12. mars 2014Nr. 9
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 63 frá 17. mai 2005 um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung”
2. Yvirskriftin til kapittul 1 verður orðað soleiðis:
“Kapittul 1
Endamál”
3. § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung skulu gera sítt til at tryggja teimum best møguligar fyritreytir fyri einum heilsugóðum uppvøkstri og vaksnamannalívi.”
4. § 3 verður strikað.
5. Í § 4 verður “§§ 2 og 3” broytt til: “§ 2”.
6. Yvirskriftin til kapittul 4 verður orðað soleiðis:
“Kapittul 4
Fígging”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 12. mars 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 59/2013