Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mai 2010Nr. 9000
Rundskriv um leiguskipan hjá Hjálpartólamiðstøðini
(Til Almannastovuna)
Stuðul til hjálparráð verður veittur sambært § 18 b í forsorgarlógini. Stuðul verður tó ikki veittur til hjálparráð, ið verður nýtt í virksemi hjá myndugleikum (stk. 6), og stuðul verður ikki veittur til innbúgv og útgerð til persónar á stovni ella sambýli (stk. 5), tó undantikið persónligt tillagað hjálparráð. Hesum viðvíkjandi verður víst til §§ 7 og 8 í kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð og vegleiðing nr. 1/2010 um markamót.
Fyri at tryggja størri endurnýtslu av hjálpartólum, umframt at aðrir myndugleikar kunnu gagnnýta fakliga førleikan hjá Hjálpartólamiðstøðini verður nýggj leiguskipan hjá Hjálpartólamiðstøðini hervið sett á stovn. Leiguskipanin fevnir eisini um útleigan til einstaklingar til feriunýtslu:
Leiguskipan til myndugleikar
§ 1. Hjálpartólamiðstøðin kann mótvegis gjaldi leiga út ávís hjálpartól til myndugleikar.
Avís hjálpartól
§ 2. Við hjálpartól eru at skilja hjálparráð, ið kunnu endurnýtast, sí allýsing av hugtøkum í § 1, stk. 3-4 í kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð.
§ 3. Hjálpartólamiðstøðin kann mótvegis leigugjaldi leiga út:
1. hjálpartól, sum verða nýtt í virksemi hjá myndugleikum,
2. hjálpartól, sum eru til felags nýtslu hjá persónum á stovni ella sambýli, ella
3. hjálpartól, sum eru at meta sum grundútbúnaður á viðkomandi stovni ella sambýli.
Tó fevna hjálpartól sambært omanfyri standandi bert um hjálpartól, ið Hjálpartólamiðstøðin hevur serligan fakligan kunnleika til. Talan er sostatt um hjálpartól, ið eru fevnd av virkisøkinum hjá Hjálpartólamiðstøðini annars.
Til ber ikki at leiga viðgerðartól ella undirvísingarútgerð frá Hjálpartólamiðstøðini. Tílík tól og útgerð liggja uttan fyri virkisøkið hjá Hjálpartólamiðstøðini.
Vanligt innbúgv ella brúkslutir sbrt. § 18 b, stk. 4 í forsorgarlógini eru ikki fevnd av leiguskipanini.
§ 4. Hjálpartól, ið kunnu leigast út, eru endurnýtslutól, tað eru tól, sum hava verið keypt og brúkt sambært § 18 b í forsorgarlógini. Leiguvirksemið kann eisini fevna um nýggj tól, sum eru keypt fyri inntøkur, sum stava frá leiguvirkseminum ella fyri játtan, avsett til endamálið.
§ 5. Leiguskipanin fevnir ikki um smálutir, ið hava eitt kostnaðarstøði, har tað loysir seg betri at keypa enn at leiga.
§ 6. Hjálpartólamiðstøðin ger ein lista yvir hjálpartól, ið kunnu leigast út.
Myndugleikar, ið kunnu leiga
§ 7. Myndugleikar, ið kunnu leiga hjálpartól frá Hjálpartólamiðstøðini eru:
• ellis- og røktarheim, eldrasambýli
• bústovnar og sambýli hjá Trivnaðartænastuni
• Stuðulsfólkaskipanin fyri børn og stovnar undir Børn og Ung hjá Nærverkinum
• fólkaskúlar, miðnámsskúlar og aðrir skúlar
• Semámsdepilin
• sjúkrahús/heilsumyndugleikar
• o.l.
Ásetan av leigugjaldi
§ 8. Leigugjaldið er leigugjald/dag, tó í minsta lagi fyri 30 dagar.
§ 9. Leigugjaldið fyri einstaka tólið verður ásett sum: kostnaður fyri tólið umframt annan kostnað deilt við mettu livitíðini:
1. Grundarlag undir útrokning av kostnaðinum fyri hjálpartól er fylgjandi:
a. Útveganarkostnaður (á goymslu á HTM)
b. Mettur viðlíkarhaldskostnaður í livitíðini
c. Mett eykalutanýtsla í livitíðini
d. Umsitingarkostnaður (íroknað t.d. lønar- og lagurkostnað).
e. Flutningskostnaður
f. Avgreiðslukostnaður.
2. Leigugjaldið/dag fyri hjálpartól er sostatt: kostnaður sbrt. pkt. 1/mett livitíð.
§ 10. Hjálpartólamiðstøðin ger kostnaðarfrymlar sbrt. § 9 pkt. 1 fyri hvørt hjálpartól sær á listanum sbrt. § 6. Samlaði leiguprísurin fyri hvørt tól sær pr. dag skal framganga av listanum.
§ 11. Leigugjald verður rindað frá fyrsta degi, ið tólið er útleigað. Leigugjaldið steðgar, tá Hjálpartólamiðstøðin hevur móttikið tólið, ella frá tí degi, Hjálpartólamiðstøðin hevur fingið áheitan um at heinta tólið.
§ 12. Hjálpartólamiðstøðin fakturerar leigugjaldið mánaðarliga ella hvønn ársfjórðing, og er gjaldsfreistin 21 dagar frá fakturadagfesting.
Leiguskipan til einstaklingar til feriunýtslu
§ 13. Hjálpartólamiðstøðin kann mótvegis gjaldi leiga hjálpartól til persónar til feriunýtslu, tá ið hesi ikki lúka treytirnar eftir § 18 b í forsorgarlógini, fyri at fáa stuðul, ella um talan er um eyka sett av hjálpartólum. Við hjálpartól verður víst til § 3-6.
§ 14. Leigugjaldið er leigugjald/dag, og verður leigugjaldið ásett sbrt. § 9. Um tólið ikki verður heintað og latið inn aftur á Hjálpartólamiðstøðina av leigara, so skal leigarin umframt ásetta leigugjaldið eisini gjalda flutningsútreiðslurnar í ítøkiliga málinum.
§ 15. Leigugjald fyri væntaða leigutíð og gjald fyri flutningsútreiðslur verður at rinda frammanundan. Harumframt skal rindast depositum svarandi til 7 dagars leigu.
§ 16. Leigugjald verður roknað frá fyrsta degi, ið tólið er útleigað. Leigugjaldið steðgar, tá Hjálpartólamiðstøðin hevur móttikið tólið, ella frá tí degi Hjálpartólamiðstøðin hevur fingið áheitan um at heinta tólið. Munurin millum forútgoldin gjøld (leigugjald, gjald fyri flutningsútreiðslur og depositum) og veruligar leiguútreiðslur og flutningsútreiðslur verður rindaður, um onnur viðurskifti ikki gera seg galdandi, t.d. mishald av tí leigaða.
Leigusáttmáli og skráseting av tólum
§ 17. Leigusáttmáli verður gjørdur millum Hjálpartólamiðstøðina og leigara, har m.a. leigukostnaðurin er ásettur. Í leigusáttmálanum skal eisini standa, at leigarin hevur skyldu at fara væl um tað leigaða, og at leigarin hevur dagliga viðlíkahaldið, so sum vanliga reingerð og dagligar innstillingar av tí leigaða um hendur, umframt hvørjar avleiðingarnar mishald av avtaluni hevur við sær.
§ 18. Hjálpartólamiðstøðin skrásetur øll útleigað tól sum verandi útleigað.
Almannamálaráðið
Rósa Samuelsen (sign.)
landsstýriskvinna
Eyðun Mohr Hansen (sign.)