Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. juni 2021Nr. 93
Kunngerð um broyting í kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (Lúsakunngerðin)
(Broyting av lúsamarki)
§ 1
Í kunngerð nr. 75 frá 28. juni 2016 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (Lúsakunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 118 frá 28. november 2016, og kunngerð nr. 106 frá 15. juli 2019, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 4, stk. 1 verður “1,5 vaksin kvennlús” broytt til: “1,0 vaksin kvennlús”.
2. § 4, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Markvirðið, sum ásett í stk. 1, verður sett niður í 0,5 í hesum tíðarskeiðinum:
1) Í 2021 frá 1. juni til 31. juli.
2) Í 2022 og frameftir frá 1. mai til 31. juli.”
3. § 4, stk. 3 verður strikað.
Stk. 4 verður eftir hetta stk. 3.
4. Í § 4, stk. 4, sum verður stk. 3, verður “stk. 1-3” broytt til: “stk. 1 og 2.”
5. § 7, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Um eitt alibrúk hevur tríggjar teljingar á rað, ella fýra teljingar tilsamans í útsetuni, sum eru farnar upp um markvirðið, sum ásett í hesi kunngerð, verður álagt at slakta fiskin innanfyri 11 vikur.”
6. Í § 8, stk. 1 verður “landsdjóralæknin” broytt til: “Heilsufrøðiliga starvsstovan”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálráðið, 3. juni 2021
Helgi Abrahanmsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)