20. desember 2004Nr. 88
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(skattalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 23 frá 17. mai 2004, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 33, nr. 17 verður orðað soleiðis:
“14% av veiðiinntøkuni og annað mangt gjørt upp eftir § 25a, stk. 3-7. Tann parturin av inntøkuni frá fiskiskapi, sum er hægri enn 470.000 kr., verður ikki lækkaður.”
2) § 46, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Kommunuskatturin verður álíknaður av somu skattskyldugu inntøku, sum nýtt verður, tá landsskatturin verður álíknaður. Frá 1. januar 2005 verður tó eingin kommunuskattur álíknaður skattskyldugu inntøkuni frá 0-24.000 kr.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2005.
Tórshavn, 20. desember 2004
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 14/2004