Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. mai 2022Nr. 94
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum
(Nágreining av uppgerðini fyri skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 105 frá 29. juni 2020 um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum, sum broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, nr. 1, litra b og c verða orðað soleiðis:
“b) Allar avhendingar av partabrøvum í feløgum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis ráða yvir rættindum at veiða sambært sjófeingislógini.
c) Umskipan av felag ella felag í samtaki, tá felag ella felag í samtaki beinleiðis ella óbeinleiðis ræður yvir rættindum at veiða sambært sjófeingislógini, sbr, tó § 3, stk. 2-7.”
2. § 2, nr. 6 verður orðað soleiðis:
“6) Umskipan: Fevnir um umskipan av bygnaðinum í felag ella í samtaki og umskipan av virkseminum í felag ella samtaki.”
3. Í § 2 verður sum nr. 7 sett:
“7) Innara virðið: Við innara virðið er at skilja innara virðið gjørt upp eftir ársroknskaparlógini.”
4. § 3, stk. 2-7 verða orðað soleiðis:
“Stk. 2. Umskipan verður ikki roknað sum endalig avhending eftir hesari løgtingslóg, um eigaralutfallið hjá liklamligu eigarunum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eiga í felag ella í samtaki, ikki broytist meira enn 1 prosentstig, og einki verður útgoldið til teirra, og virðið hjá likamligu eigarunum av veiðirættindunum í felag ella samtaki ikki broytist av hesi orsøk. Verður lutfallið millum likamligu eigararnar broytt meira enn 1 prosentstig, skal serskattur sambært § 4, stk. 4 roknast í mun til, hvussu nógv eigaralutfallið verður broytt.
Stk. 3. Verða nýggj aktiv skotin inn í eitt felag, og tann, ið skjýtur inn, fær ognarlut í sama felag sum einastu samsýning, verður hetta ikki roknað sum skattlig avhending eftir hesi løgtingslóg, sbr. tó 2. pkt., men felagið skal senda TAKS fráboðan um hetta í seinasta lagi 60 dagar aftaná. Fáa eigararnir av hesum felag seinni útgoldið vinningsbýti, skal serskattur sbrt. § 4 gjaldast av tí partinum av vinningsbýtinum, ið svarar til teirra ognarminking í veiðirættindunum orsakað av innskotna aktivinum. Tað áliggur útlutandi felagnum, í seinasta lagi 14 dagar aftaná avgerð er tikin um útlutan, at gjalda TAKS henda serskatt og leggja við eina uppgerð, ið vísir, hvussu serskatturin er roknaður.
Stk. 4. Tá feløg, ið ikki eru í sama samtaki, verða løgd saman, skulu broytingar í ognarviðurskiftunum, ið standast av hesum, ikki verða roknað sum skattlig avhending eftir hesi løgtingslóg, um einki verður útgoldið til eigararnar, sbr. tó 2. pkt, men felagið skal senda TAKS fráboðan um hetta í seinasta lagi 60 dagar aftaná. Fáa eigararnir seinni útgoldið vinningsbýti, skal serskattur sbrt. § 4 gjaldast av tí partinum av vinningsbýtinum, ið kann tilskrivast ognarbroytingini av veiðirættindunum, sum stavar frá samanleggingini, sbr. tó 3. pkt. Tað áliggur útlutandi felagnum, í seinasta lagi 14 dagar aftaná avgerð er tikin um útlutan, at gjalda TAKS henda serskatt og leggja við eina uppgerð, ið vísir, hvussu serskatturin er roknaður.
Stk. 5. Umbýti av veiðirættindum skal ikki roknast sum endalig avhending eftir hesi løgtingslóg, um talan er um reint umbýti.
Stk. 6. Partabrævaumbýti verður ikki roknað sum endalig avhending eftir hesi løgtingslóg, um einki verður útgoldið partaeigarunum, og virðið hjá likamligu eigarunum av veiðirættindum hjá feløgunum, hvørs partabrøv verða umbýtt, ikki broytist av hesi orsøk. Serskattur verður roknaður sambært § 4, stk. 4 tá partabrævaumbýti er at rokna sum endalig avhending.
Stk. 7. Kloyving av felag ella felag í samtaki verður ikki roknað sum endalig avhending eftir hesi løgtingslóg, um einki verður útgoldið partaeigarunum, og um virðið av veiðirættindum hjá felagnum, ið verður kloyvt, verður býtt millum tey feløg, ið verða úrslit av kloyvingini í mun til handilsvirðið hjá hesum feløgum. Serskattur verður roknaður sambært § 4, stk. 4, tá kloyving er at rokna sum endalig avhending.”
5. § 4, stk. 2-4 verða orðað soleiðis:
“Stk. 2. Tá einans veiðirættindi verða avhendað, er tað søluupphæddin, ið partarnir hava avtalað, ið er grundarlag fyri útrokningini av einum serskatti. Frá søluupphæddini verður kostnaðurin fyri keyp av rættindunum, ið verða avhendað, drigin frá. Serskattur uppá 50% verður síðani roknaður og álíknaður seljaranum, um seljarin er ein løgfrøðiligur persónur. Er seljarin ein likamligur persónur, verður serskattur uppá 35% álíknaður. Um rættindini, ið verða avhendað, eru útvegað frá felag, ið var í samtaki við tann, ið avhendar, er tað kostnaðurin, tá samtakið útvegaði rættindini, ið verða avhendað, sum verður drigin frá søluupphæddini, um serskattur ikki er álagdur sambært hesi løgtingslóg.
Stk. 3. Verða veiðirættindini seld saman við skipi og møguligum øðrum aktivum, verður støði tikið í samlaða søluvirðinum. Frá hesum søluvirðinum verður drigið eitt mett handilsvirði á øðrum aktivum enn veiðirættindunum, ið verða avhendað. Upphæddin, ið hereftir kemur fram, er søluvirðið á veiðirættindunum, ið verða avhendað. Frá søluupphæddini verður drigin kostnaður fyri keyp av rættindum, ið verða avhendað. Um rættindini, ið verða avhendað, eru útvegað frá felag, ið var í samtaki við tann, ið avhendar, er tað kostnaðurin, tá samtakið útvegaði rættindini, sum verða avhendað, ið verður drigin frá søluupphæddini, um serskattur ikki er álagdur sambært hesi løgtingslóg. Serskattur uppá 50% verður síðani roknaður og álíknaður seljaranum, um seljarin er ein løgfrøðiligur persónur. Er seljarin ein likamligur persónur, verður serskattur uppá 35% álíknaður.
Stk. 4. Verða partabrøv ella onnur virðisbrøv avhendað í felag, har veiðirættindi beinleiðis ella óbeinleiðis eru partur av ogn felagsins, verður støðið tikið í innara virðinum á avhendaða felagnum og øllum feløgunum, sum avhendaða felagið beinleiðis ella óbeinleiðis eigur lut í. Handilsvirðið á skipi og øðrum aktivum enn veiðirættindum verður funnið. Innara virðið verður síðani javnað við muninum millum metta handilsvirðið og bókaða virðið á einstøku aktivunum. Innara virðið á feløgunum verður hereftir javnað við muninum millum kostnaðin fyri keyp av rættindunum og bókaða virðið á veiðirættindunum. Um rættindini, ið verða avhendað, eru útvegað frá felag, ið var í samtaki, er tað munurin millum kostnaðin, tá samtakið útvegaði rættindini, og tað bókaða virðið á veiðirættindunum, sum tað skal javnast við, um serskattur ikki er álagdur sambært hesi løgtingslóg. Virðisjavnaða innara virðið á felagnum, javnað fyri útsettan skatt, verður síðani drigið frá søluvirðinum á samlaða partapeninginum. Serskattur uppá 50% verður roknaður av muninum, og álíknaður einstaka seljaranum í mun til, hvussu stórur hansara partur er av samlaðu ognini. Hjá likamligum persónum er serskatturin 35%.”
6. § 5, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Løgfrøðiligum persónum verður veittur ein frádráttur í skattskyldugu inntøkuni sambært skattalógini fyri álíknaðan serskatt sambært § 4, stk. 2 og 3 í hesi løgtingslóg.”
7. Í § 6, stk. 1 verður aftan á 4. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“TAKS kann, tá ið serligar grundir eru til tess, leingja freistina fyri at lata inn upplýsingar.”
8. § 6 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Verður fullfíggjað sjálvuppgáva av inntøku ikki latin TAKS rættstundis, ella sjálvuppgávan ikki kemur inn, verður sekt áløgd við í minsta lagi kr. 1.000 og í mesta lagi kr. 5.000. Verður latið inn minni enn 7 dagar ov seint, verður samanlagdi serskatturin hækkaður við 2%. Verður latið inn 7 dagar ov seint ella seinni, verður samanlagdi serskatturin harumframt hækkaður við 5%.”
Stk. 2-5 verða eftir hetta stk. 3-6.
9. Aftan á § 11 verður í kapitli 7 sett:
“Heildartreyt
§ 11 a. Tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp, og skattur verður álagdur, verður sæð burtur frá óreiðiligum atgerðum, sum ikki spegla ein búskaparligan veruleika, men heldur hava sum mál at fáa ein skattafyrimun, sum er í ósamsvari við endamálið við skattarættinum.
Transfer pricing
§ 11 b. Ásetingarnar um transfer pricing í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt eru svarandi galdandi fyri skattskyldug eftir hesi løgtingslóg.”
§ 2
1) Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá framløgudegnum.
Í Tinganesi, 23. mai 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 109/2021