Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. desember 2002Nr. 98
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Henda lóg er givin út sambært § 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 “om sociale ydelser på Færøerne”.
§ 1
Í lov for Færøerne om offentlig forsorg sbr. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 17. mai 2000, verður gjørd henda broyting:
Eftir § 32 A verður sett:
“Stuðul til heimabúgvandi
§ 32 b. Stuðulsfólkaskipan verður stovnsett at stuðla vaksnum heimabúgvandi frá 18 til og við 66 ár við serligum tørvi, sum eru rørslutarnað ella hava avmarkaðan sálarligan førleika, so at tey hava møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív.
Stk. 2. Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin er partur av Heimarøktini og Serforsorgini.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um:
1) hvør kann brúka skipanina, og hvussu skipanin skal virka
2) skilnað millum Heimarøkt og Stuðulsfólkaskipan fyri vaksin
3) setanarviðurskifti og arbeiðsumstøður hjá stuðulsfólki
4) tillutan av stuðli og endurskoðan av tillutaðum stuðli”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2003.
Tórshavn, 18. desember 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður