Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. juni 1995Nr. 98
Løgtingslóg um at avmarka møguleikar hjá skuldarum at taka lut í útbjóðingum hjá tí almenna
§ 1. Lógin er galdandi í sambandi við útbjóðingartilboð hjá øllum pørtum av almennu fyrisitingini undir heimastýrinum.
Stk. 2. Við falna almenna skuld skilst í hesi lóg, at ein, ið býður, ikki hevur goldið falnan skatt, avgjøld o.l. til tað almenna, sambært lóggávuni í Føroyum ella tí landinum ið tann, sum býður, hevur virki.
§ 2. Ein almennur myndugleiki, ið býður út arbeiði, keyp av vørum ella tænastum, skal í útbjóðingarkunngerðini ella í útbjóðingartilfarinum krevja, at øll, ið bjóða, samstundis sum boðið verður latið inn, vátta við trú og heiður, í hvønn mun viðkomandi hevur falna almenna skuld.
Stk. 2. Ein almennur myndugleiki má ikki taka við einum boði frá einum, ið býður, sum ikki hevur givið ta í stk. 1 nevndu váttan, ella, sum hevur meira enn kr. 100.000,- í falnari almennari skuld.
Stk. 3. Ein almennur myndugleiki kann kortini taka við einum boði frá einum, ið býður, sum hevur falna almenna skuld, um so er, at øll, ið bjóða og lúka treytirnar í útbjóðingarkunngerðini ella útbjóðingartilfarinum, hava meira enn kr. 100.000,- í falnari almennari skuld.
Stk. 4. Ein almennur myndugleiki kann harumframt taka við einum boði frá einum, ið býður, sum hevur meira enn kr. 100.000,- í falnari almennari skuld, um so er, at viðkomandi setir trygd fyri gjaldingini av tí partinum, ið er omanfyri kr. 100.000,- ella sambært avtalu hevur gjørt eina afturgjaldsskipan við tað almenna, sum er hildin.
§ 3. Er ikki harðari revsing ásett sambært lóggávuni annars, verður ein, ið býður, revsaður við bót, sum gevur óbeinar ella villleiðandi upplýsingar, sambært § 2, stk. 1.
Stk. 2. Ein almennur myndugleiki, ið brýtur § 2, stk. 1 og 2 verður revsaður við bót.
Stk. 3. Fyri brot, sum gjørd verða av partafeløgum, lutafeløgum ella tílíkum, kann felagnum verða áløgd bót.
§ 4. Henda lóg fær gildi 1. juli 1995.