Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. august 2005Nr. 98
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 5, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Ein fiskidagur er hvørjar 24 tímar, fiskifarið hevur verið til fiskiskap í fiskiárinum. Hvør túrur verður roknaður at byrja, tá farið verður úr havn og at enda, tá komið er aftur í havn. Hvør byrjaður túrur telur tó minst 24 tímar. Fyri fiskifør í bólki 5 sambært § 28, stk. 1 telur hvør túrur ein fiskidag, hóast túrurin er meir enn 24 tímar.”
2) Í § 8, stk. 8 verður orðingin “1-7” broytt til “1, 4 og 5”.
3) Í § 9, stk. 1, nr. 5 verður aftaná “sambandi” sett: “og í sambandi við avhending av fiskidøgum og kvotum”.
4) § 27 verður orðað soleiðis:
“§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi, undantikið lemmatrolarar størri enn 1000 HK, frá 1. september 2005 til 31. august 2006.”
5) § 28, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Rætturin til tilfeingið á føroysku landleiðunum verður roknað vegleiðandi hvørjum høvuðsbólki sær eftir prosentbýti av teimum ymisku fiskastovnunum soleiðis:
|
|
Toskur |
Hýsa |
Upsi |
Kongafiskur |
|
Bólkur 1: Trol, lemmatrolarar |
4% |
1,75% |
13% |
90,5% |
|
Bólkur 2: Trol, pør |
21% |
10,25% |
69% |
8,5% |
|
Bólkur 3: Línuskip |
37% |
45% |
0 |
0 |
|
Bólkur 4: Útróðrarbátar yvir 15 t. |
17% |
17,5% |
11,5% |
0,5% |
|
Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 t. |
20% |
23,5% |
6 % |
0 |
|
Bólkur 6: Onnur |
1% |
2% |
0,5% |
0,5% |
6) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Stk. 1. Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin:
|
Bólkur 2: |
Partrolarar |
5.752 fiskidagar |
|
Bólkur 3: |
Línuskip yvir 110 tons |
3.578 fiskidagar |
|
Bólkur 4 A: |
Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons |
1.770 fiskidagar |
|
Bólkur 4 B: |
Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu |
2.067 fiskidagar |
|
Bólkur 4 T: |
Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu |
1.766 fiskidagar |
|
Bólkur 5: |
Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu |
21.235 fiskidagar” |
7) Í § 29 verður sum stk. 10 sett:
“Stk. 10. Landsstýrismaðurin kann fyri høvuðsbólkarnar 2, 3 og 4 tilluta ávikavist 169, 105 og 167 fiskidagar íalt millum tey fiskifør, sum avreiða livur. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytir fyri at fáa lut í hesum fiskidøgum.”
8) Í § 35, stk. 2, 1. pkt. verður aftaná “ungfiski” sett “ella hjáveiða”.
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 19. august 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjørn Kalsø (sign.)
Lm. nr. 2/2005