Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juni 2020Nr. 89
Løgtingslóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Virkisøki og allýsingar
§ 1. Endamálið við løgtingslógini er at dugna føroyskari gransking, menning og nýskapan við ráðgeving og stuðli til verkætlanir, sum í vavi og góðsku fevna breitt og leggja seg eftir at skapa økt virði í samfelagnum.
Stk. 2. Henda løgtingslóg eigur at verða nýtt vegleiðandi í mun til alla gransking, menning og nýskapan í Føroyum.
§ 2. Løgtingslógin skipar Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.
Stk. 2. Løgtingslógin skipar karmar fyri ráðgeving og fyrisiting av stuðli við meira.
Stk. 3. Løgtingslógin skipar karmar um stuðulsskipanir til gransking, menning og nýskapan.
Stk. 4. Virkisøkið fevnir eisini um luttøku Føroya í norðurlendskum og altjóða samstarvi um gransking, menning og nýskapan.
§ 3. Stuðulsskipanir eru skipanir, sum verða lagdar til fyrisitingina við heimild í løgtingslógini.
Stk. 2. Virksemið kann fevna um samfígging av verkætlanum við fígging bæði frá almennum og privatum, føroyskum sum útlendskum íleggjarum ella stuðulsveitarum.
Stk. 3. Virksemið kann fevna um stuðulsskipan við uttanhýsis fígging.
Allýsingar av hugtøkum
§ 4. Hugtøk, sum eru allýst í hesi løgtingslóg, verða at nýta vegleiðandi í sambandi við áseting av førleikakrøvum til val av nevndum og serfrøðingum og í umsóknum um stuðul sbrt. hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Í hesi lóg merkir:
1) Granskari: Persónur, sum hevur lokið ph.d.-útbúgving ella hevur vunnið sær líknandi førleika við arbeiðsroyndum, og sum kann verða mettur ájavnt við í minsta lagi adjunktstig.
2) Viðurkendur granskari: Persónur, sum í eitt áramál hevur arbeitt við gransking á vísindaligum stigi, og sum kann verða mettur ájavnt við í minsta lagi lektarastig ella professarastig.
3) Granskingarkønur: Persónur, sum antin í eitt áramál hevur fingið innlit í og royndir við granskingarverkætlanum, ella sum á leiðslustigi á stovni ella í vinnuvirki hevur vunnið ítøkiligar royndir við granskingarfyrisiting, granskingarleiðslu, granskingarmiðling ella granskingarpolitikki.
4) Íverksetari: Persónur, ið íbirtir og setur í verk egið virksemi.
5) Grundgransking: Gransking, sum fær til vega nýggja vitan um grundleggjandi orsakir til fyribrigdi og ítøkilig fakta, og sum ikki er beinleiðis tengd at ídnaðarligum ella vinnuligum málum.
6) Nýtslugransking: Gransking, sum hevur sum mál at fáa til vegar nýggja vitan, sum kann nýtast til at menna nýggjar framleiðslur, tilgongdir ella tænastuveitingar.
7) Íverksetan: At seta í verk egið virksemi.
8) Menning: Skipað arbeiði, sum er grundað á vitan, ið er vunnin gjøgnum gransking ella praktiskar royndir við tí endamáli at fáa til vegar nýtt ella munandi betrað tilfar, vørur, tilgongdir, skipanir ella tænastuveitingar.
9) Royndir: Innsavnan av dátum sum grundarlag undir gransking.
10) Nýskapan: Verkseting av nýggjari ella munandi betraðari vøru ella tænastuveiting, tilgongd, nýggjum marknaðarføringarhátti ella einum nýggjum skipanarligum hátti í vinnupraksis ella á arbeiðsplássi ella uttanhýsis sambondum.
11) Granskingarstovnur: Ein stovnur, sum hevur gransking sum eitt av sínum høvuðsendamálum.
Kapittul 2
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan
§ 5. Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan verður sett at ráðgeva Føroya landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.
Stk. 2. Ráðið skal fylgja við í og seta mál fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum og í altjóða høpi, sum kunnu menna økini í Føroyum.
Stk. 3. Ráðið ger uppskot til landsstýrismannin um mál fyri stuðulsveiting og luttøku Føroya í altjóða samstørvum um gransking, menning og nýskapan, undir hesum at koma við tilmælum um karmar, serligar bonusskipanir o.a.
Stk. 4. Ráðið skal ráðgeva í spurningum um, hvussu gransking, menning og nýskapan kunnu gerast gagnlig fyri samfelagið, bæði í almenna og privata geiranum, og ráðgeva í sambandi við fyrireiking og skipan av lóggávu um gransking, menning og nýskapan.
§ 6. Málini sbrt. § 5 eiga m.a. at fevna um:
1) karmar og kor fyri gransking, menning og nýskapan,
2) játtan og fígging annars,
3) átøk innanlands og uttanlands til at menna leiklut og støðu Føroya í altjóða samstarvi um gransking, menning og nýskapan,
4) at útvega, útbúgva og menna fólk til gransking, menning og nýskapan og,
5) at viðgera og samtykkja normar og vegleiðandi reglur sbrt. kapitli 5.
§ 7. Ráðið ger árliga frágreiðing um gransking, menning og nýskapan í Føroyum við støðulýsing og meting av almennu gongdini í Føroyum og av støðuni í mun til altjóða samstarv, umframt tilráðingar í hesum sambandi. Frágreiðingin skal verða grundarlag fyri kunning og kjaki.
Stk. 2. Árliga frágreiðingin verður løgd fyri landsstýrismannin.
Stk. 3. Fyrisitingin, sbrt. § 15, veitir ráðnum stuðul og skrivarahjálp.
Ráðslimir
§ 8. Ráðið telur formann og seks limir, sum verða valdir eftir persónligum eginleikum og fakligum førleikum.
Stk. 2. Ráðslimirnir skulu tilsamans umboða vitan um og royndir við gransking, menning og nýskapan, bæði alment og vinnuligt. Ein meiriluti av ráðslimunum skal hava granskingarførleika í minsta lagi á lektarastigi, og fleiri skulu hava viðkomandi og drúgvar royndir úr vinnuni.
§ 9. Landsstýrismaðurin lýsir alment eftir uppskotum um ráðslimir og heitir á stjórnarráðini, Fróðskaparsetur Føroya og aðrar granskingarstovnar, Føroya Arbeiðsgevarafelag, og arbeiðstakarafeløgini um uppskot.
Stk. 2. Tá ið lýst verður, skal dentur leggjast á at fáa inn grundað uppskot um ráðslimir, sum hava royndir við gransking, menning og nýskapan, bæði alment og vinnuligt og innanlands sum uttanlands.
Stk. 3. Í tilgongdini at skjóta upp og tilnevna uppskot um ráðslimir er § 2 í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina galdandi.
§ 10. Landsstýrismaðurin tilnevnir formann og ráðslimir fyri fýra ár.
Stk. 2. Formaður og ráðslimur kunnu í mesta lagi sita í ráðnum í tvey skeið á rað. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri leingja tilnevningina hjá formanni ella ráðslimi í avmarkað tíðarskeið.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur neyvari reglur um, nær og hvussu lýst verður eftir uppskotum um ráðslimir, hvussu innkomin uppskot skulu viðgerast, um tilnevning av ráðslimum, og um hvussu innkomin uppskot kunnu verða grundarlag fyri tilnevning av ráðslimum í úrtíð.
Kapittul 3
Stuðulsskipanir
§ 11. Allar stuðulsskipanir, sum hava sum endamál at veita fíggjarligan stuðul til gransking, menning og nýskapan, kunnu verða lagdar til fyrisitingina sbrt. hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Hvør stuðulsskipan virkar sjálvstøðugt og er í virkseminum óheft av yvirskipaða politiska myndugleikanum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin, sum situr fyri einstøku stuðulsskipanini, ásetur neyvari reglur um stuðulsskipan, sum verður løgd til fyrisitingina sbrt. hesi løgtingslóg. Ásett verða endamálið við stuðlinum, hvussu játtanin verður útvegað, hvørji serlig atlit eiga at verða tikin, tá ið stuðul verður veittur, val av nevnd og serlig atlit til førleikar hjá limum í faknevndini sbrt. § 12, tal av limum í nevndini, sbr. tó § 12, stk. 3 og hvussu nevndin skipar seg.
Faknevndir
§ 12. Sjálvstøðugar faknevndir stjórna einstøku stuðulsskipanunum og hava evstu ábyrgd av, at málsviðgerð og avgerð um at játta stuðul eru í samsvari við ásettar reglur.
Stk. 2. Faknevndirnar taka endaliga avgerð í málum, sum verða løgd fyri tær.
Stk. 3. Faknevnd, ið er sett sbrt. hesi løgtingslóg, skal hava í minsta lagi tríggjar og í mesta lagi fimm limir.
§ 13. Felagsnevnd verður sett at samskipa stuðulsskipanirnar og at umsita tvørgangandi stuðulsskipanir.
Stk. 2. Felagsnevndin er mannað við formonnunum í faknevndunum sbrt. § 12 og einum umboði fyri Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur neyvari reglur um virksemið hjá felagsnevndini.
§ 14. Felagsnevndin tryggjar samskipan millum faknevndirnar, soleiðis at viðgerð og avgerð um stuðulsmál grundleggjandi verða so einsháttaðar, sum til ber. Felagsnevndin skal eisini virka fyri slíkari samskipan við fyrisiting, sum liggur hjá øðrum landsstýrismanni, ella sum er staðsett aðrastaðni.
Stk. 2. Treytað av neyðugari fígging, kann felagsnevndin játta pening til granskingarinfrakervi, samfíggjaðar verkætlanir og aðrar altjóða verkætlanir.
Fyrisiting
§ 15. Fyrisitingin verður skipað sum almennur stovnur, ið umsitur eksternan grunn.
Stk. 2. Eksternur grunnur, ið virkar sbrt. aðrari lóggávu, kann verða lagdur til fyrisitingina at umsita.
Stk. 3. Landsstýrimaðurin setur í starv stjóra fyri fyrisitingina.
Stk. 4. Stjórin skal í samstarvi við faknevndirnar umsita stuðulsskipanirnar innan fíggjarligu karmarnar og í samsvari við ásettu endamálini fyri hvørja stuðulsskipan sær.
Stk. 5. Fyrisitingin rindar samsýningar til ráðs- og nevndarlimir sambært galdandi reglum og góðkenning frá Fíggjarmálaráðnum.
§ 16. Fyrisitingin vegleiðir og ráðgevur um møguleikar fyri stuðli, bæði úr føroyskum og altjóða stuðulsgrunnum. Vegleiðingin fevnir um alla tilgongdina í sambandi við umsókn og viðgerð av umsóknum um stuðul.
Stk. 2. Fyrisitingin skal virka fyri almennari kunning um gransking, menning og nýskapan og miðling av avrikum innan hesi øki.
Stk. 3. Fyrisitingin fyrireikar mál um stuðul til gransking, menning og nýskapan at leggja fyri faknevndir sbrt. § 12.
Kapittul 4
Stuðulsviðgerð
§ 17. Lýst verður alment eftir umsóknum um stuðul til verkætlanir innan ávísu fakøkini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur neyvari reglur um lýsing eftir og krøv til umsóknir.
§ 18. Tá ið stuðul verður játtaður til gransking, menning og nýskapan, skal fyrilit havast fyri:
1) at fakligi førleikin mennist, eitt nú við ph.d.-lestri og aðrari vísindaligari útbúgving eftir kandidatstig,
2) at skapa neyðugu fyritreytirnar fyri gransking, menning og nýskapan, bæði viðvíkjandi útvegan av tilfari, og tá tað snýr seg um at menna fysiska og tøkniliga umhvørvið,
3) at verkætlanin verður framd av føroyingum ella í samstarvi við føroyskar stovnar og fyritøkur, og
4) samfelagsnyttu og samfelagsliga týdninginum fyri Føroyar.
§ 19. Umsókn um stuðul til gransking verður send til metingar hjá óheftum metarum, tá ið stuðulsupphædd og vavið á verkætlanini talar fyri tí.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur neyvari reglur um viðgerð av umsóknum innan ávísu fakøkini. Hesar reglur verða ásettar í kunngerð eftir tilmæli frá landsstýrismanninum, sum situr fyri málsøkinum, sum fakøkið og stuðulsskipanin fevna um.
Kapittul 5
Granskingaretikkur o.a.
§ 20. Gransking, menning og nýskapan í almennum og privatum høpi skulu fylgja viðurkendum vísindaetiskum normum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann eftir tilmæli frá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan áseta reglur um, hvussu granskingaretiskir spurningar skulu handfarast. Reglurnar kunnu fevna um krøv til verkætlan, sum er fíggjað við almennum stuðli ella um føroyskt fíggjaða luttøku í altjóða verkætlan.
§ 21. Óreiðilig gransking er brot á viðurkendar vísindaetiskar normar og/ella reglur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann eftir tilmæli frá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan áseta reglur um, nær talan er um óreiðiliga gransking, og hvussu slík mál skulu handfarast.
§ 22. Fyri verkætlan, sum hevur fingið almennan stuðul, er so vítt gjørligt krav um alment atgeingi.
Stk. 2. Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan kann samtykkja reglur um alment atgeingi.
§ 23. Landsstýrismaðurin kann gera skipan, sum skrásetur infrakervi í Føroyum.
Stk. 2. Infrakervi er amboð, tól, rannsóknarstovur, skip o.a., sum kann gagnnýtast í gransking, menning og nýskapan.
§ 24. Landsstýrismaðurin kann áseta vegleiðandi reglur um, hvussu stovnar og virkir skulu fyrihalda seg til altjóða krøv. Eisini kunnu verða ásettar aðrar viðkomandi reglur, sum lyfta stigið í Føroyum ájavnt við altjóða standardar.
Kapittul 6
Fíggjarviðurskifti
§ 25. Stuðulsskipan, sum virkar sbrt. hesi løgtingslóg, fær játtan á árligu løgtingsfíggjarlógini.
Stk. 2. Stuðulsskipan kann eisini verða sett í verk við privatari fígging, ella aðrari uttanhýsis fígging, og avtalu um røkt av stuðulsskipanini.
Stk. 3. Fyri stuðulsskipan, sum verður løgd til fyrisitingina sbrt. hesi løgtingslóg, verður goldið fyri fyrisiting eftir avtalu.
Roknskapur
§ 26. Í roknskaparviðurskiftum eru reglur um almenna roknskaparhaldið galdandi.
Stk. 2. Roknskaparárið er álmanakkaárið.
Stk. 3. Roknskapurin hjá stuðulsskipanunum sbrt. kapitli 3 verður grannskoðaður av góðkendum grannskoðara.
Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 2 og 3 eru ikki galdandi fyri stuðulsskipan, um roknskaparreglur fyri viðkomandi skipan eru ásettar í aðrari lóggávu.
§ 27. Grannskoðaður roknskapur og grannskoðarafrágreiðing fyri grunnin skulu fyri 1. juni á hvørjum ári sendast landsstýrismanninum til góðkenningar.
Kapittul 7
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 28. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 85 frá 15. mai 2001 um gransking.
Stk. 2. Stuðulsskipanir og virksemi, sum liggja hjá Granskingarnevndini og skrivstovuni hjá Granskingarráðnum, verða løgd til fyrisitingina sbrt. hesi løgtingslóg.
Stk. 3. Granskingarnevndin verður faknevnd sbrt. § 12 og situr, til nevndarskeiðið er lokið.
Stk. 4. Fyrstu ferð Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan verður tilnevnt, skulu tveir ráðslimir verða tilnevndir í tvey ár.
Í Tinganesi, 7. juni 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 90/2019