Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. juni 2020Nr. 96
Løgtingslóg um broyting í løgtingslógum um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin)
(Heimild til landsstýrismannin í kunngerð at leingja tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanina, reglur um ongan stuðul í uppsagnartíð og áseting av skiftisreglum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 25 frá 18. mars 2020 um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Tíðaravmarkað COVID-19 stuðulsskipan), verður § 2 orðað soleiðis:
“§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 12. mars 2020 og fer úr gildi 31. august 2020.”
§ 2
Í løgtingslóg nr. 43 frá 7. apríl 2020 um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanunum), verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 14 a sum ásett í § 1, nr. 3 verður sum stk. 7 sett:
“Stk. 7. Stuðul sbrt. hesi áseting verður ikki veittur í uppsagnartíð.”
2. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 12. mars 2020 og fer úr gildi 31. august 2020.
Stk. 2. Løgtingslógin er galdandi fyri útgjaldsskeið sbrt. § 12 a og § 14 a í løgtingslógini frá og við 20. apríl 2020.
Stk. 3. Persónar, sum fáa útgoldið stuðul í uppsagnartíð, tá løgtingslógin kemur í gildi, varðveita rættin til stuðul til 30. juni 2020, hóast § 14 a, stk. 7, sum ásett í § 2, nr. 1 í hesi løgtingslóg.”
§ 3
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Henda løgtingslóg er galdandi fyri teir persónar, sum eru í stuðulsskipanini áðrenn 1. juli 2020.
§ 4
Stk. 1. Umsóknir sbrt. løgtingslóg nr. 25 frá 18. mars 2020 um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Tíðaravmarkað COVID-19 stuðulsskipan) og løgtingslóg nr. 43 frá 7. apríl 2020 um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing(ALS-lógin) (Broytingar í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanunum), sum eru fyri tíðarskeiðið frá 12. mars 2020 til og við 31. august 2020, men sum ikki eru móttiknar av Arbeiðsloysisskipanini ella ikki eru liðugt viðgjørdar, áðrenn løgtingslógirnar fara úr gildi, verða viðgjørdar sbrt. reglunum í hesum løgtingslógum.
Stk. 2. Samlaðu útreiðslurnar fyri lønarískoyti og umsiting frá 1. juli til 31. august 2020 sambært hesi løgtingslóg verða rindaðar av landinum.
Í Tinganesi, 23. juni 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 150/2019