Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. mars 2022Nr. 9001
Rundskriv um fráfaringaraldur
(Til stjórnarráðini og stovnar undir landinum)
1. Heimild
1.1. Við heimild í § 13, stk. 2, nr. 1 í fráboðan nr. 128 frá 16. september 2019 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, og eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, verður ásett:
2. Endamál
2.1. Endamálið við hesum rundskrivi er at áseta fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum almennum starvsfólkum.
3. Hvønn er rundskrivið galdandi fyri
3.1. Rundskrivið er galdandi fyri øll stjórnarráð og allar stovnar undir landinum.
4. Fráfaringaraldur
4.1. Fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum almennum starvsfólkum er 72 ár.
4.2. Tað áliggur almenna arbeiðsgevaranum at siga alment sáttmálasettum starvsfólki upp í so góðari tíð, at tey kunnu fara úr starvi við endan á tí mánaði, tey fylla 72 ár.
4.3. Arbeiðsgevarar kunnu tó velja at leingja setanina, eftir at starvsfólk hava fylt 72 ár. Tað verður gjørt við at seta starvsfólkið í eitt upp í tvey ára tíðaravmarkað starv.
4.4. Leingjan sambært nr. 4.3 kann verða gjørd fleiri ferðir.
4.5. Hetta rundskriv er ikki galdandi fyri tænastumenn.
5. Gildiskoma
5.1. Hetta rundskriv kemur í gildi 1. mai 2022.
5.2. Hetta rundskriv kemur í staðin fyri rundskriv um fráfaringaraldur dagfest tann 1. apríl 2013.
Fíggjarmálaráðið, 9. mars 2022
Uni Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)