Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. august 2010Nr. 87
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 26. februar 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 7 a, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 7 a. Feløg og persónar, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, reka vinnuligan fiskiskap sambært hesi lóg, kunnu í mesta lagi hava rættin til:
1) Bólkur 1: Lemmatrolarar 20% av fiskidøgunum
2) Bólkur 2: Partrolarar 20% av fiskidøgunum
3) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 20% av fiskidøgunum
4) Bólkur 4A og 4B: Útróðrarbátar størri enn 15 tons 20% av fiskidøgunum
5) Bólkur 4T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 30 % av fiskidøgunum
6) Bólkur 6: Garnabátar 25 % av fiskiloyvunum
7) Verksmiðjutrolarar 35% av kvotunum í toskavirði
8) Ídnaðarskip 35% av veiðiloyvunum
9) Uppsjóvarfiskiskapur (nótaskip) 25% av veiðiloyvunum.”
2) § 13, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at rættur til egna hjáveiðikvotu kann verða latin fiskiførum í høvuðsbólki 6, sbrt. § 28, stk. 1, við somu gildistíð, sum veiðiloyvi sbrt. hesi lóg.”
3) § 14, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“§ 14. Eigarar av fiskiførum í høvuðsbólki 1, 2, 3 og 4 kunnu sínámillum í høvuðsbólkinum avhenda fiskidagar fyri eitt fiskiár í senn ella endaliga.”
4) § 14, stk. 2, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Fiskidagar kunnu avhendast í sama fiskiári millum høvuðsbólkarnar, ásettir sambært § 28, stk. 1, undantikið til og frá ávikavist høvuðsbólki 1 og høvuðsbólki 5, tá 3 mánaðir eru eftir av fiskiárinum, eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð.”
5) § 27 verður orðað soleiðis:
“§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi frá 1. september 2010 til 31. august 2011.”
6) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 29. Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, sum vóru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin, og endaligum avhendingum av fiskidøgum millum undirbólkarnar 4A og 4B í tíðarskeiðinum frá 1. september 2009 til 31. august 2010:
Bólkur 1: Lemmatrolarar:
Innara fiskidagaleið 900 fiskidagar
Ytra fiskidagaleið 1.700 fiskidagar
Bólkur 2: Partrolarar 4.274 fiskidagar
Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 2.852 fiskidagar
Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons 1.323 fiskidagar
Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 1.756 fiskidagar
Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 1.540 fiskidagar
Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 13.259 fiskidagar.”
7) § 29, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Ásetta fiskidagatalið fyri hvønn skipabólk sær er galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleið, tó undantikið høvuðsbólk 1, sbrt. § 28, stk. 1. Ásetta fiskidagatalið fyri høvuðsbólk 1 er galdandi fyri innaru og ytru fiskidagaleið, sum ásett í stk. 1 í hesi grein. Umbýti av fiskidøgum, tillutaðir høvuðsbólki 1 frá ytru til innaru fiskidagaleið, kann ikki fara fram. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um umbýti av fiskidøgum frá innaru til ytru fiskidagaleið. Verður fiskað á ytru fiskidagaleið, uttan fráboðan til Fiskiveiðieftirlitið um umbýti av døgum frammanundan, verða dagarnir roknaðir av fiskidagatalinum, tillutað til fiskiskap á innaru fiskidagaleið.”
8) § 29, stk. 8 verður orðað soleiðis:
”Stk. 8. Fiskifør í høvuðsbólki 1 og 2, sbrt. § 28, stk. 1, hava loyvi at nýta lemmatrol ella partrol.”
9) § 29, stk. 10 verður orðað soleiðis:
“Stk. 10. Landsstýrismaðurin kann fyri høvuðsbólkarnar 1 og 2 tilluta 169 fiskidagar, og fyri høvuðsbólkarnar 3 og 4 tilluta ávikavist 105 og 167 fiskidagar tilsamans, millum tey fiskifør, sum avreiða livur. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytir fyri at fáa lut í hesum fiskidøgum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 18. august 2010
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 1/2010