um tað er ynskiligt til tess at fáa upplýsingar í málinum.
§ 31. Nevndarformaðurin ansar eftir, at farið verður fram eftir nevndarsamtyktunum. Hann ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan.
Stk. 2. Nevndarformaður kann taka avgerð í málum, ið ikki tola at bíða, ella har ongin orsøk er til iva. Tó skal borgarstjórin kunnast, áðrenn avgerð verður tikin í málum, ið ikki tola at bíða, uttan so er, at tað snýr seg um avgerðir, sum við lóg eru latnar nevndini.
Stk. 3. Ein og hvør nevndarlimur kann leggja mál um virksemi hjá nevndarformanninum fyri nevndina. Formaðurin skal eftir áheitan geva nevndini allar upplýsingar, eins og hann í øllum lutum skal lýða tær avgerðir, nevndin tekur.
§ 32. Nevndarlimur kann, áðrenn ein nevndaravgerð verður sett í verk, krevja, at málið verður lagt fyri kommunustýrið til avgerðar.
§ 33. Ein nevnd er viðtøkufør, um í minsta lagi helmingurin av nevndarlimunum er á fundi.
Stk. 2. 2) Er einki annað ásett, er uppskot samtykt, tá ið fleiri atkvøður eru fyri enn ímóti. Stendur á jøvnum, er uppskotið fallið.
§ 34. Nevndarformaðurin ansar eftir, at allar nevndarsamtyktir verða førdar í gerðabók, sum við fundarlok skal verða lisin upp og undirskrivað av øllum teimum luttakandi nevndarlimunum.
Stk. 2. Hevur nevndarlimur serstøðu, kann hann krevja, at serstøða hansara í stuttum verður viðmerkt í gerðabókina. Tá mál, har nevndarlimur hevur serstøðu sambært gerðabókini, verður sent øðrum myndugleikum, kann nevndarlimurin krevja, at myndugleikin verður kunnaður um tað, ið stendur í gerðabókini.
Kapittul 7
Aðrar nevndir og umboðan
§ 35. Har kommunustýrið eftir øðrum reglum ella fyriskipanum skal vera umboðað í øðrum nevndum ella tílíkum, og kommunustýrið bert skal velja eitt umboð, fer valið fram eftir meirilutavalháttinum sambært § 2. Skulu fleiri umboð verða vald, fer valið fram eftir lutfalsvalháttinum sambært § 3.
Stk. 2. Skal ein nevnd ella tílíkt verða mannað við øðrum enn bara kommunustýrislimum, fer valið av teimum, ið kommunustýrið skal velja, fram undir einum.
Stk. 3. Í teirri raðfylgju, sessirnir verða lutaðir einum bólki, kann bólkurin tilnevna limir ella onnur, til annað slag av sessum er sett.
§ 36. Kommunustýrið kann seta serstakar nevndir at taka sær av einstøkum málum ella at ráðgeva kommunustýrinum, fíggjarnevndini ella aðrari fastari nevnd.
Stk. 2. Kommunustýrið ásetir nærri reglur bæði um virksemi, virkisskeið og manning av serstøkum, ráðgevandi nevndum.
§ 37. Kommunustýrið kann seta staðbundnar, ráðgevandi nevndir til tess at tryggja fólki á staðnum ummælisrætt í málum, sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum.
Stk. 2. Staðbundnar nevndir skulu verða mannaðar bæði við umboðum úr kommunustýrinum og við staðbundnum umboðum, tó soleiðis, at staðbundnu umboðini altíð eiga meirilutan.
Stk. 3. Val av staðbundnum umboðum fer fram sama dag og eftir somu reglum, sum val fer fram til kommunustýrið við teimum avvikum, ið umstøðurnar krevja, sbr. stk. 4.
Stk. 4. Nærri reglur um samanseting, manning og hoyringarmannagongd skulu verða ásettar í kommunustýrisskipanina. Eisini verða í kommunustýrisskipani settar neyvari reglur um neyðug frávik frá kommunuvallógini viðvíkjandi valbæri, valrætti v.m.
Stk. 5. Kommunustýrislimur kann ikki samstundis vera staðbundið umboð.
Kapittul 8
Fíggjarumsiting
§ 38. Fíggjarnevndin tekur sær av beinleiðis umsitingini av málum, ið víðvíkja kassa- og roknskaparverki og lønar- og starvsfólkaviðurskiftum kommununar. Borgarstjórin er nevndarformaður.
Stk. 2. Fíggjarnevndin samskipar og fylgir við fíggjarligu og fyrisitingarligu viðurskiftunum innan tað kommunala fyrisitingarøkið.
Stk. 3. Fíggjarnevndin hevur ábyrgd av
1) at gjørd verður ein bókhaldsførsluskipan, ið gjølla sýnir, hvussu kommunuognin verður umsitin,
2) at liðugur roknskapur við møguligum viðmerkingum verður grannskoðaður,
3) at viðgera og taka støðu til viðmerkingar frá grannskoðanini og
4) at leggja grannskoðaðan roknskap saman við grannskoðanarfrágreiðingini fyri kommunustýrið til góðkenningar og undirskrivingar.
Stk. 4. Áðrenn mál víðvíkjandi fíggjarviðurskiftum og fyrisitingarligum viðurskiftum verða løgd fyri kommunustýrið, skal fíggjarnevndin geva sítt ummæli.
§ 39. Fíggjarárið er frá 1. januar til 31. desember. Fíggjarnevndin skal fyri 1. oktober leggja uppskot til fíggjarætlan fyri kommunustýrið.
Stk. 2. Kommunustýrið skal viðgera uppskot til fíggjarætlan tvær ferðir við í minsta lagi 14 daga millumbili. Fíggjarætlanin skal verða endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.
§ 40. Tá fíggjarætlanin er endaliga samtykt, verður eisini útskrivingin av kommunuskattinum fyri komandi árið samtykt við fíggjarætlanini sum grundarlag. Samtykta fíggjarætlanin er á sama hátt bindandi fyri kommunalu umsitingina komandi fíggjarárið.
§ 41. Kommunustýrið hevur játtanarmyndugleikan. Ikki kann verða farið undir eitt arbeiði, fyrr enn neyðug játtan er tøk.
Stk. 2. Kommunustýrið kann tó um neyðugt veita eykajáttan. Eykajáttan krevur tvær viðgerðir við í minsta lagi 14 daga millumbili. Við hvørja eykajáttan skal verða víst á, hvussu hon verður fíggjað.
Stk. 3. Hevur kommunustýrið sambært lóg ella aðrari bindandi rættarreglu skyldu til at bera útreiðslurnar av ávísum tiltøkum, kann hetta setast í verk uttan játtan frammanundan, men játtan skal tá skjótast gjørligt fáast frá kommunustýrinum.
§ 42. Fíggjarnevndin skal ansa eftir, at øll peningaogn hjá kommununi er goymd á tryggan hátt.
Stk. 2. Peningaognir skulu setast í peningastovn, á postgiro ella í tílík lánsbrøv, ið nýtt verða, tá ið um ognir hjá ómyndingum ræður, so tær geva sum mest av sær.
Stk. 3. Virðisbrøv skulu hava átekning um, at tey eru ogn hjá kommununi, og at eingin hevur ræði á teimum uttan samtykt kommunustýrisins. Um til ber, skal átekningin verða skrivað í bók hjá viðkomandi stovni.
§ 43. Til lántøku, veðsetan, nýtslu av rakstraravlopi og tílíkum krevst samtykt frá kommunustýrinum.
Stk. 2. 3) Er nettoskuldin meira enn árliga inntøkugrundarlagið hjá kommununi frá persónsskatti og flytingum frá landinum, krevst loyvi frá landsstýrismanninum til lántøku og til broytingar í lánitreytunum. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um, hvussu inntøkugrundarlagið og nettoskuldin skal roknast.
§ 44. Føst ogn hjá kommununi má ikki seljast, uttan so, at ognin frammanundan hevur verið boðin út alment. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongdina við almennum útboði umframt reglur um, at ávísar ognir kunnu undantakast almennum útboði.
Stk. 2. Skjøl viðvíkjandi keypi og sølu av fastari ogn o.t. skulu verða undirskrivað av borgarstjóranum og einum persóni, sum kommunustýrið hevur heimilað til tess.
§ 45. Kommunan skal hava óhefta, sakkøna grannskoðan av sínum fíggjarviðurskiftum. Grannskoðarin skal vera ríkisgóðkendur ella skrásettur. Grannskoðarin kann krevja allar neyðugar upplýsingar útflýggjaðar frá kommunustýrinum fyri at gera arbeiði sítt.
Stk. 2. Grannskoðarin skal regluliga eftirkanna roknskaparførslu og roknskaparmannagongdir hjá kommununi.
Stk. 3. Grannskoðarin skal hyggja eftir, um tann fíggjarliga umsitingin samsvarar við lógina, fíggjarætlanina, eykajáttanir og aðrar tiknar avgerðir.
§ 46. Í samband við góðkenning av ársroknskapinum skal kommunustýrið taka støðu til, um grannskoðarin skal halda áfram, ella um ein annar skal verða valdur.
Stk. 2. Til tess at loysa grannskoðaran úr starvi krevst loyvi frá landsstýrismanninum.
§ 47. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um kontoskipan, fíggjarætlan, bókhald, ársroknskap, grannskoðan og avgerðir um viðmerkingar til grannskoðanina og tílíkt.
Kapittul 9
Eftirlit, rættartiltøk v.m.
§ 48. 2) Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við kommununum og kommunalum samstørvum.
Stk. 2. 1) Skjøl hjá kommununum, sum sambært lógini um alment innlit og fyrisitingarlógini eru innanhýsis, verða framhaldandi at meta sum innanhýsis skjøl, hóast tey verða latin landsstýrismanninum í sambandi við eftirlit sambært stk. 1.
§ 49. Ikki er loyvt kommunum at fíggja rakstur, rentur og avdráttir við lántøku ella við inntøku frá sølu av fastari ogn.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, nær tað í serføri kann gerast undantak frá ásetingunum í stk. 1.
§ 50. Ein kommuna kann einans taka lut í vinnuligum virksemi, um so er, at virksemið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga.
Stk. 2. Kommunan kann seta almenn tiltøk í verk, um so er, at hetta er til frama fyri vinnulívið á staðnum, men stuðul til einstaklingar ella einstakt virksemi má ikki latast uttan so, at serligar orsøkir eru.
Stk. 3. Áðrenn tiltak sambært stk. 1 ella stk. 2 verður sett í verk, skal kommunustýrið skrivliga boða landsstýrismanninum frá hesum.
§ 51. Kommunusamstørv, ið hava við sær avmarkingar í teimum lógarásettu heimildunum, sum kommunustýrið hevur eftir hesi lóg, kunnu bert setast á stovn, um so er, at landsstýrismaðurin góðkennir eina tílíka samstarvsavtalu.
Stk. 2. Hevur landsstýrismaðurin góðkent eina kommunusamstarvsavtalu eftir stk. 1, skal hann eisini góðkenna treytirnar í sambandi við avtaluslit. Er ósemja um treytirnar, verða tær ásettar av landsstýrismanninum.
§ 52. Landsstýrismaðurin ásetir reglur viðvíkjandi ábyrgdarbindingum, veðhaldi o.l. og viðvíkjandi tilsøgn um regluligar veitingar, ið kommunan ikki eftir lógini hevur skyldu til.
§ 53. Kommunustýrið hevur skyldu at veita landsstýrismanninum allar neyðugar upplýsingar og frágreiðingar.
Stk. 2. Til tess at landsstýrismaðurin kann røkja sínar eftirlitsskyldur við fíggjarligu viðurskiftinum hjá kommununum, skulu tær lata honum:
1) grannskoðaðan roknskap innan 1. juni eftir endað fíggjarár,
2) samtykta fíggjarætlan innan 3 gerandisdagar eftir 1. desember og
3) samtykta eykajáttan innan 3 gerandisdagar aftaná, at hon er samtykt.
§ 54. Er nettoskuldin hjá kommununi meira enn eina nettoálíkning, sbr. § 43, stk. 2, kann landsstýrismaðurin geva kommunustýrinum boð um at gera neyðugar broytingar í uppskotið til fíggjarætlan, í fíggjarætlan ella í eykajáttan, um landsstýrismaðurin metir, at:
1) inntøku-, útreiðslu- og íløgumetingarnar eru skeivar,
2) inntøku-, útreiðslu- og íløgumetingarnar eru gjørdar á skeivum grundarlagi, ella at
3) inntøkurnar ella útreiðslurnar og íløgurnar eru órímiligar ella óneyðugar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í tí í § 43, stk. 2, nevnda føri geva kommunustýrinum boð um at lata landsstýrismanninum uppskot til fíggjarætlan innan 1. oktober.
§ 55. Hevur kommunustýrið tikið eina avgerð, sum er ímóti lóggávuni, kann landsstýrismaðurin ógilda avgerðina. Undir viðgerðini av málinum kann landsstýrismaðurin fyribils taka avgerðina av. Er avgerðin framd í verki, kann landsstýrismaðurin einans ógilda ella fyribils taka avgerðina av, um
1) ein partur í málinum skrivliga heitir á landsstýrismannin um hetta,
2) tað ikki eftir aðrari lóggávu er høvi til at klaga og
3) avgerandi fyrilit, serliga til privat áhugamál, ikki tala ímóti hesum.
Stk. 2. Heldur kommunustýrið seg óvirkið mótvegis lógarásettum skyldum, kann landsstýrismaðurin áleggja teimum kommunustýrislimum, sum bera ábyrgd av hesum, tvingsilsbøtur.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann saksøkja kommunustýrislim eftir endurgjaldi, um hann ber ábyrgd av, at kommunan hevur verið fyri missi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann sleppa einum sakarmáli, um viðkomandi kommunustýrislimur í staðin sektarsamtykkir mótvegis kommununi innan ásetta freist.
Stk. 5. Kommunustýrislimur kann ikki sleppa sær undan ábyrd við ikki at greiða atkvøðu.
Stk. 6. 2) Ásetingarnar í stk. 1-5 eru eisini galdandi fyri fíggjarnevndina og aðrar fastar nevndir og viðkomandi nevndarlimir umframt kommunusamstørv, sum nevnd í § 51. Ásetingar í stk. 1-5 eru eisini galdandi fyri kommunusamstørv, ið eru ásett í aðrari lóggávu.
§ 56. Kommunustýrislimur verður sektaður við bót, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, ið fylgja av starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Átala eftir stk. 1 kann einans verða reist eftir áheitan frá landsstýrismanninum.
Kapitul 10
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 57. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2001, sbr. tó stk. 2 og § 59.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð seta hesa lóg ella partar av henni í gildi áðrenn 1. januar 2001.
Stk. 3. Samstundis, sum henda lóg kemur í gildi, fara hesar lógir úr gildi:
1) Løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni 1972 um føroysku kommunurnar við seinni broytingum og
2) løgtingslóg nr. 189 frá 8. desember 1993 um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum, kommunalan veðhaldsgrunn v.m. við seinni broyting.
Stk. 4. Kunngerðir, reglugerðir og starvsskipanir, sum eru gjørdar við heimild í løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni 1972 um føroysku kommunurnar við seinni broytingum, verða verandi í gildi við teimum broytingum, ið fylgja av hesi lóg, til tær verða settar úr gildi. Reglugerðir og starvsskipanir fara tó úr gildi 1. juli 2001, tá kommunustýrini skulu hava samtykt nýggja kommunustýrisskipan og fundarskipan sambært ásetingunum í § 5, stk. 1 og stk. 3.
§ 58. Fyri kommunur við færri enn 500 íbúgvum við ársbyrjan í valárinum verða hesi undantøk gjørd:
1. § 5, stk. 2, er ikki galdandi fyri hesar kommunur. Í hesum kommunum verður talið á kommunustýrislimunum 5, tó soleiðis, at fyri kommunur við 100 íbúgvum ella færri verður talið 3.
2. § 6, stk. 2, 3. og 4. pkt og stk. 4 og § 7, stk. 2, eru ikki galdandi fyri hesar kommunur. Í hesum kommunum verður ásett í kommunustýrisskipanini, hvønn setanarbrøk borgarstjórin skal hava.
3. §§ 28-34 eru ikki galdandi fyri hesar kommunur, og áliggur tað tá borgarstjóranum at taka sær av teim uppgávum, ið annars høvdu ligið hjá fíggjarnevnd ella aðrari nevnd.
§ 59. Til kommunuvalið ár 2000 skulu veljast í minsta lagi 7 kommunustýrislimir í kommunum, sum hava 500 íbúgvar ella fleiri við ársbyrjan í valárinum, og skulu 5 kommunustýrislimir veljast í kommunum við færri enn 500 íbúgvum og 3 í kommunum við færri enn 100 íbúgvum.
Tórshavn, 17. mai 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður