Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. mai 2022Nr. 90
Løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina, sum broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 22. juni 2023
§ 1. Landsstýrismaðurin fær við hesi løgtingslóg, sbr. §§ 3-5, heimild at áseta nærri reglur um at seta í gildi tiltøk, við støði í avmarkandi tiltøkum, samtykt í millumtjóða felagsskapum, ella sum hava breiða millumtjóða undirtøku, og sum hava til endamáls at tryggja virðing fyri fólkaræði, mannarættindum og altjóðarætti í sambandi við atgerðir, sum máa undan ella hótta sjálvræðisrættin, óheftnið og støðufestið hjá Ukraina.
Stk. 2. 1) (Strikað).
Gildisøki
§ 2. Løgtingslógin er galdandi:
1) í føroyskum umveldi og umborð á skipum undir føroyskum flaggi,
2) fyri persónar, búsitandi í Føroyum, og
3) fyri fyritøkur, skrásettar í Føroyum, ella sum verða riknar heilt ella lutvíst úr Føroyum.
Handilsavmarkingar
§ 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um at seta í gildi forboð fyri ella tiltøk viðvíkjandi íløgum og handli við vørum og tænastum.
Stk. 2. Forboð ella tiltøk sambært stk. 1 kunnu m.a. fevna um innflutning, útflutning, veiting ella flutning av vørum, tøkni og tænastum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, at útflutningsloyvi krevst til útflutning av vørum og tænastum, ið eru fevndar av tiltøkum, sett í gildi við heimild í stk. 1.
Frysting av ognum o.ø.
§ 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um at seta í gildi tiltøk viðvíkjandi frysting av ognarlutum.
Stk. 2. Sum ognarlutir verða roknað øll sløg av ognum, fastogn ella leysafæ, sum kann nýtast til at fáa til vegar pening, vørur, tænastur o.a.
Stk. 3. At frysta ognarlutir merkir at forða fyri, at ognarlutir á nakran hátt verða nýttir at fáa til vegar pening, vørur ella tænastur, íroknað, men ikki avmarkað til, at selja, útleiga ella veðseta hesar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, at tað eftir umsókn kann gevast loyvi sambært nærri ásettum treytum, at leysgeva frystar ognarlutir.
Onnur tiltøk
§ 5. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um onnur tiltøk enn tey, ið eru nevnd í §§ 3 og 4 við støði í avmarkandi tiltøkum, samtykt av millumtjóða felagsskapum, ella sum hava breiða millumtjóða undirtøku, og sum hava til endamáls at tryggja virðing fyri fólkaræði, mannarættindum og altjóðarætti í sambandi við atgerðir, sum máa undan ella hótta sjálvræðisrættin, óheftnið og støðufestið hjá Ukraina.
Listar hjá millumtjóða felagsskapum o.ø.
§ 6. Tiltøk, ásett í reglum, sum hava heimild í hesi løgtingslóg, kunnu vísa til listar hjá millumtjóða felagsskapum ella londum yvir likamligar og løgfrøðiligar persónar, eindir, partar, lutir, tøkni, tænastur ella onnur týðandi viðurskifti.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, at listar, sbr. stk. 1, ikki verða kunngjørdir í Kunngerðablaðnum og um, hvussu hesir listar skulu almannakunngerast.
Striking av lista
§ 7. Likamligir persónar, búsitandi í Føroyum og løgfrøðiligir persónar, skrásettir í Føroyum, ið meta, at teir av órøttum eru settir á lista við persónum, ið eru fevndir av tiltøkum, sett í gildi við heimild í hesi løgtingslóg, kunnu lata landsstýrismanninum skrivliga umbøn um at verða strikaðir av listanum.
Partshoyring
§ 8. Løgtingslóg um fyrisitingarlóg § 18 er ikki galdandi fyri avgerðir tiknar sambært reglum ásettar við heimild í § 4 og fyri upptøku av likamligum persónum, løgfrøðiligum persónum, eindum o.ø. á listar sambært § 6.
Fráboðanarskylda
§ 9. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um fráboðanarskyldu hjá likamligum og løgfrøðiligum persónum, stovnum, myndugleikum og øðrum fyri at halda ásetingarnar í hesi løgtingslóg.
Revsing
§ 10. Er ikki hægri revsing ásett í aðrari lóggávu, verður við sekt ella fongsli upp í eitt ár, ella undir skerpandi umstøðum fongsli upp í tvey ár, revsaður tann, sum tilætlað ella av grovum ósketni brýtur ásetingar í ella við heimild í §§ 3-5.
Stk. 2. Í reglum ásettum við heimild í ásetingum, sum nevndar verða í stk. 1, kann landsstýrismaðurin áseta nærri reglur um revsing fyri brot á ásetingar í reglunum.
Stk. 3. Løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma o.a.
§ 11. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann seta løgtingslógina úr gildi við kunngerð.
Í Tinganesi, 17. mai 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 136/2021