Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. mars 1970Nr. 9
Løgtingslóg um skráseting av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020
Skráseting av skipum og skipum í gerð 3)
§ 1. 1) 2) 3) Føroysk skip, sum eru liðugt bygd, og sum eru 15 BT ella yvir, hava skyldu at melda seg til skipaskráseting. Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum kann í serstøkum føri loyva skráseting av skipi, hóast treytirnar eftir stk. 2-3 eru ikki hildnar.
Stk. 2. Fyri at skip skal kunna metast sum føroyskt og sigla undir føroyskum flaggi, má eigarin vera føroyskur. Sum føroyskur eigari verður mettur:
a. Føroyingar.
b. Føroyskir landsstovnar og kommunur.
c. Stovnanargrunnar og feløg, har bara føroyingar eru í leiðsluni.
d. Partsreiðarí, har føroyingar eiga í minsta lagi tveir triðingar og har fyrisitandi reiðarin er føroyingur.
e. Partafeløg og onnur vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd, sum hava valt eina nevnd, tá ið minsta lagi tveir triðingar av hesari eru føroyingar.
f. Onnur vinnufeløg, har í minsta lagi tveir triðingar eru føroyingar.
Stk. 3. Um stovnanargrunnar, feløg ella vinnufeløg eru luttakarar í partsreiðarínum ella í tveimum í litra f. nevndu vinnufeløgum, má hvør einstakur luttakari lúka treytirnar fyri at verða mettur sum føroyskur eigari.
Stk. 4. 1) 4) Í hesi lóg merkir:
1. Fiskiskip: Eitt og hvørt skip ella far, sum er gjørt út til, ella verður nýtt til vinnuligan fiskiskap.
2. Handilsskip: Eitt og hvørt skip ella far, tá ið fiskiskip og stuttleikaskip eru undantikin.
3. Stuttleikaskip: Skip ella far, sum ikki verður nýtt til vinnuligt endamál.
Stk. 5. 1) Skyldan at melda til skráseting sambært stk. 1 fellur burtur fyri stuttleikaskip, hvørs bruttoregistartonsatal/bruttotonsatal er undir 15.
Stk. 6. 1) 4) Skip, ið er skrásett á lista hjá økisbundnum fiskiveiðifelagsskapi sum skip, ið hevur framt ólógligan, ófráboðaðan ella óskipaðan fiskiskap, ella hevur stuðlað slíkum fiskiskapi, kann ikki verða skrásett í skipaskránni.
5) § 1 a. Fyri skip, ið ikki kann metast sum føroyskt sambært § 1, men har eigarin er likamligur ella løgfrøðiligur persónur, sum er fevndur av Hoyvíkssáttmálanum og hevur bústað ella er skrásettur innan umveldisvídd sáttmálans, kann landsstýrismaðurin í sjóvinnnumálum áseta reglur um treytir fyri skráseting sum føroyskt skip, herundir treytir um, at skipið skal vera fyrisitið og vera undir eftirliti úr Føroyum.
Stk. 2. Skip, sum sambært stk. 1 er tikið upp í føroysku skipaskránna, verður sett javnbjóðis við føroyskt skip og hevur rætt til at sigla undir føroyskum flaggi.
§ 2. 1) 2) Skip, sum standa í útlendskari skipaskrá, kunnu ikki skrásetast her á landi, jfr. tó ásetingarnar í § 56, stk. 2.
Stk. 2. Flótidokkir, kaðaltrumlur, flótandi íløt og onnur líknandi amboð verða ikki mett sum skip eftir hesi lóg.
Stk. 3. 3) Prámar, lossingarbátar, dýpingarmaskinur, flótikranar, fóðurflakar og líknandi verða at meta sum skip, sama um tað hevur maskinu til framtøku ella ikki. Skip ella far, sum er fevnt av 1. pkt., og er 15 BT ella yvir, hevur skyldu at melda til skipaskránna.
§ 3. 3) Skip skulu meldast til skráseting seinast 30 dagar eftir, at tey eru liðug, og skip, sum keypt eru liðugbygd, seinast 30 dagar eftir keypið.
Stk. 2. 3) Hann, sum situr fyri skipaskránni, kann leingja freistina.
§ 4. 1) 2) Skip í gerð her í landinum kunnu eftir áheitan verða tikin upp í serstaka deild í skipaskránni (skipabyggingarskráin), um so er, at tað eftir váttan frá skipaeftirlitsmyndugleikanum er so mikið ávegis, at tað nóg gjølla kann eyðkennast
Stk. 2. 1) Skal byggiharrin skrásetast sum eigari, skal skrivligt loyvi frá skipasmiðjuni fylgja við tilmeldingini.
Stk. 3. Skal skipasmiðjan skrásetast sum eigari krevst skrivligt loyvi frá byggiharranum.
Stk. 4. 2) (Strikað).
§ 5. 3) Í tilmeldingini skulu standa upplýsingar um skipið og eigaran.
Stk. 2. 3) Við tilmeldingini skulu fylgja tørvandi próvførslur, at tilmeldarin er eigari av skipinum, og tað skal, undantikið tá ið talan er um tilmelding av skipum í gerð, próvførast, at treytirnar eftir § 1 eru hildnar.
Stk. 3. 3) Byggiár hjá skipinum og byggistaður og slag skulu skilast til.
Stk. 4. 3) Tá ið endalig skráseting verður umbiðin, skulu eisini navn hjá skipinum og heimstaður í føroyskari havn skilast til.
Stk. 5. 3) Skipanavn kann bert verða skrásett, um so er, at tað er so skilligt, at tað ikki blandast við onnur skrásett skipanøvn.
Stk. 6. 3) Hann, sum situr fyri skipaskránni, skal sýta skráseting av skipanavni, sum gongur inn á egið navnalag, sum annar reiðari nýtir.
Stk. 7. 3) Tilmelding av navni kann gerast, tá ið skip í gerð verður skrásett eftir § 4 ella um so er, at treytirnar fyri tílíkari skráseting eru hildnar.
§ 6. 2) 3) Er felagsskapur eigari av skipi, skal tað tilskilast í tilmeldingini, hvør ið kann selja ella seta skipið í veð. Er stýri sett ella korresponderandi reiðari settur, skal tað meldast til. Eitt stýri er at meta sum korresponderandi reiðari, og ein tílíkur kann tá ikki serstakt meldast til. Eru eigarar skipsins eitt partsreiðarí, skal ein fyrisitandi reiðari verða valdur, sum lýkur treytirnar í § 1, og tilmelding gevast um hetta.
Stk. 2. 3) Eigur partafelag skip, skal tað próvførast, at felagið er komið upp í partafelagsskránna.
Stk. 3. 3) Um trupulleikar skuldu borið á at komið á tal við reiðaríið av tí, at eigarin hevur bústað í útlandinum ella av øðrum tílíkum grundum, kann skipaskrásetingin krevja, at víst verður til umboðsmann, sum býr her í landinum, og sum hevur heimild at vera fyri eigaran í viðurskiftum við skrásetingina og hevur ábyrgdina av, at skyldur, sum reiðaríið hevur eftir hesi lóg, verða fylgdar.
§ 7. 1) 2) Um so er, at skip er fingið úr útlandinum, má somuleiðis útvegast váttan frá útlendskum skrásetingarmyndugleika, at skipið ikki er tikið upp í avvarðandi útlendsku skipaskrá ella skipabyggingarskrá, ella at tað verður strikað av skránni tann dagin, tað verður próvført, at skipið er tikið upp í skrá í øðrum landi.
Stk. 2. 1) 3) Skipaskrásetingin kann í serstøkum førum skráseta, hóast váttan ikki er fingin til vega frá útlendska skrásetingarmyndugleikanum. Skráseting kann tó bert fara fram um so er, at landið, sum skipið er fingið úr, ella hvørs skipa- ella skipabyggingarskrá tað hevur staðið í hvørki hevur tikið við millumlanda sáttmálanum frá 1967 um gerð av ávísum einsháttaðum reglum viðvíkjandi sjópantirættindum og øðrum pantirættindum í skipum ella millumlandasáttmálanum frá 1967 um skráseting av rættindum í skipum í gerð.
Stk. 3. 1) Um so er, at skip er fingið frá útlandinum, skulu pantirættindir, sum eru nevnd í tí í stk. 1 nevndu strikingarváttan ella sum kunnu próvførast av panthavarinum, og sum lúka treytirnar í sjólógini flytast til skipaskránna samstundis sum skipið verður skrásett eftir reglum, sum nærri verða ásettar av landsstýrismanninnum í sjóvinnumálum.
§ 8. 1) 2) 3) Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum ásetir nærri reglur um fyrisiting av skipaskránni og um gjøld fyri skráseting og tænastur. Persónur við løgfrøðiligum embætisprógvi tekur endaliga avgerð í málum um skipaskráseting.
Stk. 2. 3) Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum kann áseta nærri reglur um eitt árligt gjald fyri hvørt einstakt skip skrásett í Føroya Skipaskrá, til fígging av uppgávum hjá skipaskrásetingini. Árliga gjaldið verður ásett við støði í stødd á skipinum.
Stk. 3. 3) Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum kann áseta nærri reglur um gjaldshátt, freistir fyri inngjald, áminningarskriv, gjøld og rentur o.tíl.
Stk. 4. 3) Árliga gjaldið kann innheintast við panting.
Stk. 5. 3) Skip, sum Søvn Landsins hevur givið átekning sum varðveitingarvert sbrt. løgtingslóg um mentanarsøgulig skip, er undantikið at gjalda ársgjald.
§ 9. 3) Skjøl, sum verða latin inn til skrásetingina, skulu førast inn sama dag í eina talgilda dagbók. Eftir innførsluna í talgildu dagbókina skal tilmeldingin hava árit um, nær innførslan er gjørd.
§ 10. 3) Eftir innførsluna í dagbókina verður kannað eftir, um skipið kann skrásetast, og um upplýsingar eftir §§ 5-7 eru fingnar til vega.
Stk. 2. 3) Kann skipið ikki eftir fyriliggjandi próvførslum skrásetast, verður bíleggingin víst aftur. Eru tørvandi upplýsingar ikki fingnar til vega, kann skrásetingin krevja sær rætting gjørda innanfyri freistina eftir § 3.
§ 11. 3) Hvørt skipið sær hevur sítt skipsblað í talgildu skipaskránni. Í skipsblaðnum skulu tilskilast skipaslag, kenningsbókstavir, mál og drívkraft og í stuttum uppafturtøka av upplýsingunum eftir §§ 5-7.
§ 12. 3) Í serstaka skjáttu, skipsmappan, verður útskrift ella avrit av tí skrásetta skjalinum stungið við sama áritinum, sum skjalið hevur fingið.
§ 13. 3) Afturat skipaskránni verður ein talgild reiðarískrá førd. Í henni skulu tey reiðaríini standa, sum hava skip í skipaskránni, og tilskilað, hvat skip hvørt reiðarí eigur. Fyri hvørt skipið verður víst til talgilda skipsblaðið.
§ 14. 1) Skipaskráin er samansett av skrá yvir handilsskip, skrá yvir fiskiskip og skrá yvir stuttleikaskip.
Stk. 2. Tá ið skip er komið inn í eina av stk. 1 nevndu skráum, skal tað hava árit á tjóðskaparbrævið (handilsskip, fiskiskip ella stuttleikaskip).
Stk. 3. Á tjóðskaparbræv fyri fiskiskip skal havnakenningarnummar tilskilast. Brævið verður ikki útflýggjað, fyrr enn nummar er málað upp á skipið.
§ 15. 3) (Strikað.)
§ 16. 1) 3) Tað mest týðandi í innihaldinum í skrásetingini verður kunngjørt á heimasíðuni hjá skipaskrásetingini.
§ 17. 1) Skip, sum skrásett er ella eftir § 1, smbr. § 2, skal skrásetast, má ikki fara út uttan tjóðskaparbræv.
§ 18. 1) 3) Tá skip er mált upp og endaliga ført inn í skipaskránna, verður tjóðskaparbræv givið. Í brævinum skulu standa tess brutto- og nettotonsatal og slag, navn, heimstaður, kenningarbókstavir, framtøkumegi og eigari. IMO-nummar verður skrivað á tjóðskaparbrævið hjá teimum skipum, hvar tað er krav sambært altjóða reglum. Út fæst tað ikki, fyrr enn skipið hevur fingið kenningarbókstavirnar høgdar í, og navn og heimstað sett á skipið.
Stk. 2. 1) Tjóðskaparbræv og stavirnir høgdir í gevur prógv fyri skipsins eyðkenni.
§ 18 a. 3) Skipaskrásetingin kann í teimum førum, tað verður mett neyðugt, tillaga krøvini í hesum kapittlinum til smærri bátar undir 5 BT.
§ 19. 1) (Strikað).
§ 20. 1) Tá ið skip er fingið úr útlandinum og tikið yvir í útlendskari havn, kann tað fáa fyribils tjóðskaparbræv frá donskum uttanríkisumboði, sum gevur tí rætt at sigla undir føroyskum flaggi, til tað kemur í føroyska havn, tó longst fyri eitt tilskilað tíðarskeið.
§ 22. 1) 3) Tjóðskaparbrøv skulu goymast umborð, og tá ið tað verður kravt, vísast fram fyri myndugleikum.
Stk. 2. Skipaskrásetingin kann taka aftur fyribils tjóðskaparbræv í føri av misbrúki.
Kapittul 2 3)
Broytingar í skráseting 3)
§ 23. 1) 2) Hvør broyting í teim upplýsingum, sum givnar eru skipaskrástingini eftir §§ 4-5, skal tilmeldast innan 30 dagar, eftir at broytingin er gjørd. Skipaskrásetingin kann leingja freistina.
Stk. 2. 1) Tilmelding skal gevast inn til skipaskrástingina.
Stk. 3. Eigarin hevur skylduna at melda til. Broytingar í eigaraviðurskiftunum hava bæði hann, sum letur og hann, sum fær, skylduna at melda til.
Stk. 4. Hann, sum hevur treytað rættindir til skip, er at meta sum eigari afturímóti tí almenna.
Stk. 5. 3) Yvirtøka til privat skifti er at meta sum broyting í eigaraviðurskiftunum. At sita í óskiftum búgvi, tá tað ræður um skip, sum tann deyði stóð skrásettur sum eigari av, verður eisini mett sum broyting í eigaraviðurskiftunum.
Stk. 6. 1) Byrjan av konkursviðgerð og alment skifti eru ikki at meta sum broyting í eigaraviðurskiftunum, men skiftirætturin (executor testamenti) hevur skyldu alt fyri eitt at senda skipaskrásetingini frásøgn.
§ 24. 3) Skip má ikki koma undir nýtt navn ella annan heimstað, fyrrenn broytingin er skrásett og tjóðskaparbrævið er rættað hareftir.
Stk. 2. 1) Pantirættindishavarar skulu hava frásøgn um navnabroytingar frá skipaskrásetingini.
§ 25. 1) Verða broytingar gjørdar í viðurskiftum, sum tjóskaparbrævið hevur upplýsning um, skal tað fáa rættingar eftir gjøllari reglum, sum landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum fyrisitur.
Kapittul 3 3)
Striking úr skipaskránni 3)
§ 26. 2) Skip verður strikað úr skipaskránni, tá ið eigarin ikki longur sambært § 1 er at meta sum føroyskur eigari, ella skipið verður latið ella fer til onkran, sum kann ikki metast sum føroyskur eigari, jbr. tó § 29, stk. 3.
Stk. 2. 4) Skip, ið er skrásett á lista hjá økisbundnum fiskiveiðifelagsskapi sum skip, ið hevur framt ólógligan, ófráboðaðan ella óskipaðan fiskiskap, ella hevur stuðlað slíkum fiskiskapi, kann eftir áheitan frá Vørn verða strikað úr skipaskránni.
Stk. 3. 4) Verður skip strikað úr skipaskránni, verður hetta gjørt við atliti at § 51.
Stk. 4. 4) Haraftrat verður skip strikað, tá ið tað verður høgt upp, gongur burtur, spyrst ikki aftur ella verður hildið ikki at kunna gerast aftur av uppnevndum sýns- og metingarmonnum, av góðkendum klassafelag, ella á annan hátt, ið kann metast javnt við hetta, jbr. tó § 29, stk. 3.
Stk. 5. 4) Skip, sum verður selt á tvingsilsuppboðssølu í útlandinum til onkran, sum sambært § 1 ikki kann metast sum føroyskur eigari, verður bert strikað úr skipaskránni, um so er, at skipið, tá ið tað varð selt, var statt í tí ríkinum, har tvingsilsuppboðssølan fór fram, og treytað av, at sølan hendi sambært lóggávuni í avvarðandi ríki og millumlandasáttmálanum frá 1967 um gerð av einsháttaðum reglum viðvíkjandi sjópantirættindum og øðrum pantirættindum í skipum.
Stk. 6. 4) Skip, sum er tikið upp í skipabyggingarskránna, verður strikað, tá ið skipið verður avhendað frá skipasmiðjuni, jbr. tó § 29, stk. 3. Harumframt verður skip strikað úr skipabyggingarskránni, um tað fer fyri skeyti, meðan tað stendur í gerð, jbr. stk. 2.
§ 27. 1) Tað er eigarin, sum hevur skylduna at gera tilmelding til skipaskrásetingina um einihvørji viðurskiftir, sum hava við sær striking úr skipaskránni, beint sum hann hevur fingið at vita um tílíkt. Spyrst skip ikki afturíaftur, skal tilmelding um striking latast inn, tá ið tíðin er komin, sum tryggingar kunnu rindast eftir ásetingum í tryggingaravtalulóggávuni.
Stk. 2. 1) Samstundis sum tilmeldingin og við henni tørvandi próvførslur, skal tjóðskaparbrævið hjá skipinum gevast inn til skipaskrásetingina ella skrivlig frágreiðing um grundina til, at tað gerst ikki.
§ 28. Við strikingina missist rætturin at hava skipið undir føroyskum flaggi og rætturin til navnið.
Stk. 2. 3) Rætturin til navnið kann tó skilast eigaranum til, tá hann biður um at tað fyri eitt tíðarskeið uppá 2 ár frá strikingini.
Stk. 3. 1) Skipaskrásetingin kann skjóta strikingina út, tá ið tjóðskaparviðurskiftini kunnu væntast rættað ella vónir eru til, at skipið kemur afturíaftur ella verður bjargað ella umvælt innanfyri eina av henni fyrisettari freist.
§ 29. 1) 2) Striking má ikki fara fram, fyrrenn skipaskrásetingin hevur sent tilmeldaðum rættindishavarum frásøgn og 30 dagar eru lidnir frá tí, at frásøgnin er send, uttan so at teir tilmeldaðu rættindishavararnir geva sítt skrivliga samtykki til strikingina, ella tað er próvført, at rættindini eru burturdottin.
Stk. 2. Striking kann tó ikki fara fram, um so er, at tað verður upplýst, at tilmeldaður rættindishavari hevur gjørt rættsligt stig at útinna sín rætt í skipinum, uttan so at søksmál verður ikki framt uttan óneyðugan steðg ella í endaligari avgerð fær sýtt hennara frama.
Stk. 3. 1) Striking kann heldur ikki verða framd, um so er, at skrásett eru pantirættindi í skipinum, uttan so at rættindishavararnir av skrásettu rættindunum geva sítt skrivliga samtykki til strikingina. Ístaðin verður í skipsblaðnum skrivað ein viðmerking um tey viðurskifti, sum skuldu vera orsøk til strikingina, og tað kann hereftir ikki verða skrásett rættindir í skipinum. Rætturin til at sigla undir føroyskum flaggi og rætturin til navnið hjá skipinum dettur burtur. Tjóðskaparbræv skipsins skal latast skipaskrásetingini sambært § 27, stk. 2.
Stk. 4. 3) Verður eitt skip meldað til strikingar fyri at verða flutt til útlendska skrá, og eru treytirnar fyri striking loknar, verður strikingarváttan skrivað út, at skipið er strikað. Er tílík váttan givin, kunnu rættindi ikki longur verða meldað til skrásetingar.
Stk. 5. Eru rættindir skrásett á skipsblaðnum í skipaskránni, tá skipið verður strikað, skal váttanin um, at skipið er strikað upplýsa um hvørjar hesar eru.
Kapittul 4 3)
§ 31. 3) Rættindir í skipum, sum standa í skipaskránni, skulu skrásetast fyri at kunna standa ímóti avtalum um skipið og mót søksmáli.
Stk. 2. 3) Rættindir, sum skulu ota burtur óskrásett rættindir, skulu sjálvi vera skrásett og havarin eftir avtalu í góðari trúgv.
Stk. 3. 6) 3) Avgerð um at frátaka rættarliga myndugleikan eftir verjumálslógini § 6 frá eigara av skrásettum rættindum í skipi skal skrásetast fyri at kunna gerast galdandi móti avtalum um skipið, sum verða gjørdar í góðari trúgv við tann ómynduga.
§ 32. 3) Fyri at skjal skal kunna skrásetast, má tað eftir sínum innihaldi sláa fast, stovna, broyta ella taka av eigararættindir, pantirættindir, brúksrættindir ella rættindir, sum skerja eigara heimild at ráða á ein háttin ella fleiri nærri tilskilaðar hættir.
Stk. 2. 3) Tá ið pantibræv, sum er umfarspappír, er skrásett, tørvar ongin skráseting til, at tað skiftir hond.
§ 33. 2) Sjópantirættindir og afturhaldsrættindi, kunnu ikki skrásetast og hava uttan skráseting rættarstøðu sum tilskilað í sjólógini.
§ 34. 3) Til skráseting av arrest, úttøku, dómi ella aðrari almennari rættgerð, sum viðvíkjandi skipi, krevst, at tilmeldari leggur fram váttan frá tí valdinum, sum framt hana hevur, ella úskrift av tess bókum, og gerðin skal viðkoma honum, sum eftir skrásetingini hevur heimild at ráða fyri skipinum.
§ 35. 1) Innihaldið í skjali, sum verður umbiðið at skráseta, skal vera endaliga fastsett. Í skaðaloysisbrøvum er tó nógmikið at tilskila hægstamark fyri skuldina.
Stk. 2. Hvørt privat skjal um skrásett skip skal sýna, sum givið av honum, sum eftir skránni – ella pantibrøvum, eftir transport – hevur heimild at ráða fyri rættindunum, ella sum givið við samtykki frá honum.
§ 36. 1) 3) Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum kann fyriseta gjøllari reglur, hvat krevjast skal sum prógv fyri eyðkenni og myndugleika hjá útgevara, fyri rættleikan av skjølum og fyriløgdum próvførslum, hvussu skjøl skulu síggja út og hvussu mikið skal fylgja við av útskriftum ella avritum, sum meldast til ella verða fyrivíst skrásetingini.
§ 37. Skrásetingin verður gjørd eftir reglunum í §§ 8-12 og 16, smbr. tó fylgjandi reglur.
Stk. 2. Um so er, at skjal heldur ikki treytirnar í §§ 32-36 fyri skráseting, skal tað vísast aftur.
Stk. 3. 3) Um so er at okkurt vantar, sum ætlast at kunna fáast í lag, kann skipaskrásetingin tó fyriseta freist at útvega tørvandi próvførslu, at skráseting kann fara fram, soleiðis at burturvísing verður ikki gjørd, fyrr en freistin er úti og próvførslan ikki komin til ta tíð. Tó kann freistin í hægsta lagi vera 5 gerandisdagar.
Stk. 4. 3) Tá skrásett verður, skal stutt frásøgn um innihaldið í skjalinum førast inn á talgilda skipsblaðið, sum er í trimum:
1) ognarheimildir,
2) veðrættindir og
3) brúksrættindir og onnur.
Stk. 5. Hevur skjal ikki tilskilað prioritetsstøðu hjá rættindishavara ella tilskilað hana soleiðis, at tað gongur ímóti skránni, ella eru minni ójavnar millum innihaldið í skjalinum og próvførslur, sum liggja fyri, skal skjalið hava viðmerking um tað, og innihaldið í henni skal førast inn í skránna.
§ 38. 1) 2) Striking av skrásettum rættindum kann gerast, um so er at skrivligt samtykki liggur fyri frá honum, sum í skránni stendur sum rættindishavari, ella prógv fyri, at rættindini eru dottin burtur eftir sínum innihaldi, eftir dómi ella øðrum rættúrskurði.
Stk. 2. 3) Til strikingar av pantibrøvum, sum eru umfarspappír, krevst pantibrævið fyrilagt í kvittað, prógv fyri mortifikatión ella uppathald eftir dómsavgerð. Pantibrøv til ríkiskassan, landskassan, og teir av hesum stovnaðu lánistovnar kunnu tó eftir avgerð frá skipaskrásetingini strikast móti kvittan frá rættindishavaranum sambært skipaskránni.
§ 39. 3) Striking eftir § 38 verður gjørd soleiðis, at strikingin verður førd inn á viðkomandi skipsblað í talgildu skipaskránni.
§ 40. Tá ið annað er ikki fyrisett, fær skráseting rættvirkning frá tí degnum, skjalið er tilmeldað skipaskránni.
Stk. 2. 1) Skjøl, sum tilmeldað eru sama dag, eru mett sum tilmeldað skráseting samstundis. Hevur tað við sær ógreidleika í eigaraviðurskiftunum, verða skjølini skrásett, men strikast aftur, um so er tilmeldarin hevur ikki fingið greidleika í eigaraviðurskiftunum til vega innanfyri freist, skipaskrásetingin fyrisetir.
Stk. 3. 2) Rættindir, sum ganga yvir frá útlendskari skipaskrá eftir regluni í § 7, stk. 3, halda ta rættstøðuna, tey høvdu undan yvirførsluni.
Stk. 4. 2) (Strikað).
§ 41. 3) Tá ið skjal er ført inn í skipaskránna, kann ongin atfinning gerast mót tess gildi afturímóti honum, sum í góðari trúgv hevur fingið tað eftir skrásettari avtalu. Tað sama er eisini galdandi hjá honum, sum fær pantibræv, sum er umfarspappír við transport..
Stk. 2. 6) 3) Tó hevst móti teimum, sum fingið hava skjal í góðari trúgv, tað mótmælið, at skjalið er falskt ella falsað, ella givið løgleyst, orsakað av persónligum harðskapi ella hóttan um harðskap í stundini, ella at hann, sum gav skjalið út, hevði mist rættarliga myndugleika sín eftir verjumálslógini § 6.
Stk. 3. 2) 3) Reglurnar í stk. 1 og 2 koma ikki í nýtslu viðvíkjandi rættindum, sum gingin eru yvir frá útlendskari skipaskrá eftir regluni í § 7, stk. 3.
§ 42. 1) 3) Skipaskrásetingin gevur eftir umbøn váttað avrit av talgilda skipsblaðnum. Á hesum avriti eru bert tilmeldað rættindir, sum ikki eru strikað, tá avritið verður givið.
Skráseting í farskránni 3)
§ 43. 1) 2) 3) Bátar undir 15 BT hava skyldu at melda til farskránna. Før, sum eru undantikin skyldu at tilmelda til skipaskránna sbrt. § 2, stk. 3 skulu skrásetast í farskránni hjá Føroya Skipaskráseting. Treytin fyri upptøku í farskránni er, at báturin ella farið er liðugt bygt og er føroysk ogn sbrt. § 1.
Stk. 2. 3) Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum ásetur nærri reglur um farskránna fyri bátar, minni enn 15 bruttotons, og ársgjald fyri skráseting og tænastur. Ársgjaldið verður ásett samsvarandi ásetingini í § 8, stk. 2-5.
Stk. 3. 3) (Strikað).
Stk. 4. 3) (Strikað).
Stk. 5. 3) (Strikað).
§ 44. 1) 2) 3) Bátar ella før á 5 BT ella yvir, men undir 15 BT, kunnu eftir umbøn frá eigaranum skrásetast í skipaskránni.
Stk. 2. 3) Um báturin ella farið fyrr hevur verið ført inn í farskránna, skal tað strikast úr henni, og upptøkan í skipaskránna skal skrivast til í farskránni.
Stk. 3. 3) 4) Upptøka í skipaskránna sambært stk. 1 byrgir fyri, at báturin ella farið seinni kann ganga yvir í farskránna, sbr. tó § 46 a.
§ 46. 1) 3) Rættindi, tinglýst hjá Tinglýsingini, hava sítt gildi móti triðja manni, um so er, at herum galdandi reglur eru fylgdar.
Stk. 2. 3) (Strikað).
§ 46 a. 3) Eru veð ella onnur rættindi dottin burtur í báti ella fari undir 5 BT, sum eru skrásett í skipaskránni, og eru eingi rættindi skrásett longur, kann skipaskrásetingin taka stig til at flyta bátin ella farið yvir í farskránna.
§ 47. 1) Tinglýsing eftir reglunum í lógini um tinglýsing av rættindum í førum, sum eftir regluni í § 44 kunnu takast upp í skipaskránna, kann ikki fara fram, eftir at henda lógin er komin í gildi.
Almennar reglur 3)
§ 48. 1) Innundir skrásett rættindir í skipi, tá ið ikki annað er avtalað, koma eisini maskinur, ketlar, motorar, radioútgerð, ekkolodd, fiskireiðskapur, tól og annað tilhoyr, sum útvegað er fyri eigarans rokning at hava í skipinum, sjálvt um tað bráðfongis er leyst av skipinum.
Stk. 2. 2) Harafturat koma undir skrásett rættindi í skipi, sum er komið inn í skipabyggingarskránna, tilfar, sum útvegað er til skipið og sum liggur fyri seg á skipasmiðjuøkinum og merkt til skipið. Verða partar av skipinum gjørdir á øðrum virki í Føroyum, í Danmark ella Grølandi, og liggja partarnir fyri seg á virkinum og eru teir merktir til skipið, kann tað avtalast, at partarnir koma undir skrásettu rættindini. Avtalan verður bert virkin, um so er, at hon er góðkend av skipasmiðjuni, virkinum og byggiharranum.
Stk. 3. Einsæris rættindir kunnu ikki verða stovnað ella treytað í lutum í skipi ella í umrødda tilhoyrinum burtursæð frá fiskireiðskapi.
§ 49. 1) Detta skrásett pantirættindir burtur í skipi, heilt ella partvís, ella spyrst tað, at tey eru ikki gildugt stovnað, hevur eigarin rætt til, hóast mótsetta avtalu við eftirstandandi panthavara ella aðrar, at gera nýtslu – beinanvegin ella seinni – av tí plássinum, sum leyst er til nýggjan pantirætt, uttan so at hann greitt hevur givið rættin frá sær, tá ið hann datt burtur ella seinni. Verður pantirætturin strikaður uttan at eigarin samstundis ger nýtslu av rætti sínum at seta nýggja pantirættin í staðin, skal tað eftir áheitan tilskilast í skipaskránni, at tann fyrri pantirætturin tilkemur eigaranum. Er tað ikki skilað til, rykkja teir eftirstandandi rættindishavarnir upp í tann leysa staðin. Við tvangssølu tilkemur tann leysi staðurin hinum rættindishavarunum. Eisini um skip verður selt av konkurs- ella skuldfrágongubúgvi á annan hátt enn í tvangssølu.
Stk. 2. Sama regla er galdandi, tá ið ein eigari hevur treytað sær pláss til ein seinni pantirætt.
Stk. 3. 1) Tað kann tó gyldugt setast í eftirstandandi pantibræv, at pantirætturin eftir tí flytir upp so hvørt frammanfyri standandi pantirættur verður avdrigin ella verður rindaður allur í senn til eitt frammanundan fyrisett tíðarmót. Í hesum báðum førunum kann avdráttur ikki eftir avgerð setast niður ella annar steðgur í avrindingini gerast uttan loyvi frá eftirstandandi panthavara. At avdráttur kemur í eftirstøðu hjá forpanthavara, kann tó ikki hava tað við sær, at pantirættur hjá eftirstandandi panthavara kemur til gjaldingar, men hann kann í staðin krevja at gjaldkomin gjøld verða goldin honum sum avdrátt uppá skuldina til hansara. Um so er, at fleiri eftirpanthavarar kunnu gera henda rættin galdandi, fær hann avdráttin, sum hevur besta rættin.
§ 49 a. 2) Er tað í einum pantibrævi ásett, at høvuðsstólur og restskuld fylgir einum ávísum indeksi (indekspantibræv), kann tað uttan avmarkingar av § 49, stk. 3, 1. pkt. í einum aftanfyri standandi pantibrævi gyldugt samtykkjast, at pantirættur tess tekur seg fram, so hvørt sum indekspantibrævið verður avdrigið ella verður innloyst við gjøldum, sum eru tíðarfest sambært pantibrævinum. § 49, stk. 3, 2.-4. pkt. verða at nýta samsvarandi.
§ 49 b. 2) Verður eitt leyst pláss í veðrættarskipanini sett við einum indekspantibrævi og veksur pantirætturin orsakað av indeksskipanini útum tað leysa plássið, fær tann parturin av pantirættinum, sum pláss ikki er fyri, veðrætt eftir øllum aftanfyri standandi og javnbjóðis rættindahavarum í skipinum, sum vóru um tað mundið, indekspantibrævið varð stovnað. Eigarin kann tilskila sær eitt annað ávíst leyst pláss til víðkanir av indekspantirættinum.
Stk. 2. Teir í stk. 1, 1. pkt. nevndu aftanfyri standandi rættindishavarar, sum smb. § 49, stk. 3, ella § 49 a hava rætt til at taka seg fram eftir einum eldri frammanfyri standandi pantirætti, taka seg eftir skrásetingina av indekspantibrævinum fram í tann mun teir eftir innihaldinum av eldra pantirættinum høvdu rætt til hetta. Tann partur av indekspantirættinum, sum sambært hesum verður otaður burtur frá plássinum hjá frammanfyri standandi pantirættinum, fær somu veðrættarstøðu, sum avlopspantirætturin, smbr. stk. 1.
Stk. 3. Er eitt leyst pláss í veðrættarskipanini sett við einum indekspantibrævi, kann ein av teimum í stk. 1, 1. pkt., nevndu aftanfyri standandi ella javnbjóðis rættindahavaranum, sum á tvingsilsuppboði ikki fáa fulnað, krevja skipið selt av nýggjum við teirri treyt, at indeksskipanin framyvir fellur burtur. Indeksskipanin fellur tó ikki burtur í tann mun, at viðkanir av indekspantirættinum kunnu rúmast á plássum, sum tilskilað eru hesar víðkanir framum nevndu rættindishavarar og sum hava fingið fulnað. 1. pkt. verður ikki at nýta, um so er, at indeksskipanin ikki kann hava við sær, at pantirætturin veksur útum tað leysa plássið.
Stk. 4. Stk. 1-3 eru ikki galdandi fyri teir í stk. 1, 1. pkt., nevndu aftanfyri standandi ella javnbjóðis rættindishavarar, sum hava játtað, at leysa plássið verður sett við indekspantibrævinum.
§ 50. Panthavari, sum gevur skuldara freist við rentum og øðrum gjøldum, kann ikki halda sær pantirættin fyri tey frammum eftirfylgjandi ella javnbjóðis panthavara út um eitt ár frá gjaldkomudegnum. Hevur panthavari krav uppá hægri rentu ella annað serstakt gjald, orsakað av ovseinari gjalding, standa tílík krøv eisini, tá ið pantið skal fáa fulnað, aftanfyri rættindini hjá øðrum panthavarum. Hesar reglurnar koma tó ikki í nýtslu í skaðaloysisbrøvum.
Stk. 2. Panthavari kann ikki uttan samtykki frá teim, sum aftaná honum ella javnbjóðis honum hava rættindir í skipinum, gera avtalu við skuldarar um longri uppsøgn frá hansara síðu enn avtalað var, tá ið rættindir komu upp. Heldur ikki kann hann gera avtalu við skuldara um hægri rentu enn sum galt tá, uttan samtykki frá teim, sum rættindini høvdu, um so er at ársrentan fer uppum 6%.
Stk. 3. Aðrar broytingar í treytum undir pantirætti ella virkan tørva ikki samtykki frá honum, sum rættindini hevur. Samtykkir hinvegin eru ógyldugar.
§ 51. 1) Um so er, at rættindir í skipi, sum er ført inn í ella tilmeldað skipaskránni, eru gjørd, broytt ella farin úr gildi, og tað er líkt til, men ikki kann próvførast at so er, kann Skipaskrásetingin, um neyðugt mót trygd kalla inn teir, ið kundu havt interessu at seta seg ímóti skrásetingini ella strikingini.
Stk. 2. 1) Innkalling fer fram eina ferð í tí blaðnum, sum løggilt er sum lýsingarblað. Varslið er minst 4 vikur frá kunngerðingini. Um tað ber til, skulu teir, sum eftir fyriliggjandi ætlast hava áhuga, fáa serliga frásøgn í innskrivaðum brævi. Eftir avgerð frá Skipaskrásetingini kann eisini innkalling fara fram av áhugaðum í blað, sum kemur víða ella á annan hóskiligan hátt.
Stk. 3. Hann, sum biðið hevur um tað, ber útreiðslurnar av innkallingini.
Stk. 4. Ger ongin mótmæli, tekur, skipaskráin avgerð samsvarandi kravinum.
§ 52. 1) 2) 3) Frættist onki í 10 ár frá skipi, sum stendur í skipaskránni ella farskránni, og tað má haldast, at tað er ikki til longur, kann Skipaskrásetingin taka avgerð um, at tað verður strikað í skipaskránni ella farskránni. Í skipaskránni tó fyrst eftir innkalling sambært § 51.
Kapittul 7 3)
Rættarstig 3)
§ 53. 1) 2) 7) Avgerðir, sum Skipaskrásetingin tekur eftir hesi lógini, kunnu skjótast inn til Eystara landsrætt innan 4 vikur, roknað frá tí degi, viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina. Løgmálaráðið kann loyva seinni, at avgerð hjá Skipaskrásetingini verður skotin inn til landsrættin, um góðar grundir skuldu verið fyri tí, men tó ikki seinni enn 6 mánaðir og ikki aftan á 4 vikur, eftir at loyvið er fingið. Um fakkunnleiki til viðurskifti um sjógvin verða mett at hava týdning, kann rætturin senda boð eftir 2 sjókønum dómarum, sum verða valdir sbrt. § 125 í retsplejeloven for Færøerne. Reglurnar um kærumál í borgarligum søkum koma annars samsvarandi í nýtslu um at skjóta inn mál og viðgerð teirra í landsrættinum, men legnað í tørvandi mun.
Stk. 2. 1) Løgmálaráðið kann loyva, at avgerð hjá landsrættinum verður sum kærumál skotin inn til hægstarætt undir somu treytum, sum galda í landsrættaravgerðum, sum standast av kæru um avgerðir í undirrættinum.
Stk. 3. 1) Skipaskrásetingin kann gera um aftur avgerðir, sum hon hevur tikið, um so er nýtt kemur upp, ella fyrsta avgerðin galt, at ein áheitan kundi ikki komast til møtist. Harvið fær avgerðin ikki afturvirkandi kraft frá tí upprunaligu tilmeldingini.
Stk. 4. 1) Avgerðir, myndugleikin smbr. § 43, stk. 2, tekur um førsluna av farskránni, kunnu kærast inn til skipaskrásetingina innanfyri somu freist sum fyrisett í stk. 1. Avgerðir hjá Skipaskrásetingini kunnu skjótast inn til landsrættin eftir somu reglum sum í stk. 1.
§ 54. 1) Er skjal afturgivið skeivt í skipaskránni ella skipsmappuni ella ikki ført inn í skránna ella ført inn við skeivari dagseting fyri tilmeldingini, kann hann, sum órættaður er, krevja rætting og endurgjald úr landskassanum fyri miss.
Stk. 2. 1) Hevur onkur í avtalu fingið rættindir í skipi í áliti til innihaldið í Skipaskrásetingini ella skipsmappuni, innan rætting er gjørd, skal tað gerast av í dómi, hvør rættin skal hava, hann órættaður er ella hann, sum fingið hevur rættindir í góðari trúgv, soleiðis at annar parturin fær endurgjald. Sakin verður løgd móti skipaskránni vegna tað almenna.
§ 55. 3) Uttan fyri tey í § 54 tilskilaðu førum letur landskassin endurgjald fyri miss, sum onkur er komin undir vegna tess, at rættindir eru otað burtur eftir § 41, stk. 2, § 51 ella § 52.
Stk. 2. 3) Harafturat letur landskassin endurgjald fyri miss, sum stendst av eftirlæti hjá teim, sum starvast í skrásetingini.
§ 56. 1) Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum fyrisetur gjøllari reglur, hvussu lógin skal setast í verk, harundir reglur, hvussu skráirnar skulu innrættast og førast, útgávuna av tjóðskaparbrøvum og um merking av skipum.
Stk. 2. 1) Landsstýrismanninum í sjóvinnumálum verður heimilað í kunngerð at áseta reglur um bareboat-skráseting.
Kapittul 8 3)
Revsireglur 3)
§ 57. 1) 2) Brot móti §§ 1-7, 17, 22-25 og 27 koma undir bót. Sama er galdandi fyri tann, sum hevur ábyrgdina av, at skip siglir undir føroyskum flaggi uttan at hava rætt til hetta.
Stk. 2. 1) Í reglum, sum verða gjørdar av landsstýrismanninum í sjóvinnumálum við heimild í lógini, kann verða ásett, at brot móti reglunum koma undir bót.
Stk. 3. Er brotið framt av partafelag, lutafelag ella tílíkum, kann bótar ábyrgd verða áløgd virkinum sum so.
Stk. 4. Um so er, at onkur ber seg undan at lúka tær skyldurnar, sum á honum liggja at fremja skrásetingina, kann fortleypandi bót fyrisetast undir løgreglumálinum sum tvingsil at inna skylduna.
Stk. 5. 1) Rættindi at hava ella fáa tjóðskaparbræv ella árit eftir § 14, stk. 2, kunnu av dómstólinum takast aftur fyri eitt av honum fyrisett tíðarskeið eftir reglunum í borgarligu revsilógini.
Kapittul 9 3)
Gildiskoma 3)
§ 58. Henda lógin kemur í gildi beinanvegin.
Samstundis fara úr gildi lóg nr. 57 frá 1/4-1892 smbr. kgl. an. nr. 220 frá 16/9-1893, bek. nr. 103 frá 4/5-1927, nr. 391 frá 4/12-1933, handelsm. skr. 1/7-1947, uttanr. m. cirk. 6/1-1950, kunngerð nr. 33 frá 29/10-1954.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 23. mei 1997, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngørd. Samstunds fer úr gildi danski teksturin í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum v.m. við seinni broytingum.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 10. mars 1992.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Veð og onnur rættindi í smábáti undir 5 BT, skrásett í Skipaskránni, áðrenn henda lóg kom í gildi, varðveita bara sítt gildi í 2 ár eftir, at henda lóg kom í gildi, uttan so at hesi rættindi, áðrenn freistin av nýggjum er fráboðað til tinglýsingar hjá Tinglýsingini. Stk. 3. § 46 er galdandi fyri rættindi, tinglýst fyri løgtingslóg nr. 75 frá 23. mai 1997 um skráseting av skipum, kom í gildi.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 173 frá 20. desember 2017.
5) Broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 12. apríl 2006, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslógin fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, har § 13, stk. 1 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010.”
7) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”