Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. februar 2021Nr. 9000
Rundskriv um eykajáttanir í 2021
(Til stjórnarráðini og stovnar undir landinum)
1. Heimild
1.1. Við heimild í § 13, stk. 2, nr. 5 í fráboðan nr. 128 frá 16. september 2019 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, og eftir hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, verður ásett:
2. Innihald
2.1. Við hesum verða mannagongdir lýstar og tíðarfreistir og krøv til løgfesti, útreiðsluneutralitet og viðmerkingar settar til umbønir um eykajáttanir í 2021.
3. Mannagongdir
3.1. Stjórnarráðini skulu senda umbønir um eykajáttanir til Fíggjarmálaráðið, sum síðani fyrireikar uppskot til eykajáttanarlóg at melda til landsstýrisfund. Tá málið er avgreitt í landsstýrinum er tað landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, ið leggur uppskotið fyri Løgtingið.
4. Tíðarfreistir
4.1. Í 2021 verða uppskot til eykajáttanarlóg løgd fram í Løgtinginum í tveimum umførum, á vári og á heysti. Umbønir um eykajáttanir skulu vera Fíggjarmálaráðnum í hendi í seinasta lagi hesar dagar:
1) Fríggjadagin 5. mars 2021.
2) Mánadagin 6. september 2021.
4.2. Tó kann eykajáttan, um málið hevur skund, leggjast fyri fíggjarnevnd Løgtingsins sum fíggjarnevndarskjal.
5. Løgfesti
5.1. Umbønir um eykajáttan, har atgerð longu er framd fyri at fremja endamálið við eykajáttanini, verða sum meginregla ikki eftirlíkaðar.
6. Útreiðsluneutralitetur
6.1. Fíggjarlógin er samtykt at vera galdandi fyri alt fíggjarárið. Meginreglan er tískil, at eykajáttanirnar skulu vera útreiðsluneutralar. Útreiðsluneutraliteturin skal vera veruligur, tvs. innanfyri sama útreiðsluslag, antin rakstur ella løgur, og vera galdandi frameftir út um fíggjarár. Tó kunnu lógarbundnar játtanir bert nýtast til útreiðsluneutralitet innan sama játtanarslag. Um lógarbroyting krevst til tess at fáa útreiðsluneutralitet, skal henda leggjast fyri Løgtingið í seinasta lagi samstundis sum uppskoti til eykajáttanarlóg.
7. Krøv til viðmerkingar
7.1. Í viðmerkingunum skal vera neyv frágreiðing um:
1) Hvat endamál játtanin skal nýtast til.
2) Orsøkina til, at játtanin í fíggjarlógini ikki heldur.
7.2. Fíggjarmálaráðið kannar um nóg neyvar frágreiðingar og útrokningar eru til innkomnu umbønirnar um eykajáttanir frá stjórnarráðunum.
8. Gildiskoma
8.1. Hetta rundskriv kemur í gildi 16. februar 2021 og er galdandi fyri fíggjarárið 2021.
Fíggjarmálaráðið, 16. februar 2021
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)