15. november 1999Nr. 91
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um panting fyri skatt
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 29. apríl 1964 um panting fyri skatt verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Panting fyri skatt, sum er álíknaður eftir løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, verður framd av persóni, ið stjórin á Toll- og Skattstovu Føroya hevur heimilað til tess.”
2) Í § 2 verður “skat til amtskommunen” broytt til: “landsskatt”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 28 frá 29. apríl 1964 um panting fyri skatt úr gildi.
Tórshavn, 15. november 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður