Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. november 2002Nr. 88
Løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021
Henda lóg hevur til endamáls at útinna samtykt Trygdarráð Sameindu Tjóða nr. 1343 (2001).
§ 1. Tað er bannað at selja ella at royna at selja, avhenda, flyta ella á annan hátt at veita Liberiu:
1) Vápn og hernaðarútbúnað umframt ein og hvønn líknandi útbúnað.
2) Lóður av einum og hvørjum slagi.
3) Hernaðarakfør og hernaðarútgerð.
4) Hálvhernaðarliga útgerð.
5) Eykalutir til nevndu lutir í 1-4.
Stk. 2. Tað er bannað at veita Liberiu tøkniliga hjálp ella venjing, ið er tengd at at veita, framleiða, røkja ella at nýta nevndu lutir í stk. 1.
Stk. 3. Stk. 1 og stk. 2 fevna ikki um at selja ella at veita hernaðarútgerð, ið ikki elvir deyða, og sum burturav verður nýtt til hjálparendamál ella vernd, og tengda tøkniliga hjálp ella venjing, sum er góðkend av nevndini, ið er skipað sambært fyriskipan Sameindu Tjóða nr. 1343 (2001), heruppií verndarvestar og hernaðarhjálmar, sum eru fyribils útfluttir til Liberiu til egna nýtslu hjá starvsfólki Sameindu Tjóða, tíðindafólki, neyðhjálparfólki ella hjálparfólki.
§ 2. Tað er bannað at flyta óslípaðar diamantar úr Liberiu inn til Føroya beinleiðis eins væl og óbeinleiðis uttan mun til, um teir hava sín uppruna í Liberiu.
§ 3. 1) Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið bróta §§ 1 og 2 verða eftir § 110 c, stk. 2 í revsilógini revsaðir við bót ella undir herðandi umstøðum við fongsli í upp til fýra ár.
Stk. 2. Er brotið framt av partafelag, lutafelag, smápartafelag ella líknandi, kann verða álagt felagnum sum slíkum bót.
§ 4. Henda lóg fevnir eisini um føroyingar, sum í avmarkaðum tíðarskeiði uppihalda seg uttanlands, og um løgfrøðiligar persónar, sum eru skrásettir í Føroyum.
§ 5. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 28. november 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður