Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. mai 2025Nr. 91
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)
(Ognarviðurskifti, miðsavning, javnseting, økt tilfeingi og landingartreytir)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 11, stk. 4, nr. 4 verður orðað soleiðis:
“4) Eigararnir av øllum eginpeninginum, undir hesum partapeninginum, sum somuleiðis hava allan atkvøðurættin ella avgerðarrættin í felagnum, eru heimahoyrandi í Føroyum og lúka treytirnar í stk. 3.”
2. Í § 11, stk. 5 verður aftan á 3. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Landsstýrisfólkið kann geva tíðaravmarkað undantak frá treytini í stk. 1 um, at persónur skal lúka treytirnar í stk. 3, og felag skal lúka treytirnar í stk. 4, nr. 4.”
3. § 12, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Feløg, sum 1. juli 2025 hava rættindi at veiða, kunnu halda fram til 1. januar 2032, hóast ásetingarnar í § 11, stk. 4 og 5. Tó skulu treytirnar um ognarviðurskiftini vera loknar, sum feløg vóru fevnd av áðrenn 1. juli 2025. Um vinningsbýti verður lutað út, skal útlutanin til útlendskar eigarar í mesta lagi vera ájavnt við teirra útlendska ognarlut. Tá partabrøv ella kapitalpartar verða seld, skal keyparin lúka treytirnar í § 11, stk. 4, nr. 4. Avtala um skuld, sum ikki er í samsvari við § 11, stk. 4, nr. 5, kann ikki broytast ella gerast eftir 1. juli 2025.”
4. Í § 13, stk. 4 verður aftan á “Nærstandandi” sett: “persónur”.
5. Í § 13, stk. 4 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt 2.-4. pkt. sett:
“Feløg eru nærstandandi, tá sami persónur ella somu persónar, beinleiðis ella óbeinleiðis, eiga 50% ella meira av partapeninginum, undir hesum eginpeninginum, ella hava 50% ella meira av atkvøðurættinum ella avgerðarrættinum í feløgunum. Feløg eru eisini nærstandandi, tá somu persónar hava avgerandi ávirkan á fíggjarligu ella rakstrarligu viðurskiftini í feløgum gjøgnum leiðslu, nevnd ella á annan hátt. Grunnar eru nærstandandi við grunnar og feløg eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri feløg.”
6. Í § 13, stk. 5 verður “1. januar 2020” broytt til: “1. juli 2025”.
7. Í § 13 verður aftan á stk. 5 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 6. Hóast avmarkingar í hesi grein, kann persónur og felag, sum lýkur treytirnar í § 11, stk. 3 ella 4, økja um sín ognarlut, tá partabrøv verða keypt frá persóni ella felagi, sum ikki lýkur treytirnar í nevndu ásetingum, og partabrøvini eru í felagi, har keypari og seljari eiga ognarlut frammanundan.”
Stk. 6-9 verða eftir hetta stk. 7-10.
8. Í § 22, stk. 1 verður “samanber tó stk. 4” broytt til: “samanber tó stk. 3”.
9. § 31, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðikvota kunnu avhendast øðrum fiskifari undir føroyskum flaggi við veiðiloyvi fyri eitt fiskiár í senn ella endaliga.”
10. Aftan á § 41, men áðrenn yvirskriftina yvir § 42, verður sett:
“§ 41 a. 25% av veiðuni av svartkjafti, makreli ella norðhavssild, gjørd upp 31. desember fyri árið, ella í minsta lagi ein last av hvørjum fiskaslagi hjá hvørjum fiskifari, kann landast og avreiðast uttanlands.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um undantak frá avmarkingini í stk. 1 galdandi fyri ávís fiskasløg, fiskaúrdráttir ella fiskiskap í avmarkað tíðarskeið.
Stk. 3. Er veiða landað uttanlands í ósamsvari við stk. 1, skal eigarin av fiskifarinum rinda eitt gjald til landskassan, sum samsvarar við 30% av søluvirðinum av tí nøgd, sum er avreidd uttanlands.
Stk. 4. Landsstýrisfólkið ásetir nærri reglur um uppgerð, gjaldfreist og rentu. Gjaldið, saman við rentu og møguligum innkrevjingarkostnaði, kann krevjast inn við panting. TAKS fremur panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2025.
Í Tinganesi, 7. mai 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 74/2024