Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. november 2002Nr. 89
Løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021
Henda lóg hevur til endamáls at útinna samtykt Trygdarráð Sameindu Tjóða nr. 1306 (2000).
§ 1. Tað er bannað at flyta óslípaðar diamantar úr Sierra Leona til Føroya beinleiðis eins væl og óbeinleiðis uttan mun til, hvar teir hava sín uppruna.
Stk. 2. Óslípaðir diamantar, ið eru undir eftirliti av stjórnini í Sierra Leona undir skipanini við upprunaloyvisbrævi í samsvari við punkt 5 í Trygdarráðssamtykt Sameindu Tjóða nr. 1306 (2000), eru ikki fevndir av forboðnum í stk. 1.
§ 2. 1) Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið bróta § 1, verða eftir § 110 c, stk. 2 í revsilógini revsaðir við bót ella undir herðandi umstøðum við fongsli í upp til fýra ár.
Stk. 2. Er brotið framt av partafelag, lutafelag, smápartafelag ella líknandi, kann verða álagt felagnum sum slíkum bót.
§ 3. Henda lóg fevnir eisini um føroyingar, sum í avmarkaðum tíðarskeiði uppihalda seg uttanlands, og um løgfrøðiligar persónar, sum eru skrásettir í Føroyum.
§ 4. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 28. november 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður