1. november 2007Nr. 98
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í § 7, stk. 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð verður eftir 1. pkt sett:
“Fæst semja ikki um leigumál, kunnu partarnir krevja málið lagt fyri landbúnaðarstevnu við kærurætti til yvirlandbúnaðarstevnu.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi , tá tað í kunngerð verður ásett av landsstýrismanninum.
Tórshavn, 1. november 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 23/2007
1) Hendan løgtingslóg er sett í gildi tann 15. november 2007 við kunngerð nr. 102 frá 9. november 2007.