Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. mai 1993Nr. 93
Løgtingslóg um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 90 frá 15. november 1999
§ 1.1) Toll- og Skattstovu Føroya verður heimilað at taka gjøld í sambandi við innkrevjing av skattum, avgjøldum, rokningum fyri almennar stovnar, afturhaldsskyldugum sosialum veitingum, alimentatión o.l.
Stk. 2.2) 1) Toll- og Skattstova Føroya fremur panting fyri gjøld eftir stk. 1 eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum og avgjøldum.
Stk. 3.2) 1) Toll- og Skattstova Føroya kann eftirhalda í A-inntøku skuldarans eftir reglunum fyri eftirhald í § 136 í samtíðarskattalógini.
Stk. 4.2) 1) Toll- og Skattstova Føroya kann í serligum førum eftirgeva gjøld eftir hesi lóg.
§ 2. Føroya Landsstýri ásetir í kunngerð tær upphæddir, sum verða kravdar sambært hesi lóg.
§ 3. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 90 frá 15. november 1999, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 93 frá 11. mai 1993 um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan við seinni broyting úr gildi.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 20. mai 1996.