Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2004Nr. 89
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan
(ásetingarlógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting:
1. § 1, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“Vísandi til § 54 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6, og § 2, stk. 1, litra d, e, og f í somu lóg, til landskassan ásettur soleiðis:
Er inntøkan minni enn kr. 24.000,- verður latið 0%.”
|
Er inntøkan kr. |
men minni enn kr. |
verður latið kr |
av |
og av restini % |
|
24.000 |
65.000 |
0 |
24.000 |
7,0% |
|
65.000 |
120.000 |
2.870 |
65.000 |
19% |
|
120.000 |
185.000 |
13.320 |
120.000 |
22,5% |
|
185.000 |
|
27.945 |
185.000 |
35,0% |
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2005.
Tórshavn, 20. desember 2004
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)