Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Rundskriv
  • Gildisstøða: Áður galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Áður galdandi
  • Myndugleiki: Eingin
  • Útgávudagur: 01-03-2013
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Nr. 9000                                                                                                                    1. mars 2013

Rundskriv um tænastuferðir uttanlands, og hvussu ferðaforskot verður rindað og umsitið

(Til stovnar hjá landinum)

 

Hvønn er rundskrivið galdandi fyri

 

§ 1. Hetta rundskriv er galdandi fyri allar stovnar, sum eru á fíggjarløgtingslógini við rakstrarjáttan, løgujáttan, og almennar grunnar.

 

Ferðaloyvi

 

§ 2. Stovnsfyrisitingin skal geva loyvi til tænastuferðir uttanlands (ferðaloyvi).

 

Ferða- og dagpeningur

 

§ 3. Einstøku stovnarnir umsita sjálvir ferða- og dagpening og hava ábyrgd av, at uppgjørt verður eftir teimum reglum, ið galda.“Vegleiðing til ferðauppgerð fyri tænastuferðir uttanlands” ið er at finna á heimasíðuni hjá Lønardeildini,www.lnd.fo.

Stk. 2. Ferðaloyvi skal ikki verða givið, hevur starvsfólkið ikki avroknað gamlar ferðir, sí tó freistina í § 6.

 

Trygging

 

§ 4. Stovnsfyrisitingin hevur sjálv ábyrgd av at tryggja starvsfólk síni, meðan tey eru á tænastuferð uttanlands, sí “Vegleiðing til ferðauppgerð fyri tænastuferðir uttanlands”. Tá ið váttað verður á oyðublaðnum “Ferðaloyvi og ávísing av ferðaforskoti”, at ferðaloyvi er givið, skal stovnsfyrisitingin eisini samstundis vátta, at trygging er teknað.

 

Ferðaforskot

 

§ 5. Í teimum førum ferðaforskot verður latið, so verður hetta umsitið av einstaka stovninum.

Stk. 2. Metast skal um forskotið, so upphæddin verður so neyv veruliga kostnaðinum á endaligu ferðauppgerðini, sum til ber. Í flestum førum er ferðin ætlað væl frammanundan, og skal tí verða biðið um forskot í góðari tíð.

Ferðaforskot eigur at verða umbiðið í minsta lagi átta arbeiðsdagar, áðrenn farið verður avstað, soleiðis at peningurin kann verða fluttur á kontu hjá tí, sum ferðast. “Vegleiðing til ferðauppgerð fyri tænastuferðir uttanlands” skal verða nýtt at meta eftir, hvussu stórt forskotið eigur at vera.

Stk. 3. Forskotið verður, til endalig uppgerð og avrokning eru gjørd, skrásett sum áogn undir stovnsnummarinum hjá hesum stovni/deild. T.e. at ikki avroknað forskot koma við í fíggjarstøðuna á mánaðarroknskapin hjá stovnunum á standardroknskaparkontu 03.59. Salda á kontu verður tó ikki roknað uppí nettoupphæddina á játtanarroknskapinum.

 

Ferðauppgerð

 

§ 6. Uttanlandsferðing skal verða gjørd upp sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Felag Tænastumanna Landsins. Víst verður til “Vegleiðing til ferðauppgerð fyri tænastuferðir uttanlands”.

Stk. 2. Oyðublaðið “Ferðauppgerð (fyri tænastuferðir uttanlands)” skal verða nýtt til uppgerðina.

Stk. 3. Áðrenn uppgerðin verður flýggjað til bókingar, hevur stovnsfyrisitingin ábyrgdina av, at uppgerðin verður eftirroknað, og kannað eigur at verða, um undirskjøl eru í lagi.

Stk. 4. Avroknað skal verða innan 3 vikur eftir heimkomu.

Stk. 5. Tænastustaðurin eigur bonusstig og annan avsláttur, ið vunnin verður í samband við tænastuferðir, og má hesin einans nýtast í samband við tænastuferðir. Starvsfólk hava ikki loyvi at brúka bonusstig, ið eru vunnin í samband við tænastuferð til privata nýtslu.

 

Skráseting

 

§ 7. Gjaldstovan ásetur mannagongdirnar í sambandi við at ávísa, bóka og tílík viðurskifti.

Stk. 2. Útreiðslur fyri tænastuferðir uttanlands hjá alment settum skulu verða bókaðar á standardroknskaparkontu 14.11. (Sí kontoskipan landsins, hvørjar útreiðslur hetta fatar um.)

Stk. 3. Verður ferðing uttanlands goldin av løgujáttan, skal hon fyrst verða bókað á standardroknskaparkontu 14.1x. Hesar útreiðslur verða so umbókaðar við at skriva til ognar standardroknskaparkontu 19.15 og skriva til skuldar standardkontu 31 ella 32. Gjaldstovan ger hesa tøkniligu umbóking.

 

Gildiskoma

 

§ 8. Hetta rundskriv kemur í gildi 1. mars 2013. Samstundis fer úr gildi rundskriv frá 1. januar 2003 um tænastuferðir uttanlands og hvussu ferðaforskot verður rindað og umsitið.

 

 

Lønardeildin 1. mars 2013

 

Snorri Fjallsbak