Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. august 2012Nr. 89
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 7. juni 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 27 verður orðað soleiðis:
“§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi frá 1. september 2012 til 31. august 2013.”
2) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin, og endaligum avhendingum av fiskidøgum millum undirbólkarnar 4A og 4B í tíðarskeiðinum frá 1. september 2011 til 31. august 2012:
| Bólkur 2: | Trolarar: |
|
|
| Innara fiskidagaleið | 4.626 fiskidagar |
|
| Ytra fiskidagaleið | 1.530 fiskidagar |
| Bólkur 3: | Línuskip yvir 110 tons | 2.567 fiskidagar |
| Bólkur 4 A: | Útróðrarbátar millum 15 – 40 tons | 1.011 fiskidagar |
| Bólkur 4 B: | Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu | 1.533 fiskidagar |
| Bólkur 4 T: | Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu | 1.386 fiskidagar |
| Bólkur 5: | Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu | 10.607 fiskidagar” |
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 17. august 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign)
løgmaður
Lm. nr. 1/2012