Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. januar 2017Nr. 9001
Rundskriv um at tíðaravmarka lønir í landsroknskapinum
(Til stjórnarráðini og stovnar undir landinum)
1.0. Endamál
Við hesum verða mannagongdir lýstar um hvussu lønir skulu tíðaravmarkast í landsroknskapinum.
2.0. Løggildi
Við heimild í § 3, stk. 1 í Kunngerð nr. 22 frá 14. mars 2007 um roknskaparverk landsins o.tíl. verður ásett, hvussu lønir verða tiknar við í roknskapin um ársskiftið.
3.0. Mannagongdir
Meginreglan í § 13 í roknskaparkunngerðini er latingarmeginreglan, sum merkir, at ein útreiðsla skal verða skrásett, tá ið vøran ella veitingin verður framd. Lønarútreiðslur skulu tí sum meginregla verða tiknar við í tí roknskaparári, rætturin til lønina verður innvunnin.
Av tí at fleiri lønarskyldur ikki koma til útgjaldingar fyrr enn í árinum eftir, skulu stovnarnir tíðaravmarka lønir við ársskiftið sambært viðløgdu talvu, har greitt er frá, hvørjir postar skulu verða tíðaravmarkaðir og ikki.
Meginreglan er, at tímasaldur skulu tíðaravmarkast, tá ið starvsfólkið eigur fleiri enn 40 tímar ella skyldar fleiri enn 30 tímar.
Lønir, sum standast av vaktum og ikki avgreiddum sáttmálabroytingum, verða sum meginregla altíð tíðaravmarkaðar. Tað sama er galdandi fyri uppsagnarløn, tá ið starvsfólk verður fríttstillað í uppsagnartíðini.
Stovnar, sum higartil hava tíðaravmarkað lønir eftir øðrum meginreglum enn eftir latingarmeginregluni, t.d. eftir kontantmeginregluni, fáa sannlíkt eina tøkniliga meirútreiðslu orsaka av broytingini.
Henda tøkniliga treytaða meirútreiðslan skal ikki takast við í raksturin. Í staðin skulu roknskaparpostarnir fyrst í tí fíggjarárinum, tá ið broytingin verður gørd, verða tillagaðir soleiðis, at teir vísa ta upphædd, sum teir høvdu havt, um so var, at broytingin varð gjørd frammanundan fíggjarárinum. Henda javningin fer fram eftir § 14 í omanfyri nevndu kunngerð og heimilingin av broytingini er sambært § 14, stk. 2.
4.0. Gildiskoma
Hetta rundskriv kemur í gildi 16. januar 2017, men er galdandi fyri fíggjarárið 2016, sum enn er opið, og frameftir.
Tinganes, 16. januar 2017
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Skjal 1
Talva við yvirliti yvir tíðaravmarkingar av lønum
Evni | Partsevni | Tíðarav-marking | Avgerðargrundarlag | Viðmerkingar |
1. Frítíð
| 1.1 Frítíðarløn 12%
| Ja
|
| Er longu tíðaravmarkað, tí frítíðarløn verður goldin út í grunn saman við lønini
|
1.2 Løn í frítíðini, fastlønt
| Nei
|
| Forskjótingarnar eru so smáar ár undan ári, at meirarbeiði og feilmøguleikar svara ikki til meirinfo.
| |
1.3 Serstøk frívika
| Ja/Nei
| Hevur lønmóttakari biðið um at fáa fríviku flutta at halda í seinni frítíðarári, skal hon tíðaravmarkast. Tó eru somu mørk galdandi, sum í 2.1.
| Verður frívikan hildin ella útgoldin í fyrsta frítíðarárinum, hon kann verða hildin ella útgoldin, verður tað roknað sum løn í frítíð.
| |
1.4 Frítíðarískoyti
| Nei
|
| Do 1.2
| |
2. Tímar o.tíl.
| 2.1 Tímar
| Ja | Eigur starvsfólkið fleiri enn 40 tímar ella skyldar fleiri enn 30 tímar, skulu tímarnir verða tíðaravmarkaðir. Talan skal vera um tímar, sum starvsfólkið hevur rætt til at fáa útgoldnar ella at avspáka.
| Tímarnir kunnu vera salda í klokkuskipan, vaktætlan ella tímar, sum stovnurin hevur skrásett á annan hátt.
|
2.2 Yvirtíð
| Ja | Somu mørk, sum í 2.1. Talan skal vera um álagda úrtíð, t.e. tímar, sum ivi ikki er um, at starvsfólkið hevur rætt til at fáa útgoldnar ella at avspáka.
| Einstaka starvsfólkið kann tilsamans ikki eiga fleiri enn 40 tímar á.
| |
3. Vaktir
| 3.1 Tímar, gjald fyri ólagaliga arbeiðstíð o.tíl.
| Ja | Lønir, sum standast av vaktum, verða tíðaravmarkaðar. Tímar, sum ikki verða avroknaðir innan síðsta ískoytisskeið, verða viðgjørdir sum ásett í 2.1. | Umvegis Vaktætlanarskipanina verður partur av tí, sum er innvunnið í desember, útgoldið í januar. Tað verður tíðaravmarkað og sjálvvirkandi bókað saman við lønini fram til 20. februar. Tímar frá undanfarna ári, sum ikki eru avroknaðir 20. februar, verða tíðaravmarkaðir sambært uppgerð úr Vaktætlanarskipanini.
|
4. Væntaðar sáttmála-broytingar
|
| Ja |
| Javningin verður gjørd grundað á miðal vøksturin í teimum sáttmálum, sum semja er gjørd um.
|
5. Uppsagnar- løn
| 5.1 Starvsfólk fríttstillað í uppsagnartíðini
| Ja | Meginreglan er, at skyldan verður tíðaravmarkað til, tá ið hon er komin í, líka mikið nær goldið verður út.
| Tá ið talan er um starvsfólk, sum verður fríttstillað (t.e. eingin mótveiting í uppsagnartíðini), verður útreiðslan tíðaravmarkað á uppsagnarárið
|
5.2 Starvsfólk arbeiðir í uppsagnartíðini
| Nei |
| Arbeiðir starvsfólkið í uppsagnartíðini (t.e. mótveiting er í uppsagnartíðini), verður útreiðslan ikki tíðaravmarkað.
| |
6. Tænastumannaeftirlønir
| Eftirlønarskylda
| Nei | Skyldan verður ikki tíðaravmarkað, men verður tikin við í roknskapin, tá ið hon verður goldin út.
|
|
7. Forútløntar lønir
|
| Nei | Skyldan verður ikki tíðaravmarkað, men verður tikin við í roknskapin, tá ið hon verður goldin út.
| Forskjótingarnar eru so smáar ár undan ári, at meirarbeiði og feilmøguleikar svara ikki til meirinfo.
|