Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. desember 2002Nr. 94
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 25. februar 2002, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Avgjaldsøkið fevnir um føroyskt landøki, sjóumveldið og loftrúmið yvir nevndu økjum.”
2) Í § 3, stk. 2 verða orðini “nevndina, sum er umrødd í § 35” strikað, og í staðin verða sett orðini “skatta- og avgjaldskærunevndina.”
3) Í § 5 verður stk. 7 strikað.
4) Í § 23 a, stk. 4, 3. pkt. verða orðini “§ 4 a, stk. 2-4 í virðisbrævaskattalógini” strikað, og í staðin verða sett orðini “§ 29 í kapitalvinningsskattalógini.”
5) Í § 27, stk. 7 verða orðini “nevndina, ið er umrødd í § 35” strikað, og í staðin verða sett orðini “skatta- og avgjaldskærunevndina.”
6) § 35 verður strikað.
7) Í § 38, stk. 1, 1. pkt. verða orðini “tí í § 35 nevndu nevndini,” strikað, og í staðin verða sett orðini “skatta- og avgjaldskærunevndini.”
§ 2
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2003.
Tórshavn, 5. desember 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður