Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. februar 2023Nr. 9001
Rundskriv um keyp av elbilum
(Til stjórnarráðini og stovnar landsins)
1. Heimild
1.1. Við heimild í § 25, stk. 2, nr. 2 í fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, og eftir hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, verður ásett:
2. Endamál
2.1. Endamálið við rundskrivinum er at skunda undir grøna orkuskiftið við at landið velur elbilar framum bilar, ið heilt ella lutvíst nýta diesel ella bensin.
2.2. Ásett verða krøv til keyp av bilum til virksemið hjá landinum.
3. Hvat er rundskrivið galdandi fyri
3.1. Rundskrivið er galdandi fyri landsins keyp av bilum.
4. Orðskiljingar
4.1. Bilur sbrt. hesum rundskrivi er bilur (motorvognur) sbrt. § 2 í løgtingslóg um ferðslu.
4.2. Elbilur sbrt. hesum rundskrivi er bilur sbrt. nr. 4.1., sum bara nýtir ravmagn ella vetni til framdrift.
5. Tilboðsfyrispurningar og alment útboð
5.1. Í tilboðsfyrispurningi og almennum útboði í sambandi við keyp av bili sbrt. rundskrivi um keyp av vørum og tænastum skal setast sum krav, at talan er um elbil.
5.2. Undantak kann gerast frá kravinum í nr. 5.1., um atlit til endamálið við bilinum gera, at elbilur ikki fæst ella ikki er egnaður vegna serlig krøv til tilgerð, útgerð ella nýtslu av bilinum.
5.3. Undantak kann somuleiðis gerast frá kravinum í nr. 5.1., um serlig krøv til tilgerð, útgerð ella nýtslu av bilinum hava við sær, at elbilur bert fæst til munandi meirkostnað samanborið við aðrar bilar. Munandi meirkostnaður er vegleiðandi 50% ella meira av samlaða keypsprísinum.
5.4. Krøv til undirstøðukervi, løðing o.tíl. eru ikki at rokna sum serlig krøv sbrt. nr. 5.2.
og 5.3.
6. Umsiting
6.1. Gjaldstovan skal viðgera undantak sbrt. nr. 5.2. og 5.3. Gjaldstovan skal í hesum sambandi ráðføra seg við Akstovuna.
7. Gildiskoma
7.1. Hetta rundskrivið kemur í gildi 1. mars 2023.
Fíggjarmálaráðið, 15. februar 2023
Ruth Vang (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)