Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. august 2025Nr. 9000
Rundskriv um heiðurstekin fyri tænastu í tilbúgvingini
(Til Arbeiðs- og brunaeftirlitið)
1. Heimild
1.1. Við heimild í § 54, stk. 1, nr. 1 í fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, verður ásett:
2. Heiðurstekin
2.1. Heiðursteknið verður latið av landsstýrisfólkinum í tilbúgvingarmálum, eftir tilmæli frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
2.2. Heiðursteknið kann latast fyri tænastu í 25 ella fleiri ár ella í 40 ella fleiri ár. Silvur verður latið fyri 25 ára tænastu og gull fyri 40 ára tænastu.
2.3. Heiðursteknið kann eisini latast til persónar, ið hava framt serliga góða tænastu innan føroysku tilbúgvingina, og sum annars verða mett at hava uppiborið eina viðurkenning.
2.4. Heiðursteknið kann eisini latast útlendingum, ið hava gjørt serlig átøk fyri føroysku tilbúgvingina.
2.5. Tilbúgvingarstovnur, myndugleiki ella felagsskapur ger tilmæli um at lata heiðursteknið til Arbeiðs- og brunaeftirlitið fyri tey, ið eru partur av viðkomandi tilbúgvingareindarstovni, myndugleika ella felagsskapi. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann eisini gera tilmæli um at lata persónum heiðurstekinið.
2.6. Um ein persónur, ið hevur fingið heiðursteknið, ger seg sekan í viðurskiftum, sum høvdu forðað viðkomandi at fáa heiðursteknið, kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið taka tað aftur.
3. Gildiskoma
3.1. Hetta rundskriv kemur í gildi 1. september 2025.
Løgmálaráðið, 25. august 2025
Bjarni K. Petersen (sign.)
landsstýrismaður
/ Nella Festirstein (sign.)