22. mai 2015Nr. 88
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum
(Stuttar framhaldsútbúgvingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 49 frá 9. mai 2005 um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum og almennum útbúgvingarstovnum”
2. Í § 1, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Stuttar framhaldsútbúgvingar kunnu eisini skipast á almennum útbúgvingarstovnum.”
3. Í § 1, stk. 2 verður aftan á ”fram” sett: ”á almennum útbúgvingarstovnum ella”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 22. mai 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 155/2014