Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. juni 2020Nr. 95
Løgtingslóg um at eftirgeva lán til Framtak orsakað av COVID-19
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrismaðurin fær heimild til at eftirgeva 30 mió. kr. av láni til Framtak, upprunaliga upp á 99 mió. kr., restlán upp á 68 mió. kr. pr. 31. desember 2019, sum er veitt sambært løgtingslóg nr. 1 frá 3. januar 1995 um lántøku til landskassan.
Stk. 2. Upphæddin upp á 30 mió. kr., sum verður eftirgivin, verður umløgd til eginpening.
Stk. 3. Eftirgevingin upp á 30 mió. kr. er treytað av, at í 2020 og 2021 skulu í minsta lagi 30. mió kr. verða tøkar til at gera íløgur í verandi, nýtt ella víðkað vinnuvirksemi í ferðavinnufyritøkum á marknaðarligum treytum, og at viðtøkur grunsins verða broyttar samsvarandi.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 23. juni 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 144/2019