Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. mars 2018Nr. 9000
Rundskriv um eykajáttanir í 2018
(Til stjórnarráðini og stovnar landsins)
Við heimild í § 18, stk. 2 í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar og eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi verður ásett:
1. Endamál
1.1. Við hesum verða mannagongdir lýstar og tíðarfreistir og krøv til løgfesti, útreiðsluneutralitet og viðmerkingar settar til umbønir um eykajáttanir í 2018.
2. Mannagongdir
2.1. Stjórnarráðini skulu senda umbønir um eykajáttanir til Fíggjarmálaráðið, sum síðani fyrireikar uppskot til eykajáttanarlóg at melda til landsstýrisfund. Tá málið er avgreitt í landsstýrinum er tað landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, ið leggur uppskotið fyri Løgtingið.
3. Tíðarfreistir
3.1. Í 2018 verða uppskot til eykajáttanarlóg løgd fram í Løgtinginum í tveimum umførum, á vári og á heysti. Umbønir um eykajáttanir skulu vera Fíggjarmálaráðnum í hendi í seinasta lagi hesar dagar:
1) Mikudagin 4. apríl.
2) Týsdagin 21. august.
3.2. Fíggjarmálaráðið gjørdi harumframt eitt eykajáttanarlógaruppskot til lønarhækkan, sum varð lagt fyri Løgtingið áðrenn freistin hin 28. februar 2018 var farin.
3.3. Eykajáttan, sum hevur bráðskund, kann leggjast fyri fíggjarnevnd Løgtingsins sum fíggjarnevndarskjal.
4. Løgfesti
4.1. Umbønir um eykajáttan, har atgerð longu er framd fyri at fremja endamálið við eykajáttanini, verða sum meginregla ikki eftirlíkaðar.
5. Útreiðsluneutralitetur
5.1. Fíggjarlógin er samtykt at vera galdandi fyri alt fíggjarárið. Meginreglan er tískil, at eykajáttanirnar skulu vera útreiðsluneutralar. Útreiðsluneutraliteturin skal vera veruligur, tvs. innanfyri sama útreiðsluslag, antin rakstur ella løgur, og vera galdandi frameftir út um fíggjarár. Tó kunnu lógarbundnar játtanir bert nýtast til útreiðsluneutralitet innan sama játtanarslag. Um lógarbroyting krevst til tess at fáa útreiðsluneutralitet, skal henda leggjast fyri Løgtingið í seinasta lagi samstundis sum uppskoti til eykajáttanarlóg.
6. Krøv til viðmerkingar
6.1. Í viðmerkingunum skal vera neyv frágreiðing um:
1) Hvat endamál játtanin skal nýtast til.
2) Orsøkina til, at játtanin í fíggjarlógini ikki heldur.
6.2. Fíggjarmálaráðið kannar um nóg neyvar frágreiðingar og útrokningar eru til innkomnu umbønirnar um eykajáttanir frá stjórnarráðunum.
7. Gildiskoma
7.1. Hetta rundskriv kemur í gildi 12. mars 2018 og hevur virknað fyri alt fíggjarárið 2018.
Fíggjarmálaráðið, 12. mars 2018
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)