Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. desember 2002Nr. 93
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommuskatt
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 26. mars 2002, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 25 a, stk. 5 verða ístaðin fyri orðini “A-inntøka sambært § 60, stk. 1, nr. 9)” sett orðið: “veiðiinntøka”.
2) Í § 25 a, stk. 6 verða ístaðin fyri orðini “§ 60, stk. 1, nr. 9)” sett orðini: “§ 33, nr. 17”.
3) Í § 33 verður eftir nr. 16 sum nýtt nummar sett:
“17) 15% av veiðiinntøkuni o.a.m. gjørd upp eftir § 25a, stk. 3-7. Landsstýrismaðurin kann tó í kunngerð áseta, at tann parturin av inntøkuni frá fiskiskapi, sum er hægri enn kr. 500.000, ikki verður lækkaður. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis í kunngerð áseta, at reglan í 2. pkt. einans er galdandi fyri fiskimenn, sum eru mynstraðir við fiskifari, sum ikki er skrásett í Føroyum.”
4) Í § 38 verður eftir “inntøkuni” sum nýtt pkt. sett:
“Renta av ov seint goldnum tolli og avgjaldi verður viðgjørd eins og renta av útistandandi og ov seint goldnum skatti”.
5) Í § 55 verður verður 2. pkt. strikað.
6) Ì § 60, stk. 1 verður nr. 9 strikað.
7) Í § 63, stk. 2 verður 4. pkt. strikað.
8) Í § 139A verður stk. 4 strikað.
9) Í § 139B verður sum nýtt stykki innsett:
“Stk. 2. Er brotið framt av stórum gáloysni, er revsingin sekt.”
10) Í § 141, stk. 1, nr. 2 verða orðini “ikki rættstundis heldur eftir og avroknar avgjald í vinningsbýti sambært § 30 og” strikað.
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2003.
Tórshavn, 5. desember 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður