Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. juni 1997Nr. 95
Løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021
§ 1. 1) 2) Rætt til stuðul eftir hesi løgtingslóg, hevur persónur, búsitandi í Føroyum, sum av arbeiðsávum hevur útreiðslur til dupult húsarhald í Føroyum.
Stk. 2. 2) Stuðulin er treytaður av, at umsøkjarin annaðhvørt er í hjúnabandi ella hevur verið í føstum samlívi eitt longri tíðarskeið.
§ 2. Ein ávísur mánaðarligur stuðul verður veittur til leigu av høli og ein ávísur stuðul um dagin til kost.
Stk. 2. Stuðul verður bert veittur fyri útreiðslur sum fara upp um eina ávísa minstuupphædd.
Stk. 3. Stuðulsupphæddir og minstauppædd verður ásett av landsstýrinum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um fyrisitingina av hesi lóg.
§ 3. Landskassin rindar stuðulin til dupult húsarhald.
Stk. 2. Stuðulin til dupult húsarhald verður útgoldin seinast í juli og seinast í januar mánaði, tó fyrstu ferð í juli 1997.
Stk. 3. Stuðulin til dupult húsarhald verður útgoldin á konto í peningastovni.
§ 4. Stuðul til dupult húsarhald verður bert veittur eftir umsókn.
Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul til dupult húsarhald.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um krøv til skjalprógv, sum neyðug eru fyri at støða kann takast til, um ein persónur hevur rætt til stuðul til dupult húsarhald.
§ 5. Um ein persónur fær endurgjald á annan hátt fyri útreiðslur í samband við dupult húsarhald, hevur hesin persónur samtíðis ikki rætt til stuðul eftir hesi lóg.
§ 6. Rætturin til stuðul til dupult húsarhald kann ikki verða fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi.
§ 7. 3) Avgerðir tiknar sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. 3) (Strikað).
Stk. 3. 3) (Strikað).
Stk. 4. 3) (Strikað).
§ 8. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá og við inntøkuárinum 1997.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 174 frá 30. desenber 1997, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá og við inntøkuárinum 1997.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 150 frá 10. desember 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, har § 43 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022. Samstundis fer løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum úr gildi.”