Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. oktober 1984Nr. 94
Løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 10. mai 2000
§ 1. Endamálið við hesi lóg er at seta í verk tiltøk, sum minka skulu um skaðarnar, elvdir eller kunnu elvast av tubbaksnýtslu.
§ 2. Í hesi lóg er tubbaksvøra at skilja sum:
a) vøra, framleidd úr tubakki ella vøra, sum hevur í sær tubbak,
b) vøra, sum nýtt verður sum tubbakk, men ikki er framleidd úr tubbakki,
c) vøra, sum hevur samband við tubbaksnýtsluna, so sum sigarettpappírsbøkur, sigarettballarar, pípur, munnstykkir o.t.
§ 3. Lýsing við tubbaksvørum er ikki loyvd.
2. stk. Tubbaksvørur mugu ikki vera lutur í lýsingum fyri øðrum vørum ella tænastum.
3. stk. Landsstýrið kann við kunngerð gera undantak frá 1. stk. og 2. stk.
§ 4. Tað er ikki loyvt at selja ella lata tubbaksvørur til persónar undir 15 ár.
§ 5.1) Ikki er loyvt at selja tubbaksvørur, um hesar ikki eru merktar samsvarandi reglum, ið landsstýrið fyrisetir í kunngerð, um innihald av tjøruevni, nikotini, kolsúrevni o.a.t., og um vandan, ið stendst av tubbaksnýtslu. Eisini kann landsstýrið avgera, at tubbaksvørur, sum verða innfluttar til sølu, skulu verða merktar samsvarandi hesi kunngerð, og at hesar, tá tær verða innfluttar, skulu hava eina váttan frá útlendska sølumanninum um merking.
2. stk.2) Eftir tilmæli frá Fyribyrgingarráðnum, fyrisetir landsstýrið í kunngerð hámarkið fyri tey í 1. stk. nevndu evni, og er ikki loyvt at selja tubbaksvørur sum innihalda meiri enn hámarkið sett fyri evnini.
§ 6. 2) (Strikað)
§ 7. Brot á § 3, 1. og 2. stk., § 4 og § 5, 1. og 2. stk. verða sektað við bót.
§ 8. 1) Henda løgtingslóg kemur í gildi beinanvegin § 5, 1. stk. kemur tó í gildi, tá landsstýrið fyrisetir hetta í kunngerð.