Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. november 2003Nr. 9000
Rundskriv um tryggingarviðurskifti landsins
1. Inngangur
Tørvurin hjá tryggingartakara at tekna tryggingar hjá tryggingarfelag er tengdur at fíggjarliga týdninginum av váðanum. Tørvurin at tekna tryggingar minkar tí so hvørt fíggjarligi týdningurin av váðanum gerst minni.
Dagligar hendingar hava lítlan fíggjarligan týdning fyri land ið, og fíggjarligi váðin skal vera rættiliga stórur, áðrenn hann fær týdning fyri landskassan. Tørvurin hjá landinum at tekna tryggingar hjá tryggingarfelag er tí rættiliga avmarkaður.
Út frá hesum verður í hesum rundskrivi staðfest, at landið nú átekur sær nógv størri váða enn áðrenn tað vóru nakrar reglur galdandi viðvíkjandi tryggingarviðurskiftum landsins.
Rundskrivið ásetur, hvat virksemi hjá landinum er umfatað av rundskrivinum (punkt 2), hvørjar tryggingar verða teknaðar hjá tryggingarfelag (punkt 3), at hvør einstakur stovnsleiðari hevur ábyrgdina av, at hesar tryggingar verða bodnar út millum føroysku tryggingarfeløgini (punkt 4), hvussu endurgjald verður veitt í samb andi við skaða, har landið hevur átikið sær allan váðan (punkt 5) og at mannagongdin í sambandi við fráboðan av arbeiðsskaðum er óbroytt, hóast landið nú átekur sær allan váðan (punkt 6).
2. Endamál og vavið á rundskrivinum
Rundskrivið ásetur tryggingarreglur fyri alt virksemi, sum kemur undir játtanarsløgini, rakstrar- játtan, løgujáttan og landsfyritøka í játtanarskipan landsins.
3. Tryggingar, ið verða teknaðar hjá tryggingarfelag
3.1. Er tað ásett í lóggávu, verða tryggingar teknaðar
Í nøkrum førum er ásett í lóg, at trygging skal teknast hjá tryggingarfelag. Eitt dømi um hetta er § 55 í ferðslulógini, har tað er ásett, at tann, sum eigur ella persónur (ánari), sum varandi hevur ræði á motordrivnum akfari, skal seta seg fyri og halda í gildi trygging í ábyrgdartryggingarfelag, góð- kendum av Føroya landsstýri.
Í teimum førum har tað er ásett í lóg, at trygging skal teknast hjá tryggingarfelag, verður hetta gjørt.
3.2. Altjóða ferðatryggingar verða teknaðar
Tað hevur týdning, at starvsfólk, ið eru í arbeiðsørindum uttanlands, eru tryggjað ímóti óhappi og vanlukkum við trygging, sum er altjóða viðurkend og verður góðtikin allastaðni.
Tí verða altjóða standard ferðatryggingar teknaðar hjá tryggingarfelag, ið veitir hesar tryggingar. Slíkar tryggingar eru altjóða viðurkendar, og starvsfólk skal tí bara hava eitt kort við sær, ið skal vísast fram, um óhapp hendir.
Ferðatryggingar skulu teknast sum ársferðatryggingar og ikki sum einstaklinga ferðatryggingar.
Hetta gevur fylgjandi fyrimunir:
· Tryggingargjaldið er vanliga lægri fyri ársferðatrygging enn fyri einstaklinga ferðatrygging.
· Trygd er fyri, at starvsfólk altíð eru tryggjað við ferðatrygging tá ið tey ferðast uttanlands, tí við ársferðatrygging skal stovnurin ikki minnast til at tekna trygging, hvørja einstøku ferð starvsfólk ferðast uttanlands.
· Umsitingin hjá stovninum av ársferðatryggingini er minni, tí ein meting verður gjørd av ferðadøgunum, tá ið ársferðatryggingin verður teknað. Metingin verður síðan regulerað eina ferð um árið, í sambandi við at ársferðatryggingin verður endurnýggjað.
· Hvør stovnur hevur nøkur ársferðatryggingarkort, sum ikki eru skrásett við navni, og tí kunnu latast tí ella teimum starvsfólkum, sum skulu ferðast uttanlands.
Ferðatryggingarnar skulu veita fulnað fyri hendingum, sum vanligar standard ferðatryggingar umfata, t.d. veita fulnað fyri útreiðslum til læknahjálp, innlegging á sjúkrahús, flutning heim í sambandi við sjúku, skaða ella deyða, boðsending av avvarðandi til útlond, heimferð í sambandi við sjúku ella deyða hjá næstu avvarðandi, álop, vanlukkutilburð, ábyrgd og viðføri.
3.3. Tryggingar í sambandi við leigu-, byggi- og arbeiðssáttmálar
Í sambandi við leigusáttmálar kann tað í ávísum førum verða kravt, at trygging verður teknað hjá tryggingarfelag. Talan er serliga um sáttmálar yvir stytri tíð við útlendsk feløg, har krøvini um, at tryggingar skulu teknast hjá tryggingarfelag, eru standard í sáttmálunum.
Hetta kann eisini vera krav í sambandi við byggi- og arbeiðssáttmálar. Slíkar byggi- ella arbeiðstøkutryggingar verða teknaðar við lutfalsliga stórari sjálvsábyrgd, sum annaðhvørt er 0,5 mió. kr. ella 1 mió. kr.
Er byggikostnaðurin undir 10 mió. kr. er sjálvsábyrgdin 0,5 mió. kr.
Er byggikostnaðurin yvir 10 mió. kr. er sjálvsábyrgdin 1 mió. kr.
3.4. Trygging av bygningum
Bygningar hjá landinum verða bert tryggjaðir ímóti stórskaða. Tryggingarsáttmálarnir verða tí lagdir soleiðis tilrættis, at bygningar bert eru tryggjaðir ímóti:
· Eldsbruna.
· Øðrum bygningsskaða.
Tryggingarsáttmálarnir viðvíkjandi bygningum skulu tí ikki umfata:
· Glas- og kummuskaðar.
· Rørskaðar (vatnskaðar av tærdum rørum).
· Restvirði (restvirðisfulnaðurin hevur við sær, at nýtiligar restir verða tiknar niður og nýtt verður bygt, ístaðin fyri at endurnýta bygningsrestirnar, sum ikki hava fingið skaða).
· Tap í sambandi við hølisleigu (tryggingarfulnað fyri leiguútreiðslur av øðrum hølum ella
· mistar leiguinntøkur eftir skaða).
· Uppruddingarútreiðslur (tryggingarfulnað fyri útreiðslur til upprudding á skaðastaðnum).
· Útreiðslur av at fáa bygning góðkendan (tryggingarfulnað fyri útreiðslur í sambandi við broytingar av bygningi, sum byggimyndugleikin setur).
· Líknandi útreiðslur, sum hava lítlan fíggjarligan týdning fyri landið.
Sjálvsábyrgdin fyri bygningar verður annaðhvørt 0,5 mió. kr. ella 1 mió. kr.
Fyri bygningar, sum hava eitt nývirði undir 10 mió. kr. verður bygningstryggingin teknað við 0,5 mió. kr. í sjálvsábyrgd. Hetta hevur við sær, at prosentvísa sjálvsábyrgdin av nývirðinum á bygningum verður soljóðandi:
Virðið á bygningi í kr. 1.000.000 | Sjálvsábyrgd í kr. 500.000 | Sjálvsábyrgd í % av nývirði 50,0 |
2.000.000 | 500.000 | 25,0 |
3.000.000 | 500.000 | 16,6 |
4.000.000 | 500.000 | 12,5 |
5.000.000 | 500.000 | 10,0 |
6.000.000 | 500.000 | 8,3 |
7.000.000 | 500.000 | 7,1 |
8.000.000 | 500.000 | 6,3 |
9.000.000 | 500.000 | 5,6 |
9.990.000 | 500.000 | 5,0 |
Fyri bygningar, sum hava eitt nývirði yvir 10 mió. kr. verður bygningstryggingin teknað við 1 mió. kr. í sjálvsábyrgd. Hetta hevur við sær, at prosentvísa sjálvsábyrgdin av nývirðinum á bygningum verður soljóðandi:
Virðið á bygningi í kr. 10.000.000 | Sjálvsábyrgd í kr. 1.000.000 | Sjálvsábyrgd í % av nývirði 10,0 |
20.000.000 | 1.000.000 | 5,0 |
30.000.000 | 1.000.000 | 3,3 |
40.000.000 | 1.000.000 | 2,5 |
50.000.000 | 1.000.000 | 2,0 |
100.000.000 | 1.000.000 | 1,0 |
Legg til merkis, at bygningarnir verða tryggjaðir til nývirði. Tað verður tí viðkomandi tryggingar- felag, sum ger eina meting av nývirðinum á bygninginum og setir tryggingargjaldið eftir hesum. Viðkomandi tryggingarfelag hevur tí eisini ábyrgdina av, um tryggingarvirðið er ov lágt sett. Undirtrygging verður tí ikki gjørd galdandi.
Við hesum tryggingarreglum fyri bygningar verður tryggingargjaldið væl lægri, tí vanligir og lutfalsliga smærri skaðar fyri landið verða ikki tryggjaðir hjá tryggingarfelag.
Í sambandi við størri skaðar koma tryggingarfeløg inn í myndina við at veita tryggingarfulnað fyri fíggjarliga tunga partin av skaðanum og øðrum tænastum, sum tryggingarfeløg veita, t.d. skaðafyribyrging og fyribyrgjandi tænastum á skaðastaðnum.
Hetta hevur við sær, at landið er tryggjað ímóti stórum fíggjarligum tapi í sambandi við størri stormskaðar, eldsbrunar ella aðrar stórar skaðar, har fleiri bygningar kunnu verða raktir samstundis.
3.5. Trygging av skipum og øðrum stórum ognum
Trygging av skipum hjá landinum verður eisini løgd soleiðis tilrættis, at skipini bert eru tryggjað ímóti stórskaða hjá tryggingarfelag.
Váðin fyri at stórskaði hendir á skip er væl annarleiðis enn fyri bygningar. Av tí at skipini hjá landinum er spjadd runt um landið og fleiri skip tí sjáldan eru á sama stað samstund is, er vandin lítil fyri, at fleiri skip verða rakt av skaðatilburði samstundis.
Skip verða tí tryggjað hjá tryggingarfelag við 10 mió. kr. í sjálvsábyrgd fyri hvørt skipið.
Tað skal viðmerkjast, at fyri skip yvir 500 bruttoregistartons verður serskild P & I trygging teknað.
Um talan verður um at tekna tryggingar fyri aðrar stórar ognir, verður sjálvsábyrgdin annaðhvørt sum á bygningunum ella á skipunum. Hetta velst um váðamyndin líkist mest bygningum ella skipum.
3.6. Neyðsendarakfør
Av tí sannlíkindini fyri at neyðsendarakfør fáa skaða eru fleiri ferðir størri enn fyri onnur akfør, verða neyðsendarakfør skrokktryggjað við sjálvsábyrgd hjá tryggingarfelag til tey eru 3 ára gomul, tá verður skrokktryggingin strikað. Neyðsendarakfør, sum eru meira enn 3 ár, verða tí ikki skrokk- tryggjað hjá tryggingarfelag.
3.7. Annað
Gera heilt serlig viðurskifti seg galdandi, har tað er eyðsýnt, at skilabesta loysnin er at tekna trygging hjá tryggingarfelag, kann tryggingarsáttmáli verða gjørdur við tryggingarfelag. Slíkar tryggingar skulu góðkennast av Fíggjarmálaráðnum.
4. Tryggingar, ið verða teknaðar hjá tryggingarfelag, skulu bjóðast út
Fyri at landskassin skal fáa fyrimun av kappingini á føroyska tryggingarmarknaðinum, skulu tryggingarsáttmálarnir hjá landinum bjóðast út millum føroysku tryggingarfeløgini.
Tryggingarnar skulu bjóðast út sambært ásetingunum í hesum rundskrivi, soleiðis at tilboðini, sum tryggingarfeløgini geva eru undir fullkomuliga somu fortreytum. Tryggingarfeløgini skulu lata til- boðini inn til eina frammanundan ásetta tíð, tá ið tilboðini verða latin upp og tikið verður av lægsta tilboði.
Hvør einstakur stovnsleiðari hevur ábyrgdina av, at ásetingarnar í hesum rundskrivi verða hildnar, herundir at tryggingarnar á viðkomandi stovni, ið ikki fyrr hava verið bodnar út, verða bodnar út millum føroysku tryggingarfeløgini. Hesar tryggingar verða fyrst sagdar upp sambært uppsagnar- freistini í hvørjum einstøkum tryggingarsáttmála og teknaðar aftur hjá tí tryggingarfelag, sum hevur lægsta tilboðið sambært ásetingunum í hesum rundskrivi.
Tá tryggingin er boðin út og tikið er av lægsta tilboði, soleiðis at tryggingin er í samsvari við ásetingarnar í hesum rundskrivi, er ikki neyðugt at bjóða tryggingina út aftur, uttan at tað henda avgerandi broytingar í tryggingarviðurskiftunum á viðkomandi stovni. Stovnsleiðarin hevur tó skyldu at endurskoða tryggingarviðurskiftini á viðkomandi stovni, um hann metir, at tryggingar- útreiðslurnar kunnu gerast bíligari.
5. Endurgjald har trygging ikki er teknað hjá tryggingarfelag
Tryggingar, ið eru ikki nevndar undir punkt 3, verða ikki teknaðar. Í sambandi við skaða ella óhapp, har trygging er ikki teknað hjá tryggingarfelag, verður endurgjald veitt sambært vanligu játtanar- reglunum.
Eru útreiðslur av skaða so mikið stórar, at viðkomandi stovnur megnar ikki at halda útreiðsluna innanfyri sína játtan, verður søkt um eykajáttan.
Hevur málið so mikið stóran skund, at virksemið hjá viðkomandi stovni kann ikki halda fram uttan at endurgjald verður veitt alt fyri eitt, ve rður málið lagt fyri fíggjarnevndina, sum kann veita eyka- játtan sambært reglunum um fíggjarnevndarskjal.
6. Málsviðgerð í sambandi við arbeiðsskaðar
Sambært galdandi reglum ásettar í § 17 í anordning nr. 389 af 15.11.1996 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde, hevur landið ikki skyldu til at lata váðan í sambandi við arbeiðsskaðar til tryggingarfelag. Landið teknar tí ikki longur vanlukkutryggingar ella arbeiðsskaðatryggingar hjá tryggingarfelag, men átekur sær alla váðan.
At landið átekur sær allan váðan, fær onga ávirkan á tryggingarviðurskiftini hjá starvsfólkunum hjá landinum í sambandi við arbeiðsskaðar. Fráboðanin til Vanlukkutryggingarráðið og málsviðgerðin í ráðnum verður tann sama sum higartil. Einasti munur verður, at tað verður landið og ikki tryggingarfelagið, sum fær rokningina frá Vanlukkutryggingarráðnum, tá ið ráðið hevur tikið avgerð um, at landið skal veita endurgjald.
7. Gildiskoma
Hetta rundskrivið kemur í staðin fyri tryggingarrundskrivið, sum kom í gildi 1. januar 2003.
Teir stovnar, ið enn hava tryggingarsáttmálar, sum ikki eru í tráð við hetta rundskrivið, skulu fáa síni tryggingarviðurskifti í samsvar við ásetingarnar í hesum rundskrivi, so hvørt verandi tryggingarsáttmálar ganga út.
Argir, 21. november 2003
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)