Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. juni 2020Nr. 90
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúlar
(Forskúli, serligur tørvur, grundarlagið undir stuðulsveitingini, skrivstovuhald og málsligar rættingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 46 frá 26. mars 2002 um frískúlar verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 9, stk. 2, 1. pkt. verður orðingin “Stýrið fyri skúlan kann” broytt til: “Skúlastýrið kann”.
2. § 9, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Frískúlar skulu í september mánað boða heimstaðarkommununi hjá næmingunum frá teimum næmingum, sum eru innskrivaðir í frískúlan.”
3. § 11, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Landsstýrismaðurin veitir næmingunum í frískúlunum tímar til serligan tørv eftir somu reglum sum næmingum fólkaskúlans.”
4. Í § 12, stk. 3 verður “stýrisins” broytt til: “skúlastýrisins” og “stýrisfundum broytt til: “skúlastýrisfundum”, í stk. 5 verður “stýrisfundunum” broytt til: “skúlastýrisfundunum” og í stk. 6, 1. pkt. verður “stýrislimunum” broytt til: “skúlastýrislimunum”.
5. Í § 13, stk. 1, 1. pkt. verður “Stýrið” broytt til: “Skúlastýrið”, í 2. pkt. verður “stýrið” broytt til: “skúlastýrið” og í stk. 2, 1. pkt. verður “stýri” broytt til: “skúlastýri” og “stýrinum” broytt til: “skúlastýrinum” og í 2. pkt. verður “stýrinum” broytt til: “skúlastýrinum”.
6. Í § 14, stk. 1 verður “Stýrið” broytt til: “Skúlastýrið” og í stk. 2 verður “stýrið” tvær staðni broytt til: “skúlastýrið”, og “stýrinum” verður broytt til: “skúlastýrinum” og “stýri” verður broytt til: “skúlastýri”.
7. Í § 16 verður “stýrinum” tvær staðni broytt til: “skúlastýrinum” og “stýrisins” verður broytt til: “skúlastýrisins”.
8. § 18, stk. 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Stuðulin svarar til 85% av miðalkostnaðinum fyri hvønn næming í fólkaskúlanum, tó kann stuðulin ikki fara upp um játtan sambært góðkendari fíggjarætlan uttan loyvi frá landsstýrismanninum.”
9. Í § 18, stk. 3 verður sett nýtt pkt. 2. 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Stk. 3, 2. pkt. Skúlin skal fyri komandi skúlaár lata landsstýrimanninum fyribils næmingatal í seinasta lagi 1. februar og endaligt næmingatal 1. september.”
10. Í § 18 verður aftan á stk. 5 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 6. Kommununnar stuðul til forskúlaflokkar, sum verða góðkendir sbrt. § 2, stk. 2, er 85% av rakstrarútreiðslunum, íroknað útreiðslur til skrivstovuhald og 85% av útreiðslunum til læraralønir og námsfrøðingalønir.”
Stk. 6-9 verða eftir hetta stk. 7-10.
11. Í § 18, stk. 6, sum verður stk. 7, verður “smb.” broytt til: “samanber” og “smbrt.” broytt til: “sambært”.
12. Í § 18, stk. 7, sum verður stk. 8, og í § 20, stk. 4, 1. pkt verður “smb.” broytt til: “samanber”.
13. Í § 18, stk. 8, sum verður stk. 9, og í § 20, stk. 3 verður “stýrinum” broytt til: “skúlastýrinum”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2020.
Í Tinganesi, 9. juni 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 88/2019