Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. juni 1997Nr. 93
Løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021
§ 1.1) 2) 3) Rætt til stuðul eftir hesi lóg hevur hvør persónur, sum
1) er undir fullari skattskyldu í Føroyum,
2) er búsitandi í Føroyum,
3) hevur lønarinntøku, herundir fiski- og útróðrarpart,
4) hevur eina ferðaleið aftur og fram hvønn arbeiðsdag, sum er longri enn 20 kilometrar, sbr. tó stk. 2, og
5) hevur útreiðslur í sambandi við ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum.
Stk. 2. 2) Fyri ferðing sjóvegis, loftvegis og gjøgnum undirsjóvartunlar verður stuðul veittur við eini upphædd fyri hvønn túr sær.
§ 2. 4) 1) 5) 6) Fyri útreiðslur til ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum verður stuðul veittur sambært stk. 2, um ferðaleiðin aftur og fram til arbeiðsstað er longri enn 20 km, og sambært stk. 3, um ferðaleiðin er sjóvegis, loftvegis og gjøgnum undirsjóvartunlar. Stuðul verður bara veittur til ferðing aftur og fram millum bústað og arbeiðsstað eina ferð um dagin.
Stk. 2. 5) 7) 3) 6) Er ferðaleiðin á landi aftur og fram millum bústað og arbeiðsstað:
1) longri enn 20, men styttri enn 30 km, er stuðulin kr. 6,0,
2) 30 km ella longri, men styttri enn 50 km, er stuðulin kr. 14,50,
3) 50 km ella longri, men styttri enn 64 km, er stuðulin kr. 21,50,
4) 64 km ella longri, men styttri enn 102 km, er stuðulin kr. 28,00,
5) 102 km ella longri, men styttri enn 124 km, er stuðulin kr. 33,50,
6) 124 km ella longri, men styttri enn 146 km, er stuðulin kr. 39,00,
7) 146 km ella longri, men styttri enn 168 km, er stuðulin kr. 44,50,
8) 168 km ella longri, men styttri enn 190 km, er stuðulin kr. 50,00,
9) 190 km ella longri, men styttri enn 212 km, er stuðulin kr. 55,50,
10) 212 km og longri, er stuðulin kr. 61,00.
Stk. 3. Stuðulin til ferðing sjóvegis, loftvegis og gjøgnum undirsjóvartunlar er:
1) fyri sjóvegis ferðing, suðuroyarleiðin undantikin, kr. 8,45 pr. túr
2) fyri sjóvegis ferðing við suðuroyarleiðini kr. 16,90 pr. túr
3) fyri loftvegis ferðing kr. 16,90 pr. túr
4) fyri ferðing gjøgnum undirsjóvartunlar kr. 8,45 pr. túr.
Stk. 4. 6) Fjarstøðan millum bústað og arbeiðsstað verður grundað á stytstu ferðaleiðina millum bústað og arbeiðsstað. Vegastrekkir verða uppgjørd sambært uppmátingum av vegalongdum millum bygdir hjá Landsverk.
§ 2 a. 3) Stuðul verður í mesta lagi veittur fyri 220 dagar árliga.
§ 3. 4) Landskassin rindar ferðastuðulin.
Stk. 2. 4) Ferðastuðulin verður útgoldin seinast í juli og seinast í januar mánaði, tó fyrstu ferð í juli 2001.
Stk. 3. Ferðastuðulin verður útgoldin á konto í peningastovni.
§ 4. Ferðastuðul verður bert veittur eftir umsókn.
Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um ferðastuðul.
Stk. 3. Landsstýrið ásetur nærri reglur um krøv til skjalprógv, sum neyðug eru fyri at støða kann takast til, um ein persónur hevur rætt til ferðastuðul.
§ 5. Um ein persónur fær endurgjald á annan hátt fyri ferðaútreiðslur, hevur hesin persónur samtíðis ikki rætt til ferðastuðul eftir hesi lóg.
§ 6. Rætturin til ferðastuðul kann ikki verða fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi.
§ 7. 8) Avgerðir, tiknar sambært hesi løgtingslóg, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. 8) (Strikað).
Stk. 3. 8) (Strikað).
Stk. 4. 8) (Strikað).
§ 8. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá og við inntøkuárinum 1997.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 16. mai 2006.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 13. desember 2006, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juli 2006.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 22. desember 2010, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2011.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 30. mars 2001, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2001.”
5) Broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 22. mai 2008, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við inntøkuárinum 2008. Stk. 2. Møgulig afturgjaldskrøv, vegna afturvirkandi broytingar í stuðulsupphæddunum, verða ikki innheintað.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.”
7) Broytt við løgtingslóg nr. 125 frá 22. desember 2008, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2009.”
8) Broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, har § 43 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022. Samstundis fer løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum úr gildi.”