Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. juni 1939Nr. 215
Løgtingslóg um revsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 143 frá 15. desember 2023 1)
Partur I 1)
Almennur partur
Innleiðandi ásetingar
§ 1. Revsing kann bert verða áløgd fyri eina gerð, hvørs revsingarbæri er heimilað við lóg, ella sum fult og heilt kann javnsetast við eina slíka. Samsvarandi regla er galdandi fyri tær rættarfylgjur, sum nevndar eru í kapitli 9.
Stk. 2. Gerð sambært stk. 1 fevnir eisini um undanlát, uttan so at tað øvuta greidliga verður sagt ella skilst av samanhanginum.
§ 2. Kapitlarnir 1-11 í hesi løgtingslóg eru galdandi fyri øll revsiverd viðurskifti, um ikki annað er ásett.
Kapittul 2 5) 6) 7) 8) 9) 10) 11) 12) 13) 1)
Vanligar treytir fyri at nýta revsirættarligar ásetingar
§ 3. Verður revsilóggáva broytt, eftir at gerðin er framd, men áðrenn avgerðin fyri hana fellur, verður spurningurin um revsing og revsingarbæri avgjørdur eftir teirri nýggju lógini, tó at avgerðin harvið ikki má vera harðari enn eftir teirri gomlu. Er lógin sett úr gildi av uttanífrá komandi orsøkum, sum eru óviðkomandi fyri revsiábyrgdina, skal gerðin metast eftir gomlu lógini.
Stk. 2. Um revsingarbærið fyri eina gerð dettur burtur við lóg á annan hátt enn soleiðis, sum nevnt er í stk. 1, 2. pkt., dettur eisini burtur tann fyri gerðina ídømda, men ikki fullgjørda revsingin. Tann dømdi kann krevja, at átaluvaldið leggur spurningin um, hvørt revsingin skal fella burtur, fyri tann rættin, sum dømdi í málinum fyrstu ferð. Avgerðin verður tikin við úrskurði.
§ 4. Hvørt tann revsiverda gerðin skal hava við sær tær rættarfylgjur, sum eru nevndar í §§ 56-61, 62-70, 73 og 79, verður avgjørt eftir teirri lóg, sum er galdandi, tá ið avgerðin fellur.
Stk. 2. Um ikki annað er ásett, kunnu aðrar rættarfylgjur av gerðini bert koma upp á tal, um heimild eisini var fyri tí í teirri lóggávu, sum var galdandi, tá ið gerðin varð framd.
Stk. 3. Ásetingin í § 3, stk. 2, er somuleiðis galdandi fyri aðrar rættarfylgjur av gerðini enn revsing, um tær vóru treytaðar av, at gerðin var revsingarbær.
§ 5. Tá ið herd revsing ella aðrar rættarfylgjur eru fyriskrivaðar í endurtøkuførum, verða avgerðir, sum eru tiknar eftir áður galdandi rætti, eftir sínum innihaldi tiknar við eins og avgerðir eftir teirri lóg, sum tann aktuella gerðin verður dømd eftir.
§ 6. Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar:
1) í tí øki, sum tann til eina og hvørja tíð galdandi heimarættur í Føroyum fevnir um,
2) á fari, sum er skrásett í hesum øki, og sum er á øki hjá fremmandum myndugleika, av persóni, sum er knýttur at ella sum er ferðandi við farinum, ella
3) á fari skrásett í hesum øki, sum er uttan fyri eitt myndugleikaøki.
§ 7. Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar á øki hjá fremmandum myndugleika, av einum persóni, sum í skuldsetingarløtuni hevur tann í § 6 nevnda heimarætt, hevur bústað í tí í § 6 nevnda øki ella hevur líknandi fast uppihald í hesum øki, um:
1) gerðin eisini er revsiverd sambært lógini á gerningsstaðnum, tað er tvífalt revsingarbæri, ella
2) gerningsmaðurin eisini í gerningsløtuni hevur nevnda tilknýtið til økið, og gerðin:
a) fevnir um kynsliga misnýtslu av børnum, menniskjahandil ella kvinnuliga umskering, ella
b) verður gjørd ímóti onkrum, sum í gerningsløtuni hevur nevnda tilknýtið til økið.
Stk. 2. Revsimyndugleikin fevnir eisini um gerðir, ið verða framdar uttan fyri eitt myndugleikaøki av einum persóni, sum í skuldsetingarløtuni hevur eitt tílíkt tilknýti til øki, sum lýst í stk. 1, um slíkar gerðir kunnu hava við sær harðari revsing enn 4 mánaða fongsul.
Stk. 3. Stk. 1, nr. 1, og stk. 2 eru eisini galdandi fyri gerðir, ið verða framdar av einum persóni, sum í skuldsetingarløtuni hevur heimarætt ella er búsitandi í Finnlandi, Íslandi, Noregi ella Svøríki, og sum er staddur í tí í stk. 1 nevnda øki.
§ 7 a. Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar á øki hjá fremmandum myndugleika, og sum eru vendar ímóti persóni, sum í gerningsløtuni hevur tann í § 6 nevnda heimarætt og hevur bústað í tí øki, sum nevnt í § 6, ella hevur líknandi fast uppihald í hesum øki, um so er, at gerðin eisini er revsiverd sambært lóggávuni á gerningsstaðnum, tað er tvífalt revsingarbæri, og sambært føroyskari lóggávu kann geva revsing við fongsli í minst 6 ár.
Stk. 2. Revsing sambært stk. 1 er treytað av, at gerðin fevnir um:
1) tilætlað dráp,
2) grovan harðskap, frælsistøku ella rán,
3) alvandasom brotsverk,
4) kynsligt brotsverk ella blóðskemd, ella
5) kvinnuliga umskering.
Stk. 3. Føroyskur revsimyndugleiki fevnir eisini um gerðir, ið verða framdar uttan fyri eitt myndugleikaøki, og sum eru vendar ímóti persóni, sum í gerningsløtuni hevur eitt tílíkt tilknýti til økið, sum lýst er í stk. 1, um slíkar gerðir kunnu geva harðari revsing enn 4 mánaða fongsul.
§ 7 b. Tá ið revsimyndugleikin mótvegis einum løgfrøðiligum persóni er treytaður av tvífaldum revsingarbæri, er tað ikki neyðugt, at lóggávan á gerningsstaðnum heimilar revsiábyrgd fyri ein løgfrøðiligan persón.
§ 8. Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar uttan fyri tað í § 6 nevnda øki uttan mun til, hvar gerningsmaðurin eigur heima, tá ið:
1) gerðin skerjir sjálvræði, trygd, stýrisskipan ella almennar myndugleikar í tí í § 6 nevnda øki, herundir sjálvsavgerðarrætt og stýrisskipan Føroya, ella eina embætisskyldu móti tí lóggevandi, útinnandi ella dømandi valdi í tí í § 6 nevnda øki,
2) gerðin skerjir áhugamál, hvørs rættarvernd í tí í § 6 nevnda øki treytar eitt serligt tilknýti til hetta,
3) gerðin skerjir eina skyldu, sum tað sambært lóg er álagt gerningsmanninum at halda í útlondum,
4) gerðin skerjir eina tænastuskyldu, sum áliggur gerningsmanninum mótvegis fari, sum er skrásett í tí í § 6 nevnda øki,
5) gerðin er fevnd av millumtjóða áseting, sum áleggur tað í § 6 nevnda økið at kunna revsa, ella
6) sýtt verður fyri at útflýggja skuldsettan til rættarsókn í øðrum landi, og gerðin, um hon er framd á fremmandum myndugleikaøki, er revsiverd sambært lóggávuni á gerningsstaðnum, tað er tvífalt revsingarbæri, og gerðin sambært føroyskari lóggávu kann geva fongsul í minst 1 ár.
§ 8 a. Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar uttan fyri tað í § 6 nevnda økið, tá ið tær eru av slíkum slag, at tær koma undir reglugerðina hjá Millumtjóða revsidómstólinum, og tær verða framdar av einum persóni, sum í skuldsetingarløtuni:
1) hevur tann í § 6 nevnda heimarætt, hevur bústað í tí í § 6 nevnda øki ella líknandi fast uppihald í økinum, ella
2) er staddur í økinum.
§ 8 b. Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar uttan fyri tað í § 6 nevnda øki, tá ið tær koma undir § 183 a og verða framdar av einum persóni, sum í skuldsetingarløtuni:
1) hevur tann í § 6 nevnda heimarætt, hevur bústað í tí í § 6 nevnda øki ella líknandi fast uppihald í økinum, ella
2) er staddur í økinum.
Stk. 2. Rættarsókn fyri gerðir eftir stk. 1 kann eisini fevna um brot á §§ 237 og 244-248, sum eru framd í sambandi við brot á § 183 a.
§ 9. Gerðir verða roknaðar sum framdar, har sum gerningsmaðurin var, tá ið gerðin varð framd. Fyri løgfrøðiligar persónar verða gerðir roknaðar sum framdar, har sum tann ella tær gerðir, sum hava við sær ábyrgd hjá tí løgfrøðiliga persóninum, eru framdar.
Stk. 2. Um revsingarbærið fyri eina gerð er treytað av ella verður ávirkað av eini fylgju, sum er hend ella ætlað, verður gerðin eisini at rokna sum framd, har sum virknaðurin er, ella har gerningsmaðurin hevði tilætlan um, at virknaðurin skuldi verða.
Stk. 3. Brotsroyndir og viðvirkan verða roknaðar sum framdar í tí í § 6 nevnda øki, um gerningsmaðurin var í økinum, tá ið gerðin varð framd, sama um lógarbrotið verður fullgjørt ella er ætlað at verða fullgjørt uttan fyri økið.
Stk. 4. Tá ið partur av lógarbroti er framdur í tí í § 6 nevnda øki, er lógarbrotið í síni heild at rokna sum framt í økinum.
§ 9 a. Eitt lógarbrot, sum viðvíkur teksttilfari, ljóðtilfari ella myndatilfari o.ø., sum í útlondum er gjørt alment atkomuligt í tí í § 6 nevnda øki ígjøgnum internetið ella tílíka skipan til at breiða út upplýsingar, verður roknað sum framt í økinum, um tilfarið hevur serligt samband við økið.
§ 10. Við rættarsókn í Føroyum skal avgerðin um bæði revsing og aðrar rættarfylgjur verða tikin eftir føroyskari lóggávu.
Stk. 2. Tá ið revsing er treytað av tvífaldum revsingarbæri, kann ikki verða dømd harðari revsing, enn heimilað í lóggávuni á gerningsstaðnum.
§ 10 a. Ein persónur, sum hevur fingið revsidóm uttan fyri tað í § 6 nevnda økið, kann ikki verða rættarsøktur í Føroyum fyri somu gerð, tá ið hetta er útilokað sambært millumtjóða skyldum um at viðurkenna rættargildið av revsidómum.
Stk. 2. Í øðrum førum kann persónur, sum hevur fingið revsidóm uttan fyri tað í § 6 nevnda økið, ikki verða rættarsøktur í Føroyum fyri somu gerð, um:
1) persónurin er endaliga fríkendur,
2) revsiatgerðin er fullgjørd, er undir fullgerð ella er burturdottin sambært lóggávuni í dómslandinum, ella
3) persónurin er funnin sekur, uttan at revsiatgerð er ásett.
Stk. 3. Stk. 2 er ikki galdandi, tá ið:
1) útlendski revsidómurin viðvíkur gerðum, sum:
a) eru at rokna sum framdar í tí í § 6 nevnda øki sambært § 9 ella § 9 a, ella
b) eru fevndar av § 7, stk. 1, nr. 2, ella § 8, nr. 1 ella 2,
2) rættarsóknin fer fram í Føroyum sambært § 1010 í rættargangslógini, ella
3) viðurkenning av útlendska revsidóminum eyðsýniliga ikki er sambærilig við føroyskar rættargrundreglur.
Stk. 4. Í teimum førum, sum eru nevnd í stk. 3, nr. 1, kann rættarsókn ikki fara fram í Føroyum, um rættarsókn í dómslandinum er framd eftir áheitan frá ákæruvaldinum í tí í § 6 nevnda økinum.
§ 10 b. Verður persónur rættarsøktur, sum uttan fyri tað í § 6 nevnda økið hevur fingið revsiatgerð fyri somu gerð, skal revsiatgerðin, sum verður givin í Føroyum, verða lækkað í mun til, hvussu stórur partur av útlendsku revsiatgerðini er fullgjørdur.
§ 11. Er ein persónur, sum hevur tann í § 6 nevnda heimarætt, hevur bústað í tí í § 6 nevnda øki ella líknandi fast uppihald í hesum, revsaður í einum fremmandum landi fyri eina gerð, sum sambært føroyskari lóggávu kann hava við sær frádøming ella miss av kalli ella vinnu ella øðrum rættindum, kann slík frádøming henda eftir almennari átalu her á landi.
§ 12. Viðurkend undantøk í fólkarættinum kunnu hava við sær avmarking í §§ 6-11.
Treytir fyri revsingarbæri
§ 13. Gerðir, sum eru framdar í neyðverju, eru revsifríar, um tær vóru neyðugar fyri at standa ímóti ella forða fyri einum av órøttum byrjaðum ella hóttandi álopi, og tær eyðsýniliga ikki fara út um tað, sum er ráðiligt í mun til, hvussu vandamikið álopið er, hvør tað er, sum loypur á, og týdningin á tí álopna rættargóðanum.
Stk. 2. Fer nakar út um mark fyri lógliga neyðverju, verður hann tó revsifríur, um tað er rímiliga grundað út frá teirri ræðslu ella øsing, ið álopið hevði við sær.
Stk. 3. Somu reglur eru galdandi fyri gerðir, sum eru neyðugar fyri á lógligan hátt at síggja til, at lóglig boð verða fylgd, at lógligar handtøkur kunnu fara fram ella forða fyri, at fangar ella tvingsilssettir persónar taka til rýmingar.
§ 14. Ein gerð, sum annars hevði verið revsiverd, verður ikki revsað, um hon var neyðug til tess at forða fyri hóttandi skaða á persón ella góðs, og lógarbrotið verður mett at hava lutfalsliga lítið uppá seg.
§ 15. Gerðir, framdar av børnum undir 15 ár, verða ikki revsaðar.
§ 16. Persónar, sum í gerningsløtuni vóru ósaknæmir orsakað av sinnissjúku ella eini støðu, sum kann javnmetast við sinnissjúku, verða ikki revsaðir. Sama er galdandi fyri persónar við munandi menningartarni. Var gerningsmaðurin orsakað av rúsdrekka ella øðrum rúsevni fyribils sinnissjúkur ella í eini støðu, sum kann javnmetast við sinnissjúku, kann revsing tó vera áløgd, um serligar umstøður tala fyri tí.
Stk. 2. Persónar, sum í gerningsløtuni vóru menningartarnaðir í minni mun, verða ikki revsaðir, um ikki serligar umstøður tala fyri tí. Sama er galdandi fyri persónar, sum vóru í einari støðu, sum fult og heilt kann javnmetast við menningartarn.
§§ 17-18. (Strikaðar).
§ 19. Ósketni verður bert revsað fyri lógarbrot sambært hesi løgtingslóg, tá hetta er serliga heimilað. Fyri onnur lógarbrot kunnu viðkomandi revsireglur nýtast, eisini tá ið lógarbrotið er gjørt av ósketni, um ikki tað øvuta er serliga heimilað.
§ 20. Har ið revsing ella herd revsing eru treytaðar av, at eitt tilætlað lógarbrot hevur eina ávísa ótilætlaða fylgju, verður henda revsing bert givin, um slík fylgja kann ábyrgjast ósketni hjá gerningsmanninum, ella at hann hevur latið vera við eftir førimuni at forða fyri fylgjuni, eftir at hann er vorðin varur við vandan.
Brotsroynd og viðvirkan
§ 21. Gerðir, sum miða eftir at fremja ella elva til útinningina av einum brotsverki, verða, tá ið brotsverkið ikki verður fullført, revsaðar sum brotsroyndir.
Stk. 2. Ásetta revsingin fyri lógarbrotið kann minka, tá ið talan er um brotsroynd, serliga um brotsroyndin ber brá av vantandi styrki ella treysti í brotsligu tilætlanini.
Stk. 3. Er ikki annað ásett, verður brotsroynd bert revsað, um tað fyri lógarbrotið kann dømast ein revsing, sum er meira enn 4 mánaða fongsul.
§ 22. Brotsroynd verður ikki revsað, tá ið gerningsmaðurin sjálvboðin og ikki orsakað av tilvildarligum forðingum fyri at útinna gerðina ella fyri at røkka tí við gerðini ætlaða endamálinum:
1) letur vera við at fremja gerðina,
2) forðar fyri fullgerðini, ella
3) fremur gerðir, sum vildu havt forðað fyri fullgerðingini, um hon ikki, honum ókunnugt, var miseydnað ella á annan hátt forðað.
§ 23. Revsiásetingin fyri eitt lógarbrot fevnir um øll, sum við tileggjan, ráði ella verki hava viðvirkað til gerðina. Revsingin kann minka fyri tann, sum bert hevur viljað givið minni týðandi hjálp ella styrkt um eina longu verandi tilætlan. Revsingin kann eisini minka, tá ið brotsverkið ikki er fullgjørt, ella tá ið ein ætlað viðvirkan er miseydnað.
Stk. 2. Revsingin kann eisini minka fyri tann, sum viðvirkar til brot á samband við serligum skyldum, men sjálvur stendur uttan fyri hetta.
Stk. 3. Um ikki annað er ásett, kann revsing fyri viðvirkan til lógarbrot, sum ikki hava við sær harðari revsing enn 4 mánaða fongsul, detta burtur, um tann viðvirkandi bert hevur viljað givið minni týðandi hjálp ella styrkt um eina longu verandi tilætlan, og um viðvirkan hansara kemst av ósketni.
§ 24. Tann viðvirkandi verður ikki revsaður, um hann sambært teimum treytum, ið eru nevndar í § 22, forðar fyri fullgerðini ella fremur gerðir, sum vildu havt forðað fyri fullgerðini, um hon ikki, honum ókunnugt, var miseydnað ella á annan hátt forðað.
Revsiábyrgd fyri løgfrøðiligar persónar
§ 25. Ein løgfrøðiligur persónur kann verða revsaður við sekt, tá ið tað er ásett við lóg ella við heimild í lóg.
§ 26. Um ikki annað er ásett, fevna ásetingarnar um revsiábyrgd hjá feløgum o.ø. um ein og hvønn løgfrøðiligan persón, herímillum partafeløg, smápartafeløg, lutafeløg, íognarfeløg, feløg, grunnar, búgv, kommunur, landsmyndugleikar og ríkismyndugleikar.
Stk. 2. Harumframt fevna slíkar ásetingar eisini um einstaklingsfyritøkur, um tær serliga í stødd og bygnaði kunnu javnsetast við feløg, sum eru nevnd í stk. 1.
§ 27. Revsiábyrgd hjá løgfrøðiligum persóni er treytað av, at tað innan fyri virksemi hansara er framt eitt brot, sum kann ábyrgjast einum ella fleiri persónum, sum hava tilknýti til tann løgfrøðiliga persónin, ella tí løgfrøðiliga persóninum í sjálvum sær. Fyri revsing fyri brotsroyndir verður § 21, stk. 3, at nýta á sama hátt.
Stk. 2. Landsmyndugleikar, ríkismyndugleikar og kommunur kunnu bert revsast fyri brot, sum verða gjørd í sambandi við virksemi, sum svarar til ella kann javnsetast við virksemi hjá privatum.
§§ 28-30. (Strikaðar).
Kapittul 6 6) 16) 17) 18) 3) 19) 14) 5) 15) 20) 21) 22) 1)
Revsingarnar
§ 31. Vanligu revsingarnar eru fongsul og sekt.
§ 32. (Strikað).
§ 33. Fongsul verður dømt upp á lívstíð ella tíð, sum ikki er undir 7 dagar og ikki yvir 16 ár.
Stk. 2. Í førum, har tað er heimild til at herða ta revsing, sum er ásett fyri eitt lógarbrot, kann tað kortini verða dømt fongsul upp til 20 ár.
Stk. 3. Gerningsmaður, sum ikki var fyltur 18 ár, tá ið gerðin varð framd, kann ikki verða dømdur í fongsul upp á lívstíð.
Stk. 4. Fongsulsrevsing styttri enn 3 mánaðir verður ásett í døgum, annars í mánaðum og árum.
§§ 34-39. (Strikaðar).
§ 40. Fremur ein, sum er royndarleyslatin, nýggj revsiverd viðurskifti í royndartíðini, og verða rættargangsstig tikin, áðrenn royndartíðin er úti, har tann royndarleyslatni verður skuldsettur fyri hesi viðurskifti, tekur rætturin avgerð í samsvari við § 61, stk. 2, soleiðis at írestandi revsingin verður javnsett við treytaðan dóm. Hevur royndarleyslating, sambært § 79 d, stk. 3 ella 4 í lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf m.v., havt við sær fylgistreytir um samfelagstænastu, skal við ásetingini av felagsrevsingini havast fyrilit fyri vavinum av útintu samfelagstænastuni.
§§ 40 a-41. (Strikaðar).
§ 42. Fremur ein persónur, sum er royndarleyslatin frá at sita lívstíðarrevsing sambært § 79 e í lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf m.v., nýggj revsiverd viðurskifti í royndartíðini, kann rætturin við dómi gera av, at viðkomandi skal inn aftur at sita lívstíðarrevsingina. Rættargangsstig skulu tó verða tikin, áðrenn royndartíðin er úti, har tann royndarleyslatni verður skuldsettur fyri hesi viðurskifti.
Stk. 2. Tá ið umstøðurnar tala fyri tí, kann rætturin í staðin bert døma revsing fyri nýggja lógarbrotið, møguliga saman við eini broyting av fylgistreytunum fyri royndarleyslatingini.
§ 43. (Strikað).
§ 44. Løgmálaráðharrin kann áseta reglur um møguleikan at kæra avgerðir, sum eru tiknar sambært §§ 40 og 42, herímillum um, at avgerðirnar ikki kunnu verða lagdar fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika. Løgmálaráðharrin kann í hesum sambandi áseta reglur um kærufreistir, viðgerð av kærumálum og um steðgandi virknað av kærum.
§§ 45-49. (Strikaðar).
§ 50. Sektir fella til ríkiskassan.
Stk. 2. Sekt kann verða dømd sum ískoytisrevsing til annað revsingarslag, tá ið tann ákærdi við lógarbrotinum hevur fingið ella hevur miðað eftir at fingið fíggjarligan vinning til sín sjálvs ella onnur.
Stk. 3. Tann sektaði kann ikki krevja, at sektin verður goldin ella endurgoldin av øðrum.
§ 51. Tá ið sekt sambært hesi løgtingslóg verður dømd, ella tikið verður við sekt í rættinum, verður sektarrevsing ásett í dagsektum. Hetta er tó ikki galdandi fyri sekt, sum verður ásett sum ískoytisrevsing til aðra rættarfylgju.
Stk. 2. Talið á dagsektum verður við atliti at slagnum á lógarbrotinum og at teimum í § 80 nevndu umstøðum ásett til í minsta lagi 1 og í mesta lagi 60 dagsektir.
Stk. 3. Dagsektin verður ásett til eina upphædd, sum svarar til miðal dagsinntøkuna hjá tí sektaða, tó at tað í hesum sambandi eigur at vera havt fyrilit fyri lívsumstøðum sektaða, herímillum ogn hansara, uppihaldsskyldum og øðrum viðurskiftum, sum ávirka gjaldførleikan. Dagsektin kann tó ikki ásetast til eina minni upphædd enn 2 kr.
Stk. 4. Tá ið sekt skal verða ásett fyri brot, har viðkomandi hevur fingið ella hevur miðað eftir at fingið munandi fíggjarligan vinning til sín sjálvs ella onnur, og nýtslan av dagsekt hevur við sær, at sektarupphæddin verður ásett lægri enn tað, sum verður hildið at vera rímiligt í mun til støddina á vinninginum, sum antin er fingin ella kundi verið fingin við lógarbrotinum, kann rætturin tó í staðin fyri dagsekt nýta aðra sektarrevsing.
Stk. 5. Tá ið onnur sektarrevsing verður ásett, skal innan fyri tey mørk, sum atlitið at slagnum á lógarbrotinum og at teimum í § 80 nevndu umstøðum loyvir, serliga havast fyrilit fyri gjaldførleikanum hjá tí seka og tann vinning ella ta sparing, sum er fingin ella kundi havt verið fingin.
Stk. 6. Løgreglan kann hjá øðrum almennum myndugleikum útvega upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at áseta sektarupphæddina. Frá skráum, sum almennir myndugleikar halda, herímillum skráum hjá dómstólum, kann løgreglan eisini krevja upplýsingar um viðurskifti hjá viðkomandi, sum verða hildin at hava týdning fyri áseting av sektini. Upplýsingarnar verða latnar skrivliga ella við beinleiðis dátuflutningi.
§ 52. (Strikað).
§ 53. Verður sekt ikki goldin, verður í staðin nýtt umskiftisrevsing við fongsli.
§ 54. Tá ið sekt verður dømd, ella tikið verður við sekt í rættinum, avger rætturin samstundis, sum hann ásetir sektina, longdina á umskiftisrevsingini. Er sektin ásett sum dagsekt, skal í útrokningini av umskiftisrevsingini ansast eftir, at 1 dags fongsul svarar til 1 dagsekt, tó at umskiftisrevsing kann ikki vera minni enn 2 dagar. Er sektin ásett á annan hátt, kann umskiftisrevsingin ikki vera minni enn 2 dagar og ikki longri enn 60 dagar. Í serligum førum kann umskiftisrevsingin tó hækka upp til 9 mánaðir.
Stk. 2. Er partur av sektini goldin, verður umskiftisrevsingin minkað lutfalsliga, tó soleiðis, at partur av degi verður at rokna sum heilur dagur, og at umskiftisrevsingin ikki kann minkast meira enn omanfyri nevndu minstutíð. Er partur av sektini sitin, og restin er í boði at verða goldin, verður í útrokningini av hesi rest einans taldir við teir heilu dagar, sum umskiftisrevsingin er sitin.
Stk. 3. Tá løgfrøðiligir persónar verða dømdir sekt, verður eingin umskiftisrevsing ásett.
§ 55. Sektir upp á 10.000 kr. ella minni, sum tikið er við eftir fráboðan frá løgregluni, verða at sita soleiðis:
1) Sekt millum 0 og 499 kr. verður at sita 2 dagar.
2) Sekt millum 500 og 999 kr. verður at sita 4 dagar.
3) Sekt millum 1.000 og 3.999 kr. verður at sita 6 dagar.
4) Sekt millum 4.000 og 5.999 kr. verður at sita 8 dagar.
5) Sekt millum 6.000 og 10.000 kr. verður at sita 10 dagar
Stk. 2. Fyri aðra sekt, sum ikki er dømd ella tikið er við í rættinum, verður umskiftisrevsingin ásett av Føroya Rætti.
Stk. 3. Ásetingarnar í § 54, stk. 1, fjórða punktum, og stk. 2, eru somuleiðis galdandi.
Kapittul 7 5) 2) 6) 18) 16) 23) 3) 17) 1)
Treytað fongsulsrevsing
§ 56. Heldur rætturin, at ikki er neyðugt at fullgera fongsulsrevsing, verður ásett í dóminum, at fullgerðin verður útsett og dettur burtur, tá ið royndartíðin er úti.
Stk. 2. Útsetingin er treytað av, at tann dømdi ikki fremur revsiverd viðurskifti í royndartíðini, og at hann heldur tær fylgistreytir, sum eru givnar sambært § 57. Rætturin ásetir royndartíðina, sum vanliga ikki kann vera meira enn 3 ár. Undir serligum umstøðum kann tó verða ásett ein royndartíð í upp til 5 ár.
§ 57. Rætturin kann sum fylgistreyt fyri útsetingini áseta, at tann dømdi skal vera undir umsjón alla royndartíðina ella ein part av henni. Harumframt kann rætturin áseta aðrar fylgistreytir, sum verða hildnar at vera gagnligar, herímillum at tann dømdi:
1) Heldur serligar ásetingar um uppihaldsstað, arbeiði, útbúgving, frítíðarnýtslu ella samveru við ávísar persónar.
2) Er í egnaðum heimi ella stovni; fyri slíkt uppihald verður í dóminum ásett ein mestatíð, sum vanliga ikki kann vera meira enn 1 ár.
3) Heldur seg frá at misnýta rúsdrekka, rúsevni ella líknandi heilivág.
4) Gevur seg undir avvenjingarviðgerð fyri misnýtslu av rúsdrekka, rúsevni ella líknandi heilivági, um neyðugt á sjúkrahúsi ella á serligum stovni.
5) Gevur seg undir skipaða rúsdrekkaviðgerð, sum er undir eftirliti, og sum varir í minst 1 ár.
6) Gevur seg undir psykiatriska viðgerð, um neyðugt á sjúkrahúsi.
7) Ger eftir ásetingum hjá umsjónarmyndugleikanum um avmarkað ræði á inntøku og ogn og um at lúka fíggjarligar skyldur.
8) Rindar endurgjald fyri tap, sum lógarbrotið hevur elvt til.
9) Eftir avgerð hjá barnaverndarnevndini gevur seg undir fyriskipanir sambært § 15 í løgtingslóg um barnavernd, møguliga av neyvari ásettum slag, og ger eftir teimum reglum, sum barnaverndarnevndin upplýsir fyri viðkomandi.
§ 58. Verður treytaleys fongsulsrevsing hildin at vera neyðug, men tala upplýsingarnar um persónligu viðurskiftini hjá tí ákærda fyri treytaðum dómi sambært § 56, kann rætturin áseta, at ein partur av skyldugu revsingini, tó í mesta lagi 6 mánaðir, skal fullgerast, meðan dómurin aðramáta verður treytaður.
Stk. 2. Í sambandi við treytaðan dóm kann sekt verða dømd, hóast heimild ikki er fyri slíkari revsing fyri viðkomandi lógarbrot.
§ 59. Tær fylgistreytir, sum ásettar eru sambært § 57, kunnu seinni verða broyttar ella settar úr gildi við rættarúrskurði eftir áheitan frá ákæruvaldinum ella tí dømda. Áheitan frá tí dømda verður sett fram fyri ákæruvaldinum, ið sum skjótast leggur málið fyri rættin. Verður áheitanin frá tí dømda ikki eftirlíkað, kann hann ikki seta nýggja áheitan fram fyrr enn hálvt ár eftir, at úrskurðurin er sagdur.
Stk. 2. Spurningarnir, sum eru nevndir í stk. 1, verða lagdir fyri Føroya Rætt.
§ 60. Brýtur tann dømdi fylgistreytir, sum eru ásettar sambært § 57, kann rætturin í tí sambandi:
1) Geva ávaring.
2) Við úrskurði broyta fylgistreytirnar og leingja um royndartíðina innan fyri ta mestutíð, sum ásett er í § 56, stk. 2.
3) Við dómi taka avgerð um, at fongsulsrevsingin skal fullgerast. § 58, stk. 1, er somuleiðis galdandi.
Stk. 2. Fyri rættaravgerðir, sum eru nevndar í stk. 1, er § 59, stk. 2, somuleiðis galdandi.
§ 61. Verða, áðrenn royndartíðin er úti, tikin rættargangsstig móti tí dømda, har hann verður skuldsettur fyri revsiverd viðurskifti, sum eru framd áðrenn tann treytaða dómin, ásetir rætturin rættarfylgjuna fyri hendan tilburðin og tað áður dømda lógarbrotið.
Stk. 2. Fremur tann dømdi nýggj revsiverd viðurskifti í royndartíðini, og verða, áðrenn royndartíðin er úti, tikin rættargangsstig, har hann verður skuldsettur fyri tilburðin, ásetir rætturin treytaleysa revsing ella aðra rættarfylgju fyri hendan tilburðin og tað áður dømda lógarbrotið. Ásetingarnar í § 88, stk. 2-4, eru somuleiðis galdandi. Tá ið umstøðurnar tala fyri tí, kann rætturin í staðin:
1) døma treytaleysa revsing einans fyri nýggju tilburðirnar, møguliga saman við eini broyting av fylgistreytunum í treytaða dóminum, ella
2) siga nýggjan treytaðan dóm fyri bæði lógarbrotini ella bert fyri nýggja tilburðin í samsvari við reglurnar í hesum ella næsta kapitli.
§ 61 a. (Strikað).
Samfelagstænasta
§ 62. Verður treytaður dómur eftir reglunum í §§ 56 og 57 hildin at vera ónøktandi, kann rætturin, um tann ákærdi verður mettur at vera egnaður til tess, døma treytaðan dóm við fylgistreyt um samfelagstænastu.
Stk. 2. Avgerðin um at útseta fullgerðina av fongsulsrevsing verður tikin eftir reglunum í § 56, stk. 1.
Stk. 3. Útsetingin verður treytað av, at tann dømdi ikki fremur revsiverd viðurskifti í einari royndartíð, og at hann heldur tær fylgistreytir, sum eru settar sambært § 63.
§ 63. Sum fylgistreyt fyri at útseta fongsulsrevsing verður ásett, at tann dømdi skal gera ólønta samfelagstænastu í minsta lagi 30 og í mesta lagi 300 tímar. Samfelagstænastan skal verða útint innan fyri eina mestutíð, sum verður ásett í mun til tímatalið.
Stk. 2. Mestatíðin, sum er ásett sambært stk. 1, kann verða longd av umsjónarmyndugleikanum, um serligar orsakir tala fyri tí, tó ikki út yvir royndartíðina. Avgerðin hjá umsjónarmyndugleikanum um at leingja mestutíðina verður løgd fyri rættin eftir umbøn frá tí dømda.
Stk. 3. Í dóminum verður ásett royndartíð upp á í mesta lagi 2 ár. Er treytaða fongsulsrevsingin ásett at vera í mesta lagi 3 mánaðir, heldur royndartíðin uppat, tá ið mestatíðin at gera samfelagstænastu er runnin.
Stk. 4. Tann dømdi skal vera undir umsjón í royndartíðini. Rætturin kann harumframt, um tað verður hildið at vera gagnligt, áseta fylgistreytir, sum eru nevndar í § 57. Umsjónin endar, og møguligar fylgistreytir sambært § 57 detta burtur, tá ið mestatíðin at gera samfelagstænastu er runnin, um ikki annað er ásett í dóminum.
§ 64. Í sambandi við treytaðan dóm við fylgistreyt um samfelagstænastu kann verða dømd treytaleys fongsulsrevsing ella sekt eftir reglunum í § 58. Fongsulsrevsing ásett sambært § 58, stk. 1, kann tó ikki vera longri enn 3 mánaðir ella ein triðing av samlaðu fongsulsrevsingini.
§ 65. Ásetingarnar í § 59 um at broyta ella seta úr gildi fylgistreytir eru somuleiðis galdandi fyri tær ásetingar, sum eru gjørdar sambært § 63.
§ 66. Heldur tann dømdi ikki fylgistreyt um samfelagstænastu ella aðra fylgistreyt, kann rætturin:
1) taka avgerð um treytaleysa fongsulsrevsing fyri framda lógarbrotið, ella
2) áseta, at treytaði dómurin skal halda áfram, møguliga saman við eini leinging av mestutíðini fyri samfelagstænastu og av royndartíðini innan fyri tey mørk, sum eru ásett í § 63.
Stk. 2. Tá ið treytaleys revsing verður ásett eftir stk. 1, nr. 1, kann § 58, stk. 1, nýtast. Ein treytað partrevsing eftir hesi áseting kemur tá í staðin fyri dómin um samfelagstænastu, og til hesa kunnu leggjast fylgistreytir sambært § 63, stk. 4. Uttan mun til hesar ásetingar kann í sambandi við framhaldandi samfelagstænastu verða dømd treytaleys fongsulsrevsing upp til 3 mánaðir.
Stk. 3. Tá ið revsing verður ásett, skal fyrilit havast fyri vavinum av tí samfelagstænastu, tann dømdi hevur útint. Um tann dømda treytaða fongsulsrevsingin er ásett at vera longri enn 3 mánaðir, verður dømda samfelagstænastan mett at svara til tveir triðingar av treytaðu fongsulsrevsingini.
Stk. 4. Avgerðir um at fullgera útsetta revsing verða tiknar við dómi. Aðrar avgerðir verða tiknar við úrskurði. § 59, stk. 2, er somuleiðis galdandi.
§ 67. Reglurnar í § 61 eru somuleiðis galdandi í málum um persónar, sum eftir ein treytaðan dóm við fylgistreyt um samfelagstænastu verða skuldsettir fyri revsiverd viðurskifti, sum teir hava framt fyri ella eftir dómin.
Stk. 2. Verður treytaleys partrevsing dømd eftir § 58, stk. 1, ella eftir § 61, stk. 2, nr. 1, kemur fyri restina av revsingini ein treytaður dómur sambært kapitli 7 í staðin fyri dómin til samfelagstænastu. Uttan mun til ásetingarnar í 1. pkt. kann í sambandi við framhaldandi samfelagstænastu verða dømd treytaleys fongsulsrevsing upp til 3 mánaðir.
Stk. 3. § 66, stk. 3 er somuleiðis galdandi.
Kapittul 9 3) 14) 6) 3) 18) 16) 20) 24) 25) 1)
Aðrar rættarfylgjur av teirri revsiverdu gerðini
§ 68. Verður ein ákærdur persónur fríkendur fyri revsing sambært § 16, kann rætturin taka avgerð um at nýta aðrar fyriskipanir, ið verða hildnar at vera gagnligar til at fyribyrgja fleiri lógarbrot.
Stk. 2. Um minni víðfevndar fyriskipanir sum umsjón, ásetingar um uppihaldsstað ella arbeiði, avvenjingarviðgerð, psykiatrisk viðgerð o.a. ikki verða hildnar at vera nøktandi, kann avgerð takast um, at viðkomandi skal verða settur á sjúkrahús fyri sálarsjúk, á stovn fyri persónar, ið bera víðfevnandi sálarlig brek, ella undir umsjón við møguleika fyri fyrisitingarligari seting ella á egnað heim ella egnaðan stovn til serliga røkt ella umsorgan.
Stk. 3. Seting í trygdarvarðhald kann gerast eftir teimum treytum, sum eru nevndar í § 70.
§ 68 a. Hevur fyriskipan eftir § 68 ella § 72, samanber við § 68, við sær, at tann dømdi skal setast í ein stovn, ella inniheldur fyriskipanin henda møguleika, verður ásett ein mestatíð upp á 5 ár fyri hesa fyriskipan. Mestatíðin fevnir eisini um fyriskipanir, sum verða ásettar seinni eftir § 72, samanber við § 68, og sum hava við sær linking av teirri fyriskipan, sum hevur verið higartil. Undir serligum umstøðum kann rætturin eftir umbøn frá ákæruvaldinum við úrskurði áseta nýggja mestutíð upp á 2 ár.
Stk. 2. Í teimum førum, sum eru nevnd í stk. 1, verður vanliga eingin mestatíð ásett, um tann dømdi verður funnin sekur í drápi, ráni, frælsistøku, grovum harðskapsbrotsverki, hóttanum av tí slagi, sum er nevnt í § 266, eldáseting, neyðtøku ella øðrum álvarsomum kynsligum brotsverki ella í roynd at fremja eitt av nevndu brotsverkum. Er eingin mestatíð ásett, leggur ákæruvaldið spurningin um at broyta ella endaliga at úrgilda fyriskipanina fyri rættin 5 ár eftir avgerðina, um spurningurin ikki hevur verið lagdur fyri rættin innan fyri tvey tey síðstu árini. Síðan verður spurningurin lagdur fyri rættin í minsta lagi annaðhvørt ár.
Stk. 3. Í sambandi við aðrar fyriskipanir enn tær, sum eru nevndar í stk. 1, verður ásett ein mestatíð fyri fyriskipanina, sum ikki kann vera longri enn 3 ár. Undir serligum umstøðum kann rætturin eftir umbøn frá ákæruvaldinum við úrskurði leingja mestutíðina. Samlaða tíðin fyri fyriskipanina kann ikki vera longri enn 5 ár.
§ 69. Var støðan hjá gerningsmanninum, tá ið revsiverda gerðin varð framd, treytað av vantandi menning, viknan ella ólagi í sálarliga virkisførinum, ið ikki er av slíkum slag, sum nevnt í § 16, kann rætturin, um tað verður hildið at vera gagnligt, í staðin fyri at døma revsing taka avgerð um fyriskipanir sambært § 68, stk. 2.
§ 69 a. Hevur fyriskipan eftir § 69 við sær, at tann dømdi skal setast í ein stovn, ella inniheldur fyriskipanin henda møguleika, verður ásett ein mestatíð upp á 5 ár fyri hesa fyriskipan, og fyri stovnsuppihaldið verður ásett ein mestatíð á vanliga ikki longri enn 1 ár. Mestatíðin upp á 5 ár fevnir eisini um fyriskipanir, sum verða ásettar seinni eftir § 72, samanber við § 69 og § 68, stk. 2, og sum hava við sær linking av fyriskipani higartil. Undir serligum umstøðum kann rætturin eftir umbøn frá ákæruvaldinum við úrskurði áseta nýggja mestutíð upp á 2 ár fyri fyriskipanina ella eina nýggja mestutíð fyri uppihaldið.
Stk. 2. Í teimum førum, sum eru nevnd í stk. 1, verður tó vanliga eingin mestatíð ásett fyri fyriskipanina, um tann dømdi verður funnin sekur í drápi, ráni, frælsistøku, grovum harðskapsbrotsverki, hóttanum av tí slagi, sum nevnt er í § 266, eldáseting, neyðtøku ella øðrum álvarsomum kynsligum brotsverki ella í roynd at fremja eitt av nevndu brotsverkum. § 68 a, stk. 2, 2. og 3. pkt., eru somuleiðis galdandi.
Stk. 3. Viðvíkjandi øðrum fyriskipanum enn teimum, sum eru nevndar í stk. 1, verður ásett ein mestatíð, sum ikki kann vera longri enn 3 ár. Undir serligum umstøðum kann rætturin eftir umbøn frá ákæruvaldinum við úrskurði leingja mestutíðina. Samlaða tíðin fyri fyriskipanina kann ikki vera longri enn 5 ár.
§ 70. Persónur kann dømast í trygdarvarðhald, um:
1) hann verður funnin sekur í drápi, ráni, frælsistøku, grovum harðskapsbrotsverki, hóttanum av tí slagi, sum nevnt er í § 266 ella eldáseting ella í roynd at fremja eitt av nevndu brotsverkum,
2) tað eftir sermerkinum á framda tilburðinum og eftir upplýsingunum um hann persónliga, herímillum serliga um áður framdan kriminalitet, má roknast við, at hann hevur í sær nærliggjandi vanda fyri lívi, likami, heilsu ella frælsi hjá øðrum, og
3) mett verður, at neyðugt er við trygdarvarðhaldi í staðin fyri fongsli til at fyribyrgja hesum vanda.
Stk. 2. Persónur kann eisini dømast í trygdarvarðhald, um:
1) hann verður funnin sekur í neyðtøku ella øðrum álvarsomum kynsligum brotsverki ella í roynd at fremja slíkt brotsverk,
2) tað eftir sermerkinum á framda tilburðinum og eftir upplýsingunum um hann persónliga, herímillum um áður framdan kriminalitet, má roknast við, at hann hevur í sær munandi vanda fyri lívi, likami, heilsu ella frælsi hjá øðrum, og
3) mett verður, at neyðugt er við trygdarvarðhaldi í staðin fyri fongsli til at fyribyrgja hesum vanda.
§ 71. Verður talan um at døma ein ákærdan til at verða settur á stovn ella í trygdarvarðhald eftir reglunum í §§ 68-70, kann rætturin tilnevna honum ein stuðulsverja, helst ein av nærmastu avvarðandi hansara, ið saman við tilnevnda verjanum skal vera tí ákærda til hjálpar í málinum.
Stk. 2. Er tann ákærdi dømdur til at verða settur á stovn ella í trygdarvarðhald sum nevnt í stk. 1, ella gevur avgerðin møguleika fyri slíkari setan, skal hann fáa stuðulsverja tilnevndan. Hesin skal halda seg kunnaðan um støðuna hjá tí dømda og ansa eftir, at uppihaldið og aðrar fyriskipanir ikki vara longur enn neyðugt. Tilnevningin steðgar, tá ið fyriskipanin verður endaliga úrgildað.
Stk. 3. Løgmálaráðharrin ásetir neyvari reglur fyri, hvussu stuðulsverjar verða settir í starv og løntir, og hvørjar uppgávur og heimildir teirra skulu vera.
§ 72. Tað er skyldan hjá ákæruvaldinum at ansa eftir, at ein fyriskipan sambært §§ 68, 69 ella 70 ikki verður varðveitt longur og í størri mun enn neyðugt.
Stk. 2. Avgerð um at broyta ella endaliga at úrgilda fyriskipan eftir §§ 68, 69 ella 70 verður tikin við úrskurði eftir umbøn frá tí dømda, hjálparverjanum, ákæruvaldinum, stovnsleiðsluni ella kriminalforsorgini. Umbøn frá tí dømda, hjálparverjanum, stovnsleiðsluni ella kriminalforsorgini verður sett fram fyri ákæruvaldinum, ið sum skjótast leggur spurningin fyri rættin. Verður umbøn frá tí dømda ella hjálparverjanum ikki eftirlíkað, kann nýggj umbøn ikki setast fram fyrr enn hálvt ár eftir, at úrskurðurin er sagdur.
Stk. 3. Ásetingin í § 59, stk. 2, er somuleiðis galdandi fyri avgerðir eftir stk. 2. Er tað spurningur um at broyta fyriskipanina orsakað av nýggjum lógarbroti, verður spurningurin tó avgreiddur av tí rætti, ið viðger málið um brotið.
§ 73. Er tann, sum hevur framt revsiverda gerð, eftir at hon varð framd, men áðrenn dómur er fallin, komin í eina ikki bert fyribils støðu av tí í § 16 og § 69 nevnda slagi, ger rætturin av, um revsing skal dømast ella detta burtur. Verður tað hildið at vera gagnligt, kann rætturin gera av, at fyriskipanir eftir §§ 68 ella 69 skulu koma í staðin fyri revsing, ella til revsingin kann verða fullførd.
Stk. 2. Ásetingarnar í §§ 71 og 72 eru somuleiðis galdandi.
Stk. 3. Verður persónur, sum verður dømdur revsing, sambært stk. 1, 2. pkt. settur á stovn, verður tíðin á stovninum roknað upp í revsingartíðina.
§ 73 a. Løgmálaráðharrin kann í samráð við landsstýrið áseta reglur um at geva útgonguloyvi o.a. til persónar, sum eru settir á sjúkrahús fyri sálarsjúk o.a. sambært avgerð, sum er tikin eftir §§ 68 ella 69. Løgmálaráðharrin kann í hesum sambandi áseta, at avgerðir, sum verða tiknar eftir hesum reglum, ikki kunnu leggjast fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika.
Stk. 2. Løgmálaráðharrin kann áseta reglur um nýtslu av valdi og trygdarútbúnaði yvir fyri persónum, sum eru settir á sjúkrahús fyri sálarsjúk o.a. sambært avgerð, sum er tikin eftir §§ 68 ella 69, í sambandi við flutning, ið verður fyriskipaður av starvsfólki hjá kriminalforsorgini. Løgmálaráðharrin kann eisini áseta reglur um kanning uttan rættarúrskurð av persónum, sum eru settir á sjúkrahús fyri sálarsjúk o.a. sambært avgerð, sum er tikin eftir §§ 68 ella 69, í sambandi við flutning, ið verður fyriskipaður av starvsfólki hjá kriminalforsorgini.
§ 74. (Strikað).
§ 74 a. Um ein persónur, sum um brotsgerðarmundið ikki hevur fylt 18 ár, hevur framt grovari persónshættislig lógarbrot ella onnur álvarsom lógarbrot, kann rætturin áseta, at viðkomandi skal geva seg undir 2 ára skipaða sosialnámsfrøðiliga viðgerð, sum er undir eftirliti, um tað verður hildið at vera gagnligt til at fyribyrgja fleiri lógarbrot.
Stk. 2. Rætturin kann geva tí dømda boð, ið svara til tær fylgistreytir, sum kunnu verða álagdar sambært § 57. Mestatíðin fyri uppihaldi á samdøgursstovni ella góðkendum tilhaldi er 1 ár og 6 mánaðir, av hesum kunnu í mesta lagi 12 mánaðir vera á trygdardeild á samdøgursstovni fyri børn og ung. Fremur persónur, sum er undir fyriskipan sambært stk. 1, nýtt lógarbrot, kann rætturin í staðin fyri at døma revsing leingja um fyriskipanina, herímillum mestutíðirnar sambært 2. pkt. við upp til 6 mánaðum.
Stk. 3. Tann dømdi kann krevja, at avgerðir um flyting á trygdardeild á samdøgursstovni fyri børn og ung og avgerðir um at flyta frá viðgerð á dagdeild til seting á samdøgursstovn fyri børn og ung ella á góðkent uppihaldsstað skulu roynast í rættinum. Sama er galdandi, tá ið sosialir myndugleikar við heimild í dóminum taka avgerð um, at viðkomandi skal verða verandi á stovni út yvir ta í dóminum ásettu tíðina fyri uppihaldið. Avgerðin verður tikin við úrskurði. At málið verður lagt fyri rættin hevur ikki steðgandi virknað. Ásetingin í § 59, stk. 2, er somuleiðis galdandi.
Stk. 4. Løgmálaráðharrin kann í samráð við landsstýrið áseta reglur um at geva útgonguloyvi o.a. til persónar, sum eru undir fyriskipan sambært stk. 1 og 2. Løgmálaráðharrin kann í hesum sambandi áseta, at avgerðir, sum verða tiknar eftir hesum reglum, ikki kunnu leggjast fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika.
§ 75. Úrtøka frá revsiverdari gerð ella samsvarandi upphædd kann verða inndrigin heilt ella lutvíst. Er ikki neyðugt grundarlag til at staðfesta støddina á upphæddini, kann inndragast ein upphædd, ið verður mett at svara til úrtøkuna.
Stk. 2. Verður tað mett neyðugt til at fyribyrgja fleiri lógarbrot ella tala serligar umstøður annars fyri tí, kunnu verða inndrignir:
1) lutir, sum hava verið brúktir ella ætlaðir at vera brúktir til eina revsiverda gerð,
2) lutir, sum eru framleiddir við einari revsiverdari gerð, og
3) lutir, við hvørjum tað aðramáta er framd ein revsiverd gerð.
Stk. 3. Í staðin fyri inndrátt av teimum lutum sum eru nevndir í stk. 2, kann inndragast ein upphædd, ið svarar heilt ella lutvíst til virðið á lutunum.
Stk. 4. Í staðin fyri inndrátt sambært stk. 2 kann verða avgjørt at seta í verk tiltøk viðvíkjandi lutunum til at fyribyrgja fleiri lógarbrotum.
Stk. 5. Tá ið felagsskapur verður avtikin við dómi, kunnu ognir og virðir annars hjá felagsskapinum verða inndrigin.
§ 76. Inndráttur eftir § 75, stk. 1, kann verða framdur hjá tí, sum beinleiðis hevur fingið úrtøkuna av revsiverdu gerðini.
Stk. 2. Inndráttur av lutum og virðum, sum eru nevnd í § 75, stk. 2 og 3, kann verða framdur hjá tí, sum stendur til svars fyri lógarbrotinum, og hjá tí, hvørs vegna hann hevur handlað.
Stk. 3. Serliga tryggjaði rættindi yvir lutum, sum verða inndrignir, detta einans burtur, um rætturin tekur avgerð um tað eftir treytum, ið svara til teirra, sum eru nevndar í stk. 2.
Stk. 4. Hevur ein av teimum persónum, sum eru nevndir í stk. 1 og 2, aftan á revsiverdu gerðina rátt yvir úrtøku ella lutum sambært § 75, stk. 2, ella rættindi yvir teimum, kann tað avhendaða ella virðið á tí verða inndrigið hjá ognaranum, um hesin visti um sambandið, sum tað avhendaða hevði við revsiverdu gerðina. Tað sama er galdandi, um hann hevur víst grovt ósketni í hesum sambandi, ella um avhendingin hevur verið framd sum gáva.
Stk. 5. Doyr persónur, sum hevur inndráttarábyrgd eftir stk. 1-4, dettur ábyrgd hansara burtur. Hetta er tó ikki galdandi fyri inndrátt eftir § 75, stk. 1.
§ 76 a. Heilur ella lutvísur inndráttur kann gerast av ognum hjá persóni, sum verður funnin sekur í revsiverdari gerð, tá ið:
1) gerðin er av slíkum slag, at hon kann geva munandi úrtøku, og
2) gerðin sambært lóg kann revsast við fongsli í 6 ár ella meira, ella er brot á lóggávuna um euforiserandi evni.
Stk. 2. Undir treytum, sum eru nevndar í stk. 1, kann heilur ella lutvísur inndráttur gerast av ognum, sum hjúnafelagin ella sambúgvin hjá viðkomandi hevur ognað sær, uttan so at:
1) ognarluturin er útvegaður meiri enn 5 ár fyri ta revsiverdu gerðina, sum er grundarlagið fyri inndráttin eftir stk. 1, ella
2) hjúnalagið ella fastasamlívið ikki var, tá ið ognarluturin varð útvegaður.
Stk. 3. Undir treytum, sum eru nevndar í stk. 1, kann heilur ella lutvísur inndráttur gerast av ognum, sum eru avhendar til løgfrøðiligan persón, sum viðkomandi einsamallur ella saman við nærmastu sínum hevur avgerandi ávirkan á. Sama er galdandi, um viðkomandi fær munandi part av inntøkunum hjá løgfrøðiliga persóninum. Inndráttur kann tó ikki verða framdur, um ognin er avhend til løgfrøðiliga persónin meiri enn 5 ár fyri ta revsiverdu gerðina, sum er grundarlagið fyri inndráttin eftir stk. 1.
Stk. 4. Inndráttur eftir stk. 1-3 kann ikki verða gjørdur, um viðkomandi ger tað sannlíkt, at ein ognarlutur er útvegaður á lógligan hátt ella fyri lógliga útvegaða peningaogn.
Stk. 5. Í staðin fyri at inndraga ávísar ognarlutir eftir stk. 1-3 kann verða inndrigin ein upphædd, ið svarar til heilt ella lutvíst virði á ognunum.
§ 77. Verður inndrigið eftir § 75, stk. 1, ella § 76 a, og hevur onkur endurgjaldskrav í sambandi við lógarbrotið, kann tað inndrigna verða brúkt til at dekka endurgjaldskravið.
Stk. 2. Sama er galdandi fyri lutir og virðir, sum eru inndrigin eftir § 75, stk. 2 og 3, um avgerð verður tikin um tað í dóminum.
Stk. 3. Hevur tann dømdi í onkrum av teimum førum, sum eru nevnd í stk. 1 og 2, goldið tí órættaða endurgjald eftir dómin, verður inndráttarupphæddin minkað samsvarandi.
§ 77 a. Lutir kunnu inndragast, um stúrt verður fyri, at teir, vegna slag og í samband við aðrar ítøkiligar umstøður, fara at verða brúktir í eini revsiverdari gerð, og tað verður mett neyðugt til tess at fyribyrgja revsiverdu gerðini. Undir somu treytum kunnu aðrir ognarlutir verða inndrignir, herímillum peningur. § 75, stk. 4, er somuleiðis galdandi.
§ 78. Revsiverd viðurskifti hava ikki við sær miss av borgarligum rættindum, herímillum rætt at virka sambært vanligum vinnubrævi ella sjóvinnubrævi.
Stk. 2. Tann, sum er dømdur fyri revsiverd viðurskifti, kann tó verða útihýstur frá at reka virksemi, sum krevur serliga almenna løggilding ella góðkenning, um framda gerðin gevur orsøk til at halda, at nærliggjandi vandi er fyri misnýtslu av starvinum ella vinnuni.
Stk. 3. Spurningar um, hvørt framda gerðin er til hindurs fyri at reka virksemi, sum nevnt er í stk. 2, skulu verða lagdir fyri rættin av ákæruvaldinum eftir áheitan antin frá honum, sum hevur fingið noktandi svar upp á umsókn um slíka løggilding ella góðkenning, ella frá viðkomandi myndugleika. § 59, stk. 2 er somuleiðis galdandi. Avgerðin verður tikin við úrskurði.
Stk. 4. Ger rætturin av at útihýsa einum frá at reka viðkomandi virksemi, kann spurningurin leggjast fyri rættin av nýggjum, tó ikki fyrr enn 2 ár eru liðin. Viðkomandi myndugleiki kann tó geva løggildingina ella góðkenningina aftur, áðrenn 2 ára freistin er liðin.
§ 79. Tann, ið rekur virksemi, sum er nevnt í § 78, stk. 2, kann við dómi fyri revsiverd viðurskifti missa rættin til at halda áfram við at reka viðkomandi virksemi ella til at reka tað á ávísan hátt, um framda gerðin gevur orsøk til at halda, at nærliggjandi vandi er fyri misnýtslu av starvinum ella støðuni.
Stk. 2. Tá ið serligar umstøður tala fyri tí, er sama galdandi fyri at reka annað virksemi. Eftir somu reglu kann verða frádømdur rætturin til at vera í leiðsluni av einum vinnuvirki her á landi ella uttanlands, uttan at ábyrgjast persónliga og óavmarkað fyri skyldurnar hjá vinnuvirkinum.
Stk. 3. Frádømingin kann vara úr 1 upp í 5 ár, roknað frá endaligum dómi. Frádømingin kann eisini vara í óásetta tíð, men í hesum føri skal, tá ið 5 ár eru liðin, spurningurin um framhaldandi útihýsing frá viðkomandi virksemi leggjast fyri rættin sambært reglunum í § 78, stk. 3 og 4. Tá ið serligar umstøður tala fyri tí, kann løgmálaráðharrin geva loyvi til, at spurningurin verður lagdur fyri rættin, áðrenn freistin, sum er nevnd í 2. pkt. er liðin.
Stk. 4. Undir viðgerðini av teimum málum, sum eru nevnd í stk. 1 og 2, kann rætturin við úrskurði útihýsa viðkomandi frá at reka virksemið, til málið er endaliga avgjørt. Í dóminum kann verða ásett, at tað ikki hevur steðgandi virknað at skjóta málið inn fyri hægri rætt.
Kapittul 10 17) 6) 3) 5) 16) 19) 14) 1)
At áseta revsing
§ 80. Tá ið revsing verður ásett, skal við fyriliti fyri einsháttaðari rættarreglunýtslu leggjast dentur á grovleikan á lógarbrotinum og á upplýsingar um gerningsmannin.
Stk. 2. Tá ið mett verður um grovleikan á lógarbroti, skal atlit takast at tí skaða, vanda og teirri skemd, ið lógarbrotið hevur við sær, og hvat gerningsmaðurin skilti ella átti at havt skilt. Tá ið mett verður um upplýsingarnar um gerningsmannin, skal atlit takast at vanligu persónligu og sosialu viðurskiftum hansara, at viðurskiftum hansara fyri og eftir gerðina og orsøkum hansara til gerðina.
Stk. 3. Í meting sambært stk. 2 er tað ikki at rokna sum linnandi umstøður, at gerðin er grundað á trúgv, mentanarlig viðurskifti ella tílíkt.
§ 81. Tá ið revsing verður ásett, skal tað vanliga roknast sum skerpandi umstøður:
1) at gerningsmaðurin áður er revsaður, og tað hevur týdning fyri málið,
2) at fleiri hava framt gerðina í felag,
3) at gerðin er serliga væl løgd til rættis ella er liður í víðfevndum lógarbrotum,
4) at gerningsmaðurin ætlaði, at gerðin skuldi hava munandi álvarsamari avleiðingar, enn hon fekk,
5) at gerningsmaðurin hevur víst serligt fyrilitsloysi,
6) at gerðin hevur støði í annans etniska uppruna, trúgv, kynsliga samleika ella tílíkt,
7) at gerðin hevur støði í lógligari framsøgn hjá tí órættaða í almennum orðaskifti,
8) at gerðin er framd undir útinning av almennari tænastu ella starvi ella við misnýtslu av starvi ella serligum álitissambandi annars,
9) at gerningsmaðurin hevur fingið annan persón at viðvirka til gerðina við tvingsli, sviki ella við at misnýta annans unga aldur ella munandi fíggjarligu ella persónligu trupulleikar, manglandi innlit, gáloysni ella bundinskap,
10) at gerningsmaðurin hevur viðvirkað til lógarbrot, sum er framt av barni undir 15 ár,
11) at gerningsmaðurin hevur misnýtt verjuleysu støðuna hjá tí órættaða,
12) at gerðin er framd av persóni, sum:
a) er varðhaldsfongslaður ella undir fyriskipan, ið kemur í staðin fyri varðhaldsfongsling,
b) situr revsing ella aðra frælsisskerjandi revsirættarliga rættarfylgju, ella
c) hevur seg undan revsing ella aðrari frælsisskerjandi revsirættarligari rættarfylgju,
13) at gerðin er framd av persóni, sum hevur verið varðhaldsfongslaður ella undir fyriskipan, ið kemur í staðin fyri varðhaldsfongsling, ella av persóni, sum hevur sitið revsing ella aðra frælsisskerjandi revsirættarliga rættarfylgju, og gerðin er framd ímóti stovninum ella ímóti persóni, sum er í starvi á stovninum, ella
14) at gerðin hevur støði í útinningini av almennari tænastu ella starvi hjá tí órættaða ella nærmastu hansara.
§ 82. Tá ið revsing verður ásett, skal tað vanliga verða roknað sum linnandi umstøður:
1) at gerningsmaðurin ikki var fyltur 18 ár, tá ið gerðin varð framd,
2) at gerningsmaðurin hevur høgan aldur, og tá ið brúk av vanligari revsing er óneyðug ella skaðilig,
3) at gerðin gongur at markinum at vera fevnd av revsingarloysisgrund,
4) at gerningsmaðurin hevur handlað í umberandi ókunnleika um ella umberandi misskiljing av rættarreglum, sum forbjóða ella áleggja, at gerðin verður framd,
5) at gerðin er framd í sinnismuni, sum tann órættaði ella persónar, ið hava tilknýti til hansara, hava elvt til við einum álopi av órøttum ella við grovari niðran,
6) at gerðin er framd sum fylgja av tvingsli, sviki ella við at misnýta unga aldur gerningsmansins ella munandi fíggjarligu ella persónligu trupulleikar, manglandi innlit gáloysni ella bundinskap hansara,
7) at gerðin er framd í sterkari samkenslu ella sinnisrørslu, ella tað eru aðrar serligar upplýsingar um sinnisstandin hjá gerningsmanninum ella umstøðurnar annars í sambandi við gerðina,
8) at gerningsmaðurin sjálvboðin hevur forðað fyri ella hevur roynt at forðað fyri tí vanda, sum er skaptur við teirri revsiverdu gerðini,
9) at gerningsmaðurin sjálvboðin hevur meldað seg og hevur givið treytaleysa ájáttan,
10) at gerningsmaðurin hevur givið upplýsingar, sum eru avgerandi fyri uppkláringina av revsiverdum gerðum, sum onnur hava framt,
11) at gerningsmaðurin hevur afturbøtt ella hevur roynt at afturbøtt tann skaða, sum er skaptur við teirri revsiverdu gerðini,
12) at gerningsmaðurin orsakað av teirri revsiverdu gerðini missir rættin til eitt av teimum í § 79 nevndu rættindum, ella skal tola aðrar fylgjur, ið kunnu javnsetast við revsing,
13) at revsimálið ímóti gerningsmanninum ikki er avgreitt innan fyri rímiliga tíð, uttan at tað kann lastast gerningsmanninum, ella
14) at so long tíð er liðin, síðan tann revsiverda gerðin varð framd, at vanlig revsing er óneyðug.
§ 83. Revsingin kann minkast niður um ta ásettu revsirammuna, tá ið upplýsingar um gerðina, gerningsmannin ella onnur viðurskifti avgerandi tala fyri tí. Eru umstøðurnar aðramáta linnandi, kann revsingin detta burtur.
§ 84. Ein treyt fyri at nýta áseting um herda revsing ella aðra rættarfylgju í endurtøkuførum er, at gerningsmaðurin, áðrenn hann aftur breyt lógina, er funnin sekur í at hava framt revsiverda gerð, sum lógin gevur endurtøkuvirknað á ta nú framdu gerðina, ella roynd at fremja ella at viðvirka til slíka gerð.
Stk. 2. Rætturin kann geva revsidómum, ið eru sagdir uttan fyri ríkið sama endurtøkuvirknað sum teimum, ið eru sagdir her á landi.
Stk. 3. Endurtøkuvirknaður endar, tá ið tað, áðrenn nýggja revsiverda gerðin varð framd, eru liðin 10 ár, síðan fyrr dømda revsingin er sitin, endaliga eftirgivin ella burturdottin. Var fyrr dømda revsingin sektarrevsing, verður nevnda freist roknað frá dagfestingini á tí endaliga dóminum ella sektaravgerðini. Í treytaðum dómi verður freistin roknað frá tí endaliga dóminum.
§ 85. (Strikað).
§ 86. Hevur tann dømdi verið handtikin, varðhaldsfongslaður ella innlagdur til sálarkanningar, verður dømda fongsulsrevsingin stytt við so nógvum byrjaðum døgum, sum frælsistøkan ella innleggingin hava vart.
Stk. 2. Frælsistøka, styttri enn 24 tímar, hevur ikki stytting við sær.
Stk. 3. Hevur tann dømdi undir frælsistøkuni verið avbyrgdur eftir avgerð hjá rættinum, verður dømda fongsulsrevsingin stytt ein dag afturat fyri hvørt byrjað tíðarskeið upp á tríggjar dagar, ið tann dømdi hevur verið avbyrgdur.
Stk. 4. Dómurin skal upplýsa um longdina á teirri frælsistøku, innlegging ella avbyrging, sum hevur stytting við sær.
Stk. 5. Rætturin kann sum undantak gera av, at øll revsingin er at rokna sum sitin, hóast dømda revsingin er longri enn tíðin, sum tann dømdi hevur verið frælsisskerdur ella innlagdur.
Stk. 6. Verður dómsskot burturvíst ella tikið aftur, verður henda avgerð tikin av yvirskipaða rættinum við samtykt. Er sektarrevsing dømd, skal í dóminum vera ásett, at sektin heilt ella lutvíst er at rokna sum staðin.
Stk. 7. Verður dømt eftir § 58, stk. 1, skal stytting gerast í treytaleysa partinum av revsingini. Í dóminum kann tó verða ásett, at stytting ikki ella bert lutvíst skal gerast í treytaleysa partinum av revsingini.
Stk. 8. Er samfelagstænasta dømd, skal stytting, ið sambært stk. 7 ikki verður gjørd í møguliga treytaleysa partinum av revsingini, gerast lutfalsliga í dømda tímatalinum av samfelagstænastu.
Stk. 9. Ásetingarnar í stk. 1-8 eru at nýta á sama hátt í rættaravgerð eftir § 60, stk. 1, nr. 3, ella § 66, stk. 1, nr. 1, tá ið tann, sum hevur fingið treytaðan dóm, áðrenn avgerðina hevur verið handtikin ella varðhaldsfongslaður.
Stk. 10. Hevur tann dømdi verið handtikin, varðhaldsfongslaður ella innlagdur til sálarkanningar uttanlands, ger rætturin av, hvussu nógv tann dømda revsingin skal styttast.
Stk. 11. Ásetingarnar í stk. 1, 1. og 2. pkt., eru somuleiðis galdandi fyri persónar, sum skulu inn at sita fongsulsrevsing, eftir at hava verið handtiknir ella varðhaldsfongslaðir fyri brot á fylgistreytir fyri náðing ella royndarleyslating.
§ 87. (Strikað).
§ 88. Hevur onkur við einari ella fleiri gerðum framt fleiri lógarbrot, verður fyri hesi brot ásett felags revsing innan fyri ásettu revsirammuna ella, um fleiri revsirammur koma upp á tal, innan fyri ta strangastu teirra. Undir serliga skerpandi umstøðum kann revsingin vera upp til hálva aðru ferð ta harðastu revsingina, sum ásett er fyri eitthvørt av lógarbrotunum.
Stk. 2. Hevur eitt av lógarbrotunum við sær fongsul, meðan eitt annað hevur við sær sekt, kann rætturin heldur enn felags fongsulsrevsing døma sekt og fongsul.
Stk. 3. Hevur eitt av lógarbrotunum við sær dagsekt, meðan eitt annað hevur við sær sektarrevsing av øðrum slagi, ásetir rætturin felags dagsektarrevsing, um tað ikki eftir umstøðunum verður mett at vera rættari at áseta revsing fyri hvørt lógarbrot sær.
Stk. 4. Hevur eitt av lógarbrotunum við sær fyriskipan eftir §§ 68-70 ella § 74 a, meðan eitt annað hevur við sær revsing, kann rætturin gera av, at henda revsing dettur burtur.
§ 89. Verður onkur, sum longu er dømdur revsing, harumframt funnin sekur í aðrari revsiverdari gerð, sum er framd áðrenn dómin, skal eykarevsing dømast, um so er, at revsingin hevði verið harðari, um dømt varð fyri gerðirnar samstundis. Eykarevsing kann vera styttri enn ásett í § 33. Er fyrr dømda revsingin ikki fullgjørd, skulu reglurnar í § 88 fylgjast, um til ber.
§ 89 a. Í sambandi við dóm, har persónur verður dømdur til fyriskipan sambært §§ 68-70 ella § 74 a, kann rætturin taka avgerð um, at áður dømd revsing, ið ikki er fullgjørd, skal detta burtur.
Stk. 2. Verður persónur, sum er undir fyriskipan sambært §§ 68-70 ella § 74 a, dømdur revsing, kann rætturin taka avgerð um, at áður dømd fyriskipan skal detta burtur.
§§ 90-91. (Strikaðar).
Kapittul 11 20) 26) 6) 8) 27) 4) 28) 15) 13) 1)
Uppathald av rættarfylgjum av teirri revsiverdu gerðini
§ 92. Lógarbrot verður ikki revsað, tá ið tað er fyrnað sambært §§ 93-94.
§ 93. Fyrningarfreistin er:
1) 2 ár, tá ið heimild ikki er fyri harðari revsing enn fongsul í 1 ár fyri lógarbrotið.
2) 5 ár, tá ið heimild ikki er fyri harðari revsing enn fongsul í 4 ár.
3) 10 ár, tá ið heimild ikki er fyri harðari revsing enn fongsul í 10 ár.
4) 15 ár, tá ið heimild ikki er fyri harðari revsing enn fongsul í ávísa tíð.
Stk. 2. Fyrningarfreistin er ongantíð minni enn 5 ár fyri:
1) brot á § 296, stk. 3, § 297, stk. 2, og § 302, stk. 2 í hesi løgtingslóg, og
2) brot á skattalóggávuna, tolllóggávuna, avgjaldslóggávuna ella stuðulslóggávuna, ið geva ella kunnu geva vinning av órøttum.
Stk. 3. Fyrningarfreistin er ongantíð minni enn 10 ár fyri brot á § 223, stk. 1, § 225, samanber við § 223, stk. 1 í hesi løgtingslóg ella § 139 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
Stk. 4. Hevur onkur við somu gerð framt fleiri lógarbrot, sum tað sambært stk. 1 og 2 galda ymsar fyrningarfreistir fyri, skal longsta fyrningarfreistin av hesum galda fyri øll brotini.
§ 93 a. Revsiábyrgd fyrnast ikki, tá ið lógarbrotið er fevnt av millumtjóða sáttmála, ið Føroyar hava tikið undir við, og sáttmálin ásetir, at revsiábyrgdin ikki fyrnast.
§ 93 b. Revsiábyrgd fyrnast ikki, tá ið lógarbrotið er fevnt av § 157 a.
§ 94. Fyrningarfreistin verður roknað frá tí degi, tá ið revsiverda gerðin ella undanlátið er hildið uppat.
Stk. 2. Tá ið revsingarbærið er treytað av ella verður ávirkað av fylgju ella aðrari seinni hending, verður freistin tó roknað frá tí, at fylgjan ella hendingin byrjaði.
Stk. 3. Er brotið framt á føroyskum skipi uttan fyri ríkið, verður freistin roknað frá tí degi, at skipið er komið í føroyska havn. Freistarbyrjanin kann tó ikki útsetast í meira enn 1 ár eftir hesi áseting.
Stk. 4. 29) Fyri brot á §§ 210 og 216-224, § 225 sambært §§ 216-224, § 226, § 227, stk. 1, § 245 a, § 246, samanber við § 245 a, § 260, stk. 2, og § 262 a, stk. 2, móti einum persóni undir 18 ár, ella á §§ 229 og 232 móti einum barni undir 15 ár, verður fyrningarfreistin tó í fyrsta lagi roknað frá tí degi, at tann órættaði fyllir 21 ár.
Stk. 5. Sama sum í stk. 4 er galdandi fyri brot á §§ 244, 245 og 246, tá ið talan er um fosturtøku, fosturfækkan ella sterilisering móti einum persóni undir 18 ár uttan samtykki, um hetta ikki er heimilað í lóg.
Stk. 6. Um gerningsmaðurin við harðskapi, ólógligum tvingsli sambært § 260 ella við aðrari revsiverdari gerð hevur tvingað tann órættaða til ikki at melda lógarbrotið til løgregluna, verður fyrningarfreistin tó í fyrsta lagi roknað frá tí løtu, at tvingsilin er hildin uppat.
Stk. 7. Fyrningarfreistin verður slitin, tá ið viðkomandi verður kunnaður um skuldsetingina, ella tá ið ákæruvaldið biður um rættargangsstig, sum hava við sær, at viðkomandi verður skuldsettur. Fyrningarfreistin fyri ábyrgdini hjá løgfrøðiligum persóni kann verða slitin við at kunnuggera tað fyri persóni, ið sambært § 205 í rættargangslógini kann taka ímóti kunnuggeringum vegna tann løgfrøðiliga persónin.
Stk. 8. Verður rættarsókn slept, uttan at verða umgjørd av yvirskipaðum ákæruvaldi áðrenn vanligu freistina fyri umgerð, heldur fyrningarfreistin áfram, sum um rættarsókn ikki hevði verið. Hetta er eisini galdandi, tá ið rættarsókn steðgar í óásetta tíð. Kemst steðgurin av, at tann ákærdi hevur sloppið sær undan rættarsóknini, telur rættarsóknartíðin ikki við, tá ið fyrningarfreistin verður roknað.
§ 95. Tá ið ein gerð ikki kann revsast, av tí at hon er fyrnað, kann hon heldur ikki hava við sær:
1) rættarfylgjur eftir §§ 68-70, § 74 a, § 164, stk. 5, ella § 236,
2) inndrátt, ella
3) rættindamiss.
Stk. 2. Fyrningarfreistin er tó ongantíð styttri enn 5 ár fyri inndrátt, og fyri inndrátt eftir § 75, stk. 1 ongantíð styttri enn 10 ár.
§ 96. Rætturin til privata átalu og til at biðja um almenna átalu dettur burtur, tá ið tann, sum hevur átalurættin, ikki hevur stevnt ella biðið um átalu innan 6 mánaðir eftir, at hann hevur fingið slíka vitan, at hann hevur nóg gott grundarlag til at stevna ella at biðja um átalu.
Stk. 2. Eru fleiri, sum hava átalurætt ella eru sek, verður freistin roknað fyri hvønn sær. Um so er, at freistin til at biðja um almenna átalu er farin fyri ein av teimum seku, men ikki hjá hinum, ger ákæruvaldið tó av, um ein áheitan um at reisa átalu ímóti teimum verður eftirlíkað.
Stk. 3. Rætturin til at reisa privata átalu ella til at biðja um almenna átalu dettur burtur 6 mánaðir eftir, at tann órættaði er deyður.
Stk. 4. Fellur eingin avgerð um revsingarkravið í máli, sum er lógsøkt við privatari átalu, heldur fyrningarfreistin fram, og tann tíð, rættarsóknin hevur vart, verður ikki tald uppí.
Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 1-4 galda eisini fyri ógilding eftir § 273, tó at fyrningarfreistin er 3 ár.
§ 97. Dømd fongsulsrevsing og onnur rættarfylgja av frælsisskerjandi slagi detta burtur við fyrning eftir reglunum í stk. 2-6.
Stk. 2. Fyrningarfreistin er:
1) 5 ár fyri fongsul í upp til 1 ár og fyri fyriskipanir sambært § 74 a,
2) 10 ár fyri fongsul í meira enn 1 ár, men ikki meira enn 4 ár, og fyri fyriskipanir sambært §§ 68 og 69,
3) 15 ár fyri fongsul í meira enn 4 ár, men ikki meira enn 8 ár, og fyri trygdarvarðhald sambært § 70, og
4) 20 ár fyri fongsul í meira enn 8 ár.
Stk. 3. Fyrningarfreistin verður roknað frá teirri løtu, ið dómurin kundi verið fullgjørdur sambært vanligu reglunum í lóggávuni.
Stk. 4. Upp í fyrningarfreistina verður ikki roknað tann tíð, har:
1) fullgerð er útsett við treytaðum dómi ella treytaðari náðing,
2) viðkomandi situr aðra fongsulsrevsing ella er undir aðrari revsirættarligari rættarfylgju av frælsisskerjandi slagi, ella
3) fullgerðin verður tarnað, tí at viðkomandi sleppur sær undan henni.
Stk. 5. Fyrningarfreistin verður slitin, tá ið fullgerðin byrjar.
Stk. 6. Er avgerð tikin um innafturseting eftir royndarleyslating ella royndarútskriving ella eftir treytaða náðing fyri part av revsing, verður fyrningarfreistin fyri írestandi revsingina ella írestandi partin av aðrari rættarfylgju roknað frá tí, at avgerðin um innafturseting er tikin. Verður fullgerðin avbrotin á annan hátt enn við royndarleyslating, royndarútskriving ella náðing, verður freistin roknað frá avbrotinum, samanber tó við stk. 4, nr. 3.
§ 97 a. Er umbøn um úttøku ikki innlatin áðrenn, dettur sekt burtur eftir:
1) 5 árum, um sektin ikki er størri enn 10.000 kr., og
2) 10 árum, um sektin er størri enn 10.000 kr.
Stk. 2. Umskiftisrevsing fyri sekt dettur burtur eftir 3 árum, um fullgerðin ikki er byrjað áðrenn. Er sektin størri enn 10.000 kr., er freistin tó 5 ár.
Stk. 3. Tær fyrningarfreistir, sum eru nevndar í stk. 1, verða roknaðar frá teirri løtu, tá ið avgerðin kundi verið fullgjørd sambært vanligu reglunum í lóggávuni. Upp í freistirnar verður ikki roknað tann tíð, har fullgerð er útsett við treytaðum dómi ella treytaðari náðing.
Stk. 4. Fyrningarfreistin fyri inndráttarkrav er 10 ár.
§ 97 b. Revsirættarligar rættarfylgjur kunnu ikki fullgerast, eftir at tann dømdi er deyður.
Stk. 2. Ákæruvaldið kann tó leggja spurningin um at framleingja inndrátt fyri Føroya rætt. Inndrátturin kann bert framleingjast fyri lutir ella upphæddir, sum eru fingin sum úrtøka frá revsiverdu gerðini, ella sum svara til slíka úrtøku.
Stk. 3. Rætturin kann broyta avgerðina um inndráttin soleiðis, at ein upphædd verður inndrigin í staðin fyri lutir. Avgerðin hjá rættinum verður tikin við úrskurði.
Stk. 4. Avgerðir eftir § 164, stk. 5, kunnu fullgerast, eftir at tann dømdi er deyður.
§ 97 c. Á sama hátt sum viðvíkjandi revsing kann náðing gevast viðvíkjandi inndrátti.
Partur II 30)
Serligur partur
Kapittul 12 28) 6) 31) 5) 6) 30)
Landasvik og onnur brotsverk ímóti sjálvsavgerðarrætti og trygd Føroya fólks o.a.
§ 98. Tann, sum fremur eina gerð, ið miðar eftir við útlendskari hjálp, við valdsnýtslu ella við hóttan um valdsnýtslu at loysa ella leggja Føroyar ella partar av Føroyum undir fremmant vald, verður revsaður við fongsli í upp til lívstíð.
Stk. 2. Eftir ásetingini í stk. 1 verður eisini tann revsaður, sum við nevnda endamáli skipar fyri umfatandi sabotasju, framleiðslustongsli ella ferðslustongsli, og tann, sum luttekur í slíkum virksemi og er vitandi um endamálið við tí.
§ 99. Tann, sum fremur eina gerð, ið miðar eftir at koma Føroyum ella okkara sameindu út í kríggj, herseting ella annan fíggindaskap, sum til dømis avbyrging ella annan tvingsil, ella sum aðramáta virkar fyri at skerja avgerðarrætt Føroya við útlendskari hjálp, verður revsaður við fongsli í upp til lívstíð.
Stk. 2. Við herseting er her og aðrastaðni í kapitlunum 12 og 13 at skilja fremmand herseting av Føroyum, tá ið og so leingi hon verður sett í verk við valdsnýtslu ella við hóttan um valdsnýtslu.
§ 100. Tann, sum við almennum útsøgnum eggjar til ella sum fremur eyðsýndan vanda fyri fíggindaskapi ímóti Føroyum, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Tann, sum við almennum útsøgnum eggjar til ella sum fremur eyðsýndan vanda fyri, at fremmandavald leggur seg út í føroysk viðurskifti, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár.
§ 101. Tann, sum við kríggi, herseting ella øðrum fíggindaskapi í hyggju fremur eina gerð, sum fyrireikar stuðul til fíggindan, verður revsaður við fongsli í upp til 16 ár.
§ 102. Tann, sum í kríggi ella undir herseting stuðlar fíggindanum við ráði ella verki, ella sum fyri at fremja fíggindalig áhugamál veikir stríðsføri ríkisins ella stríðsfelaga tess, verður revsaður við fongsli í upp til 16 ár.
Stk. 2. Sum stuðul til fíggindan eru at rokna hesi viðurskifti:
1) Innskriving til ella hertænasta fyri vápnað lið hjá fíggindaligum hernaðarvaldi ella hersetingarvaldi ella fyri tilknýtta hernaðardeild ella løgregludeild ella aðra tílíka deild ella annan tílíkan felagsskap.
2) Sivilt funktionerarbeiði undir løgreglumyndugleika ella fongsulsmyndugleika hjá fíggindaligum hernaðarvaldi ella hersetingarvaldi, um arbeiðið fevnir um luttøku í avhoyringum ella vaktarhaldi av fangum.
3) Smettan ella líknandi gerð, sum elvir til, at onkur verður handtikin ella verður fyri handtøku ella meini av fíggindaligum myndugleika ella samstarvandi felagsskapi ella persóni.
4) Propaganda fyri fíggindaligt hernaðarvald ella hersetingarvald, herímillum virksemi sum útgevari, ritstjóri ella fyrisitari á dagblaði, tíðarriti, forlagi ella tíðindastovu, sum arbeiðir fyri at fremja fíggindalig áhugamál.
5) Munandi fíggjarligur stuðul til at fremja propagandu soleiðis sum hon er lýst undir nr. 4, ella til flokk ella felagsskap, sum á óhøviligan hátt samstarvar við fíggindaliga hernaðarvaldið ella hersetingarvaldið ella fremur áhugamál tess.
Stk. 3. Er talan um smettan sambært stk. 2, nr. 3, sum er gjørd undir slíkum umstøðum, at gerningsmaðurin hevur skilt, at hann er komin onkrum í hóttandi vanda fyri at missa lívið, fáa munandi skaða á likam ella heilsu, verða førdur av landinum ella verða frælsisskerdur í longri tíð, ella er brot framt á §§ 245, 246 ella 250 fyri á tann hátt at tvinga fram frágreiðing ella játtan ella aðramáta sum liður í mishandling av fangum, kann fongsul upp til lívstíð dømast.
§ 103. Tann, sum í kríggi ella undir herseting, ella tá ið stórur vandi er fyri kríggi ella herseting, misrøkir sáttmála viðvíkjandi fyriskipanum, ið føroyskir myndugleikar av hesi orsøk hava avgjørt at seta í verk, ella sum aðramáta arbeiðir ímóti slíkum fyriskipanum, verður revsaður við fongsli í upp til 3 ár.
Stk. 2. Er sáttmálin misrøktur av grovum ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 4 mánaðir.
§ 104. Tann, sum á óhøviligan hátt, beinleiðis ella gjøgnum millumlið, samstarvar vinnuliga við fíggindaligt hernaðarvald ella hersetingarvald, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 8 ár.
Stk. 2. Revsiábyrgd eftir stk. 1 kann verða løgd á ein og hvønn, sum hevur havt leiðandi starv í viðkomandi fyritøku. Revsiábyrgd kann somuleiðis verða løgd á onnur starvsfólk í fyritøkuni, um tey fyri sín part hava havt serliga ódámliga framferð.
Stk. 3. Tá ið gjørt verður av, um framferðin hevur verið óhøvilig, og hvussu óhøvilig hon hevur verið, skal umframt týdningin, sum fyritøkan hevur fyri tað fíggindaliga hernaðarvaldið ella hersetingarvaldið, serliga verða havt í huga, um viðkomandi:
1) sjálvur hevur virkað fyri at fáa í lag, halda fram við ella víðka um handilssambandið,
2) til frama fyri fíggindan av sínum eintingum hevur umskipað fyritøkuna ella hevur fingið ella hevur roynt at fáa størri ella skjótari framleiðslu enn kravt,
3) hevur biðið fíggindan hjálpa sær mótvegis føroyskum myndugleikum til frama fyri egin áhugamál,
4) hevur forðað ella roynt at forða føroyskum myndugleikum at fáa fulla atgongd at kunna seg um viðurskifti hjá fyritøkuni, ella
5) hevur fingið ella roynt at fáa órímiligan vinning ella aðrar fyrimunir, sum ikki hava verið rímiliga grundaðir handilsliga.
§ 105. Tann, sum undir herseting fremur eina gerð, ið miðar eftir at fáa hersetingarvaldið ella felagsskap ella persón, ið samstarvar við tað, til at gera seg inn á avgerðarrættin hjá føroyskum myndugleikum, ella sum á óhøviligan hátt misnýtir samband við hersetingarvaldið ella felagsskap ella persón, ið samstarvar við tað, fyri at vinna sær sjálvum ella øðrum serligan fyrimun, verður revsaður við fongsli í upp til 8 ár.
§ 106. Tann, sum virkar ímóti tørvi landsins í starvi, sum honum er latið fyri Føroyar at samráðast um ella avgera eitthvørt við fremmant land, verður revsaður við fongsli í upp til 16 ár.
§ 107. Tann, sum í tænastu fyri fremmant vald ella fremmandan felagsskap ella til nýtslu hjá nøkrum, sum er í slíkari tænastu, kannar ella gevur upplýsingar um viðurskifti, ið skulu haldast loynilig við fyriliti fyri landsáhugamálum ella samfelagsáhugamálum, verður, sama um upplýsingarnar eru rættar ella ei, revsaður fyri njósnan við fongsli í upp til 16 ár.
Stk. 2. Snýr tað seg um viðurskifti, sum nevnd eru í § 109, ella verður gerðin framd í kríggi ella undir herseting, kann revsingin vaksa til fongsul í upp til lívstíð.
§ 108. Tann, sum, hóast gerðin ikki kemur undir § 107, í aðramáta ger nakað, sum gevur fremmandari fregnartænastu møguleikan til, ella sum hjálpir henni til beinleiðis ella óbeinleiðis at virka í landinum, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Snýr tað seg um upplýsingar um hernaðarlig viðurskifti, ella verður virksemið framt í kríggi ella undir herseting, kann revsingin vaksa til fongsul í upp til 12 ár.
§ 109. Tann, sum avdúkar ella víðarigevur upplýsingar um loyniligar samráðingar, ráðleggingar ella avgerðir hjá landinum í málum, sum trygd landsins ella rættindi við fremmand lond er treytað av, ella sum snúgva seg um týðandi samfelagsbúskaparlig áhugamál við útlond, verður revsaður við fongsli í upp til 12 ár.
Stk. 2. Verða nevndu gerðir gjørdar av ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 3 ár.
§ 110. Tann, sum falsar, oyðileggur ella burturbeinir skjal ella lut, sum hevur týdning fyri trygd landsins ella rættindi við fremmand lond, verður revsaður við fongsli í upp til 16 ár.
Stk. 2. Verða nevndu gerðir gjørdar av ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 3 ár.
§ 110 a. Við sekt ella fongsli í upp til 3 ár verður tann revsaður, sum tilætlað ella av ósketni uttan neyðugt loyvi:
1) greiðir frá, tekur mynd av ella á annan hátt avmyndar hernaðarligar verjustøðir, goymslur, deildir, vápn, útgerð ella tílíkt hjá ríkinum, sum ikki er almannaatgongt, ella sum margfaldar ella almannakunnger tílíkar frágreiðingar ella myndir, ella
2) almannakunnger avgerðir, sum snúgva seg um herbúgving til stríð ella aðra hernaðartilbúgving hjá ríkinum.
§ 110 b. Við fongsli í upp til 8 ár verður tann revsaður, sum viðvirkar til, at fremmandavald ger seg inn á uttanveltastøðu ríkisins.
§ 110 c. Tann, sum brýtur áseting ella forboð, ið givin eru sambært lóg sum vernd av verjufyriskipan ella uttanveltafyriskipan ríkisins, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir ella undir serliga skerpandi umstøðum við fongsli í upp til 3 ár.
Stk. 2. Við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir ella undir serliga skerpandi umstøðum við fongsli í upp til 4 ár verður tann revsaður, sum brýtur áseting ella forboð, ið givin eru sambært lóg fyri at kunna røkja skyldur ríkisins sum limur í Sameindu Tjóðum.
Stk. 3. Verður brot framt á stk. 1 ella 2 av ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 2 ár.
§ 110 d. Verður nakað av teimum brotsverkum, sum lýst eru í kapitlunum 25, 26 og 27, framt ímóti útlendskum ríkisleiðara ella leiðara á útlendskari sendistovu, kann revsingin, sum har er lýst, vaksa við upp í eina helvt, um ikki gerðin er fevnd av kapitli 13.
§ 110 e. Við sekt ella fongsli í upp til 2 ár verður tann revsaður, sum alment háðar fremmanda tjóð, fremmant land, flagg tess ella annað viðurkent tjóðarmerki ella flaggið hjá Sameindu Tjóðum ella hjá Evroparáðnum.
§ 110 f. Brotsverk í hesum kapitli verða altíð lógsøkt við almennari átalu eftir boðum frá løgmálaráðharranum.
§ 110 g. Á sama hátt verður tann revsaður, sum fremur tær í §§ 98-110 nevndu gerðir mótvegis danska statinum ella myndugleikum hansara herundir kongi, Fólkatingi og Hægstarætti.
Kapittul 13 28) 6) 14) 16) 30)
Brotsverk ímóti stýrisskipan og landsmyndugleikum føroyinga, yvirgangur o.a.
§ 111. Tann, sum fremur eina gerð, ið miðar eftir við útlendskari hjálp, valdsnýtslu ella hóttan um valdsnýtslu at broyta stýrisskipanina ella at seta hana úr gildi, verður revsaður við fongsli í upp til lívstíð.
§ 112. Tann, sum fremur eina gerð, ið miðar eftir at taka lívið av tí, sum við heimild í stýrisskipanini leiðir landsstýrið, verður revsaður við fongsli í minst 6 ár.
§ 113. Tann, sum ger seg inn á trygd ella frælsi Løgtingsins ella aðramáta fremur eina gerð, ið miðar eftir við valdsnýtslu ella hóttan um valdsnýtslu at noyða Løgtingið til at taka eina avgerð ella at forða tí í at virka frítt og frælst, verður revsaður við fongsli í upp til 16 ár ella undir serliga skerpandi umstøðum við fongsli í upp til lívstíð.
Stk. 2. Somu revsing fær tann, sum á samsvarandi hátt loypur á ella fremur tvingsil ímóti tí, sum við heimild í stýrisskipanini leiðir landsstýrið, ella ímóti landsstýrismonnum.
§ 114. Fyri yvirgang verður tann revsaður við fongsli í upp til lívstíð, sum við ætlan um at loypa stóra ræðslu á íbúgvarnar í einum landi, ella av órøttum at tvinga føroyskar ella útlendskar almennar myndugleikar ella altjóða felagsskap til at gera ella lata vera við at gera okkurt, ella at avlaga ella oyðileggja grundleggjandi politiska, stýrisskipanarliga, búskaparliga ella samfelagsliga bygnaðin í einum landi ella altjóða felagsskapi, fremur eina ella fleiri av fylgjandi gerðum, tá ið slag av gerð ella samanhangurin, gerðin verður framd í, kann gera einum landi ella altjóða felagsskapi munandi skaða:
1) Manndráp eftir § 237.
2) Grovan harðskap eftir §§ 245 ella 246.
3) Frælsistøku eftir § 261.
4) Órógv á ferðslutrygdina eftir § 184, stk. 1, ólógligt órógv á raksturin av vanligum samferðslutólum o.ø. eftir § 193, stk. 1, ella umfatandi herverk eftir § 291, stk. 2, um hesi lógarbrot verða framd á ein hátt, sum kann koma mannalívum í vanda ella hava við sær munandi fíggjarligt tap.
5) Rán av flutningsfari eftir § 183 a.
6) Brot á lóggávuna um vápn og spreingievni undir serliga skerpandi umstøðum eftir § 192 a.
7) Eldáseting eftir § 180, spreinging, spjaðing av skaðaelvandi loftevni, vatnflóð, skipbrot ella aðra flutningsvanlukku eftir § 183, stk. 1 og 2, heilsuskaðiliga dálking av vatnveiting eftir § 186, stk. 1, heilsuskaðiliga dálking av lutum, ætlað til vanliga útbreiðslu o.a. eftir § 187, stk. 1.
8) Handhavan ella nýtslu o.a. av geislavirknum evnum eftir § 192 b.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum við teirri tilætlan, ið nevnd er í stk. 1, flytur vápn ella spreingievni.
Stk. 3. Á sama hátt verður eisini tann revsaður, sum við teirri tilætlan, ið nevnd er í stk. 1, hóttir við at fremja onkra av teimum gerðum, sum nevndar eru í stk. 1 og 2.
§ 114 a. Verður ein av gerðunum í nr. 1-7 framd, uttan at treytirnar fyri at revsa eftir § 114 eru til staðar, kann revsingin fara upp um strangastu revsingina fyri lógarbrotið við upp í eina helvt. Er strangasta revsing fyri viðkomandi gerð minni enn 4 ára fongsul, kann hon tó vaksa til fongsul í upp til 6 ár:
1) Brot á § 180, § 181, stk. 1, § 183, stk. 1 ella 2, § 183 a, § 184, stk. 1, § 192 a, § 193, stk. 1, §§ 237, 244-246, 250, § 252, stk. 1, § 266, § 288 ella § 291, stk. 1 ella 2, tá ið gerðin er fevnd av artikli 1 í millumtjóðasáttmála frá 16. desember 1970 um at basa ólógligari valdstøku av loftførum, artikli 1 í millumtjóðasáttmála frá 23. september 1971 um at basa ólógligum gerðum ímóti trygdini í sivilu loftferðsluni ella artikli 2 í ískoytissáttmálanum frá 24. februar 1988 um at basa ólógligum valdsgerðum í floghavnum, sum avgreiða altjóða sivilu loftferðsluna, sambært skjali 1, nr. 1 og 2.
2) Brot á § 180, § 181, stk. 1, § 183, stk. 1 ella 2, § 184, stk. 1, §§ 237, 244-246, 250, § 252, stk. 1, § 260, § 261, stk. 1 ella 2, § 266 ella § 291, stk. 1 ella 2, tá ið gerðin er fevnd av artikli II í millumtjóðasáttmála frá 14. desember 1973 um at fyribyrgja og revsa brotsverk ímóti altjóða vardum persónum, herímillum sendifólkum, sambært skjali 1, nr. 3.
3) Brot á § 261, stk. 1 ella 2, tá ið gerðin er fevnd av artikli 1 í millumtjóðasáttmála frá 17. desember 1979 ímóti gíslatøku, sambært skjali 1, nr. 4.
4) Brot á § 180, § 181, stk. 1, § 183, stk. 1 ella 2, § 186, stk. 1, §§ 192 a, 192 b, 237, 244-246, 260, 266, 276, 278, 279, 279 a, 281, 288 ella § 291, stk. 2, tá ið gerðin er fevnd av artikli 7 í IAEA-sáttmálanum, Sáttmálanum hjá The International Atomic Energy Agency, frá 3. mars 1980 um fysiska vernd av kjarnorkutilfari, sambært skjali 1, nr. 5.
5) Brot á § 180, § 181, stk. 1, § 183, stk. 1 ella 2, § 183 a, § 184, stk. 1, § 192 a, § 193, stk. 1, §§ 237, 244-246, § 252, stk. 1, §§ 260, 266, 288 ella § 291, stk. 1 ella 2, tá ið gerðin er fevnd av artikli 3 í millumtjóðasáttmála frá 10. mars 1988 um at basa ólógligum gerðum ímóti sjótrygdini ella artikli 2 í ískoytissáttmálanum frá 10. mars 1988 um at basa ólógligum gerðum ímóti trygdini á fastfestum oljupallum á landgrunninum, sambært skjali 1, nr. 6 og 7.
6) Brot á § 180, § 181, stk. 1, § 183, stk. 1 ella 2, § 183 a, § 184, stk. 1, § 186, stk. 1, § 192 a, § 193, stk. 1, §§ 237, 244-246, 250, § 252, stk. 1, § 266 ella § 291, stk. 2, tá ið gerðin er fevnd av artikli 2 í millumtjóðasáttmála frá 15. desember 1997 um at basa yvirgangsbumbing, sambært skjali 1, nr. 8.
7) Brot á § 192 b, § 260 ella § 266, tá ið gerðin er fevnd av artikli 2 í millumtjóðasáttmála frá 13. apríl 2005 um at basa kjarnorkuyvirgangi, sambært skjali 1, nr. 9.
§ 114 b. Við fongsli í upp til 10 ár verður tann revsaður, sum beinleiðis ella óbeinleiðis til ein persón, til ein bólk ella til eina samskipan, sum fremur ella ætlar at fremja eina gerð, sum er fevnd av §§ 114 ella 114 a:
1) veitir fíggjarstuðul,
2) útvegar ella savnar inn fígging ella onnur ráð, ella
3) letur pening, ognarlutir ella fíggjarligar ella aðrar slíkar veitingar at ráða yvir.
§ 114 c. Við fongsli í upp til 10 ár verður tann revsaður, sum útvegar ein persón til at fremja ella stuðla undir gerðir, ið fevndar eru av §§ 114 ella 114 a, ella til at fara upp í ein bólk ella eina samskipan fyri at stuðla undir, at bólkurin ella samskipanin fremur gerðir av hesum slag. Undir serliga skerpandi umstøðum kann revsingin vaksa til fongsul upp í 16 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna brot, sum eru av regluligum ella skipaðum slag.
Stk. 2. Við fongsli í upp til 6 ár verður tann revsaður, sum útvegar ein persón til at fremja ella stuðla undir gerðir, ið fevndar eru av § 114 b, ella til at fara upp í ein bólk ella eina samskipan fyri at stuðla undir, at bólkurin ella samskipanin fremur gerðir av hesum slag.
Stk. 3. Við fongsli í upp til 6 ár verður tann revsaður, sum tekur við boði at fremja gerðir, ið fevndar eru av §§ 114 ella 114 a. Virkar viðkomandi fyri eitt vápnað lið, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 10 ár ella undir serliga skerpandi umstøðum til fongsul upp í 16 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna slíkar, har viðkomandi hevur verið við í bardaga.
§ 114 d. Við fongsli í upp til 10 ár verður tann revsaður, sum venur, vegleiðir ella á annan hátt lærir upp ein persón at fremja ella stuðla undir gerðir, ið eru fevndar av §§ 114 ella 114 a, vitandi um, at persónurin ætlar at nýta førleikarnar til hetta endamál. Undir serliga skerpandi umstøðum kann revsingin vaksa til fongsul upp í 16 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna brot, sum eru av regluligum ella skipaðum slag.
Stk. 2. Við fongsli í upp til 6 ár verður tann revsaður, sum venur, vegleiðir ella á annan hátt lærir upp ein persón at fremja ella stuðla undir gerðir, ið eru fevndar av § 114 b, vitandi um, at persónurin ætlar at nýta teir tillærdu førleikarnar til hetta endamál.
Stk. 3. Við fongsli í upp til 6 ár verður tann revsaður, sum letur seg venja, vegleiða ella á annan hátt læra upp at fremja gerðir, ið eru fevndar av §§ 114 ella 114 a.
§ 114 e. Við fongsli í upp til 6 ár verður tann revsaður, sum á annan hátt stuðlar virksemi hjá persóni, bólki ella samskipan, sum fremur ella ætlar at fremja gerðir, ið eru fevndar av §§ 114, 114 a, 114 b, 114 c ella 114 d. Virkar viðkomandi fyri eitt vápnað lið, kann revsingin vaksa til fongsul í upp til 10 ár ella undir serliga skerpandi umstøðum til fongsul í upp til 16 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna slíkar, har viðkomandi hevur verið við í bardaga.
§ 114 f. Tann, sum, uttan at tilburðurin er fevndur av §§ 114-114 e, luttekur í ella veitir munandi fíggjarstuðul ella annan munandi stuðul til deildir, bólkar ella samskipanir, sum við valdsnýtslu ætla at ávirka almenn viðurskifti ella at elva til órógv á samfelagsskipanina, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
§ 114 g. Tann, sum, uttan at tilburðurin er fevndur av §§ 114-114 f, luttekur í ólógligum hernaðarligum felagsskapi ella bólki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
§ 114 h. Tann, sum frá bólki ella samskipan, ið fremur ella ætlar at fremja gerðir, ið eru fevndar av §§ 114 ella 114 a, tekur ímóti peningaligum stuðli ella veitingum at brúka til at skipa ella reka stovn ella fyritøku ella til líknandi endamál her á landi, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
§ 115. Verður brotsverk, sum nevnt er í kapitlunum 25, 26 og 27, gjørt ímóti tí, sum við heimild í stýrisskipanini leiðir landsstýrið, uttan at treytirnar fyri at revsa eftir §§ 112 og 113 eru til staðar, verða revsingarnar, sum har eru lýstar, herdar upp til tað dupulta.
§ 116. Tann, sum forðar ella roynir at forða fyri, at val verður hildið til Løgtingið, Fólkatingið, kommunustýri ella til kommunal ella onnur almenn ráð ella myndugleikar, ella sum reingir valúrslit, ella sum ger tað ómøguligt at gera úrslitið upp, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Sama revsing verður nýtt, tá ið slíkar gerðir verða gjørdar í sambandi við lógarheimilaðar beinleiðis atkvøðugreiðslur um almenn viðurskifti.
§ 117. Við sekt ella fongsli í upp til 2 ár verður tann revsaður, sum á teimum valum ella atkvøðugreiðslum, ið nevnd eru í § 116:
1) av órøttum skaffar sær ella øðrum atgongd til at luttaka í atkvøðugreiðsluni,
2) við ólógligum tvingsli sambært § 260 við frælsistøku ella við misnýtslu av støðu síni í hægri starvi roynir at fáa onkran til at atkvøða á ávísan hátt ella til at lata vera við at atkvøða,
3) við sviki elvir til, at onkur ímóti ætlan síni letur vera við at atkvøða, ella at atkvøðan hjá viðkomandi verður ógildig ella virkar øðrvísi enn ætlað,
4) veitir, lovar ella bjóðar fram fíggjarligan fyrimun fyri at ávirka onkran til at atkvøða á ávísan hátt ella til at lata vera við at atkvøða, ella
5) tekur ímóti, krevur ella letur lova sær fíggjarligan fyrimun fyri at atkvøða á ávísan hátt ella til at lata vera við at atkvøða.
§ 118. Tann, sum við valdsnýtslu ella hóttan um valdsnýtslu ella við misnýtslu av ótta fyri uppílegging frá fremmandavaldi forðar ella roynir at forða almennum myndugleika í at virka frítt og frælst, verður, tá ið gerðin verður framd fyri at ávirka almenn viðurskifti ella at elva til órógv á samfelagsskipanina, revsaður við fongsli í upp til 12 ár.
Stk. 2. Somu revsing fær tann, sum við teirri ætlan og tí framferðarhátti, sum nevnd eru í stk. 1, ger seg álvarsliga inn á framsøgufrælsið ella forðar felagsskapum ella øðrum samskipanum í at útinna lógliga virksemi sítt frítt og frælst.
Stk. 3. Somu revsing fær eisini tann, sum við teirri ætlan og tí framferðarhátti, sum nevnd eru í stk. 1, fremur tað brotsverk, sum umrøtt er í § 193, ella aðra alvandasama gerð.
§ 118 a. Brotsverkini, sum nevnd eru í §§ 111-115 og 118, verða altíð lógsøkt við almennari átalu eftir boðum frá løgmálaráðharranum.
§ 118 b. Á sama hátt verður tann revsaður, sum fremur tær í §§ 111-116 nevndu gerðir ímoti danska statinum ella myndugleikum hansara herundir kongi, Fólkatingi og Hægstarætti.
Stk. 2. Verður brotsverk, sum nevnt er í kapitlunum 25, 26 og 27, framt ímóti kongi, uttan at treytirnar fyri at revsa eftir §§ 112 og 113 eru til staðar, verða revsingarnar, sum har eru lýstar, herdar upp til tað dupulta.
Stk. 3. Verður eitt av nevndu brotsverkum framt ímóti drotning, einkjudrotning ella trónuarvinga, kann revsingin vaksa við upp í eini helvt.
Kapittul 14 32) 6) 8) 3) 28) 14) 25) 5) 33)
Brotsverk ímóti almennum myndugleikum
§ 119. 34) Tann, sum antin fremur harðskap, hóttir við at fremja harðskap, ella sum alment ella við stórari útbreiðslu í hyggju setir fram hóttan um harðskap ímóti persóni, ímeðan ella í sambandi við, at hesin persónur útinnir honum alment álagda tænastuskyldu ella starvsskyldu, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 8 ár. Á sama hátt verður tann revsaður, sum soleiðis roynir at forða persóninum í at fremja lógliga tænastugerð ella at tvinga hann at gera slíka gerð. Tá ið revsing verður ásett, skal tað roknast sum skerpandi umstøður, at gerðin er framd ímeðan ella sum beinleiðis framhald av, at tað í økinum verða gjørdar grovar ónáðir á almennum staði, ella at gerðin er framd ímóti viðkomandi persóni í frítíðini hjá honum.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum, hóast tað ikki kemur undir stk. 1, hóttir persón við harðskapi, frælsistøku ella skuldseting um revsiverd ella ærumeiðandi viðurskifti í sambandi við, at hesin persónur útinnir honum alment givnan myndugleika at døma ella taka avgerð í rættarviðurskiftum ella at handhevja revsimyndugleika hjá statinum, ella sum soleiðis roynir at forða persóninum í at fremja lógliga tænastugerð ella tvinga hann at gera slíka gerð.
Stk. 3. Tann, sum annars forðar nevndu persónum í at útinna tænastuskyldu ella starvsskyldu sína, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
§ 120. Verða brot á § 119 framd í ófriðarflokki, galda ásettu revsingar fyri tey, sum íbirta ella leiða flokkin, og fyri teir luttakarar, sum ikki lýða lógliga fráboðan frá yvirvaldinum til flokkin um at fara hvør til sítt.
§ 121. Tann, sum við háð, ókvæmisorðum ella aðrari niðrandi talu loypur á persón, sum nevndur er í § 119, ímeðan ella í sambandi við at hesin persónur útinnir tænastuskyldu ella starvsskyldu sína, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
§ 122. Tann, sum av órøttum veitir, lovar ella bjóðar onkrum, sum virkar í føroyskari, danskari, útlendskari ella millumtjóða tænastu ella starvi fyri tað almenna, gávu ella annan fyrimun fyri at fáa viðkomandi til at gera ella lata vera við at gera okkurt í tænastu síni, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 ár.
§ 123. Tann, sum við hóttan um harðskap ger seg inn á, ella sum við harðskapi, ólógligum tvingsli sambært § 260, hóttanum sambært § 266 ella aðramáta fremur revsiverda gerð ímóti einum persóni, nærmastu hansara ella øðrum, ið hava tilknýti til hansara, í sambandi við at hann væntandi fer ella longu hevur givið frágreiðing til løgregluna ella í rættinum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 8 ár.
§ 124. Tann, sum flýggjar sum handtikin ella fongslaður, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár. Hetta er tó ikki galdandi fyri tann, sum er varðhaldsfongslaður sambært § 35 í Udlændingeloven, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, ella frælsisskerdur sambært § 36 í Udlændingeloven, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan.
Stk. 2. 1) Á sama hátt verður tann revsaður, sum fríar handtiknan, fongslaðan ella tvingsilssettan persón, ella tann, sum eggjar ella hjálpir einum slíkum persóni at sleppa til rýmingar, ella sum fjalir tann rýmda.
Stk. 3. 1) Tann, sum ólógliga setir seg í samband við fongslaðan ella tvingsilssettan persón, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir.
Stk. 4. Tann, sum í varðhaldi ella afturlatnum fongsli sum handtikin, fongslaður ella trygdarvarðhaldsfongslaður av órøttum hevur fartelefon ella slíka samskiftisútgerð í hondum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir. Á sama hátt verða revsað vitjandi og onnur, sum av órøttum hava fartelefon ella slíka samskiftisútgerð við sær inn í varðhald ella afturlatið fongsul. Samsvarandi verður tann varðhaldsfangi revsaður, ið sum frælsisskerdur á stovni ella tílíkum uttan fyri kriminalforsorgina av órøttum hevur fartelefon ella slíka samskiftisútgerð í hondum.
Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 1-3 galda eisini fyri:
1) persónar í trygdarvarðhaldi,
2) persónar, sum í staðin fyri at vera varðhaldsfongslaðir eru frælsisskerdir á stovni ella tílíkt,
3) persónar, sum eru frælsisskerdir á stovni ella tílíkt sambært § 74 a,
4) persónar, sum í sambandi við revsifullgerð uttan fyri varðhald og fongsul, samanber við stk. 1, eru frælsisskerdir á stovni ella tílíkum.
§ 125. Við sekt ella fongsli í upp til 2 ár verður tann revsaður, sum:
1) fyri at sleppa nøkrum undan at verða rættarsøktur fyri brotsverk ella revsing, fjalir ein persón, hjálpir honum at sleppa til rýmingar ella sigur hann vera ein annan, ella
2) beinir fyri, bronglar ella burturbeinir lut, sum hevur týdning fyri almenna kanning, ella týnir spor eftir brotsverki.
Stk. 2. Tann, sum fremur nevndu gerðir fyri at sleppa sær sjálvum ella onkrum av sínum nærmastu undan rættarsókn ella revsing, verður ikki revsaður.
§ 125 a. 30) Tann, sum fyri vinning ella undir aðramáta serliga skerpandi umstøðum ger seg sekan í menniskjasmugling sambært § 59, stk. 8, nr. 1-5 í Udlændingeloven, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, verður revsaður við fongsli í upp til 8 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna slíkar, har vandi er fyri lívinum hjá øðrum, ella tá ið talan er um brot av meira regluligum ella skipaðum slag.
§ 126. Tann, sum tekur burtur ella oyðileggur sigli ella merki, sum er fyriskipað av tí almenna, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
Stk. 2. Við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir verður tann revsaður, sum tekur burtur ella ger skaða á uppslag, sum tað almenna hevur fyriskipað.
§ 127. (Strikað).
§ 128. Tann, sum í ríkinum útvegar fólk til fremmand herlið, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
§ 129. Tann, sum av órøttum gevur almenna fráboðan um valviðurskifti sambært § 116 ella um trúnaðarsamráðingar hjá almennum ráðum og myndugleikum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir. Á sama hátt verður tann revsaður, sum av órøttum gevur almenna fráboðan um samráðingar hjá nevndum, sum stjórnin hevur sett, um so er, at antin stjórnin ella nevndin frammanundan hava ásett og kunngjørt alment, at samráðingarnar eru loyniligar.
§ 129 a. Við sekt ella fongsli í upp til 2 ár verður tann revsaður, sum almannakunnger tilvitað ósannar endurgevingar ella falskar endurtøkur úr fráboðanum um faktisk viðurskifti, sum eru borin fram á rættarfundi ella givin á fundi hjá Løgtingi, Fólkatingi, kommunu ella almennum ráði og myndugleika.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum skaðar landsins uttanlandsáhugamál við alment og tilvitað ósatt at leggja stjórnina ella annan almennan myndugleika undir at hava gjørt eitthvørt, sum stjórnin ella myndugleikin ikki hava gjørt.
§ 130. Tann, sum útinnir almennan myndugleika, sum ikki liggur honum á, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
§ 131. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum alment ella við ólógligum endamáli letst at hava almennan myndugleika ella almenna heimild til at reka vinnu, ella sum uttan almenna heimild rekur vinnu, ið krevur almenna heimild, ella sum áhaldandi rekur vinnu, sum hann við dómi hevur mist rættin at reka.
§ 132. Við sekt verður tann revsaður, sum tilætlað ella av ósketni á ólógligan hátt nýtir:
1) eyðkenni ella búna, sum er tilskilaður føroyskum, donskum ella fremmandum myndugleika ella herfólki,
2) eyðkenni ella heiti, sum er tilskilað persónum, útbúnað og útgerð, sum er ætlað at veita særdum ella sjúkum í kríggi hjálp, ella
3) eyðkenni ella nøvn á millumtjóða felagsskapum.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er somuleiðis galdandi fyri eftirlíkningar av nevndu eyðkennum, klæðum og heitum.
§ 132 a. Tann, sum luttekur í framhaldandi virksemi hjá felagsskapi, sum stjórnin hevur forboðið fyribils, ella sum er upploystur við dómi, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
Kapittul 15 6) 28) 5) 14) 3) 7) 33) 33)
Brotsverk ímóti almennum friði og skilhaldi
§ 133. Tann, sum birtir upp undir ófriðarflokk fyri tilætlað at fremja ella hótta við at fremja harðskap ímóti fólki ella góðsi, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár.
Stk. 2. Á sama hátt verða tey revsað, ið virka sum leiðarar fyri ófriðarflokki, sum á staðnum hevur latið nevnda endamál komið til sjóndar, umframt hvør luttakari, sum ikki aktar lógliga givin boð frá yvirvaldinum til flokkin um at fara hvør til sítt.
Stk. 3. Fremur ófriðarflokkurin brotsverk, sum er í samsvari við endamál hansara, verða stigtakararnir ella leiðararnir revsaðir eftir teirri áseting, sum er galdandi fyri nevnda brotsverk.
§ 134. Luttakarar í ófriðarflokki, sum ikki akta boð um at fara hvør til sítt, hóast teir vita, at boðini eru lógliga givin, verða revsaðir við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir.
§ 134 a. Tey, sum í felagsskapi ella eftir sínámillum avtalu luttaka í bardaga ella øðrum grovum ónáðum á almennum staði, verða revsað við fongsli í upp til 1 ár og seks mánaðir.
§ 135. Við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir verður tann revsaður, sum við ógrundaðum neyðkalli, misnýtslu av ávaringartekni ella tílíkum elvir til neyðsend av løgreglu, sløkkiliði, sjúkrabili ella bjargingartilbúgving á sjógvi, landi og í luftini.
§ 136. Tann, sum alment eggjar til brotsverk, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 ár, um hann ikki við tí ger seg skyldugan í harðari revsing.
Stk. 2. Tann, sum alment og týðiliga tekur undir við brotsverki, sum hoyrir til kapittul 12 ella 13 í hesi lóg, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
§ 137. Tann, sum roynir at forða fyri lógligum almennum fundum, samkomum, kravgongum og tílíkum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum við gangi ella ónáðum órógvar almennan fund hjá Løgtingi ella Fólkatingi, kommunalum ella øðrum almennum ráðum, gudstænastu ella aðrar almennar kirkjuligar tænastur, ella sum órógvar jarðarferð á ósømiligan hátt.
§ 138. Tann, sum av egnum ávum tilvitað ella av grovum ósketni gerst rúsaður og í hesi støðu kemur øðrum persónum ella munandi ognarvirðum teirra í vanda, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár.
§ 139. Tann, sum órógvar gravarfriðin ella fer ósømiliga við líki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum fer ósømiliga við lutum, sum hoyra kirkjuni til, og sum verða nýttir til kirkjuligt brúk.
§ 140. Tann, sum alment speirekur ella háðar trúarlæru ella gudsdyrkan hjá lógligari trúarsamkomu her í landinum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir.
§ 141. Tann, sum er vitandi um ætlað brotsverk ímóti statinum ella evstu statsmyndugleikum sambært §§ 98 og 99, 102, 106 og 109-113, ella um ætlað brotsverk, ið setir annans lív og vælferð ella stór samfelagsvirði í vanda, uttan at hann ger sítt ítasta fyri at byrgja fyri brotsverkinum ella avleiðingum tess, um neyðugt við at boða yvirvaldinum frá brotsverkinum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár, um brotsverkið verður framt, ella roynt verður at fremja tað.
Stk. 2. Tann, sum ikki roynir at byrgja fyri slíkum brotsverki, verður tó ikki revsaður, um tað hevði sett lív, heilsu ella vælferð hansara ella hjá nærmastu hansara í vanda at skula gera tað.
§ 142. Við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir verður tann revsaður, sum ikki veitir einum persóni, ið hevur fingið almennan myndugleika tillutaðan, eina hjálp, soleiðis at sleppast kann undan vanlukku ella brotsverki, ið setir annans lív, heilsu ella vælferð í vanda, hóast heitt verður á hann um at veita hjálpina, og hóast hann kundi veitt hana uttan at ovofra seg ella koma sær í stórvegis vanda.
§ 143. (Strikað).
Brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna o.a.
§ 144. Tann, sum í útinningini av føroyskari, danskari, útlendskari ella millumtjóða tænastu ella starvi hjá tí almenna av órøttum tekur ímóti, krevur ella letur sær lova gávu ella annan fyrimun, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
§ 145. Krevur ella fær nakar, sum virkar í tænastu ella starvi hjá tí almenna, fyri egnan vinning úrskurð um tænastugerð, skatt ella avgjald, sum ikki eru skuldkomin, verður hann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 ár. Er veitingin fingin til vega í góðari trúgv, men verður kortini varðveitt fyri egnan vinning, eftir at viðkomandi er vorðin kunnugur um mistakið, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 2 ár.
§ 146. Fremur nakar, sum hevur dómsmyndugleika, ella sum hevur fingið almennan myndugleika at taka avgerð í rættarviðurskiftum hjá privatum, órættvísi í málsavgerð ella málsviðgerð, verður hann revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Verður gerðin framd við tilætlan um, at onkur skal vera fyri vælferðarmissi, er revsingin fongsul í upp til 16 ár.
§ 147. Hevur onkur fingið álagt at handhevja revsimyndugleika hjá statinum, og hann við hesum myndugleika á ólógligan hátt fær onkran at játta seg sekan ella geva frágreiðing ella fremur ólógliga handtøku, fongsling, rannsókn ella inndrátt, verður hann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár.
§ 148. Tá ið onkur, sum hevur fingið dómsmyndugleika ella annan almennan myndugleika at taka avgerðir í rættarviðurskiftum, ella sum tað liggur á at handhevja revsimyndugleika hjá statinum, tilætlað ella av grovum ósketni ikki ger eftir lógarásettari mannagongd fyri viðgerð av einum máli ella eini rættargerð, ella fyri handtøku, fongsling, rannsókn, inndrátt ella tílíkar fyriskipanir, verður hann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir.
§ 149. Hevur onkur fingið álagt at hava eftirlit við fanga ella dómsfullgerð hansara í revsimáli, og hann letur skuldsettan sleppa til rýmingar, forðar fyri dómsfullgerð ella elvir til, at hon verður linari enn ásett, verður hann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár.
§ 150. Tá nakar, sum virkar í tænastu ella starvi hjá tí almenna, misnýtir starv sítt at tvinga ein annan til at tola, gera ella lata vera við at gera okkurt, verður hann revsaður við fongsli í upp til 3 ár.
§ 151. Tann, sum eggjar ella viðvirkar til, at persónur, sum er undirskipaður honum í tænastu ella starvi hjá tí almenna, fremur brotsverk í hesi tænastu, verður revsaður eftir teirri áseting, sum er galdandi fyri brotsverkið, sama um tann undirskipaði kann revsast, ella um hann av misfatan ella øðrum ávum er revsifríur.
§ 152. Tann, sum virkar ella hevur virkað í tænastu ella í starvi hjá tí almenna, og sum av órøttum víðarigevur ella misnýtir trúnaðarupplýsingar, sum hann í hesum sambandi hevur fingið kunnleika um, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
Stk. 2. Verður ásetingin í stk. 1 brotin tilætlað fyri at útvega sær sjálvum ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, ella eru tað aðramáta serliga skerpandi umstøður, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 2 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna slíkar, har víðarigevingin ella misnýtslan er farin fram undir slíkum umstøðum, at tað elvir øðrum munandi skaða ella hevur við sær serligan vanda fyri tí.
Stk. 3. Ein upplýsing er í trúnaði, tá ið hon við lóg ella aðrari gildugari áseting er nevnd so, ella tá ið tað aðramáta er neyðugt at halda hana loyniliga fyri at varða um munandi umhugsni til almenn ella privat áhugamál.
§ 152 a. Ásetingin í § 152 er á sama hátt galdandi fyri tann, sum annars arbeiðir ella hevur arbeitt við uppgávum, sum verða gjørdar eftir avtalu við almennan myndugleika. Sama er galdandi fyri tann, sum arbeiðir ella hevur arbeitt í telefonfyritøku, sum tað almenna hevur góðkent.
§ 152 b. Við somu revsing sum í § 152 verður tann revsaður, sum útinnir ella hevur útint virksemi ella starv sambært almennari tilnevning ella góðkenning, og sum av órøttum víðarigevur ella misnýtir upplýsingar, sum eru í trúnaði við atliti at privatum áhugamálum, og sum hann í nevnda sambandi hevur fingið kunnleika um.
§ 152 c. Ásetingarnar í §§ 152-152 b galda eisini fyri hjálparfólk hjá nevndu persónum.
§ 152 d. Ásetingarnar í §§ 152-152 c galda á sama hátt fyri tann, sum uttan at hava viðvirkað til gerðina av órøttum útvegar sær atgongd til ella nýtir upplýsingar, sum fingnar eru til vega við slíkum lógarbroti.
Stk. 2. Somu revsing fær tann, sum uttan at hava viðvirkað til gerðina av órøttum víðarigevur upplýsingar um heilt privat viðurskifti hjá einstaklingum sambært § 27 í løgtingslóg um fyrisitingarlóg og § 28, stk. 1 í Forvaltningsloven, og sum fingnar eru til vega við broti á §§ 152-152 c.
Stk. 3. Á sama hátt verður tann revsaður, sum uttan at hava viðvirkað til gerðina av órøttum víðarigevur upplýsingar, sum eru í trúnaði við atliti at statstrygdini ella ríkisverjuni.
§ 152 e. Ásetingarnar í §§ 152-152 d fevna ikki um føri, har viðkomandi persónur:
1) hevur skyldu til at víðarigeva upplýsingina ella
2) av røttum verjir eyðsýnd almenn áhugamál ella egnan ella annans tørv.
§ 152 f. Brot á §§ 152-152 d, tá ið brot einans er framt á privat áhugamál, verða lógsøkt við privatari átalu.
Stk. 2. Almenn átala kann tó verða nýtt, tá tann órættaði biður um tað.
§§ 153-154. (Strikaðar).
§ 155. Misnýtir onkur, sum virkar í tænastu ella starvi hjá tí almenna, starv sítt til at gera seg inn á rættin hjá privatum ella tí almenna, verður hann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir. Verður tað gjørt fyri at vinna sær ella øðrum fyrimun, ið eingin rættur er til, kann revsingin vera upp í 2 ára fongsul.
§ 156. Tá ið onkur, sum virkar í tænastu ella starvi hjá tí almenna, noktar ella letur vera við at halda eina skyldu, sum hoyrir tænastuni ella starvinum til, ella at gera eftir lógligum tænastuboðum, verður hann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir. Uttan fyri hesa áseting eru fólkavald størv.
§ 157. Við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir verður tann revsaður, sum tá ið hann virkar í tænastu ella starvi hjá tí almenna, grovliga ella ofta vanrøkir hesi ella er óvandaligur:
1) í tænastuni ella starvinum ella
2) við at halda tær skyldur, sum hoyra tænastuni ella starvinum til.
Stk. 2. Uttan fyri hesa áseting eru størv, hvørs útinning byggir á almenn val.
§ 157 a. Tá ið revsingin fyri brot á hesa løgtingslóg verður ásett, skal tað roknast sum skerpandi umstøður, at brotið er framt við píning.
Stk. 2. Brotið er framt við píning, tá ið tað er framt í føroyskari, danskari, útlendskari ella millumtjóða tænastu ella starvi hjá tí almenna við at gera skaða á annans likam ella heilsu ella við at elva sterka kropsliga ella sálarliga pínslu ella líðing:
1) fyri at fáa onkran at geva upplýsingar ella at játta seg sekan,
2) fyri at revsa, ræða ella tvinga onkran til at gera, tola ella lata vera við at gera okkurt ella
3) orsakað av politisku sannføring hjá viðkomandi, kyn, rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki.
§ 157 b. Ásetingarnar í §§ 145-157 galda á sama hátt í útinningini av útlendskari ella millumtjóða tænastu og starvi hjá tí almenna, um gerðin er fevnd av § 157 a.
Kapittul 17 14) 6) 16) 20) 33)
Følsk frágreiðing og følsk ákæra
§ 158. Tann, sum gevur falska frágreiðing í rættinum, herímillum gjøgnum fjarsamskifti, verður revsaður við fongsli í upp til 4 ár. Ásetingin er eisini galdandi fyri falska frágreiðing í útlendskum rætti.
Stk. 2. Er falska frágreiðingin einans um slíkt, sum ikki hevur týdning fyri tað, ið roynt verður at lýsa, kann revsingin minka til sekt.
§ 159. Gevur onkur falska frágreiðing sum skuldsettur í almennum revsimáli ella undir avhoyring í førum, har frágreiðing sambært lógini ikki kann verða kravd, verður hann ikki revsaður.
Stk. 2. Verður følsk frágreiðing givin undir avhoyring í rættinum í førum, har tann avhoyrdi hevði rætt at nokta fyri at geva frágreiðing, kann revsingin minka og undir aðramáta linnandi umstøðum detta burtur.
§ 160. Ger onkur seg sekan í grovum ósketni við at geva óbeina frágreiðing í føri, sum annars hevði verið revsivert sambært § 158 ella § 159, stk. 2, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 4 mánaðir.
§ 161. Við sekt ella fongsli í upp til 2 ár verður tann revsaður, sum í føri, ið ikki hoyrir undir § 158, gevur almennum myndugleika falska váttan við trú og heiður ella á líknandi hátíðarligan hátt, har slíkur siður er kravdur ella loyvdur.
§ 162. Tann, sum annars gevur almennum myndugleika óbeina váttan um viðurskifti, sum hann hevur skyldu til at geva frágreiðing um, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir.
§ 163. Tann, sum aðramáta til brúk í rættarviðurskiftum hjá tí almenna á skrift ella annan lesbaran hátt gevur óbeina váttan ella vissu um nakað, sum hann ikki hevur vitan um, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir.
§ 164. Tann, sum gevur almennum myndugleika ósannar upplýsingar við tilætlan, at ein ósekur harvið skal verða skuldsettur, dømdur ella má geva seg undir revsirættarliga rættarfylgju fyri revsiverd viðurskifti, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Somu revsing fær tann, sum fyribeinir, bronglar ella burturbeinir prógv ella útvegar falskt prógv við teirri ætlan, at onkur harvið skal verða skuldsettur ella dømdur fyri revsiverd viðurskifti.
Stk. 3. Tann, sum ger eina gerð, sum nevnd í stk. 1 ella 2, við teirri ætlan, at hann sjálvur ella annar samtykkjandi persónur harvið verður skuldsettur, dømdur ella má geva seg undir revsirættarliga rættarfylgju fyri revsiverd viðurskifti, sum hann ikki hevur framt, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár.
Stk. 4. Tá ið revsing verður ásett fyri brot á stk. 1, skal dentur leggjast á, hvat ið sermerkir tey revsiverdu viðurskiftini, sum óbeinu upplýsingarnar snúgva seg um, á umstøðurnar, tá ið upplýsingarnar vórðu givnar, og á ta mannminkan, sum er knýtt at tí at lata upplýsingarnar.
Stk. 5. Eftir áheitan frá tí órættaða kann í dóminum verða ásett, at tað almenna skal skipa so fyri, at dómsniðurstøðan og so mikið av dómsgrundgevingunum, sum rættinum tykir vera neyðugt, skulu verða kunngjørdar í einum ella fleiri almennum miðlum.
§ 164 a. Tann, sum ikki upplýsir um viðurskifti, ið avgjørt tala fyri, at ein ósekur er skuldsettur ella dømdur fyri eitt brotsverk, hóast upplýsingarnar kundu verið latnar, uttan at tað hevði sett lív, heilsu ella vælferð hjá honum ella nærmastu hansara í vanda ella hevði elvt til, at hann ella nærmastu hansara sjálv vórðu rættarsøkt fyri brotsverkið, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár.
§ 165. Tann, sum boðar almennum myndugleika frá revsiverdari gerð, sum ikki er framd, eins og tann, sum til slíkan myndugleika letur inn falskt klagumál, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
Gjaldsmiðlabrotsverk
§ 166. Tann, sum eftirger ella falsar pening fyri at seta hann í umferð sum ektaðan, ella sum við somu ætlan útvegar sær ella øðrum eftirgjørdan ella falsaðan pening, verður revsaður við fongsli í upp til 12 ár.
§ 167. Eins og fyri eftirgerð og falsan verður tann revsaður, sum gevur út eftirgjørdan ella falsaðan pening. Hevur hann tikið ímóti peninginum í góðari trúgv, kann revsingin minka til sekt.
§ 168. Tann, sum gevur út pening, sum hann metir vera eftirgjørdan ella falsaðan, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár. Hevur hann tikið ímóti peninginum í góðari trúgv, kann revsingin detta burtur.
§ 169. Við sekt verður tann revsaður, sum ger, innflytur ella breiðir út lut, sum í skapi og útbúnaði líkist sera nógv peningi ella øðrum fíggjarligum amboði, sum er ætlað at vera í vanligari umferð.
§ 169 a. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum framleiðir, útvegar ella breiðir út falsaðan elektroniskan pening við teirri ætlan, at hann skal verða nýttur sum ektaður.
Stk. 2. Við falsaðan elektroniskan pening er at skilja gjaldsmiðlar, sum uttan at vera ektaður elektroniskur peningur er egnaður til at verða nýttur sum slíkur.
Stk. 3. Revsingin kann vaksa til fongsul í upp til 6 ár, um talan er um gerð av serliga grovum slagi, serstakliga orsakað av útinningarháttinum ella støddini á upphæddini.
§ 170. Við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir verður tann revsaður, sum uttan lógarheimild ger, innflytur ella útgevur handhavaskuldarskjal, sum at síggja til er ætlað at verða nýtt sum gjaldsmiðil manna millum í smærri ella størri bólkum, ella sum trúliga fer at verða nýtt á henda hátt. Uttan fyri hesa áseting eru fremmandir pengaseðlar.
Skjalafalsan
§ 171. Tann, sum nýtir falsað skjal til at svika í rættarviðurskiftum, verður revsaður fyri skjalafalsan.
Stk. 2. Við skjal er at skilja skrivlig ella elektronisk fráboðan, ið ber merki útgevarans, og sum sær út at vera ætlað sum prógv.
Stk. 3. Eitt skjal er falsað, tá ið tað ikki stavar frá ámerkta útgevaranum, ella tá ið tað hevur fingið eitt innihald, sum ikki stavar frá honum.
§ 172. Revsingin fyri skjalafalsan er sekt ella fongsul upp í 2 ár.
Stk. 2. Er talan um grova skjalafalsan, ella er hon gjørd ofta, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 6 ár.
§ 173. Somu revsing, sum ásett í § 172, fær tann, sum nýtir eitt skjal við ektaðari undirskrift til at svika í rættarviðurskiftum, um undirskriftin við misfatan er útvegað á øðrum skjali ella á skjali við øðrum innihaldi enn tí, sum undirskrivarin ætlaði at skriva undir uppá.
§ 174. Tann, sum í rættarviðurskiftum nýtir eitt ektað skjal sum váttan um annan persón enn tann, sum tað veruliga er váttan um, ella sum aðramáta nýtir skjalið á ein hátt, sum er í ósamsvari við endamálið við tí, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
§ 175. Tann, sum fyri at svika í rættarviðurskiftum gevur óbeina váttan í almennum skjali ella almennari bók, í privatum skjali ella privatari bók, sum hann hevur skyldu at skriva ella føra sambært lóg ella serligum skyldum, ella sum í læknaváttan, tannlæknaváttan, ljósmóðurváttan ella djóralæknaváttan gevur óbeina váttan um viðurskifti, sum váttanin skal prógva, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum í rættarviðurskiftum nýtir slíkt skjal ella slíka bók, sum innihaldandi sannleika.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru somuleiðis galdandi, tá ið skjalið ella bókin er skrivað ella førd á øðrum lesbarum miðli.
§ 176. Við sekt ella fongsli í upp til 3 ár verður tann revsaður, sum fyri at svika í samvinnu nýtir lut, sum av órøttum ber alment stempul ella merki, ið skal borga fyri ektleika, slagi, dygd ella nøgd á lutinum.
Stk. 2. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár verður tann revsaður, sum á sama hátt nýtir lut, ið av órøttum ber privat stempul, merki ella aðra tilskilan, ið skal upplýsa um viðurskifti við lutinum, sum hava týdning fyri samvinnuna.
Stk. 3. Nevndu revsing fær eisini tann, ið á sama hátt nýtir lut, har lógliga ásett stempul, merki ella onnur tilskilan er bronglað ella burturtikið.
§ 177. Við fongsli í upp til 8 ár verður tann revsaður, sum nýtir eftirgjørd ella falsað stempulpappír, stempulmerki, postfrímerki og onnur merki, ið vátta, at goldið er fyri almennan skatt ella avgjald. Lutvíst linari revsing fær tann, sum nýtir áður brúkt pappír ella merki, har ásetta teknið um fyrra brúkið er burturtikið.
Stk. 2. Reglan í § 169 verður á sama hátt brúkt, tá ið talan er um stempulmerki, postfrímerki og líknandi fríanarmiðlar.
§ 178. Við sekt ella fongsli í upp til 2 ár verður tann revsaður, sum fyri at forða onkrum í at fáa sín rætt fyribeinir, burturbeinir ella heilt ella lutvíst ónýtiligger eitt prógv, ið er hóskandi at nýta sum slíkt í rættarviðurskiftum.
§ 179. Tann, sum fyri at svika við mørkum fyri jørð, jarðarrættindum ella rættindum til áir ella vøtn setir upp falskan marknastein ella annað slíkt merki, ella sum flytur, tekur burtur, bronglar ella oyðileggur slíkt merki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár
Kapittul 20 36) 6) 2) 10) 16) 14) 37) 38) 30)
Alvandasom brotsverk
§ 180. Setur onkur eld á egna ella annans ogn undir slíkum umstøðum, at hann skilur, at hann harvið setur lívið hjá øðrum í hóttandi vanda, ella hann ger tað við tilætlan um at gera umfatandi skaða á annans ogn ella til at fremja uppreistur, púrgan ella aðra slíka órógv á samfelagsskipanina, verður hann revsaður við fongsli í upp til lívstíð.
§ 181. Tann, sum annars elvir til eldsbruna á annans ogn, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum við tilætlan um at svika brunatryggingina ella at gera seg inn á rættindi hjá veðhava, ella sum við líknandi løgleysari tilætlan elvir til eldsbruna á egna ogn ella á annans ogn við samtykki eigarans.
Stk. 3. Revsingin kann vaksa til fongsul í upp til 10 ár, um talan er um serliga skerpandi umstøður.
§ 182. Tann, sum av ósketni elvir til eldsbruna á annans ogn ella til bága fyri annans ognaráhugamál, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
§ 183. Tann, sum við tilætlan um at gera skaða á annan persón ella annans ogn elvir til spreinging, at skaðaelvandi luftevni verða spjadd, vatnflóð, skipbrot ella aðra flutningsvanlukku, verður revsaður við fongsli í upp til 12 ár.
Stk. 2. Verður ein gerð, sum nevnd er í stk. 1, framd undir teimum umstøðum, sum nevndar eru í § 180, er revsingin fongsul í upp til lívstíð.
Stk. 3. Verður brotsverkið gjørt av ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 2 ár.
§ 183 a. Tann, sum við ólógligum tvingsli sambært § 260 tekur ræðið á loftfari, sjófari ella øðrum felagsflutningsfari ella farmaflutningsfari ella órógvar stýringina, verður revsaður við fongsli í upp til lívstíð.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum við ólógligum tvingsli sambært § 260 tekur ræðið á frálandsvirki.
§ 184. Við sekt ella fongsli í upp til 2 ár ella undir serliga skerpandi umstøðum við fongsli í upp til 6 ár verður tann revsaður, sum, uttan at vera revsisekur eftir §§ 183 ella 183 a, órógvar rakstrartrygdina hjá førum, motorakførum ella slíkum flutningsførum ella ferðslutrygdina á leiðum, ið ætlaðar eru til almenna ferðslu.
Stk. 2. Verður brotsverkið gjørt av ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 4 mánaðir.
§ 185. Við sekt ella fongsli í upp til 2 ár verður tann revsaður, sum, hóast tað hevði borið honum til, uttan at hann ella onnur skuldu ovofrað seg, og uttan at hann skuldi komið sær sjálvum ella øðrum í nakran serligan vanda, letur vera við at geva rættstundis fráboðan um ella á annan eftir umstøðunum hóskandi hátt eftir førimuni at forða fyri eldsbruna, spreinging, at skaðaelvandi luftevni verða spjadd, vatnflóð, sjóskaða ella slíkari vanlukku, sum hevur við sær vanda fyri mannalívi.
§ 186. Tann, sum elvir til vanda fyri lívi ella heilsu manna við at elva til drekkivatnstrot ella við at lata heilsuskaðilig evnir í vatngoymslur, vatnleiðingar ella áir, verður revsaður við fongsli í upp til 10 ár.
Stk. 2. Verður brotsverkið gjørt av ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 1 ár.
§ 187. Við fongsli í upp til 10 ár verður tann revsaður:
1) sum í lutir, ið eru ætlaðir til at selja ella til algongda nýtslu, letur eitur ella onnur evni, soleiðis at heilsan hjá fólki kemur í vanda, um lutirnir verða brúktir samsvarandi endamálinum,
2) sum, tá ið slíkir lutir eru komnir soleiðis fyri spillu, at njótingin ella nýtslan av teimum á nevnda hátt er heilsuskaðilig, gevur teimum eina viðgerð, sum kann fjala spilluna, ella
3) sum við dyljing um framdu viðgerðina, setur til sølu ella aðramáta roynir at breiða út lutir, ið eru viðgjørdir soleiðis, sum nevnt er undir nr. 1 og 2.
Stk. 2. Verður brotsverkið gjørt av ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 1 ár.
§ 188. Við sekt ella fongsli í upp til 6 ár verður tann revsaður, sum, uttan at vera revsisekur eftir § 187, stk. 1, nr. 3, við dyljing um heilsuskaðiliga standin á lutinum setur til sølu ella aðramáta roynir at fáa breitt út:
1) føðsluevni ella njótingarevni, sum orsakað av spillu, vantandi tilgerð, goymsluhátti ella av líknandi orsøkum eru heilsuskaðilig, ella
2) nýtslulutir, sum við vanligum brúki seta heilsu manna í vanda.
Stk. 2. Verður brotsverkið gjørt av ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 4 mánaðir.
§ 189. Tann, sum setur til sølu ella aðramáta roynir at breiða út sum heilivág ella sjúkufyribyrgjandi evni, lutir, sum hann veit ikki eru nýtiligir til hesi endamál, og at nýtslan av teimum hartil setur lív ella heilsu manna í vanda, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Verður brotsverkið gjørt av ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 4 mánaðir.
§ 190. Verður undir samsvarandi treytum sum í §§ 186-189 bert lív ella heilsa hjá húsdýrum sett í vanda, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 6 ár.
§ 191. Tann, sum ímóti lóggávuni um euforiserandi evni til fleiri persónar ella fyri munandi gjald ella undir øðrum serliga skerpandi umstøðum avhendir slík evni, verður revsaður við fongsli í upp til 10 ár. Er talan um avhending av munandi mongd av serliga vandamiklum ella skaðiligum evni, ella hevur avhendingin av slíkum evni á annan hátt verið av serliga vandamiklum slag, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 16 ár.
Stk. 2. Somu revsing fær tann, sum ímóti lóggávuni um euforiserandi evni innflytur, útflytur, keypir, útflýggjar, tekur ímóti, framleiðir, viðger ella hevur um hendi slík evni við tilætlan um at avhenda tey, soleiðis sum nevnt er í stk. 1.
§ 191 a. Tann, sum ímóti løgtingslóg um forboð móti ávísum dopingevnum til fleiri persónar ella fyri munandi gjald ella undir øðrum serliga skerpandi umstøðum avhendir slík evni, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Somu revsing fær tann, sum ímóti løgtingslóg um forboð móti ávísum dopingevnum framleiðir, innflytur, útflytur, útbreiðir ella hevur um hendi slík evni við tilætlan um at avhenda tey, soleiðis sum nevnt er í stk. 1.
§ 192. Tann, sum við broti á forskriftir, sum givnar eru við lóg ella sambært lóg til at fyribyrgja ella tálma smittusjúku, elvir til vanda fyri, at slík sjúka kemur inn í landið ella breiðir seg millum manna, verður revsaður við fongsli í upp til 3 ár.
Stk. 2. Er talan um sjúku, sum sambært lóggávu krevur almenna viðgerð, ella sum er undir almennari viðgerð, tá ið gerðin verður framd, ella sum serlig tiltøk eru sett í verk til at verja fyri, at sjúkan kemur inn í landið, er revsingin fongsul upp til 6 ár.
Stk. 3. Tann, sum á nevnda hátt elvir til vanda fyri, at smittusjúka kemur inn í landið ella breiðir seg millum húsdýr ella millum nýtsluplantur ella aliplantur, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
Stk. 4. Verður brotsverkið gjørt av ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 6 mánaðir.
§ 192 a. Tann, sum ímóti løgtingslóg um vápn o.a. undir serliga skerpandi umstøðum hevur skotvápn um hendi, hevur skotvápn uppi á sær ella nýtir skotvápn, verður revsaður við fongsli í upp til 4 ár, tá ið brotið fer fram á einum stað, har frítt er hjá almenninginum at koma.
§ 192 b. Tann, sum við tilætlan um at gera skaða á annan persón ella munandi skaða á annans lutir ella á umhvørvið tekur ímóti, hevur um hendi, avhendir ella broytir geislavirkin evni ella framleiðir ella hevur um hendi sprongkvæman kjarnorkuútbúnað ella útbúnað, sum er ætlaður til at breiða út geislavirkin evni ella kann senda út jónandi geisling, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Við fongsli í upp til 12 ár verður tann revsaður, sum við tilætlan um at gera skaða á annan persón ella munandi skaða á annans lutir ella á umhvørvið ella at tvinga onkran til at gera ella lata vera við at gera okkurt:
1) nýtir geislavirkin evni ella útbúnað, sum sendir út jónandi geisling,
2) tekur burtur, broytir ella ger skaða á eina neyðuga verju ímóti útbreiðslu av geislavirknum evnum ella ímóti jónandi geisling, ella
3) nýtir ella ger skaða á eitt kjarnorkuverk við teirri fylgju, at tað kemur útlát av geislavirknum evni, ella at tað gerst vandi fyri tí.
Stk. 3. Verður ein gerð, sum nevnd er í stk. 2, framd undir teimum umstøðum, sum nevndar eru í § 180, ella hevur hon við sær umfatandi skaða á umhvørvið, ella at tað verður elvt til nærliggjandi vanda fyri tí, er revsingin fongsul í upp til lívstíð.
Stk. 4. Verður brotsverkið gjørt av ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 2 ár.
Kapittul 21 39) 6) 16) 5) 40) 30)
Ymsar gerðir, sum eru til skaða fyri almenningin
§ 193. Tann, sum á løgleysan hátt elvir til umfatandi órógv í rakstrinum av vanligum samferðslutólum, almennum postflutningi, telegrafútbúnaði ella telefonútbúnaði, útvarpsútbúnaði ella sjónvarpsútbúnaði, kunningarskipanum ella útbúnaði til vanliga veiting av vatni, gassi, elektriskum streymi ella hita, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Verður brotsverkið framt av grovum ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 6 mánaðir.
§ 194. Tann, sum tekur burtur, oyðileggur ella ger skaða á almenn minnismerki ella lutir, sum eru ætlaðir til vanliga nýtslu ella prýði, hoyra til almenn søvn ella eru serliga friðað, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár.
§ 195. Tann, sum setur matvøru til sølu, vitandi um, at hon er eftirgjørd ella falsað, uttan at hetta á ótvískildan hátt stendur á vøruni sjálvari, merkiseðlinum ella innpakkingini og á fakturanum, um slíkur verður latin, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir.
§ 196. Við fongsli í upp til 6 ár verður tann revsaður, sum undir skerpandi umstøðum ímóti umhvørvislóggávuni:
1) dálkar luft, vatn, jørð ella undirgrund við teirri fylgju, at munandi skaði kemur á umhvørvið, ella at tað verður elvt til nærliggjandi vanda fyri tí, ella
2) goymir ella burturbeinir burturkast ella líknandi evni við teirri fylgju, at munandi skaði kemur á umhvørvið, ella at tað verður elvt til nærliggjandi vanda fyri tí.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ímóti umhvørvislóggávuni dálkar luft, vatn, jørð ella undirgrund ella goymir ella burturbeinir burturkast ella líknandi evni, tá ið brotið er av meira regluligum ella skipaðum slag.
Kapittul 22 16) 6) 20) 41) 5) 30)
Bidding og skaðiligt inntøkuvirksemi
§ 197. Tann, sum ímóti ávaring frá løgregluni ger seg sekan í at bidda, ella sum loyvir, at nakar undir 18 ár, sum hoyrir til húski hansara, biddar, verður revsaður við fongsli í upp til 6 mánaðir. Undir linnandi umstøðum kann revsingin detta burtur. Ávaring sambært hesi áseting hevur gildi í 5 ár.
§ 198. (Strikað).
§ 199. Gongur nakar fyri einki undir slíkum umstøðum, at orsøk er at halda, at hann ikki roynir at vinna sær til lívsins uppihald á lógligan hátt, skal viðkomandi frá løgregluni fáa boð um at søkja sær lógligt starv innan ásetta rímiliga freist ella, um til ber, fáa slíkt starv ávíst. Ger hann ikki eftir boðunum, verður hann revsaður við fongsli í upp til 1 ár. Boðini frá løgregluni galda í 5 ár.
Stk. 2. Sum lógligt starv er ikki at rokna spæl, prostitutión ella stuðul frá persónum, sum arbeiða sum prostituerað.
§§ 200-202. (Strikaðar).
§ 203. Tann, sum roynir at vinna sær til lívsins uppihald við váðaspæli ella samsvarandi vedding, sum ikki er loyvt sambært serligari áseting, ella sum fremur slíkt spæl, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár.
Stk. 2. Rætturin ger av, um vinningurin skal verða inndrigin ella afturgoldin.
§ 204. Tann, sum á almennum stað hýsir ella fyriskipar óloyvdum váðaspæli, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
Stk. 2. Sum alment stað er eisini at rokna felagshøli, tá ið antin øll ella øll í ávísari samfelagsstætt vanliga kunnu innlimast í felagið, ella tá ið óloyvt váðaspæl er partur av endamáli felagsins, ella tá ið serligt gjald verður goldið fyri at luttaka í spælinum.
Stk. 3. Tann, sum á almennum stað luttekur í óloyvdum váðaspæli, verður revsaður við sekt.
§§ 205-207. (Strikaðar).
Brotsverk í familjuni
§ 208. Tann, sum longu er giftur og gongur í hjúnalag, verður revsaður við fongsli í upp til 3 ár ella, um hin persónurin hevur verið óvitandi um verandi giftu, við fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Verður gerðin framd av grovum ósketni, er revsingin fongsul upp til 1 ár.
Stk. 3. Tann, sum uttan sjálvur at vera giftur gongur í hjúnalag við einum, sum longu er giftur, verður revsaður við fongsli í upp til 1 ár.
Stk. 4. Tað skal roknast sum linnandi umstøður fyri tann, sum longu er giftur, um síðsta gifta ikki kann ógildast. Undir somu treytum kann revsingin heilt detta burtur fyri tann, sum ikki er giftur.
§ 209. (Strikað).
§ 210. Tann, sum hevur samlegu við skyldfólk í fallandi legg, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár. Ættleiðing verður javnsett við lívfrøðiligan skyldskap.
Stk. 2. Tann, sum hevur samlegu við bróður sín ella systur sína, verður revsaður við fongsli í upp til 2 ár. Revsingin kann detta burtur hjá tí, sum er undir 18 ár.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 galda eisini fyri aðrar kynsligar gerðir enn samlegu.
§§ 211-212. (Strikaðar).
§ 213. Tann, sum við vanrøkt ella niðrandi viðferð ger seg inn á hjúnafelaga sín, barn sítt ella annan persón undir 18 ár, sum er undir hansara myndugleika ella umsorgan, ella skyldfólk ella svágd í rísandi legg, ella sum andhugaður sleppir sær undan uppihaldsskyldu ella gjaldskyldu, sum honum er áløgd yvir fyri einum av nevndu persónum, og harvið kemur teimum í neyð, verður revsaður við fongsli í upp til 2 ár.
§ 214. (Strikað).
§ 215. Tann, sum heldur einum persóni undir 18 ár frá myndugleika ella umsorgan hjá foreldrum ella øðrum røttum viðkomandi, ella sum stuðlar uppundir, at persónurin skilur seg frá slíkum myndugleika ella slíkari umsorgan, verður revsaður eftir reglunum í § 261.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ólógliga førir barnið út úr landinum.
Kapittul 24
Kynslig brotsverk 36) 6) 16) 5) 26) 20) 42) 4)
Neyðtøka
§ 216. 43) Fyri neyðtøku verður tann revsaður við fongsli í upp til 8 ár, sum hevur samlegu við persón, ið ikki samtykkir í tí. Samtykkið skal vera komið til sjóndar við orðum ella gerðum ella síggjast í tí ítøkiligu støðuni og høpinum.
Stk. 2. Fyri neyðtøku verður tann, sum hevur samlegu við barn undir 12 ár, revsaður við fongsli í upp til 12 ár.
Stk. 3. Revsingin eftir stk. 1 kann vaksa upp í 12 ár, um neyðtøkan hevur verið serliga vandamikil, ella umstøðurnar aðramáta eru serliga skerpandi.
Stk. 4. 43) Tá ið revsingin verður ásett, skal dentur leggjast á ta serligu skemd, ið brotsverkið hevur við sær.
Stk. 5. 43) Tá ið revsingin verður ásett, skulu umstøðurnar vanliga roknast sum skerpandi, um tann órættaði hevur verið fyri menniskjahandli.
§ 217. (Strikað).
Misnýtsla o.a.
§ 218. Tann, sum við at misnýta annans sálarsjúku ella sálarliga menningartarn skaffar sær samlegu við viðkomandi, verður revsaður við fongsli í upp til 4 ár.
§ 219. Við fongsli í upp til 4 ár verður tann revsaður, sum:
1) starvast hjá kriminalforsorgini og hevur samlegu við persón, sum hevur tilhald í einum av stovnunum hjá kriminalforsorgini og er undir myndugleika hjá viðkomandi,
2) starvast hjá løgregluni og hevur samlegu við persón, sum er frælsisskerdur og í varðhaldi hjá løgregluni, ella
3) starvast á ella hevur eftirlit við samdøgursstovni ella tilhaldi hjá børnum og ungum, psykiatriskari deild, samdøgursstovni fyri persónar, ið bera víðfevnandi sálarlig brek, ella tílíkum stovni, og sum hevur samlegu við ein, sum er skrivaður inn á viðkomandi stovn.
§ 220. Tann, sum við grovari misnýtslu av annans arbeiðsliga, fíggjarliga, viðgerðarliga ella røktarliga bundinskapi skaffar sær samlegu við viðkomandi, verður revsaður við fongsli í upp til 1 ár. Er tann órættaði undir 18 ár, er revsingin upp í 4 ár.
§ 221. Við fongsli í upp til 4 ár verður tann revsaður, sum sníkir seg til samlegu við persón, sum heldur gerningsmaðurin er ein annar.
Kynslig misnýtsla av børnum
§ 222. Tann, sum hevur samlegu við barn undir 15 ár, verður dømdur í fongsul í upp til 8 ár, um ikki talan er um brot á § 216, stk. 2.
Stk. 2. 43) Hevur gerningsmaðurin skaffað sær samlegu við at gera sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág ella við brúk av tvingsli ella við hóttanum, kann revsingin vaksa upp í 12 ár.
Stk. 3. 43) Tá ið revsingin verður ásett, skulu umstøðurnar roknast sum skerpandi, um gerningsmaðurin hevur skaffað sær samlegu við at gera sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág.
§ 223. Við fongsli í upp til 4 ár verður tann revsaður, sum hevur samlegu við persón undir 18 ár, og tann órættaði er stjúkbarn ella fosturbarn hjá viðkomandi, ella er litin honum upp í hendur til undirvísingar ella uppalingar.
Stk. 2. Sama revsing er fyri tann, sum grovliga misnýtir sína yvirvág í aldri ella royndum til at forføra ein persón undir 18 ár til samlegu.
§ 223 a. (Strikað).
§ 224. Tann, sum viðvirkar til, at persónur undir 18 ár fyri gjald ella lyfti um gjald hevur samlegu við kunda verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Tann, ið, sum kundi fyri gjald ella lyfti um gjald hevur samlegu við persón undir 18 ár, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
§ 225. 29) Ásetingarnar í §§ 216-224 eru eisini galdandi fyri aðrar kynsligar gerðir enn samlegu. Ásetingarnar eru somuleiðis galdandi, tá ið gerningsmaðurin fær órættaða til at fremja kynsligar gerðir á seg sjálvan.
§ 226. Tann, sum tekur pornografiskar myndir, filmar ella tílíkt av persóni undir 18 ár við tilætlan at selja ella aðramáta breiða út tilfarið, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 ár.
§ 227. Tann, sum viðvirkar til, at persónur undir 18 ár er við í pornografiskari framførslu, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Tann, ið sum áskoðari er til framførslu, nevnd í stk. 1, har persónur undir 18 ár er við, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
§ 228. 43) 29) Brot á §§ 218 ella 222-224, § 225 sambært §§ 218 ella 222-224, § 226, § 227, stk. 1 ella § 229, verða lutvíst linari revsað, um gerningsmaðurin av ókunnleika um tilstandin ella aldurin hjá tí órættaða ikki kann sigast at hava handlað tilætlað, men tó í ósketni.
§ 229. 29) Fyri lokking verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár, sum miðvíst ella við snildum og við at misnýta sína yvirvág í aldri og royndum byggir upp eitt samband til ein persón undir 18 ár við ætlan um at fremja kynsligt brotsverk móti viðkomandi.
§ 230. (Strikað).
§ 231. (Strikað).
Blúnisbrot
§ 232. Tann, sum fremur blúnisbrot, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár. Er tann órættaði undir 15 ár, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 4 ár.
Stk. 2. 43) Tá ið revsingin verður ásett, skal dentur leggjast á ta serligu skemd, ið brotsverkið hevur við sær.
Prostitutión o.a.
§ 233. Tann, sum rekur vinnu, við at annar fyri gjald ella lyfti um gjald hevur kynsligt samband við kunda, fremur ruffarí og verður revsaður við fongsli í upp til 4 ár.
Stk. 2. Tann, sum aðramáta ger sær dælt av, at onkur við vinnuligum endamáli hevur kynsligt samband við kunda fyri gjald ella lyfti um gjald, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár. Sama er galdandi fyri tann, ið sum millummaður í fleiri endurtakandi førum ella við vinningi fyri eyga fremur, at annar fyri gjald ella lyfti um gjald hevur kynsligt samband við kunda.
Stk. 3. Tann, sum leigar út rúm á gistingarhúsi, soleiðis at annar við vinnuligum endamáli har kann hava kynsligt samband við kunda fyri gjald ella lyfti um gjald, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár.
§ 234. Tann, sum við ólógliga at skapa, styrkja ella gera sær dælt av villleiðing ella á annan ósømiligan hátt fær annan persón til fyri gjald ella lyfti um gjald at hava kynsligt samband við kunda, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
§ 235. Við sekt verður tann revsaður, sum:
1) selur ella letur ónærisligar myndir, filmar ella lutir til persón, sum er undir 18 ár, ella
2) almannakunnger, breiðir út ella við slíkum ætlanum ger ella flytur inn pornografiskar myndir, filmar ella lutir, ella
3) skipar fyri pornografiskum framførslum.
Barnapornografi
§ 236. 30) Tann, sum breiðir út pornografiskar myndir, filmar ella aðrar pornografiskar, visuellar endurgevingar ella tílíkt av persónum undir 18 ár, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár ella undir serliga skerpandi umstøðum við fongsli í upp til 6 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru av øllum at rokna umstøður, har vandi er fyri lívinum hjá barninum, har ið grovur harðskapur verður nýttur, har barnið fær álvarsaman skaða, ella umstøður, har ið útbreiðslan er av meira regluligum ella skipaðum slag.
Stk. 2. 30) Tann, sum hevur um hendi ella ímóti gjaldi ella gjøgnum internetið ella tílíka skipan til at breiða út upplýsingar útvegar sær atgongd til myndir, filmar ella aðrar pornografiskar, visuellar endurgevingar ella tílíkt av persónum undir 18 ár, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 2 er ikki galdandi fyri myndir, filmar ella tílíkt av persónum, sum eru fyltir 15 ár, og sum geva samtykki til, at ein kann hava tilfarið í hondum. Samtykkið kann altíð takast aftur.
Dómsviðurskifti
§ 236 a. 43) Tá ið dømt verður eftir §§ 216 ella 222, § 223, stk. 2, § 224, stk. 1, § 225 sambært §§ 216 ella 222, § 223, stk. 2, ella § 224, stk. 1, § 228 sambært eini av áðurnevndu ásetingum, § 232 ella § 262 a, stk. 2, kann tann dømdi saman við dóminum fáa hesi forboð:
1) tilhaldsforboð, sum er forboð fyri at vera ella ferðast á neyvari ásettum økjum, har tað er vandi fyri, at viðkomandi fer at fremja nýggj lógarbrot av sama slagi,
2) bústaðarforboð, sum er forboð fyri, uttan við loyvi frá løgregluni, at lata børn undir 18 ár halda til á bústaði sínum ella sjálvur at halda til hjá persónum, har sum børn undir 18 ár búgva,
3) vitjanarforboð, sum er forboð fyri at fáa vitjan av børnum undir 18 ár, tá ið ein vaksin ikki er við, ella
4) kontaktforboð, sum er forboð fyri gjøgnum internetið ella tílíka skipan til at breiða út upplýsingar at royna at fáa samband við børn undir 18 ár, ið ikki kenna tann dømda.
Stk. 2. Forboð eftir stk. 1 fevnir ikki um samband, tilhald ella ferðing, sum tann dømdi av serligum orsøkum má metast at hava rætt til. Forboð eftir stk. 1, nr. 2 og 3 fevnir ikki um børn ella ættleidd børn hjá viðkomandi.
Stk. 3. 43) Forboð kann verða givið, tá ið tað eftir slagnum á lógarbrotinum og eftir upplýsingum um tann dømda, herímillum um áður framdan kriminalitet, má metast at vera vandi fyri, at tann dømdi annars fer at gera líknandi lógarbrot, og forboðið kann vera við til at fyribyrgja hesum vanda.
Stk. 4. 43) Forboð verður sett at galda í óásetta tíð. Forboð kann tó verða sett at galda í 1 til 5 ár, frá tí at endaligur dómur er sagdur.
Stk. 5. Forboð má ikki vera í misjavna við tað ólag, sum tað skapar hjá tí dømda, við fyrilitið fyri teimum, sum tað skal verja, ella við slagið á lógarbrotinum.
Stk. 6. Tá ið forboð er sett at galda í óásetta tíð, kann tann dømdi aftan á 5 ár, roknað frá endaliga dóminum, krevja, at ákærumyndugleikin biður rættin taka støðu til, um forboðið skal standa við. Um serligar umstøður tala fyri tí, kann løgmálaráðharrin loyva, at málið verður lagt fyri rættin áðrenn hetta. § 59, stk. 2 er samsvarandi galdandi. Avgerðin verður tikin við úrskurði. Verður avgjørt, at forboðið heilt ella lutvíst skal standa við, kann tað leggjast fyri rættin av nýggjum, tó ikki fyrr enn 2 ár eru gingin.
Stk. 7. 43) Brot á forboð eftir stk. 1 verður revsað við fongsli í upp til 2 ár.
Kapittul 25
Brotsverk ímóti lívi og likami 6) 2) 44) 8)
Brotsverk ímóti lívi
§ 237. Tann, sum drepur ein annan, verður revsaður fyri manndráp við fongsli í 5 ár upp til lívstíð.
§ 238. Drepur mamma barn sítt undir ella beint eftir føðing, og hon trúliga hevur gjørt tað av neyð, av ótta fyri vanæru, ella av ómegd, ørkymlan ella ráðaloysi, sum stóðst av føðingini, verður hon revsað við fongsli í upp til 4 ár.
Stk. 2. Er brotsverkið ikki fullført, og hevur barnið ikki fingið skaða av gerðini, kann revsingin detta burtur.
§ 239. Tann, sum drepur ein annan, eftir at hesin klárt og týðiliga hevur biðið um tað, verður revsaður við fongsli í upp til 3 ár.
§ 240. Tann, sum viðvirkar til, at onkur tekur sítt egna lív, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár.
§ 241. Tann, sum av ósketni elvir annans deyð, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir og undir serliga skerpandi umstøðum við fongsli upp í 8 ár. Er gerðin framd í sambandi við rúsdrekkakoyring, brot á § 15, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um ferðslu, ella serliga fyrilitarleysa koyring verður hetta roknað sum serliga skerpandi umstøður.
§§ 242-243. (Strikaðar).
Brotsverk ímóti likami
§ 244. Tann, sum við harðskapi ella á annan hátt ger seg inn á annans likam, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár.
§ 245. Tann, sum ger seg sekan í serliga ráum, grovum ella vandamiklum likamsálopi ella mishandling, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár. Er talan um munandi skaða á likam ella heilsu, skal hetta roknast sum serliga skerpandi umstøður.
Stk. 2. Tann, sum ger skaða á annans likam ella heilsu á annan hátt enn soleiðis, sum nevnt er í stk. 1, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
§ 245 a. Tann, sum við ella uttan samtykki sker ella á annan hátt tekur burtur ytru kynsgøgn á gentu ella kvinnu heilt ella lutvíst, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
§ 246. Hevur brot á § 245 ella § 245 a við sær annans deyð, ella er tað aðramáta so grovt ella hevur so álvarsaman skaða við sær, at talan er um serliga skerpandi umstøður, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 10 ár.
§ 247. Verða lógarbrot, sum nevnd í §§ 244-246, gjørd av persóni, sum áður er dømdur fyri tilætlað likamsálop ella fyri brotsverk, har tilætlaður harðskapur hevur verið partur, kann revsingin vaksa við upp í eina helvt.
Stk. 2. Sama er galdandi um lógarbrot, sum nevnd í §§ 244-246, verða gjørd ímóti persóni, sum er í serligum vanda fyri harðskapi í arbeiði sínum.
§ 248. Fyri likamsálop í bardaga, ella har tann álopni nýtir harðskap afturímóti, kann revsingin undir serliga linnandi umstøðum detta burtur.
§ 249. Tann, sum av ósketni ger munandi skaða á annans likam ella heilsu, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir, ella undir serliga skerpandi umstøðum við fongsli í upp til 8 ár. Er gerðin framd í sambandi við rúsdrekkakoyring, brot á § 15, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um ferðslu, ella serliga fyrilitarleysa koyring, verður hetta roknað sum serliga skerpandi umstøður.
Vandaelvandi atburður
§ 250. Tann, sum kemur øðrum í hjálparleysa støðu, ella sum fer frá persóni, sum hann hevur undir hond, og sum er í slíkari støðu, verður revsaður við fongsli í upp til 8 ár.
§ 251. Kvinna, sum í sambandi við føðing á ábyrgdarleysan hátt kemur barni sínum í álvarsaman vanda, verður revsað við fongsli í upp til 1 ár.
§ 252. 30) Tann, sum við vinningi í huga, í grovum ovfarakæti ella á tílíkan fyrilitarleysan hátt elvir til nærliggjandi vanda fyri lívi ella likamsførleikum hjá øðrum persóni, verður revsaður við fongsli í upp til 8 ár.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum á fyrilitarleysan hátt elvir til vanda fyri, at annar persónur verður smittaður av lívshóttandi og ólekjandi sjúku.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í samráð við landsstýrismannin í heilsumálum, hvørjar sjúkur koma undir stk. 2.
§ 253. Við sekt ella fongsli í upp til 2 ár verður tann revsaður, sum hóast tað hevði borið honum til, uttan at hann ella onnur skuldu ovofrað seg, og uttan at hann skuldi komið sær sjálvum ella øðrum í nakran serligan vanda, letur vera við
1) eftir førimuni at hjálpa einum, sum er í eyðsæddum lívsvanda, ella
2) at gera tað, ið eftir umstøðunum krevst fyri at bjarga einum, ið tykist vera lívleysur, ella gera tað, sum er álagt til at taka sær av persónum, ið hava verið fyri skipbroti ella tílíkari ólukku.
Stk. 2. Við fongsli í upp til 2 ár verður tann revsaður, sum brýtur stk. 1 við at rýma frá ferðsluvanlukku, har onkur hevur fingið munandi persónsskaða.
§ 254. Tann, sum tilætlað ella av ósketni letur vandamikil vápn ella spreingievni upp í hendurnar á barni undir 15 ár ella á sálarsjúkum, menningartarnaðum ella rúsaðum persóni, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir.
§§ 255-259. (Strikaðar).
Kapittul 26
Brotsverk ímóti persónliga frælsinum 6) 45) 4) 8)
§ 260. Fyri ólógligan tvingsil verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár, sum
1) við harðskapi ella við hóttan um harðskap, um munandi skaða á ogn, frælsistøku, um ósanna skuldseting um revsiverd ella ærumeiðandi viðurskifti ella at avdúka viðurskifti, ið hoyra privatlívinum til, tvingar ein annan til at tola, gera ella lata vera við at gera okkurt, ella
2) við hóttan um at melda ella avdúka revsiverd viðurskifti ella um at bera fram sanna ærumeiðandi skuldseting tvingar ein annan til at gera, tola ella lata vera við at gera okkurt, um tvingsilin ikki kann metast at hava hóskandi samband við tað, sum hevur elvt hetta.
Stk. 2. Verður onkur tvingaður til hjúnalag ella átrúnaðarliga vígslu, sum ikki hevur borgarligt gildi, kann revsingin vaksa til fongsul í upp til 4 ár.
§ 261. Tann, sum tekur frælsið frá øðrum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 ár.
Stk. 2. Verður frælsistøka gjørd fyri vinning, varir hon leingi, ella snýr hon seg um, at onkur av órøttum verður hildin í varðhaldi sum sálarsjúkur ella menningartarnaður ella verður førdur í fremmanda hertænastu, fangilsi ella annan bundinskap í fremmandum landi, er revsingin fongsul í upp til 12 ár.
Stk. 3. Tann, sum av grovum ósketni fremur frælsistøku, soleiðis sum hon er lýst í stk. 2, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
§ 262. (Strikað).
§ 262 a. Fyri menniskjahandil verður tann revsaður við fongsli í upp til 10 ár, sum útvegar, flytur, yvirførir, hýsir ella síðan tekur ímóti einum persóni, har uppií er ella hevur verið
1) ólógligur tvingsil sambært § 260,
2) frælsistøka sambært § 261,
3) hóttan sambært § 266,
4) ólógligur háttur at skapa, styrkja ella gera sær dælt av misfatan, ella
5) onnur óhøvilig framferð við tí í hyggju at misnýta viðkomandi til prostitutión, pornografiskar myndir ella filmar, pornografiska framførslu, tvingsilsarbeiði, trælahald ella trælahaldslíknandi umstøður, revsiverdar gerðir ella lívgagnatøku.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum við tí í hyggju at misnýta viðkomandi til prostitutión, pornografiskar myndir ella filmar, pornografiska framførslu, tvingsilsarbeiði, trælahald ella trælahaldslíknandi umstøður, revsiverdar gerðir ella lívgagnatøku
1) útvegar, flytir, yvirførir, hýsir ella síðan tekur ímóti einum persóni undir 18 ár, ella
2) letur pening ella annan fyrimun fyri at fáa samtykki til misnýtsluna frá einum persóni, sum hevur myndugleika yvir órættaða, eins væl og tann, sum tekur við peninginum ella fyrimuninum.
Kapittul 27
Ónáðir og ærumeiðing 42) 6) 39) 2) 35) 16) 45) 46) 20) 8)
§ 263. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum
1) letur upp ella heldur aftur annans bræv, telegramm ella onnur afturlatin boð ella rit, ella sum ger seg kunnigan við innihaldið,
2) skaffar sær atgongd til annans goymslu, ella
3) við tóli loyniliga avlurtar ella tekur upp útsagnir, sum verða sagdar í einrúmi, telefon ella í øðrum samrøðum millum onnur ella í samráðingum á afturlatnum fundi, sum viðkomandi ikki sjálvur luttekur á, ella sum hann av órøttum hevur skaffað sær atgongd til.
Stk. 2. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum skaffar sær atgongd til annans upplýsingar ella forrit, sum eru ætlað til nýtslu í kunningarskipan.
Stk. 3. 30) Verður áseting í stk. 1 ella 2 brotin tilætlað fyri at skaffa sær atgongd til ella fyri at gera seg kunnigan við upplýsingar um vinnulig loyndarmál hjá fyritøku ella undir øðrum serliga skerpandi umstøðum, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 6 ár. Á sama hátt verða tær gerðir, ið eru nevndar í stk. 2, revsaðar, um talan er um brot av meira regluligum ella skipaðum slag.
§ 263 a. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum og við vinnuligum endamáli selur ella í størri mát breiðir út kodu ella tílíkt, sum kann nýtast til at sleppa inn í kunningarskipan, ið er vard fyri almennari atgongd við kodu ella aðrari serligari atgongdaravmarking.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum av órøttum víðarigevur størri mongd av kodum ella tílíkum sambært stk. 1.
Stk. 3. Á sama hátt verður tann revsaður, sum av órøttum skaffar sær atgongd til ella víðarigevur kodu ella tílíkt sambært stk. 1 til
1) eina samfelagsliga týdningarmikla kunningarskipan, samanber við § 193, ella
2) eina kunningarskipan, sum viðger viðkvæmar upplýsingar sambært § 2, nr. 9 í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, um persónlig viðurskifti hjá fleiri persónum.
Stk. 4. Hendir víðarigeving sambært stk. 1-3 undir serliga skerpandi umstøðum, er revsingin fongsul í upp til 6 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna slíkar, har víðarigevingin er serliga umfatandi ella hevur við sær serligan vanda fyri munandi skaða.
§ 264. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum
1) skaffar sær atgongd til fremmandahús ella annað stað, har ikki er frítt at koma, ella
2) ikki fer av fremmandagrund, tá ið hann verður biðin um tað.
Stk. 2. Verður ásetingin í stk. 1, nr. 1, brotin tilætlað fyri at skaffa sær atgongd til ella fyri at gera seg kunnigan við upplýsingar um vinnuloynidómar hjá virki, ella eru umstøðurnar aðramáta serliga skerpandi, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 6 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna slíkar, har brotið elvir øðrum munandi skaða ella hevur við sær serligan vanda fyri tí.
§ 264 a. Tann, sum av órøttum avmyndar persónar, sum eru á einum staði, har ikki er frítt at koma, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir. Sama við honum, sum við kikara ella øðrum tóli av órøttum eygleiðir slíkar persónar.
§ 264 b. (Strikað).
§ 264 c. Revsiásetingarnar sambært §§ 263, 264 og 264 a galda eisini fyri tann, sum uttan at hava viðvirkað til gerðina skaffar sær atgongd til ella av órøttum nýtir upplýsingar, sum fingnar eru til vegar við lógarbrotunum.
§ 264 d. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum víðarigevur boð ella myndir, ið viðvíkja persónligum viðurskiftum hjá øðrum persóni ella aðramáta vísa hann í umstøðum, sum skilliga kunnu krevjast ikki at koma fyri almenningin. Ásetingin er eisini galdandi fyri boð ella myndir, ið viðvíkja deyðum persóni.
§ 265. (Strikað).
§ 266. Tann, sum hóttir onkran við at fremja revsiverda gerð, og hóttanarmátin er slíkur, ið kann elva til stóran ótta fyri lívi, heilsu ella vælferð hjá tí hótta ella øðrum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
§ 266 a. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár verður tann revsaður, sum, uttan at treytirnar fyri at revsa eftir §§ 136 ella 266 eru til staðar, alment setir fram útsøgn, ið miðar eftir at birta upp undir herverk ella valdsgerð.
§ 266 b. Tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
§ 266 c. Tann, sum eftir at avgerð er fallin í einum máli, endurtekur tær ógildaðu skuldsetingarnar ímóti sama persóni so ofta, at skuldsetingarnar gerast meinsókn, og tá upplýsingarnar verða mettar at kunna skaða almenna umdømið hjá persóninum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir.
§ 267. Tann, sum ærumeiðir annan við niðrandi orðum ella gerðum ella setir fram ella breiðir út skuldseting um viðurskifti, sum verða mett at vera slík sum kunnu skaða almenna umdømið hjá tí ærumeidda, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir.
§ 267 a. (Strikað).
§ 268. Tann, sum setir fram ella breiðir út skuldseting ímóti betri vitan, ella sum ikki hevur rímiliga orsøk til at halda skuldsetingina vera sanna, verður revsaður fyri útspilling. Revsingin í § 267 kann tá vaksa til fongsul í upp til 2 ár.
§ 269. Skuldseting er órevsiverd, um tað verður prógvað, at hon er sonn, ella tá ið tann, sum í góðari trúgv setir hana fram, hevur havt skyldu til at úttala seg ella av røttum hevur vart eyðsýnd almenn áhugamál ella egnan ella annans tørv.
Stk. 2. Revsing kann detta burtur, um umstøðurnar góvu orsøk til at halda, at skuldsetingin var sonn.
§ 270. Tann, sum setir fram skuldseting á óhøviliga vanærandi hátt, kann revsast eftir § 267, sjálvt um sannleikaprógv verður ført. Sama er galdandi, um gerningsmaðurin ikki hevur havt rímiliga orsøk til at seta fram skemdarorðini.
Stk. 2. Um tann ærumeiddi einans krevur revsing eftir hesi grein, verður prógv um sannleikan í skuldsetingini ikki ført, um ikki almenn atlit á avgerandi hátt tala fyri tí.
§ 271. Tað verður ikki loyvt at føra fram prógv um sannleikan í revsiverdari gerð, um tann, sum verður skuldsettur við endaligum dómi í ríkinum ella í útlondum er fríkendur.
Stk. 2. Sannleikaprógv fyri eina longu dømda revsiverda gerð, sleppur einum ikki undan revsing, tá ið tann ærumeiddi í mun til innihaldið í gerðini, tíðspunktið, tá ið hon varð framd, og umstøðurnar annars hevði rímiligan rætt til at krevja, at málið ikki verður tikið fram aftur.
§ 272. Revsing eftir § 267 kann detta burtur, um tann órættaði hevur elvt til gerðina við óhøviligum atburði, ella um hann hevur hevnt seg inn á ærumeiðaran.
§ 273. Er ærumeiðandi skuldseting ógrundað, skal tað viðmerkjast í dómsniðurstøðuni, um tann ærumeiddi setir fram málskrav um tað.
Stk. 2. Tann, sum verður dømdur fyri ærumeiðing, kann eftir málskravi frá tí ærumeidda, fáa álagt at gjalda honum eina upphædd, sum rætturin áleggur, til at gjalda útreiðslurnar fyri at kunngera dómsniðurstøðu og møguliga eisini dómsgrundgevingar í einum ella fleiri almennum miðlum. Soleiðis skal vera, sjálvt um talan bert er um ógildingardóm eftir stk. 1.
§ 274. Tann, sum setir fram ella breiðir út ærumeiðandi útsøgn um deyðan persón, kann verða revsaður við sekt. Er talan um útspilling, kann hann verða revsaður við fongsli í upp til 4 mánaðir.
Stk. 2. Ærumeiðandi útsøgn, sum verður sett fram ímóti deyðum persóni 20 ár eftir deyða hansara, kann bert verða lógsøkt, um treytirnar í § 268 eru loknar.
§ 275. Brotsverk í hesum kapitli verða lógsøkt við privatari átalu, tó ikki brotsverkini, sum nevnd eru í §§ 266, 266 a og 266 b.
Stk. 2. Brot á §§ 263-264 d kunnu verða lógsøkt við almennari ákæru, um tann órættaði biður um tað. Sama er galdandi, um tann, sum virkar, ella tað tíðspunktið, ið talan er um, virkaði í almennari tænastu ella vinnu, verður skuldsettur fyri eina gerð, sum kann ella kundi havt við sær, at viðkomandi misti starvið ella vinnu sína. Sama er eisini galdandi, tá ið skuldsetingin er navnleys, ella tá ið navnið er skeivt ella uppáfunnið.
§ 275 a. (Strikað).
Kapittul 28
Fíggjarbrotsverk 17) 39) 47) 42) 6) 19) 36) 27) 48) 5) 25) 49) 50) 51) 16) 8)
§ 276. Fyri stuldur verður tann revsaður, sum uttan handhavarans samtykki tekur fremmandan flytbaran lut og ognar sær hann fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til. Sum flytbarur lutur er eisini at rokna ein orkumongd, sum er framleidd, goymd ella nýtt til at skapa ljós, hita, kraft ella rørslu ella til annað fíggjarligt endamál.
§ 276 a. Fyri innbrotsstuldur verður tann revsaður, sum av órøttum skaffar sær atgongd til fremmandahús og uttan handhavarans samtykki tekur fremmandan flytbaran lut og ognar sær hann fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til.
§ 277. Fyri finningsbrot verður tann revsaður, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, ognar sær ein fremmandan flytbaran lut, sum eingin hevur í varðveitslu, ella sum orsakað av eigarans gloymsku ella á annan tílíkan tilvildarligan hátt er komin gerningsmanninum í varðveitslu.
§ 278. Fyri fíggjarundandrátt verður tann revsaður, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til
1) ognar sær fremmandan flytbaran lut, sum er í hansara varðveitslu, uttan at gerðin er fevnd av § 277,
2) noktar fyri at hava tikið ímóti peningaláni ella øðrum láni til ognar ella fyri at hava tikið ímóti veiting, sum rindast skal fyri, ella
3) av órøttum nýtir pening, sum honum er latin upp í hendur, hóast hann ikki var pliktaður til at halda peningin sundurskildan frá egnari ogn.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1, nr. 1, fevnir ikki um ræði á keyptum luti, sum seljarin hevur treytað sær ognarrætt yvir, til keypsprísurin er goldin.
§ 279. Fyri fíggjarsvik verður tann revsaður, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, ólógliga skapar, styrkir ella ger sær dælt av annans misfatan og soleiðis fær hann til at gera ella til at lata vera við at gera okkurt, ið elvir honum ella øðrum, sum gerðin ella undanlátið verður avgerandi fyri, ein fíggjarmiss.
§ 279 a. Fyri dátusvik verður tann revsaður, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, ólógliga broytir, leggur afturat ella strikar upplýsingar ella forrit til elektroniska dátuviðgerð ella aðramáta ólógliga roynir at ávirka úrslitið av slíkari dátuviðgerð.
§ 280. Fyri heimildarsvik verður tann revsaður, um ikki gerðin kemur undir §§ 276-279 a, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, elvir øðrum fíggjarmiss
1) við at misnýta sær givna atgongd til at handla við rættarvirknaði fyri annan, ella
2) við í fíggjarviðurskiftum, sum tað áliggur honum at røkja fyri annan, handlar ímóti tørvinum hjá hesum.
§ 281. Fyri avnoyðslu verður tann revsaður, um ikki gerðin kemur undir § 288,
1) sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, hóttir onkran við harðskapi, stórum skaða á góðs ella frælsistøku, við at bera fram ósanna skuldseting um revsiverd ella ærumeiðandi viðurskifti ella við at avdúka viðurskifti, ið hoyra privatlívinum til, ella
2) sum hóttir við at melda ella avdúka revsiverd viðurskifti ella við at bera fram sanna ærumeiðandi skuldseting fyri á tann hátt at útvega sær ella øðrum vinning, sum ikki kann metast at hava hóskandi samband við tann tilburð, sum er atvoldin til framseting av hóttanini.
§ 282. Fyri okur verður tann revsaður, sum ger sær dælt av annans munandi fíggjarligu ella persónligu trupulleikum, manglandi innliti, gáloysni ella bundinskapi fyri á tann hátt í eini avtalu at fáa ella treyta sær veiting, sum er í stórum ósamsvari við mótveitingina ella sum er kostnaðarleys.
§ 283. 52) Fyri skuldarasvik verður tann revsaður, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til
1) avhendir, pantsetir ella á annan hátt ræður yvir egið góðs, har til triðipartur hevur fingið rættindi, sum ikki eru sambærilig við gerðina,
2) eftir at búgv hansara er tikið til trotabúsviðgerð, ella eftir at endurskipanarviðgerð er byrjað, fremur gerðir, sum skulu forða fyri, at krøv og ognir í búnum koma kravánarum ella onkrum einstøkum av kravánarunum til góðar, ella
3) við falslæti, burturfjaling, sýnisrættargerð, stórum gávum, ovnýtslu, sølu fyri undirprís, gjalding av ella veðseting fyri ógjaldkomnum skuldbókingum ella á annan tílíkan hátt forðar fyri, at krøv og ognir hansara koma kravánarum ella onkrum einstøkum av kravánarunum til góðar.
Stk. 2. 52) Eru gerðir, sum nevndar í stk. 1, nr. 3, framdar fyri at geva kravánara framíhjárætt, verður hesin bert revsaður, um hann, tá tað var skilligt, at húsagangurin ella endurskipanarviðgerð hjá skuldaranum vóru fyri durum, fekk skuldaran til at geva sær framíhjárættin.
§ 284. (Strikað).
§ 285. Brotsverk nevnd í §§ 276, 276 a og 278-283 verða revsað við fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir. Fyri teir í § 283, stk. 2 nevndu tilburðir, kann revsingin fyri bæði skuldaran og fyri kravánaran, sum fekk framíhjárætt, minka til sekt.
Stk. 2. Finningsbrot, sbrt. § 277, verður revsað við sekt ella við fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir.
§ 286. Revsingin fyri brotsverk sambært §§ 276, 276 a, 281 og 282 kann vaksa til fongsul í upp til 6 ár, um talan er um serliga grov brot, serstakliga orsakað av útinningarháttinum, um fleiri eru saman um tey, um vápn ella onnur vandamikil amboð ella evni eru uppií, um stolnu lutirnir hava eitt stórt virði, ella orsakað av umstøðunum kring lutirnar, tá ið teir vórðu stolnir, ella tí at stuldurin er partur av skipaðum innbrotum, ella um talan er um nógv brot.
Stk. 2. Revsingin fyri brotsverk sambært §§ 278-280 og 283 kann vaksa til fongsul í upp til 8 ár, um talan er um serliga grov brot, serstakliga orsakað av útinningarháttinum, ella tí at fleiri eru saman um tey, ella tí at uppnáddi ella tilætlaði vinningurin er stórur, ella um talan er um nógv brot.
§ 287. Eru nøkur brotsverk sambært §§ 276-283 minni revsiverd orsakað av umstøðunum kring brotið, tí at stolnu lutirnir ella fíggjarligi missurin hava lítið upp á seg ella av øðrum orsøkum, er revsingin sekt. Eru umstøðurnar aðramáta linnandi, kann revsingin detta burtur.
Stk. 2. Brotsroynd, sum er fevnd av stk. 1, er revsiverd.
§ 288. Fyri rán verður tann revsaður við fongsli í upp til 6 ár, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, við harðskapi ella við hóttan um beinanvegin at nýta harðskap
1) tekur ella tvingar fremmandan flytbaran lut frá nøkrum,
2) flytur stolnan lut á trygt stað, ella
3) tvingar onkran til at gera ella til at lata vera við at gera okkurt, sum elvir til fíggjarmiss hjá tí álopna ella øðrum, sum tann álopni handlar fyri.
Stk. 2. Revsingin kann vaksa til fongsul í upp til 10 ár, um talan er um serliga grovt rán, serstakliga um tað er av serliga vandamiklum slag, vegna útinningarháttin, vavið av uppnádda ella tilætlaða vinninginum, um talan er um at taka seg inn í privatheim at ræna, ella um talan er um nógv brot.
§ 289. Við fongsli í upp til 8 ár verður tann revsaður, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, ger seg sekan í serliga grovum broti á skattalóggávu, tolllóggávu, avgjaldslóggávu ella stuðulslóggávu ella á § 289 a.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er bert galdandi, um lóggávan, sum nevnd er í stk. 1, vísir til hesa áseting.
Stk. 3. Tá ið eykasekt sambært § 50, stk. 2, verður áløgd fyri brot á stk. 1, skal dentur leggjast á, um talan er um serliga grov brot, serstakliga orsakað av útinningarháttinum, um fleiri eru saman um tað, ella um talan er um nógv brot.
§ 289 a. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum til nýtslu at taka avgerð um at rinda ella afturrinda toll ella avgjøld, útgjald ella afturgjald av viðbótum ella stuðli frá donskum ella føroyskum myndugleikum ella frá ES-stovnum ella øðrum samveldis stovnum, gevur ósannar ella villleiðandi upplýsingar ella tigur við upplýsingum, heruppií ikki heldur upplýsingarskyldu, sum er týðandi fyri avgerðina í málinum, fyri tilætlað at sleppa sær sjálvum ella øðrum undan at gjalda ella fyri tilætlað at útvega sær sjálvum ella øðrum eitt útgjald, tey ongan rætt hava til.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum av órøttum ger sær dælt av lógliga uppnáddum fyrimuni viðvíkjandi gjøldum sambært stk. 1 og tann, sum av órøttum nýtir útgjøld sambært stk. 1 til onnur endamál enn tey, sum tey av fyrstantíð vórðu játtað til. Hetta er tó ikki galdandi fyri veitingar, sum verða játtaðar til privata nýtslu.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 galda bert, um onnur lóggáva ikki hevur samsvarandi ásetingar.
Stk. 4. Er talan um serliga grovt brot á stk. 1 ella 2, verður revsað eftir § 289.
§ 290. 33) Fyri fæloynd verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir, sum av órøttum tekur ímóti ella skaffar sær ella øðrum lut í vinningi, sum er fingin til vegar við revsiverdum lógarbroti. Á sama hátt verður tann revsaður, sum eftirsíðan av órøttum við at goyma, varðveita, flyta, hjálpa at avhenda ella á annan tílíkan hátt er við til at tryggja einum øðrum vinning av revsiverdum lógarbroti, um ikki gerðin kemur undir § 290 a.
Stk. 2. 33) Revsingin kann vaksa til fongsul í upp til 6 ár, um talan er um serliga grova fæloynd, serstakliga um hon hevur vinnuligan ella professionellan karakter, um uppnáddi ella tilætlaði vinningurin er stórur, ella um eitt størri tal av brotsverkum er framt.
Stk. 3. Revsing eftir hesi áseting kann ikki gevast honum, sum tekur ímóti vinningi frá familju ella samlivara til vanligt uppihald, ella honum, sum tekur ímóti vinningi sum vanligt gjald fyri vanligar brúksvørur, brúkslutir ella tænastur.
§ 290 a. 33) Fyri hvítvasking verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir, sum leggur um ella flytur pening, ið beinleiðis ella óbeinleiðis er vinningur av revsiverdum lógarbroti, til tess at krógva ella káva út yvir tann ólógliga upprunan.
Stk. 2. Revsingin kann vaksa til fongsul í upp til 8 ár, um talan er um serliga grova hvítvasking, serstakliga um hon hevur vinnuligan ella professionellan karakter, um uppnáddi ella tilætlaði vinningingurin er stórur, ella um eitt størri tal av brotsverkum er framt.
§ 291. Tann, sum oyðileggur, skaðar ella beinir burtur lutir, sum annar eigur, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir.
Stk. 2. Verður umfatandi herverk framt, ella herverk av meira regluligum ella skipaðum slagi, ella um gerningsmaðurin áður er dømdur eftir hesi grein ella eftir § 180, § 181, § 183, stk. 1 og 2, § 184, stk. 1, § 193 ella § 194, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 6 ár.
Stk. 3. Verður brot á stk. 2 gjørt av grovum ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 6 mánaðir.
Stk. 4. Tá ið revsing verður ásett fyri brot á stk. 1 ella 2, skal tað roknast sum skerpandi umstøður, at gerðin er framd ímeðan ella í beinleiðis framhaldi av, at tað í økinum verða gjørdar grovar ónáðir á almennum staði.
§ 292. Tann, sum oyðileggur, skaðar ella beinir fyri egnum ognum fyri at forða fyri, at tær koma kravánarum ella onkrum einstøkum av kravánarunum til góðar, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár.
§ 293. Tann, sum av órøttum nýtir lut, sum annar eigur, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár, um ikki gerðin er fevnd av § 293 a. Undir skerpandi umstøðum, serstakliga tá ið luturin ikki verður settur aftur eftir nýtslu, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 2 ár.
Stk. 2. 30) Tann, sum av órøttum forðar øðrum í heilt ella lutvíst at ráða yvir luti, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár. Revsingin kann vaksa til fongsul upp í 2 ár, um talan er um brot av meira regluligum ella skipaðum slag, ella um tað í aðramáta er talan um serliga skerpandi umstøður.
§ 293 a. Fyri brúksstuldur av motorakfari verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir, sum av órøttum nýtir motorakfar, sum annar eigur. Undir serliga skerpandi umstøðum, herímillum serliga í endurtakandi førum, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 4 ár.
§ 294. Tann, sum ólógliga fremur sjálvtekt, verður revsaður við sekt.
§ 295. Tann, sum ímóti privatum ella almennum rætti setir upp byrging ella fastan útbúnað í feskum vatni ella á landleiðini, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir.
§ 296. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum
1) breiðir út skeivar ella villleiðandi upplýsingar, sum kunnu ávirka prísin á virðisbrøvum ella tílíkum fíggjarligum amboðum og ognum munandi,
2) gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar um viðurskifti hjá løgfrøðiligum persóni
a) í almennum fráboðanum um fíggjarlig viðurskifti,
b) í lógarásettum roknskapi,
c) í frágreiðing, roknskapi ella váttan til aðalfund ella tílíkan myndugleika ella til leiðsluna hjá tí løgfrøðiliga persóninum,
d) í fráboðan til skrásetingarmyndugleika, ella
e) í útboðstilfari viðvíkjandi stovnan ella kapitalhækkan hjá løgfrøðiliga persóninum, og viðvíkjandi sølu av kapitalpørtum ella útgávu ella sølu av umbýtiligum lánsbrøvum,
3) grovliga brýtur lóg, sum er galdandi fyri løgfrøðiligan persón viðvíkjandi
a) kapitaltilføring, ella
b) nýtslu av fæi hjá tí løgfrøðiliga persóninum, ella
4) grovliga letur vera við at lúka lógarkrøv, sum eru galdandi fyri løgfrøðiligan persón um
a) gerðabókarførslu,
b) førslu av skráum og upplýsingarskyldum viðvíkjandi ognarlutum, ella
c) atgerðarskyldum viðvíkjandi staðfestum kapitalmissi.
Stk. 2. Undir serliga skerpandi umstøðum kann revsingin fyri brot á stk. 1, nr. 1, vaksa til fongsul í upp til 6 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna gerðir, har fleiri eru saman um brotsverkið, har uppnáddi ella tilætlaði vinningurin er stórur, ella tá ið fleiri brotsverk eru framd.
Stk. 3. Verður ein gerð ella eitt undanlát, sum er nevnt í stk. 1, framd av grovum ósketni, er revsingin sekt ella undir serliga skerpandi umstøðum fongsul í upp til 4 mánaðir.
§ 297. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum breiðir út skeivar ella villleiðandi upplýsingar, sum kunnu ávirka prísin á vøru, fastogn ella øðrum tílíkum ognum munandi.
Stk. 2. Verður ein gerð, sum nevnd í stk. 1 gjørd av grovum ósketni, er revsingin sekt ella undir serliga skerpandi umstøðum fongsul í upp til 4 mánaðir.
§ 298. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum, uttan at treytirnar fyri at brúka § 279 eru til staðar,
1) við falslæti um gjaldsevni skaffar sær ella øðrum lán ella kreditt við fíggjarligum missi sum úrsliti,
2) við at brúka burtur av forútgoldnum viðurgjaldi harvið ikki megnar at lata mótveitingina,
3) fer av staði uttan at gjalda fyri innivist, matarát, flutning ella aðra veiting, sum tað skilliga skuldi gjaldast fyri, áðrenn farið varð av staðnum, ella
4) uttan at rinda ásett gjald lumpar sær atgongd til framførslu, framsýning ella fund, ella til flutning við almennum flutningsfari ella til at nýta annan alment atkomiligan útbúnað.
§ 299. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum, uttan at treytirnar fyri at brúka § 280 eru til staðar, í fíggjarviðurskiftum, sum tað áliggur honum at røkja fyri annan, skúgvar skyldur sínar til viks og harvið elvir hinum munandi fíggjarmiss, sum ikki verður endurgoldið, áðrenn dómur fellur á fyrsta rættarstigi.
Stk. 2. Við sekt ella fongsli í upp til 4 ár verður tann revsaður, ið sum annans fíggjarrøkil ímóti skyldum sínum tekur ímóti, krevur ella letur lova sær gávu ella annan fyrimun til sín sjálvs ella annan. Á sama hátt verður tann revsaður, sum bjóðar, veitir ella lovar slíka gávu ella fyrimun.
§ 299 a. 30) Við fongsli í upp til 6 ár verður tann revsaður, sum undir serliga skerpandi umstøðum brýtur § 19 í løgtingslóg um marknaðarføring. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna tilburðir, har gerðin hevur elvt til munandi skaða ella hevur skapt nærliggjandi vanda fyri tí.
§ 299 b. Við fongsli í upp til 6 ár verður tann revsaður, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, ella sum aðramáta undir serliga skerpandi umstøðum ger seg sekan í
1) broti á upphavsrættin av serliga grovum slagi, sambært § 74, stk. 2, í løgtingslóg um upphavsrætt, ella ólógligum innflutningi av serliga grovum slagi, sambært § 76, stk. 2, í løgtingslóg um upphavsrætt,
2) broti á vørumerkjarættin av serliga grovum slagi, sambært § 42, stk. 2, í Varemærkeloven, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan,
3) designinntrivi av serliga grovum slagi, sambært § 36, stk. 2, í Designloven, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan,
4) patentinntrivi av serliga grovum slagi, sambært § 57, stk. 2, í Patentloven, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, ella
5) brúksmodellinntrivi av serliga grovum slagi, sambært § 54, stk. 2, í Lov om brugsmodeller, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan.
§ 299 c. (Tøk).
§ 299 d. Við fongsli í upp til 6 ár verður tann revsaður, sum undir serliga skerpandi umstøðum ger seg sekan í broti á § 35, stk. 1 ella § 39, stk. 1 í Lov om værdipapirhandel m.v., sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan.
Stk. 2. Sum serliga skerpandi umstøður sambært stk. 1 eru serstakliga at rokna slíkar, har fleiri eru saman um brotið, har uppnáddi ella tilætlaði vinningurin er stórur, ella har talan er um fleiri brot.
§ 300. 52) Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár verður tann revsaður
1) sum, tá ið hann sær ella átti at sæð, at hann ikki megnar at lúka krøv hjá kravánarum sínum, ger fíggjarstøðu sína nógv verri við at stovna nýggja skuld ella rindar ella veitir trygd fyri stórum gjaldkomnum skuldbókingum,
2) sum elvir kravánarum sínum munandi tap við oyðslutari lívsførslu, við spæli, við vágiligum virksemi, sum ikki stendur mát við ognina, við sera órøkjaligum handilsskapi ella við aðrari gáloysnari framferð, ella
3) ið, sum skuldari ella álitisfólk gevur skeivar upplýsingar ella ger seg sekan í grovum gáloysni, tá ið hann letur inn váttanir, ið eru neyðugar undir endurskipanarviðgerð.
§ 300 a. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum, uttan at treytirnar fyri at brúka § 279 eru til staðar, tilvitað ella av grovum ósketni á ólógligan hátt elvir til, at ein persónur sum er í egnari misfatan, av hesari orsøk verður ávirkaður til eina gerð ella eitt undanlát soleiðis, at hesin ella ein annar, sum gerðin ella undanlátið verður avgerandi fyri, er fyri stórum fíggjarmissi.
§ 300 b. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum, uttan at treytirnar fyri at brúka § 282 eru til staðar, í avtalugerð á ósømiligan hátt ger sær dælt av fíggjarligum trupulleikum ella aðrari undirlutastøðu hjá mótpartinum.
§ 300 c. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum avhendir eitt krav, ið stavar frá gerð hjá einum øðrum, har gerðin er av sama slagi sum nevnt í § 282, § 300 a ella § 300 b, ella sum ger tílíkt krav galdandi, um hann, tá ið hann ognaði sær kravið, vísti grovt ósketni við ikki at gáa eftir, hvaðan kravið stavaði. Á sama hátt verður tann revsaður, sum við grovum ósketni aðramáta á ósømiligan hátt ger sær dælt av gerð hjá einum øðrum, har gerðin er av sama slagi sum nevnt í § 282, § 300 a ella § 300 b.
§ 301. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum tilvitað og við óheimilaðari nýtslu í hyggju framleiðir, útvegar, hevur í hondum ella gevur víðari
1) upplýsingar, ið eyðmerkja ein gjaldsmiðil, sum er tillutaður øðrum, ella
2) genererað gjaldskortnummur.
Stk. 2. Er talan um størri útbreiðslu í sambandi við víðarigeving o.a. sambært stk. 1 ella undir serliga skerpandi umstøðum aðramáta, er revsingin fongsul í upp til 6 ár.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri ektað gjaldkort.
§ 301 a. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum útvegar ella gevur víðari kodur ella tílíkt, ið kann nýtast til at sleppa inn í kunningarskipan, sum bert er ætlað gjaldandi brúkarum, og sum er vard við kodu ella aðrari serligari atgongdaravmarking.
Stk. 2. Hendir víðarigeving o.a. sambært stk. 1 undir serliga skerpandi umstøðum, er revsingin fongsul í upp til 6 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna tilburðir, har víðarigeving o.a. hevur vinnuligt endamál, er serliga umfatandi ella verður gjørd undir umstøðum, har stórur vandi er fyri víðfevndari misnýtslu.
§ 302. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, um gerðin ikki kemur undir § 296, sum á serliga grovan hátt brýtur lógarkrøv um
1) bókhald, herímillum skráseting av keypi og sølu og uppseting av roknskapartilfari,
2) goymslu av roknskapartilfari, herímillum frágreiðingar um bókhaldsførslu, og hvussu tilfar verður goymt og heintað, herímillum loyniorð o.a. og krypteringslyklar,
3) atgongd hjá almennum myndugleikum til roknskapartilfar sambært serligari lóggávu, sum er galdandi fyri teir, ella
4) framløgu av ársroknskapi ella samsvarandi roknskapi.
Stk. 2. Verður ein gerð ella eitt undanlát sum nevnt í stk. 1 gjørt av grovum ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 4 mánaðir.
§ 303. Tann, sum vísir grovt ósketni við í tingingum at fáa ella á annan líknandi hátt tekur ímóti lutum, sum eru útvegaðir við ríkingarbrotsverki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár.
§ 304. Við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir verður tann revsaður, sum í teimum førum, har avgerð í einum fíggjarmáli verður tikin við atkvøðugreiðslu, útvegar sær ella øðrum atgongd av órøttum at vera við í henni ella at lata fleiri atkvøður, enn honum eru tillutaðar, ella á annan hátt elvir til, at atkvøðugreiðslan verður skeiklað.
Stk. 2. 52) Á sama hátt verður tann revsaður, sum til atkvøðugreiðslu í sambandi við trotabúgv, skuldarfrágongubúgv ella undir endurskipanarviðgerð við falslæti ávirkar atkvøðugreiðsluna ella veitir, lovar ella bjóðar, tekur ímóti, krevur ella letur lova sær fíggjarligan fyrimun afturfyri at atkvøða fyri onkrum ávísum ella lata vera við at atkvøða.
§ 304 a. Tann, sum av órøttum veitir, lovar ella bjóðar gerðarrættardómara í ríkinum ella í útlondum gávu ella annan fyrimun fyri at fáa hann til at gera ella til at lata vera við at gera okkurt í útinningini av starvi sínum sum gerðarrættardómari verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 ár.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum í ríkinum ella í útlondum arbeiðir sum gerðarrættardómari, og sum í útinningini av starvi sínum sum gerðarrættardómari av órøttum tekur ímóti, krevur ella letur sær lova gávu ella annan fyrimun.
§ 305. Brotsverk sambært § 291, stk. 1 og 3, § 293, stk. 2, § 298 og § 299 verða bert lógsøkt eftir áheitan frá tí órættaða, um ikki almenn atlit krevja lógsókn.
Stk. 2. Brotsverk sambært § 294 verða lógsøkt við privatari átalu.
Kapittul 29
Serligar ásetingar um løgfrøðiligar persónar 8)
§ 306. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 fyri brot á hesa løgtingslóg.
Skjal 1 30)
Ásetingar, ið víst verður til í § 114 a í revsilógini:
1) Artikul 1 í millumtjóðasáttmála frá 16. desember 1970 um at basa ólógligari valdstøku av loftførum:
“Artikel 1
Enhver, som om bord i et luftfartøj under flyvning
a) uretsmæssigt, ved vold eller trussel herom, eller ved enhver anden form for trussel bemægtiger sig eller udøver kontrol over luftfartøjet, eller forsøger at udføre en sådan handling, eller
b) medvirker til, at en anden udfører eller forsøger at udføre enhver sådan handling, begår en forbrydelse (herefter betegnet “forbrydelsen”).”
2) Artikul 1 í millumtjóðasáttmála frá 23. september 1971 um at basa ólógligum gerðum ímóti trygdini í sivilu loftferðsluni:
“Artikel 1
1. En person gør sig skyldig i en forbrydelse, hvis han ulovligt og forsætligt
a) foretager en voldshandling mod en person om bord i et luftfartøj under flyvning, dersom denne handling må antages at bringe luftfartøjets sikkerhed i fare; eller
b) ødelægger et luftfartøj i drift eller beskadiger det på en sådan måde, at det ikke kan flyve, eller dets sikkerhed må antages at blive bragt i fare under flyvning; eller
c) anbringer eller lader anbringe – uanset på hvilken måde – i et luftfartøj i drift en indretning eller et stof, der må antages at ødelægge luftfartøjet eller beskadige det på en sådan måde, at det ikke kan flyve, eller dets sikkerhed må antages at blive bragt i fare under flyvning; eller
d) ødelægger eller beskadiger luftfartshjælpemidler eller forstyrrer deres drift, dersom en sådan handling må antages at bringe et luftfartøjs sikkerhed i fare under flyvning; eller
e) giver oplysninger, som han ved er urigtige, og derved bringer et luftfartøjs sikkerhed i fare under flyvning.
1 bis. Enhver person gør sig skyldig i en forbrydelse, hvis han ulovligt og forsætligt ved hjælp af et redskab, et stof eller et våben:
a) foretager en voldshandling mod en person i en lufthavn, der betjener den internationale civile luftfart, som forårsager eller som må antages at forårsage alvorlig skade eller død; eller
b) ødelægger eller alvorligt beskadiger anlæg i en lufthavn, der betjener den internationale civile luftfart, eller luftfartøjer, som ikke er i drift og befinder sig i lufthavnen, eller afbryder lufthavnens drift, hvis en sådan handling bringer eller må antages at bringe sikkerheden i lufthavnen i fare.
2. En person gør sig ligeledes skyldig i en forbrydelse, hvis han
a) forsøger at begå nogen af de i stk. 1 eller stk. 1 bis nævnte forbrydelser; eller
b) medvirker til, at en anden begår eller forsøger at begå en sådan forbrydelse.”
3) Artikul II í millumtjóðasáttmála frá 14. desember 1973 um at fyribyrgja og revsa brotsverk ímóti altjóða vardum persónum, herímillum sendifólkum:
“Artikel 2
1. Følgende forsætlige handlinger
a) manddrab, bortførelse eller andet angreb på en internationalt beskyttet persons legeme eller frihed;
b) voldshandling mod en internationalt beskyttet persons tjenestested, privatbolig eller transportmiddel, som må antages at bringe hans person eller frihed i fare;
c) trussel om at foretage et sådant angreb;
d) forsøg på at foretage et sådant angreb; og
e) medvirken til foretagelse af sådanne angreb skal gøres strafbare i henhold til hver af de deltagende staters nationale lovgivning.
2. Enhver deltagende stat skal fastsætte passende straffe for de nævnte forbrydelser under hensyntagen til deres alvorlige karakter.
3. Bestemmelserne i stk. 1 og 2 påvirker ikke de deltagende staters forpligtelser til i henhold til folkeretten at træffe alle egnede foranstaltninger til forebyggelse af andre angreb på en internationalt beskyttet persons legeme, frihed eller værdighed.”
4) Artikul 1 í millumtjóðasáttmála frá 17. desember 1979 ímóti gíslatøku:
“Artikel 1
1. Enhver person, som tilfangetager eller tilbageholder en anden person og truer med at dræbe, legemsbeskadige eller fortsat at tilbageholde denne (i det følgende benævnt "gidslet") med henblik på at tvinge tredjepart, dvs. en stat, en international intergovernemental organisation, en fysisk eller juridisk person eller en gruppe personer til at foretage eller undlade at foretage nogen handling som en udtrykkelig eller stiltiende betingelse for frigivelsen af gidslet, begår den forbrydelse at tage gidsler ("gidseltagning") i denne konventions forstand.
2. Enhver person, som
a) forsøger at foretage gidseltagning eller
3. medvirker til, at andre foretager eller forsøger at foretage gidseltagning, begår ligeledes en forbrydelse, som falder ind under denne konvention.”
5) Artikul 7 í IAEA-sáttmálanum, Sáttmálin hjá The International Atomic Energy Agency, frá 3. mars 1980 um fysiska vernd av kjarnorkutilfari:
“Artikel 7
1. Det forhold, at der begås:
a) en handling uden lovlig bemyndigelse, der indebærer modtagelse, besiddelse, brug, overdragelse, ændring, bortskaffelse eller spredning af nukleare materialer og som forvolder eller sandsynligvis vil forvolde død eller alvorlig overlast på nogen person eller betydelig tingsskade;
b) et tyveri eller røveri af nukleare materialer;
c) underslæb eller svigagtig tilegnelse af nukleare materialer;
d) en handling, der indebærer et krav om nukleare materialer ved trusler eller brug af magt eller enhver anden form for tvang;
e) en trussel:
i. om at anvende nukleare materialer til at forvolde død eller alvorlig overlast på nogen person eller betydelig tingsskade, eller
ii. om at begå en forbrydelse som beskrevet i pkt. (b) for at tvinge en fysisk eller juridisk person, en international organisation eller en stat til at udføre eller afholde sig fra at udføre nogen handling;
f) et forsøg på at begå en forbrydelse som beskrevet i stk. (a), (b) eller (c); samt
g) en handling, som indebærer medvirken til en forbrydelse som beskrevet i stk. (a) til (f), skal af hver af deltagerstaterne behandles som en strafbar handling i medfør af statens nationale lovgivning.
2. Hver af deltagerstaterne skal gøre de i nærværende artikel beskrevne forbrydelser strafbare med passende sanktioner, der tager hensyn til handlingernes alvorlige natur.”
6) Artikul 3 í millumtjóðasáttmála frá 10. mars 1988 um at basa ólógligum gerðum ímóti sjótrygdini:
“Artikel 3
1. En person gør sig skyldig i en forbrydelse, hvis han ulovligt og forsætligt
a) tilbageholder eller udøver kontrol over et skib ved hjælp af magt eller trusler herom eller om enhver anden krænkelse; eller
b) udøver en voldshandling om bord på et skib, hvis handlingen må antages at bringe skibets sikkerhed i fare under sejlads; eller
c) ødelægger eller beskadiger et skib eller dets last, hvis handlingen må antages at bringe skibets sikkerhed i fare under sejlads; eller
d) på et skib anbringer eller lader anbringe – uanset på hvilken måde – en indretning eller et stof, der må antages at ødelægge skibet eller beskadige skibet eller dets last, således at det må antages at bringe skibets sikkerhed i fare under sejlads; eller
e) ødelægger eller alvorligt beskadiger navigations- og afmærkningssystemer til vejledning for skibsfarten eller alvorligt griber ind i deres drift, hvis en sådan handling må antages at bringe et skibs sikkerhed i fare under sejlads; eller
f) videregiver oplysninger, han ved er usande, og derved bringer sikkerheden i fare for et skib under sejlads;
g) sårer eller dræber en person i forbindelse med overtrædelse eller forsøg på overtrædelse af en af de i litra a) til f) omhandlede forbrydelser.
2. En person gør sig ligeledes skyldig i en forbrydelse, hvis han:
a) forsøger at begå en af de i stk. 1 omhandlede forbrydelser; eller
b) tilskynder til en af de i stk. 1 omhandlede forbrydelser, uanset af hvem den begås, eller på anden måde er i ledtog med en, der begår en sådan forbrydelse;
c) for at foranledige en fysisk eller juridisk person til at foretage eller undlade nogen handling truer – med eller uden betingelser som fastsat i national lovgivning – med at begå en af de i stk. 1, litra b), c) og e) omhandlede forbrydelser, hvis en sådan trussel må antages at bringe sikkerheden for et skib i fare under sejlads.”
7) Artikul 2 í ískoytissáttmálanum frá 10. mars 1988 um at basa ólógligum gerðum ímóti trygdini á fastfestum oljupallum á landgrunninum:
“Artikel 2
1. En person gør sig skyldig i en forbrydelse, hvis han ulovligt og forsætligt
a) tilbageholder eller udøver kontrol over en fastgjort platform ved hjælp af magt eller trusler herom eller trusler om enhver anden krænkelse; eller
b) udøver en voldshandling om bord på en fastgjort platform, hvis handlingen må antages at bringe dens sikkerhed i fare; eller
c) ødelægger eller beskadiger en fastgjort platform, hvis handlingen må antages at bringe dens sikkerhed i fare; eller
d) på en fastgjort platform anbringer eller lader anbringe – uanset på hvilken måde – en indretning eller et stof, der må antages at ødelægge den fastgjorte platform eller bringe dens sikkerhed i fare; eller
e) sårer eller dræber en person i forbindelse med overtrædelse eller forsøg på overtrædelse af en af de i litra a) til d) omhandlede forbrydelser.
2. En person gør sig ligeledes skyldig i en forbrydelse, hvis han:
a) forsøger at begå en af de i stk. 1 omhandlede forbrydelser; eller
b) tilskynder til en af de i stk. 1 omhandlede forbrydelser, uanset af hvem den begås, eller på anden måde er i ledtog med en, der begår en sådan forbrydelse:
c) for at foranledige en fysisk eller juridisk person til at foretage eller undlade nogen handling truer – med eller uden betingelser som fastsat i national lovgivning – med at begå en af de i stk. 1, litra b) og c) omhandlede forbrydelser, hvis en sådan trussel må antages at bringe sikkerheden for den fastgjorte platform i fare.”
8) Artikul 2 í millumtjóðasáttmála frá 15. desember 1997 um at basa yvirgangsbumbing:
“Artikel 2
1. En person begår en forbrydelse i denne konventions forstand, hvis den pågældende ulovligt og forsætligt leverer, anbringer, affyrer eller detonerer en eksplosiv eller anden dødbringende anordning i eller på, ind i eller mod et offentligt sted, en stats- eller regeringsfacilitet, et offentligt transportsystem eller en infrastrukturfacilitet:
a) med forsæt til at forårsage død eller alvorlig personskade; eller
b) med forsæt til at forårsage omfattende ødelæggelse af stedet, faciliteten eller systemet, hvis ødelæggelsen medfører eller sandsynligvis vil medføre et større økonomisk tab.
2. En person begår ligeledes en forbrydelse, hvis den pågældende forsøger at begå en forbrydelse som anført i stk. 1.
3. En person begår ligeledes en forbrydelse, hvis den pågældende:
a) medvirker til en forbrydelse som anført i stk. 1 eller 2; eller
b) organiserer eller pålægger andre at begå en forbrydelse som anført i stk. 1 eller 2; eller
c) på anden måde medvirker til, at en gruppe personer, der handler med et fælles formål, begår en eller flere forbrydelser som anført i stk. 1 eller 2. Denne medvirken skal være forsætlig og skal enten foretages i den hensigt at fremme gruppens generelle kriminelle virksomhed eller formål eller foretages med viden om, at gruppen har til hensigt at begå den eller de pågældende forbrydelser.”
9) Artikul 2 í millumtjóðasáttmála frá 13. apríl 2005 um at basa kjarnorkuyvirgangi:
“Artikel 2
1. Enhver person begår en forbrydelse i denne konventions forstand, hvis den pågældende uberettiget og forsætligt:
a) er i besiddelse af radioaktivt materiale eller fremstiller eller er i besiddelse af en anordning:
i. med forsæt til at forårsage død eller alvorlig personskade, eller
ii. med forsæt til at forårsage betydelig tings- eller miljøskade.
b) på nogen måde anvender radioaktivt materiale eller en anordning eller anvender eller beskadiger et nukleart anlæg på en måde, som medfører eller risikerer at medføre udslip af radioaktivt materiale:
i. med forsæt til at forårsage død eller alvorlig personskade, eller
ii. med forsæt til at forårsage betydelig tings- eller miljøskade, eller
iii. med forsæt til at tvinge en fysisk eller juridisk person, en international organisation eller en stat til at foretage eller undlade at foretage en handling.
2. En person begår ligeledes en forbrydelse, hvis den pågældende:
a) truer – under omstændigheder, der indikerer truslens troværdighed – med at begå en forbrydelse som anført i stk. 1 b), eller
b) uberettiget og forsætligt ved trussel – under omstændigheder, der indikerer truslens troværdighed – eller ved brug af magt fremsætter krav om radioaktivt materiale, en anordning eller et nukleart anlæg.
3. Enhver person begår ligeledes en forbrydelse, hvis den pågældende forsøger at begå en forbrydelse som anført i stk. 1.
4. Enhver person begår ligeledes en forbrydelse, hvis den pågældende:
a) medvirker til en forbrydelse som anført i stk. 1, 2 eller 3, eller
b) organiserer eller pålægger andre at begå en forbrydelse som anført i stk. 1, 2 eller 3, eller
c) på anden måde medvirker til, at en gruppe personer, der handler med et fælles formål, begår en eller flere forbrydelser som anført i stk. 1, 2 eller 3. En sådan medvirken skal være forsætlig og skal enten foretages i den hensigt at fremme gruppens generelle kriminelle virksomhed eller formål eller foretages med viden om, at gruppen har til hensigt at begå den eller de pågældende forbrydelser.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 131 frá 6. desember 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024.”
2) Ændret ved lov nr. 6 af 3. januar 1992, som ikraftsat ved kongelig anordning nr. 818 af 3. november 1997.
3) Ændret ved lov nr. 320 af 13. juni 1973.
4) Broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 29. mai 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2017.”
5) Ændret ved lov nr. 163 af 31. maj 1961.
6) Ændret ved Anordning nr 1139 af 4. december 2009. § 2 i denne anordning er sålydende: “Stk. 1. Anordningen træder i kraft den 1. januar 2010. Stk. 2. Hvis der efter anordningens ikrafttræden skal idømmes straf for en tidligere begået overtrædelse, for hvilken hæfte indtil 30 dage ville være forskyldt, idømmes fængsel med samme antal dage som hæfte. Stk. 3. Ville højere straf end nævnt i stk. 2 være forskyldt, kan en lavere straf af fængsel idømmes, dog ikke mindre end 30 dage eller mere end 4 måneder. Stk. 4. Efter anordningens ikrafttræden kan der ikke idømmes hæftestraf, selv om straffebestemmelser i anden lovgivning fortsat giver mulighed herfor. Stk. 5. Ved anvendelse af straffebestemmelser, hvor hæfte indgår i strafferammen, kan der i stedet for hæfte idømmes fængsel indtil 4 måneder. Stk. 2 og 3 finder tilsvarende anvendelse. Stk. 6. Ved fastsættelse af forvandlingsstraf for bøde vedrørende en lovovertrædelse, der er begået før lovens ikrafttræden, finder stk. 2 og 3 tilsvarende anvendelse. Stk. 7. Loven har ikke virkning for hæftestraf eller forvandlingsstraf af hæfte, som er idømt eller fastsat før lovens ikrafttræden.”
7) Ændret ved lov nr. 385 af 20. maj 1992, som ikraftsat ved kongelig anordning nr. 818 af 3. november 1997.
8) Broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 30. apríl 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2018.”
9) Ændret ved lov nr. 138 af 31. marts 1960.
10) Ændret ved lov nr. 95 af 29. marts 1972.
11) Ændret ved lov nr. 322 af 4. juni 1986, som ikraftsat ved kongelig anordning nr. 609 af 9. september 1986.
12) Ændret ved lov nr. 519 af 23. december 1970.
13) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”
14) Ændret ved lov nr. 268 af 26. juni 1975, som ikraftsat ved kongelig anordning nr. 150 af 21. marts 1988.
15) Broytt við kongaligari fyriskipan nr. 134 af 2. marts 2004. § 2 í hesi kongaligari fyriskipan er soljóðandi: “Anordningen træder i kraft den 1. maj 2004.”
16) Ændret ved lov nr. 212 af 4. juni 1965.
17) Ændret ved lov nr. 319 af 13. juni 1973, som ikraftsat ved kongelig anordning nr. 150 af 21. marts 1988.
18) Broytt við lov nr. 740 frá 13. juni 2023, har § 4 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Loven træder i kraft den 1. juli 2023, jf. dog stk. 2. Stk. 2. Justitsministeren fastsætter tidspunktet for ikrafttrædelse af lovens § 2, nr. 1-3, og § 3, nr. 2-6.”
19) Ændret ved lov nr. 239 af 1. juni 1982, som ikraftsat ved kongelig anordning nr. 150 af 21. marts 1988.
20) Ændret ved lov nr. 248 af 9. juni 1967, som ikraftsat ved kongelig anordning nr. 150 af 21. marts 1988 og ved kongelig anordning nr. 818 af 3. november 1997.
21) Ændret ved lov nr. 285 af 14. juni 1974.
22) Ændret ved lov nr. 396 af 13. juni 1990, som ikraftsat ved kongelig anordning nr. 818 af 3. november 1997.
23) Ændret ved lov nr. 132 af 9. apríl 1980, som ikraftsat ved kongelig anordning nr. 609 af 9. september1986.
24) Ændret ved lov nr. 286 af 18. juni 1951.
25) Ændret ved lov nr. 385 af 10. juni 1987, som ikraftsat ved kongelig anordning nr. 674 af 23. august 1993.
26) Ændret ved anordning nr. 267 af 20. april 2001. § 2 i denne anordning er sålydende: “Anordningen træder i kraft den 15. maj 2001.”
27) Ændret ved lov nr. 550 af 22. december 1971, som ikraftsat ved kongelig anordning nr. 818 af 3. november 1997.
28) Ændret ved lov nr. 225 af 7. juni1952.
29) Broytt við løgtingslóg nr. 143 frá 15. desember 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024.”
30) Broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 22. apríl 2021, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2021, og samstundis fer lov nr. 149 af 2. august 1914 hvorved det forbydes fra dansk territorium at understøtte krigsførende magter úr gildi.”
31) Ændret ved lov nr. 228 af 6. juni 1985.
32) Ændret ved lov nr. 282 af 29. april 1992, som ikraftsat ved kongelig anordning nr. 818 af 3. november 1997.
33) Broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 7. mai 2019
34) Broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 9. oktober 2020.
35) Ændret ved lov nr. 573 af 19. december 1985, som ikraftsat ved kongelig anordning nr. 150 af 21. marts 1988.
36) Ændret ved lov nr. 256 af 27. maj 1981, som ikraftsat ved kongelig anordning nr. 150 af 21. marts 1988.
37) Ændret ved lov nr. 276 af 18. juni 1969.
38) Ændret ved lov nr. 160 af 28. april 1982, som ikraftsat ved kongelig anordning nr. 150 af 21. marts 1988.
39) Ændret ved lov nr. 229 af 6. juni 1985, som ikraftsat ved kongelig anordning nr. 150 af 21. marts 1988.
40) Ændret ved lov nr. 9 af 14. marts 1985.
41) Ændret ved lov nr. 272 af 3. maj 1989, sum bekendtgjort i Kunngerðablaðið 1997 B, hefte 8, p. 135.
42) Ændret ved lov nr. 89 af 29. marts 1972.
43) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 5. mai 2022, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2022.”
44) Ændret ved lov nr. 272 af 3. maj 1989, som ikraftsat ved og ændret ved kongelig anordning nr. 50 af 5. februar 1993.
45) Broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 27. mars 2017, har § 24 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2017.”
46) Ændret ved anordning 182 af 28. februar 2007.
47) Ændret ved lov nr. 250 af 12. juni 1975, som ikraftsat ved kongelig anordning nr. 150 af 21. marts 1988.
48) Ændret ved lov nr. 120 af 17. maj1956.
49) Broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 6. mai 2013.
50) Broytt við løgtingslóg nr. 30 frá 30. apríl 2015.
51) Ændret ved lov nr. 266 af 26. juni 1975.
52) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023, har § 24 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. september 2023.”