Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. mars 2003Nr. 9001
Rundskriv um rentu
Almennir stovnar eru eins og onnur fevnd av ásetingunum í rentulógini "L. nr. 638 af 21.12.1977 om renter ved forsinket betaling m.v., som sat i kraft ved A. nr. 588 af 04.11.1982 og ændret ved A. nr. 107 af 27.12.1996."
Høvuðsreglan í rentulógini er, at hon er galdandi fyri krøv um gjald av peningi "på formuerettens område". Avtalur millum almennar myndugleikar og privatpersónar, eins og avtalur millum almennar myndugleikar og privatar fyritøkur, koma undir rentulógina, um talan er um vanligar handilsligar avtalur, eitt nú avtalur um keyp og leigu.
Ásetingarnar í rentulógini eru bert galdandi, um ikki annað er avtalað partanna millum. Rentulógin er heldur ikki galdandi um annað fylgir av handilssiðvenju ella aðrari siðvenju, ella um annað er ásett sambært lóg ella við heimild í lóg.
Rentulógin ásetir, at renta skal gjaldast frá gjaldkomudegi, um hesin er ásettur frammanundan. Gjaldkomudagurin kann m.a. vera ásettur við avtalu partanna millum. Gjaldkomudagurin kann tó eisini fylgja av siðvenju á einum ávísum øki. Gjaldkomudagurin er vanliga tann dagurin, tá kravánarin kann krevja, at goldið verður. Er í einum keypi avtalað, nær tað selda skal latast keyparanum, verður í prinsippinum mett, at avtala eisini er gjørd um gjaldkomudagin. Hetta er grundað á, at høvuðsreglan sambært keypilógini er, at veitingarnar frá seljara (vøran), og keypara (keypspeningurin), skulu latast samstundis ella hond í hond.
Er gjaldkomudagurin ikki ásettur frammanundan, skal renta sambært rentulógini gjaldast, tá ein mánaður er farin frá tí degi, tá kravánarin hevur sent ella sett fram krav um gjald. Tað er ein treyt, at kravánarin í kravskrivi sínum hevur víst á, at renta verður kravd, um ikki goldið verður.
Sum omanfyri nevnt eru ásetingarnar í rentulógini bert galdandi, um annað ikki er avtalað partanna millum. Tá almennir stovnar gera avtalur um keyp, har talan er um størri upphæddir, eiga gjaldstreytirnar vera skrivliga avtalaðar frammanundan. Á hendan hátt slepst undan iva um, hvørjar treytir viðvíkjandi gjaldkomudegi, rentu og øðrum eru galdandi. Í hesum sambandi eiga almennir stovnar at krevja, at gjaldsfreistin er so mikið rúmlig, at almennu stovnarnir hava møguleika fyri at fylgja góðkenningum, ávísingum, skrásetingum eins og útgjaldsmannagongdum.
Einstøku stovnarnir eiga at fáa avtalur í lag, sum hóska til mannagongdir teirra.
Almennir stovnar eiga ikki í avtalum um gjaldstreytir v.m. at ganga undir eitt rentukrav, sum verður hægri enn rentan sambært § 5 í rentulógini, t.e. tann til hvørja tíð ásetta diskonto + 5%.
Sum meginreglu skulu almennir stovnar rinda undan gjaldkomudegi. Á hendan hátt sleppa almennir stovnar undan at rinda rentu. Hetta setir krøv til mannagongdirnar á ymsu almennu stovnunum. Eitt nú er neyðugt, at bókhaldini fáa neyðugu skjølini í so mikið góðari tíð, at gjaldingarnar kunnu verða avgreiddar fyri gjaldsfreistirnar. Um almennir stovnar skulu kunnu lúka hesi krøv, er neyðugt, at rokningar verða góðkendar uttan drál á sjálvum stovninum, og at stovnarnir hava neyðugt eftirlit við, hvørjar innkomnar rokningar eru óavgreiddar.
Tann stovnur, sum ikki rindar til tíðina, skal rinda rentu frá gjaldkomudegi, um hesin kann metast at vera ásettur frammanundan. Upphæddin, sum verður goldin í rentu av hesum ávum, gongur burturav játtanini hjá stovninum.
Hetta rundskriv kemur í gildi 17. mars 2003 og samstundis fer rundskriv um rentu frá 29. apríl 2002 úr gildi.
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge