Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. apríl 2014Nr. 9000
Rundskriv um kunngering av løgtingslógum og kunngerðum o.tíl.
1.0. Lógargrundarlag
Løgtingslóg nr. 109 frá 17. desember 1987 um alment kunngerðablað, sum broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 30. mars 1990 og løgtingslóg nr. 131 frá 14. desember 2012.
Kunngerð nr. 2 frá 7. januar 2014 um alment talgilt kunngerðablað.
Lov nr. 735 af 6. december 1989 om kundgørelse af love, anordninger og bekendtgørelser på Færøerne, som ændret ved lov nr. 157 af 20. februar 2013.
Cirkulære nr. 183 af 20. december 1989: Skrivelse til samtlige ministerier og styrelser om kundgørelse af love m.v. på Færøerne.
Vejledning nr. 59 af 6. juli 2012 om ministeriers behandling af sager vedrørende Færøerne.
2.0. Rættarreglur, ið verða kunngjørdar í Kunngerðablaðnum A og B
Sambært § 2 og § 3 í løgtingslóg um alment kunngerðablað skulu allar løgtingslógir og kunngerðir, reglugerðir og aðrar almennar fyriskipanir yvirhøvur, ið landsstýrið gevur út, verða kunngjørdar í Kunngerðablaðnum, og er kunngering í Kunngerðablaðnum einasti bindandi kunngerðarhátturin av løgtingslógum o.ø.
Kunngerðablaðið hevur eina A og eina B útgávu.
Í A útgávuni verður øll lóggáva, sum er undir føroyskum málsræði, kunngjørd. Hetta eru løgtingslógir og kunngerðir.
Rundskriv og leiðbeiningar o.tíl., sum venda sær til almennar myndugleikar og ikki vanliga borgaran, verða ikki kunngjørdar í kunngerðablaðnum.
Í kunngerð nr. 2 frá 7. januar 2014 er í § 3 ásett, at eisini kunngerðir frá øðrum almennum stovnum enn landsstýrinum kunnu kunngerast í kunngerðablaðnum frá 1. januar 2013. Fyritreytin er, at tað er ásett í løgtingslóg ella við heimild í løgtingslóg, at kunngerðir frá stovninum skulu kunngerast í Kunngerðablaðnum.
Altjóða og millumlanda sáttmálar, sum føroyskir myndugleikar sjálvir hava gjørt, verða kunngjørdir í A útgávuni.
Í B útgávuni verður øll lóggáva, sum er undir donskum málsræði, kunngjørd. Hetta eru fólkatingslógir, kongaligar anordningar/fyriskipanir og bekendtgørelser.
Eisini verða altjóða sáttmálar, sum Danmark hevur gjørt, og sum territorialt fevna um Føroyar, kunngjørdir í B útgávuni.
2.1. Freistir og útgávudagur
Kunngerðablaðið verður vanliga givið út fríggjadagar.
Kunngerðir skulu latast Løgmansskrivstovuni bæði sum undirritaði frumskjøl og sum talgildar word-fílur.
Undirritaði frumskjøl og talgildar word-fílur skulu vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagar kl. 14.00. Í serligum førum kann Løgmansskrivstovan gera frávik frá freistini um innlating av rættarreglum til kunngeringar.
Talgildu word-fílurnar skulu sendast til hesar 3 t-post adr.:
info@tinganes.fo; mortanh@tinganes.fo; gudrida@tinganes.fo
Í teldupostinum skal ynskti útgávudagurin (fríggjadagurin) við dagfesting viðmerkjast.
Løgmansskrivstovan kann krevja, at talgildu word-fílurnar verða latnar ráðnum í eini ávísari wordútgávu, og at teksturin verður skrivaður í eina serliga word-skabelón, ið verður gjørd til endamálið.
Um aðalráð av onkrari heilt serligari orsøk ynskir, at kunngjørt verður ein annan útgávudag enn fríggjadag, skal hetta gerast í samráð við Lógatænastuna á Løgmansskrivstovuni, og slík ynski skulu verða fráboðað Lógatænastuni í so góðari tíð sum gjørligt.
Tá onki er tilskilað í løgtingslógini ella kunngerðini um gildiskomu, kemur hon í gildi við byrjan av tí døgninum, sum kemur aftan á tað døgnið, tá hon er tikin upp í Kunngerðablaðið.
2.2. Undirskriving, dagfesting og merking
Frumskjalið skal vera undirritað og dagfest.
Frumskjalið skal vera merkt FRUMRIT ovast í høgra horni.
Kunngerðir
Kunngerðir verða skrivaðar undir av avvarðandi landsstýrisfólki og aðalstjóra.
Um landsstýrismaðurin ikki er tøkur at undirskriva sjálvur, og tað ikki kann bíðast við kunngeringini av kunngerðini, so kann landsstýrismaðurin við skrivligari fulltrú boða Løgmansskrivstovuni frá, um løgmaður ella ein annar landsstýrismaður undirskrivar hansara vegna. Hetta kann gerast við fráboðan umvegis embætisgivnu teldupostadressuna hjá landsstýrismanninum.
Um aðalstjórin ikki er tøkur at undirskriva, skal hann á sama hátt við skrivligari fulltrú boða Løgmansskrivstovuni frá, hvør persónur í aðalráðnum undirskrivar hansara vegna. Hetta kann eisini gerast við fráboðan umvegis embætisgivnu teldupostadressuna hjá aðalstjóranum.
Um almennur stovnur hevur lógarheimild at kunngera kunngerðir í kunngerðablaðnum, er tað stovnsleiðarin og deildarleiðari ella annar starvsfelagi, ið skriva undir kunngerðirnar. Um stovnsleiðarin ikki er tøkur at undirskriva sjálvur, og tað ikki kann bíðast við kunngeringini av kunngerð, so kann stovnsleiðarin við skrivligari fulltrú boða Løgmansskrivstovuni frá, at hansara næst fyrisetti, nevndur við navni, skrivar undir hansara vegna. Hetta kann gerast við fráboðan umvegis embætisgivnu teldupostadressuna hjá stovnsleiðaranum.
Nøvnini á teimum, ið undirskriva kunngerðina, skulu eisini standa sum undirskrivarar í frumritinum.
Løgtingslógir
Løgtingslógir verða staðfestar av løgmanni ella tí, ið virkar í hansara stað.
Sambært § 26 í stýrisskipanarlógini fær eitt løgtingslógaruppskot, ið Løgtingið hevur samtykt, lógargildi, tá ið tað seinast 30 dagar eftir endaligu samtyktina er staðfest av løgmanni og kunngjørt í Kunngerðablaðnum.
2.3. Afturkalling av kunngerðum
Tá ið undirritað frumskjøl, ið eru send Løgmansskrivstovuni, verða tikin aftur, er mannagongdin hendan:
Aðalstjórin, stovnsleiðari ella tann, ið virkar í teirra stað boðar frá afturtøkuni umvegis embætisgivnu teldupostadressu síni til t-post adressurnar:
info@tinganes.fo; mortanh@tinganes.fo; gudrida@tinganes.fo.
Undirritaði frumskjøl verða tikin aftur við orðingini:
“Undirritaði vil við hesum boða frá, at undirritaða frumrit av “Kunngerð um (heiti á kunngerðini)” verður tikið aftur.”
2.4. Kunngering og kostnaður
Løgmansskrivstovan ber kostnaðin av kunngering í Kunngerðablaðnum A og B.
3.0. Løgtingið
Løgmansskrivstovan ger avtalu við Løgtingið um mannagongdir í sambandi við kunngering í Kunngerðablaðnum.
4.0. Ríkismyndugleikar
Løgmansskrivstovan ger avtalu við ríkismyndugleikarnar um mannagongdir í sambandi við kunngering í Kunngerðablaðnum.
5.0. Bráðfeingis boð
Um tørvur er at senda bráðfeingis boð uttan fyri vanliga arbeiðstíð viðv. kunngering, skal ringjast til:
Mortan Hentze, lógasavnsmennara, tlf. 55 80 71; Guðrið D. Andreasen, skrivstovufulltrúa, tlf. 55 80 93; Nellu Festirstein, deildarstjóra, tlf. 55 80 76.
Bráðfeingis boð kunnu vera boð um afturkalling av einari kunngerð, áðrenn útgávu o.tíl.
6.0. Gildiskoma
Løgmaður hevur á landsstýrisfundi tann 7. apríl 2014 fingið undirtøku fyri at seta hetta rundskriv í gildi.
Hetta rundskriv kemur í gildi 15. apríl 2014. Samstundis fer úr gildi “Rundskriv um kunngering av løgtingslógum og kunngerðum o.tíl.” undirritað av landsstýrismanninum, tann 21. januar 2013.
Løgmansskrivstovan, 14. apríl 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)