Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. mai 2025Nr. 92
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
(Landsjørð skal tinglýsast við serligum frámerki, festitreytirnar verða broyttar, undir hesum fráfaringaraldur, feløg fáa heimild at upptaka lán, heimild Búnaðarstovunnar at selja landsjørð til m.a. almannagagnlig endamál, grundstykkir o.a. verður nágreinað, ásett verður, at jørð kann leggjast inn fyri jørð, sum er seld ella leigað burturav festi, og greiðari reglur um, hvussu missur fyri sølu og leigu verður endurbøttur, umframt lógartøkniligar og málsligar broytingar og rættingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 98 frá 1. november 2007, løgtingslóg nr. 102 frá 25. november 2008, løgtingslóg nr. 47 frá 17. mai 2011, løgtingslóg nr. 65 frá 17. mai 2013, løgtingslóg nr. 66 frá 15. mai 2014 og løgtingslóg nr. 194 frá 23. desember 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1 og 2 verða strikaðar, og í staðin verður sett:
“§ 1. Búnaðarstovan umsitur alla almenna jørð, sum ikki verður fyrisitin av ella er skrásett sum ogn hjá øðrum almennum stovni ella hjá kommunu.
Stk. 2. Almenn jørð skal skrásetast og tinglýsast sum ogn hjá Føroya landsstýri við frámerkinum “Føroya landsstýri: Landsjørð”.
§ 2. Búnaðarstovan kann lata almenna jørð í festi fyri nærri ásett áramál, tó í mesta lagi til festarin fyllir 70 ár. Festitíðin kann eftir umsókn verða longd, tó bara til festarin fyllir 75 ár.
Stk. 2. Í festibrævinum tilskilar Búnaðarstovan gjølliga festitreytirnar og innstøðuna, sum hoyrir til festið.
Stk. 3. Festarin rindar festileigu og øll gjøld, sum hvíla á festinum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um festileigu, festitreytir og reglur um, hvussu innstøða verður gjørd upp.”
2. § 3 verður strikað, og í staðin verður sett:
“§ 3. Festarin rindar endurgjald fyri innstøðu, sum vantar í, tá ið festið verður latið av hondum. Festari kann minka innstøðuna móti at rinda endurgjald fyri hetta.”
3. § 4, stk. 8 og 9 verða orðað soleiðis:
“Stk. 8. Festi kann verða lagt saman við øðrum festi í somu markatalsbygd, um hetta kann geva betri rakstur. Eitt festi kann bara býtast sundur, um tað, sum verður býtt frá, verður lagt saman við øðrum festi í somu markatalsbygd, og um upprunaliga festið ikki verður minni enn tríggjar merkur.
Stk. 9. Ásetingin um sundurbýti í stk. 8, 2. pkt. er ikki galdandi fyri festi á útoyggj.”
4. Í § 4 verður sum stk. 10 sett:
“Stk. 10. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri krøv um útbúgving, arbeiðsroyndir o.a.”
5. § 5 verður strikað, og í staðin verður sett:
“§ 5. Festari skal hava bústað sín á somu oyggj, sum festið er. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um undantøk frá búðstaðarskylduni.
Stk. 2. Búnaðarstovan hevur eftirlit við festinum. Staðfestir eftirlitið hjá Búnaðarstovuni, at festitreytirnar ikki eru hildnar, undir hesum eisini at kríatúr og jørð ikki eru væl viðfarin, skal Búnaðarstovan geva festaranum boð um at fáa viðurskiftini í rættlag innan eina hóskandi freist. Eru viðurskiftini ikki fingin í rættlag innan hesa freist, verður festimálið sagt upp.
Stk. 3. Staðfestir embætisdjóralækni, at djórahald á festinum ikki er í samsvari við ásetingarnar í løgtingslóg um djóravælferð, skal Búnaðarstovan beinanvegin seta festaran frá og seta annan fyribils festara. Verður festarin seinni dømdur fyri brot á §§ 6-9, 11, 12, 20 og 22-25 í løgtingslóg um djóravælferð, verður festið tikið frá festaranum.
Stk. 4. Tá ið festimál er sagt upp eftir stk. 2 ella tikið frá festara eftir stk. 3, kann Búnaðarstovan krevja, at bygningar, ið eru ogn festarans, men sum eru knýttir at rakstrinum, verða seldir aftur til festið.
Stk. 5. Kostnaður eftir stk. 4 verður ásettur av metingarfólki, sum Búnaðarstovan og festarin velja í felag. Er ikki semja um at velja metingarfólk, velur sorinskrivarin metingarfólkið.”
6. § 6 verður strikað, og í staðin verður sett:
“§ 6. Raksturin av einum festi kann leggjast í partafelag ella smápartafelag, sum festarin einsamallur eigur, og har festarin sjálvur er stjóri.
Stk. 2. Partafelag ella smápartafelag eftir stk. 1 kann upptaka lán vegna festaran.
Stk. 3. Festari kann av festinum keypa sethús við hóskandi undirlendi, sbr. tó stk. 4 og § 11 a.
Stk. 4. Bygningar, sum hava fornfrøðiligt virði ella serligan týdning fyri landið at eiga, kunnu ikki keypast eftir stk. 3.”
7. Aftan á § 6, men áðrenn yvirskriftina yvir § 7, verður sett:
“§ 6 a. Festarin kann leiga út lendi til fóðurframleiðslu, traðarbrúk og urtagarðsbrúk fyri í mesta lagi 10 ár.
Stk. 2. Festarin kann leiga út veiðirættindi í fuglabjørgum og urðum, umframt rætt at veiða haru, fyri í mesta lagi trý ár hvørja ferð.
Stk. 3. Heimafólkið hevur framíhjárætt at leiga lendi eftir stk. 2 og 3.
Stk. 4. Reglurnar í § 7 a, stk. 3 og 4 galda fyri leigumál eftir stk. 1 og 2.”
8. Yvirskriftin yvir § 7 verður orðað soleiðis:
“At leiga út landsjørð”
9. § 7 og § 7 a verða strikaðar, og í staðin verður sett:
“§ 7. Til tess at tryggja, at góður bøur í mestan mun verður brúktur at framleiða fóður, grønmeti o.tíl., kann Búnaðarstovan krevja, at annaðhvørt festari ella leigari við hóskandi freist fer undir at gagnnýta lendið til slíka framleiðslu.
Stk. 2. Ger festari ella leigari ikki eftir boðum, kann Búnaðarstovan sjálv leiga lendið út til slíka framleiðslu. Leiguinntøkan verður rindað Búnaðarstovuni.
§ 7 a. Búnaðarstovan hevur, í samráð við festaran, heimild at leiga út landsjørð til traðir og traðarstykki, stykki til urtagarðsbrúk, grundstykki til húsabygging og almenn endamál, t.d. til vinnuvirksemi, ítrótt, frítíðarendamál o.tíl. Leiguinntøkan verður goldin festaranum.
Stk. 2. Í leigusáttmálanum verður ásett, hvat lendið skal brúkast til, og undir hvørjum treytum, lendið verður leigað út, m.a. at lendið skal brúkast sbrt. leigusáttmálanum, og at leigumálið fellur burtur, um treytirnar ikki verða hildnar.
Stk. 3. Leigusáttmálin fellur burtur ella kann verða sagdur upp, um leigarin doyr og eingin eftirsitandi hjúnafelagi er, um leigarin er eitt felag, sum annaðhvørt er óvirkið ella verður avtikið, ella um leigarin ikki fylgir treytunum í leigusáttmálanum ella lóggávuni annars.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um at leiga út landsjørð.
§ 7 b. Er leigarin eftir § 7 a ein kommuna, og er leigumálið galdandi longri enn 30 ár, skal leigumálið viðgerast eftir ásetingunum í § 9 b, stk. 2 og 4.
Stk. 2. Búnaðarstovan skal kunna Búnaðargrunnin um leigumál eftir stk. 1. Búnaðargrunnurin hevur rætt til at tryggja sær veð fyri verandi lán og gera sín veðrætt galdandi, áðrenn leigumálið tekur við.
Stk. 3. Leigumál eftir hesi áseting kunnu leingjast.”
10. Yvirskriftin yvir § 9 verður orðað soleiðis:
“Keyp og søla av landsjørð o.a.”
11. § 9 verður strikað, og í staðin verður sett:
“§ 9. Búnaðarstovuni verður heimilað at keypa jørð at leggja afturat festum.
Stk. 2. Er talan um jørð, sum áður hevur verið landsjørð, rindar Búnaðargrunnurin keypspeningin.
§ 9 a. Búnaðarstovan kann, í samráð við festaran, burtur av landsjørð selja kommunum og almennum stovnum og feløgum jørð til almenn endamál, m.a. frítíðarendamál, umframt grundstykkir til húsabygging, vinnulig endamál o.tíl. treytað av, at økið í byggisamtykt er lagt av til endamálið.
Stk. 2. Er ætlanin at umskipa góða landbúnaðarjørð til endamál, fevnd av stk. 1, skal keyparin mótvegis Búnaðarstovuni á nøktandi hátt grundgeva fyri, at umskipanin er neyðug, og at endamálið við umskipanini ikki á fullgóðan hátt kann fremjast á øðrum lendi.
Stk. 3. Søla eftir stk. 1 er treytað av, at farið er undir ætlaða arbeiðið innan tvey ár, og at lendið fellur aftur til landið, um henda freist fer, áðrenn farið er undir arbeiðið. Sølupeningurin verður tá afturgoldin keypara.
Stk. 4. Búnaðarstovan kann, í samráð við festaran, burtur av landsjørð selja smærri stykki uttan um kommununa, um stykkið verður lagt aftur at øðrum stykki, t.d. fyri at rætta mark ella betra um atgongd at einum stykki. Slík søla er treytað av, at viðkomandi myndugleikar viðmæla søluni, og at sølan ikki hevur negativ árin á landsjørðina.
§ 9 b. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð kostnaðin fyri landsjørð, sbr. tó stk. 2-4.
Stk. 2. Tá landsjørð verður seld eftir § 9 a, kann festið annaðhvørt fáa lagt inn somu vídd ella dygd av lendi, sum er mist, sbr. tó stk. 3, treytað av, at árinsmeting er gjørd frammanundan.
Stk. 3. Ber ikki til at leggja inn lendið eftir ásetingunum í stk. 2, skal Búnaðarstovan saman við festaranum meta um, hvussu missurin, sum festinum er fyri, kann verða endurbøttur.
Stk. 4. Aftur at keypspeninginum rindar kommunan kostnaðin av at leggja jørð inn, sbr. stk. 2, ella kostnaðin av at endurbøta missin eftir stk. 3.”
12. Yvirskriftin yvir § 10 og § 10 verða orðaðar soleiðis:
“Jarðarprísir
§ 10. Tá Búnaðarstovan selur burturav landsjørð eftir § 9 a ella tekur aftur brúksrætt til lendi eftir § 7 a ella § 7 b, hevur hagin ella festið rætt til endurgjald fyri mist bit eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 2. Endurgjaldið verður rindað festinum beinleiðis.”
13. § 11 verður strikað, og í staðin verður sett:
“§ 11. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð søluprís og leigukostnað fyri jørð, traðir, onnur jarðarstykki, bygningar, umframt endurgjald fyri mist bit og gjøld fyri ymsa avgreiðslu eftir løgtingslógini.
§ 11 a. Um festari keypir sethús við hóskandi grundøki á festinum, rindar festarin fyri grundøkið eftir reglum, ásettar við heimild í § 11, umframt fyri sethúsini eftir meting. Í sambandi við keyp av sethúsum sbrt. § 6, stk 3, skal festarin verða hildin skaðaleysur fyri tær íløgur, hann hevur gjørt í sethúsini.
Stk. 2. Sorinskrivarin útnevnir metingarfólk, sum ásetir metta virðið á bygningum, sum verða yvirtiknir eftir stk. 1. Í sambandi við keyp av sethúsum sbrt. § 6, stk. 3, skal festarin verða hildin skaðaleysur fyri tær íløgur, hann hevur gjørt í sethúsini.
Kæra
§ 11 b. Avgerðir Búnaðarstovunnar, tiknar við heimild í hesi løgtingslóg ella reglum, givnar við heimild í hesi løgtingslóg, kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleika sín eftir løgtingslógini til kærustovn ella kærunevnd, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2025, og samstundis fer úr gildi § 37 a, stk. 2, í lov nr. 172 af 18. maj 1937 for Færøerne om Haugers Styrelse og Drift m.m., sbr, tó stk. 2.
Stk. 2. § 1, nr. 12, hevur virknað fyri endurgjald fyri mist bit, sum er avleitt av sølum, sum verða framdar eftir, at løgtingslógin er komin í gildi.
Í Tinganesi, 7. mai 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 94/2024