7. september 2016Nr. 94
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Hægri barnafrádráttur til smábarnafamiljur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 158 frá 24. desember 2015, verður gjørd henda broyting:
Í § 2, stk. 1 verður 1. pkt. orðað soleiðis:
“Persónur, ið er undir fullari skattskyldu sambært reglunum í § 1, stk. 1, nr. 1-5 í skattalógini, og hevur fast tilhald í Føroyum, kann fyri hvørt barnið, ið hann hevur foreldramyndugleikan yvir, draga frá í útroknaða landsskattinum ein barnafrádrátt á kr. 9.200, um barnið er undir 7 ár 1. januar í tí álmanakkaári, sum skattsetingin viðvíkur, og ein barnafrádrátt á kr. 6.500, um barnið er millum 7 og 17 ár 1. januar í tí álmanakkaári, sum skattsetingin viðvíkur.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017.
Í Tinganesi, 7. september 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 3/2016