Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. januar 2023Nr. 9000
Rundskriv um skráseting av arbeiðstíð o.a.
(Til stjórnarráðini og stovnar undir landinum)
1. Heimild
1.1. Við heimild í § 25, stk. 2 í fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, og eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, verður ásett:
2. Endamál
2.1. Endamálið við hesum rundskrivi er at lýsa skyldu almenna arbeiðsgevarans at skráseta arbeiðstíð, fráveru, frítíð o.tíl. sum er ásett í § 5, stk. 4 í kunngerð um roknskaparverk landsins o.t.
3. Hvønn er rundskrivið galdandi fyri
3.1. Rundskrivið er galdandi fyri øll stjórnarráð og allar stovnar undir landinum.
4. Skráseting av arbeiðstíð o.a.
4.1. Í § 5, stk. 4 í kunngerð um roknskaparverk landsins o.t., er ásett, at stovnsleiðarin skal skipa fyri, at hóskandi skráseting av arbeiðstíð, fráveru, frítíð o.tíl. er á stovninum, so lønarútgjaldingarnar eru rættar.
4.2. Øll arbeiðstíð skal verða skrásett soleiðis, at tað er dagført yvirlit yvir í minsta lagi:
1) Arbeiðstíð.
2) Feriu.
3) Serstøku fríviku.
4) Barsil.
5) Sjúku.
6) Læknaviðtalu, tannlækna og jarðarferð.
7) Fráveru í sambandi við sjúku hjá børnum.
8) Farloyvi við og uttan løn.
4.3. Aðrar støður kunnu eisini vera neyðugar at skráseta.
5. Skrásetingarháttur
5.1. Skrásetingin skal gerast í tíðarskrásetingarskipan, so sum TotalView, Vaktætlan ella líknandi skipan.
6. Arbeiðspláss, ið hava møguleika fyri fleksskipan
6.1. Har umstøðurnar loyva tí, kann stovnsleiðari seta í verk skipan um fleksarbeiðstíð, sum skal vera samsvarandi avvarðandi sáttmálum.
6.2. Fulltíðarsett starvsfólk á arbeiðsplássum við fleksarbeiðstíð skulu vegleiðandi í mesta lagi hava 40 tímar tilgóðar og í mesta lagi skylda 30 tímar. Víst verður eisini til rundskriv um at tíðaravmarka lønir í landsroknskapinum.
6.3. Tá ið saldan er ávikavist hægri ella lægri enn vegleiðandi talið, skal støða verða tikin til, hvussu tímarnir skulu avgreiðast. Fyri fleksskipanir er meginreglan, at tilgóðartímar skulu avspákast, og skuldartímar skulu arbeiðast innaftur.
6.4. Í serligum føri kann avtala verða gjørd millum stovnsleiðara og starvsfólk um útgjald av tilgóðartímum ella mótrokning í løn av skuldartímum. Tað kunnu vera serligar umstøður, har tað fyri einstøk starvsfólk í ávís tíðarskeið kann gerast neyðugt at víðka um mørkini fyri annaðhvørt tilgóðatímar ella skuldartímar. Hetta eigur tó bert at vera gjørt undir serligum umstøðum og eftir ítøkiligari avtalu millum stovnsleiðara og starvsfólk.
7. Arbeiðspláss, ið ikki hava fleksskipan
7.1. Har arbeiðsumstøðurnar ikki loyva fleksskipan, skulu avspákingarsaldur av tilgóðartímum og skuldartímar avgreiðast sambært avvarðandi sáttmála.
7.2. Fyri samdøgursarbeiði kann verða neyðugt at víkja frá vegleiðandi tímatalinum í nr. 6.2. Tá ið saldan er ávikavist hægri ella lægri enn vegleiðandi talið, skal støða verða tikin til, hvussu tímarnir skulu avgreiðast. Víst verður eisini til rundskriv um at tíðaravmarka lønir í landsroknskapinum.
8. Roknskapareglugerð
8.1. Stovnsleiðari skal í roknskaparreglugerðini fyri stovnin lýsa, hvussu skráseting av arbeiðstíð o.tíl. verður fyriskipað, herundir hvør tíðarskrásetingarskipan verður nýtt.
9. Gildiskoma
9.1. Hetta rundskriv kemur í gildi 1. februar 2023.
Fíggjarmálaráðið, 20. januar 2023
Ruth Vang (sign.)
landsstýrismaður
/ Jan Mortensen (sign.)